100-42 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi avbjóðingunum í sambandi við, at ES verður víðkað 

Orðaskifti

Ár 2004, týsdagin 27. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hevur landsstýrið tikið nøkur stig í sambandi við at fyrireika okkum handilsliga, vinnuliga og mentanarliga til tann nýggja veruleikan í Evropa, nú stóru eysturevropeisku londini gerast limir í ES 1. mai í ár?
  2. Hvørjar avbjóðingar heldur løgmaður, at vit skulu fyrireika okkum til, nú ES verður víðkað við 10 nýggjum limalondum?

Viðmerkingar
Fyrsta mai í ár verður ES víðkað munandi. Víðkanin eystureftir limar inn stór og fólkarík lond og fer at gera Evropasamveldið til eitt øki við 450 milliónum íbúgvum.

Allastaðni Evropa og ikki minst í okkara norðurlendsku grannalondum, sum eru limir í ES, hava drúgvar fyrireikingar verið gjørdar, har serliga vinnulívið við arbeiðsgevarum og fakfeløgum brynja seg til at møta avbjóðingunum.

Nýggir marknaðir lata seg upp og nýggir møguleikar fyri vinnu og handli til tey nýggju londini. Men samstundis verður ein økt kapping frá vinnu og arbeiðsfólki í teimum nýggju londunum, sum uttan iva eru kappingarfør á nógvum økjum.

Í Føroyum hava vit verið alt ov lítið hugað fyri at viðgera hesa nýggju støðuna og hesar nýggju avbjóðingar. Politiskt var einaferð ætlanin at fáa handilssáttmálar við tey nýggju londini, áðrenn tey gjørdust limir, so hetta kundi brúkast sum grundarlag at betra um okkara handilsavtalu við ES.

Men síðani mugu vit ásanna, at lítið er hent, og nú verður handilssáttmálin við Estland settur úr gildi aftur.

Hinvegin hava fyritøkur og vinna helst verið virkin, hóast politiski áhugin hevur verið lítil. Vinnuhúsið hevur skrivað um nýggju møguleikarnar, og helst hava fleiri føroyskar fyritøkur fyrireikað seg til at kappast á nýggju marknaðunum.

Tað er í tøkum tíma, at Løgtingið eisini fer undir orðaskifti um, hvørjar avbjóðingar vit skulu brynja okkum til, og tískil verður hesin fyrispurningur settur løgmanni.

Á tingfundi 27. apríl 2004 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 18. mai 2004 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Til 1 og 2
Landsstýrið hevur sum so ikki tikið ítøkilig stig til tess at fyrireika okkum handilsliga, vinnuliga og mentanarliga til nýggju støðuna í Evropa, nú stóru eysturevropeisku londini gjørdust limir í ES 1. mai í ár.

At eysturevropisku londini umsíðir eru komin uppí ES, er ein greiður handilsligur og vinnuligur fyrimunur fyri Føroyar. Ein fræls føroysk marknaðaratgongd til eysturevropa er sostatt fingin í lag. Tað er eisini at fegnast um, at ES kravdi ikki nakað gjald fyri føroysku marknaðaratgongdina, eins og tað gjørdi mótvegis Íslandi og Noregi.

Tað eru tey, sum hava ført fram, at Føroyar áttu at hava gjørt handilssáttmálar við eysturevropisku londini undan limaskapi teirra til tess at krevja víðkaða marknaðaratgongd frá ES sum gjald, tá ið nevndu lond komu uppí ES. Í tílíkum førum skulu lond sum Føroyar sambært WTO rættinum kunna prógvað, at tey eru fyri vanbýti og vesnandi marknaðaratgongd, tá ið hini fara uppí ES. Handilssáttmálin við ES er so mikið frælsur, at hetta bar ikki til, hvørki í mun til Estland ella Pólland, ið Føroyar høvdu handilssáttmálar við, ella hini eysturevropisku londini, í fall Føroyar høvdu handilssáttmálar við tey.

Harumframt skal verða havt í huga, at nevndu lond vóru ikki sinnað til at gera handilssáttmálar við Føroyar, tí at Evropasáttmálarnir tey vóru partar av forðaðu fyri tí, uttan so, at ES frammanundan hevði góðtikið samráðingarnar. ES hevði sostatt tilskilað sær hendan rætt til tess at forða fyri, at ES fór at arva nakrar bindingar, tá ið nevndu lond gjørdust ES limalond.

Annars er tað mín støða, at hóast ES er víðkað við 10 nýggjum limalondum, broytir tað ikki grundleggjandi støðu Føroya til ES á nakran hátt uttan tað, at marknaðaratgongdin er víðkað við hesum londum.

Tað at ES nú er fevnt av heili 25 londum ger sjálvsagt spurningin um framtíðar støðu Føroya enn meira áleikandi. Landsstýrið eigur tí at viðgera henda spurning í størsta álvara.

Málið avgreitt.