100-41 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi leikluti Føroya í nýggjari ES-grundlóg og møguligari fólaatkvøðu í Føroyum

Orðaskifti

Ár 2004, týsdagin 27. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hvørjar avleiðingar fær tað fyri føroyingar og Føroyar, um Danmark setur í gildi eina nýggja ES-grundlóg, sum væntandi verður samtykt á ES-toppfundi í juni mánaði í ár?
  2. Hvørjar avleiðingar fær tað fyri Føroyar, um Danmark eisini tekur av fyrivarnini fyri at leggja uttanríkismál, verjumál, gjaldoyramál og rættarpolitikk til ES?
  3. Hvørja fólkaræðisliga ávirkan hava føroyingar á uttanríkismál, verjumál, gjaldoyramál og rættarspurningar, um Danmark leggur hesi mál til ES at umsita undir eini nýggjari ES-grundlóg?
  4. Um danir á fólkaatkvøðu taka avgerð um at fara inn í eitt ES-samveldi undir eini ES-grundlóg og leggur mál, sum Danmark umsitur vegna Føroyar, til ES at umsita, eiga Føroya fólk tá eisini at taka støðu á fólkaatkvøðu?

Viðmerkingar
Evropa stendur fyri stórbroytingum í løtuni. Broytingar, sum vit í Føroyum als ikki hava viðgjørt.

Broytingar eru í vavi: 1. mai í ár verður ES víðkað eystureftir við 10 nýggjum limalondum. Hetta er í sjálvum sær ein støða, har helt nýggir marknaðir og avbjóðingar eru fyri føroyskt vinnulív og einstaklingar sum heild.

Men samstundis henda stórar politiskar, fólkaræðisligar og stjórnarligar broytingar.

Uppskotið til eina nýggja ES-grundlóg er gjørt. Fyrsta royndin at fáa semju um hesa millum ES-londini miseydnaðist í desember 2003. Men nú verður ein nýggj roynd gjørd í juni mánaði, har alt bendir á, at semja fæst.

Tað stendur greitt, at tá semja er fingin, verður fólkaatkvøða í Danmark um nýggju ES-grundlógina ella stjórnarskipanina, sum hon eisini verður rópt.

Tað stendur somuleiðis greitt, at tey fyrivarni, sum Danmark í 1993 fekk sett inn í Edinburgh-avtaluna fara at verða strikað.

Hesi fyrivarni snúgva seg um: Uttanríkismál, verjumál, gjaldoyramál og rættarpolitikk.

Tað má sostatt nú standa øllum greitt, at royndirnar at skipa ES sum eitt ríki av londum, sum annars hava verið afturvístar í Danmark, nú verða veruleiki.

Hetta merkir, at Danmark leggur størstu partarnar av sínum fullveldi til ES at umsita. Har tað fyrr serliga hava verið búskaparmál, handilsmál og vinnumál, verða tað nú eisini uttanríkismál, verjumál, gjaldoyramál og rættarmál, sum ES kann taka avgerðir um vegna Danmark – ella sum ein meiriluti av ES-londunum kann taka avgerð um vegna Danmark.

Harafturat fer nýggja ES-grundlógin at skipa fólkaræðið heilt øðrvísi í evropeisku londunum. Talan hevur verið um at velja ein evropeiskan uttanríkisráðharra og annars at skipa seg alt meira sum ein stjórn í einum ríki.

Harafturat er í ES-grundlógini ein røð av málum og ásetingum, sum hava beinleiðis við einstaka borgaran at gera og við tey virðir, ið ES vil byggja sítt virksemi á.

Fyri Føroyar er hetta ein sera álvarslig støða fyri fólkaræðið.

Eitt er, at Danmark hevur umsitið týdningarmestu málsøkini fyri Føroyar í altjóða høpi. Men nú verða uttanríkismál, gjaldoyramál, verjumál og rættarmál helst løgd til ES og niður til Brússel at umsita.

Vit eiga beinanvegin at fyrireika okkum til hesa nýggju støðu og at kanna og viðgera møguligu avleiðingarnar.

Harafturat má sláast fast, at um danska fólkið á fólkaatkvøðu leggur mál, sum Danmark í dag umsitur vegna Føroyar, til ES, so má Føroya fólk eisini siga sína hugsan.

Undir øllum umstøðum standa vit fyri einum sera avgerandi fólkaræðisligum spurningi, sum greið støða má takast til.

Á tingfundi 27. apríl 2004 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 18. mai 2004 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Tingmaðurin reisir í sínum fyrispurningi nakrar sera áhugaverdar spurningar í einum ógvuliga týdningarmiklum máli. Politiska skipanin í Føroyum hevur ikki rættiliga tikið upp málið um okkara viðurskifti við Evropasamveldið til viðgerðar, uttan tá ið um ræður okkara reint handilsligu viðurskifti við Samveldið. Nú, ið ES rættiliga er ávegis at gerast samveldi í orðsins vanliga týdningi, er tað ikki ov tíðliga, at vit í Føroyum seta okkum inn í og møta avbjóðingunum í gongdini í ES.

Vit eru sostatt í eini innleiðandi støðu í hesum máli, og avbjóðingarnar og vandamálini eru ikki heilt eyðsæð enn, hóast tey hómast. Tað er tí ikki gjørligt at svara fyrispurninginum neyvt, men eg vil royna at tekna eina mynd av málinum, sum eg fyribils síggi tað. Tað skal vera mín vón, at vit nú frameftir fáa eitt orðaskifti her í landinum, sum politikkarar bæði eiga at luttaka í og læra av, til tess at vit, áðrenn tað er ov seint, kunnu taka tær røttu avgerðirnar landinum og fólkinum at gagni.  

Til 1 og 2
Sum kunnugt fevnir danski limaskapurin í ES ikki um Føroyar. Tí hava føroyskir myndugleikar havt umstøður at lóggeva og umsita málsøkini, sum vit hava havt ræðið á, uttan uppílegging frá ES. Undantak frá hesum eru mál, ið fylgja av sáttmálaviðurskiftum okkara við ES. Eitt dømi er MVG-skipanin, sum kom í kjalarvørrinum av handilssáttmálanum við ES, tá ið tollurin varð tikin av vørum frá ES.

Í sonevndu felagsmálunum, teimum, sum danskir myndugleikar hava ræðið á, hevur ávíst trýst longu verið frá ES kervinum, uttan at tað tó hevur nervað okkum almikið, m.a. av tí at Danmark hevur havt fyrivarni yvirfyri ES samrenningini á niðanfyri nevndu økjum:

  1. Samveldisborgaraskapur.
  2. Triðja stig í Búskapar og Peningasamgonguni (en.: The Economic and Monetary Union – EMU; da.: Den Økonomiske og Monetære Union – ØMU), hitt sonevnda evrusamstarvið.
  3. Avgerðir og átøk á verjuøkinum.
  4. Yvirríkjasamstarv um rættarlig og innanhýsis viðurskifti.

Ætlanin í ES er, at stjórnarráðstevnan í juni í ár, har ið stjórnarleiðarar og ríkisleiðarar úr øllum ES-londunum fara at luttaka, skal gjøgnumføra endaligu samráðingarnar um ein stjórnarskipanarsáttmála fyri ES. Hetta er tað, sum ofta verður nevnt ES-grundlógin. Tað er væntandi, at semja fæst um hesa grundlóg í juni.

Danmark heldur enn fast við síni fyrivarni, men tað er óvist, hvussu leingi henda støða fer at standa við. Danska stjórnin hevur boðað frá, at danir á fólkaatkvøðu skulu taka støðu til ES-grundlógina. Eisini er væntandi, at ein møgulig donsk avgerð um at taka av fyrivarnini, verður løgd út til fólkaatkvøðugreiðslu. Møguliga verður atkvøtt um bæði grundlóg og avtøku av fyrivarnum í senn. Tað vita vit ikki enn.

Sum eg lesi uppskotið til ES-grundlóg, fer hon eisini at fevna um Føroyar, um danir samtykkja hana á fólkaatkvøðu. Tó fer hon ikki at hava virkni í Føroyum. Á donskum eitur tað: "Traktaten om forfatningen finder ikke anvendelse på Færøerne". Júst, hvat ið hetta merkir, er torført at siga fyri vist í dag. Tað er eyðsæð, at tað í øllum førum má merkja, at ásetingar í sáttmálanum, ES-grundlógini, ikki gerast partur av føroyskum rætti, og tískil ikki beinleiðis ávirkar útinnandi og lóggevandi valdið í Føroyum í sermálum. Tað er harafturímóti ikki heilt greitt, um ávirkan kortini kann standast av, at ES fær meiri vald á uttanríkispolitiska økinum, sum jú er felagsmál millum Føroyar og Danmark, sum Danmark umsitur.

Tekur Danmark av síni fyrivarni, er lítið at ivast í, at hetta fer at ávirka Føroyar og evnini hjá føroyskum myndugleikum at virka fyri føroyskum áhugamálum á økjum, sum Danmark umsitur sum felagsmál, men sum í stóran mun verða latin ES at taka felagsstøðu til.

Til 3 og 4
Sum skipanin millum Føroyar, Danmark og ES er í dag, og eisini vil verða við danskari samtykt av ES-grundlógini, fara føroyingar ikki sum serstakt fólk at hava beinleiðis fólkaræðisliga ávirkan á uttanríkismálum, verjumálum, gjaldoyramálum og rættarspurningum, ið verða løgd undir ES at umsita.

Um ikki broytingar verða framdar í rættarstøðu Føroya, fara føroyingar tó framvegis at velja tvey umboð í danska Fólkatingið, og á tann hátt hava eina lítla og óbeinleiðis fólkaræðisliga ávirkan á ES gjøgnum Danmark. Góðar grundir kunnu vera til at halda, at hetta er ein veik støða. Tí meini eg eisini, at vit mugu styrkja okkara støðu hesum viðvíkjandi í samráðingum við Danmark.

Í hesum sambandi kann nevnast, at eg í einum fyrilestri á Christiansborg herfyri nevndi ymiskar møguleikar, sum fevndi um alt frá tí, at føroyingar lata standa til, og at ríkifelagsskapurin verður sagdur upp. Fyrilestur mín er at finna á heimsíðu Løgmansskrivstovunnar www.tinganes.fo.

Fyri meg at síggja er mest eyðsæddi møguleikin tann, ið vit kunnu kalla rættarpragmatiska loysnin, har danskir rættarkønir fara at taka avleiðingarnar av, at Føroyar hava fingið fult innlendis sjálvstýri innan danska fullveldisríkiskarmin samsvarandi heimastýrislógini og eini komandi lóg um øktar yvirtøkuheimildir og eini komandi lóg um uttanríkispolitisku heimildir Føroya, samstundis sum teir fara at taka avleiðingarnar av, at nýggja ES-grundlógin er vorðin ein politiskur og rættarligur veruleiki. Tá vil danska ríkið hava fingið eitt nýtt stjórnarrættarligt grundarlag, og tíðin verður búgvin til at skilja sonevnda ríkis- ella ríkjafelagsskapin, hvussu vit nú velja at kalla hann, á ein annan hátt, og at tulka danska stjórnarrættin, donsku grundlógina, av nýggjum.

Í eini slíkari tilgongd kundi tað verið hóskandi, at Føroyar og Danmark gjørdu ein nýggjan sáttmála um sínámillum viðurskiftini, sum tá hevði kunnað komið afturat heimastýrislógini, og teim nýggju lógunum um yvirtøkuheimildir og uttanríkispolitiskar heimildir.

Tað, eg her havi nevnt, eru bara fyribils skitsur viðvíkjandi hesum stóru spurningum, og eg meini ikki, at vit í dag eru í einari støðu, har vit kunnu taka avgerð hesum viðvíkjandi. Vert er at nevna, at vit hava eisini okkara egnu grundlógartilgongd, sum kann fáa týdning hesum viðvíkjandi – ikki minst til tess at geva føroyska fólkinum og tess kosnu umboð fastari grundvøll at standa á. Kortini hava vit ikki óendaliga langa tíð at umrøða okkum, og mæli eg til, at orðaskiftið um hesu mál fer at byrja.

Partur av hesum verður eisini at taka støðu til, um føroyingar skulu taka støðu á fólkaatkvøðu ella á vanligan hátt gjøgnum sítt løgting og landsstýri. Tað er eisini ein spurningur, sum vit mugu meta um og viðgera, men sum eg ikki í dag kann siga nakað avgjørt um, tí hetta júst er nakað, ið vit mugu viðgera gjølla í næstu framtíð.

Eg fari tó at gera vart við, at eins og Danmark eigur at virða Føroya støðu til Danmark og ES eiga Føroyar at virða Danmarkar støðu til ES. Við øðrum orðum, Føroyar eiga ikki at blanda seg uppí fólkaræðiliga rætt dana at avgera sína egnu framtíð.

Eg kann upplýsa, at Løgmansskrivstovan fer at taka stig til eina ráðstevnu um ES viðurskifti, har ið serstakliga løgtingslimir kunnu hava nyttu av at luttaka.

Málið avgreitt.