3  Uppskot til samtyktar viðvíkjandi innkoyring til Havnina


A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð (riggar ikki)
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2003, 24. september, løgdu tingmenninir Katrin Dahl Jakobsen og Kristian Magnussen fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar viðvíkjandi innkoyring til Havnina

Heitt verður á landsstýrið um at kanna og leggja frágreiðing fyri Løgtingið um fyrimunir og vansar við at gera ein tunnil sum part av innkoyringarvegnum til Havnar av Hvítanesvegnum, har dentur verður lagdur á bæði samferðsluviðurskifti, fíggjarlig-, umhvørvislig-, mentanarlig-, og sosial viðurskifti.

Viðmerkingar:
Miðskeiðis í 80-árunum kom fram ætlan um at gera tunnil úr Kaldbaksbotni til Kollafjarðar. Hetta hevði við sær, at høvuðsinnkomuvegurin til Havnar fór at verða fluttur frá Oyggjarvegnum til Hvítanesvegin. Høvuðsferðslan skuldi nú oman gjøgnum Hoydalar, og sostatt er hesin vegurin í dag vorðin tann nógv mest trafikeraði landsvegurin yvirhøvur. Landsverkfrøðingurin gjørdi tí uppskot um nýggjan innkoyringarveg frá landsvegnum norðan fyri Hvítanes gjøgnum Hoyvíkshagan og í Oyggjarvegin.

Hóast hesin tá nýggi innkoyringarvegurin hevur ligið eini 20 ár á skriviborðinum og er at finna á fíggjarlógini, eru ikki nýggjar loysnir ella aðrir møguleikar troyttir øll hesi 20 árini. Hetta, hóast kolveltandi broytingar eru farnar fram, bæði tá tað ræður um samferðslumynstur og samferðslumøguleikar.

Nógv er broytt seinastu 20 árini. Síðan tá hava vit umframt Kollafjarðartunnilin eisini fingið Vágatunnilin. Norðoyartunnilin er ávegis og við honum møguliga tunnil undir Leirvíkar bygd. Hetta prógvar, at tað hjá okkum umsíður bendir meira á tann bógvin, at samferðslukervið verður hugsað sum eitt samanhangandi net til so lítlan ampa sum gjørligt fyri fólk og náttúru heldur enn vegastubbar, sum til ber at binda saman. Tíverri røkkur hesin hugburðurin ikki til sjálva Havnina. Her steðgar hann, hóast ferðslan til og úr Havnini ikki kann mátast við nakað annað pláss í Føroyum. Hon økist javnt og samt og er ikki komin í hæddina, fyrr enn allir ætlaðu samferðslubatar oyggjanna millum eru framdir.

Í løgtingsfíggjarlógini fyri 2003 (sí blaðsíðu 154-155) er greitt frá hesi 20 ára gomlu verkætlanini fyri innkoyringarvegi til Havnar, sum verður mett at kosta landinum 65-75 mió kr. Hetta eru nógvir pengar fyri eina ætlan, sum als ikki er nøktandi og enn minni hoyrir nútíðini til. Verður hetta framt í verki, er partur av Havnini umgyrdur av ferðslu alla tíð frameftir, og neyvan vendist aftur.

Veruleikin er, at her bara er talan um at binda saman Hvítanesvegin og Oyggjarvegin. Avleiðingin er, at stórur partur av náttúruni og trivnaðinum á hesum langa teini fer undir asfalt.

Áðrenn spakin verður settur í, eiga vit at kanna, um ikki skynsamari loysn er at finna. Gott høvi átti at verið júst við hesi verkætlanini at lagt skynsamiliga til rættis, við tað at tað enn ikki er bygt øki, har partur av vegaføringini má fara.

Fýra mió kr. eru settar av í ár á løgtingsfíggjarlógini at fara undir arbeiðið. Skotið verður tí upp, at játtanin fer til at kanna møguleika fyri tunnilsgerð ella annað, so sleppast kann undan at taka so nógv av tí sindrinum av upplandi, sum eftir er í Havnini. Hugsandi kundi vegur farið gjøgnum óbygt í Hoyvíkshaganum í tunnil og út í Oyggjarvegin ella Marknagil, og grótið farið í neyðugu vegagerðina. Fyrimunir við slíkari loysn vórðu eisini, at ferðsla, sum skuldi í vesturbýin, varð skild frá rímiliga tíðliga, og varð tá til lítlan og ongan ampa serliga fyri náttúruna og umhvørvið annars. Økið, har vegurin ætlandi skal fara, er gamalt traðarøki, og spell hevði tað verið, um vit ikki megnaðu at varðveita nakað av hesi mentanini, sum hevur eyðkent Havnina so langt aftur í tíðina.

1. viðgerð 22. oktober 2003. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 11. november 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Katrin Dahl Jakobsen og Kristian Magnussen, løgtingsmenn, hava lagt málið fram tann 24. september 2003, og eftir 1. viðgerð tann 22. oktober 2003 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 11. november 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Tórshavnar Kommunu og við landsstýrismannin í vinnumálum saman við landsverkfrøðinginum.

Frá Tórshavnar kommunu fekk nevndin kort yvir Havnina, sum vísir ætlaðu vegaføringina.

Frá landsverkfrøðinginum fekk nevndin kort og myndir yvir Havnina, ið somuleiðis vísa ætlaðu vegaføringarnar, bæði av 1. stigið, og samlaðu ætlanina.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Nevndin leggur tó dent á týdningin av, at lagt verður soleiðis til rættis, at kanningararbeiðið ikki seinkar arbeiðnum við nýggja innkoyringarvegnum til Havnina.

2. viðgerð 13. november 2003. Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.