4  Uppskot til  løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl

Ár 2003, 21. oktober, legði Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening 

§ 1. Løgtingslóg nr. 90 frá 6. juni 1997 um stuðul til uppihaldspening, sum broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 2. mai 2001, verður sett úr gildi.

§ 2. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2004.

1. Almennar viðmerkingar

Endamálið við at avtaka løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening er at minka um lógarbundnu útreiðslurnar á almannaøkinum.

Endamálið við galdandi lóg er at stuðla teimum persónum, sum tað almenna áleggur at gjalda uppihaldspening til hjúnafelaga, skildan ella sundurlisnan, og uppihaldspening til børn, yngri enn 18 ár, sum ikki búgva hjá uppihaldsskylduga. Lógin gevur sostatt ávísum borgarum rættindi til stuðul úr landskassanum.

Skotið verður tí upp, at løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening verður avtikin 1. januar 2004, og at evsta mark at senda umsóknir inn til Almannastovuna um stuðul til uppihaldspening er 1. januar 2004, tá ið henda lóg væntandi er komin í gildi.

2. Fíggjarligar avleiðingar (beinleiðis)

Uppskotið hevur við sær eina beinleiðis sparing fyri landskassan upp á uml. 8 mió kr. árliga. Metta útreiðslan í 2003 er 7,8 mió kr. Útreiðslurnar til stuðul til uppihaldspening kunnu tó gerast nógv størri í 2003, um fleiri uppihaldsskyldug velja at gjalda eftirstøðu sína nú, meðan tey hava ein lógarfestan rætt til at fáa stuðul til uppihaldspening. Eftirstøðan av barnapeningi, veittur í forskoti, var 1. oktober 2002: 36,6 mió kr. Um øll eftirstøðan varð afturgoldin nú, og øll uppihaldsskyldug høvdu søkt um stuðul til uppihaldspening, áðrenn ov seint var, høvdu útreiðslurnar á hesi kontu í 2003 kanska hækkað við 18 mió kr. Mett verður kortini ikki, at hetta er sannlíkt, av tí at tølini fyri 2003 ikki vísa stóra hækking í útreiðslunum, hóast ætlanin hevur verið at avtaka lógina um uppihaldspening í 2003.

Fíggjarligar avleiðingar (óbeinleiðis)

Ein møgulig ávirkan av lógaruppskotinum er, sum sagt, at eftirstøðan minkar, meðan møguleiki enn er fyri at fáa stuðul. Um so er, fer nettoúrslitið í fyrstu atløgu at verða, at landið fær inntøkur, tí stuðulin er bara helvtin av barnagjaldinum, ið verður veitt í forskoti eftir Ll. nr. 71 frá 20. mai 1996 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.m. við seinni broytingum. Uppskotið kann eisini hava við sær, at tað verður truplari at krevja inn aftur barnapening, veittur í forskoti, tí uppihaldsskyldugi ikki sær seg føran fyri so skjótt, sum ætlað, at afturgjalda skuld sína til tað almenna, nú nettoútreiðslan av uppihaldsskylduni tvífaldast.

Civilretsdirektoratet hevur í viðmerkingum til lógaruppskotið gjørt vart við, at um lógaruppskotið verður samtykt, verða nýggjar vegleiðingar gjørdar fyri áseting av uppihaldspeningi til fyrrverandi hjúnafelagar og børn undir 18 ár soleiðis, at ásetingin fer at lækka; hetta ger seg serliga galdandi fyri áseting av uppihaldspeningi til hjúnafelagar. Tá talan er um barnagjald/pening, kemur ein lækking bert upp á tal, um ásett er eitt hækkað barnagjald, tvs. meir enn vanliga gjaldið.

Alt í alt er tað trupult at siga nakað við vissu um tær fíggjarligu avleiðingarnar av uppskotinum.

Umsitingarligar avleiðingar

Lógaruppskotið fer at minka um arbeiðsbyrðuna hjá Almannastovuni.  

Sosialar avleiðingar

Uppskotið merkir í fyrstu atløgu, at nettoútreiðslurnar til uppihald tvífaldast hjá teimum, sum í dag fáa stuðul til uppihaldspening.

Ríkisumboðið og Civilretsdirektoratet í Danmark hava, sum nevnt, gjørt greitt, at lógaruppskotið fer at hava við sær, at nýggjar vegleiðingar fyri áseting av uppihaldspeningi til hjúnafelagar og børn undir 18 ár verða gjørdar fyri Føroyar soleiðis, at ásetingin fer at lækka; hetta ger seg serliga galdandi fyri áseting av uppihaldspeningi til hjúnafelagar og eitt lækkað barnagjald.

Hetta merkir harafturat, at tey, ið fáa uppihaldspening, verða verri fyri fíggjarliga – hvussu nógv er óvist.

Aðrar avleiðingar

Mett verður ikki, at lógaruppskotið fær umhvørvisligar avleiðingar ella avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar.

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
     

Ja

 

Hoyring

Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá Almannastovuni, Ríkisumboðnum, landsstýrismanninum í fíggjarmálum og Javnstøðunevndini. Hoyringssvarini eru hjáløgd.

3. Serligar viðmerkingar

Til § 1
Við hesum verður Løgtingslóg nr. 90 frá 6. juni 1997 um stuðul til uppihaldspening, sum broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 2. mai 2001, sett úr gildi.

Til § 2
Henda avtøkulógin verður sett í gildi 1. januar 2004. Tað vil siga, at løgtingslóg nr. 90 frá 6. juni 1997 um stuðul til uppihaldspening fer úr gildi 1. januar 2004.

Fylgiskjøl

Skjal 1: Hoyringsskriv frá Ríkisumboðnum, dagfest 11. oktober 2002
Skjal 2: Hoyringsskriv frá CivilRetsDirektoratet, dagfest 13. desember 2002
Skjal 3: Hoyringsskriv frá CivilRetsDirektoratet, dagfest 4. februar 2003
Skjal 4: Hoyringsskriv frá Ríkisumboðnum, dagfest 6. februar 2003
Skjal 5: Hoyringsskriv frá Almannastovuni, dagfest 14. februar 2003
Skjal 6: Hoyringsskriv frá Javnstøðunevndini, dagfest 19. februar 2003
Skjal 7: Hoyringsskriv frá Fíggjarmálaráðnum, dagfest 20. februar 2003
Skjal 8: Hoyringsskriv frá CivilRetsDirektoratet, dagfest 21. februar 2003
Skjal 9: Hoyringsskriv frá Ríkisumboðnum, dagfest 24. februar 2003
Skjal 10: Hoyringsskriv frá Almannastovuni, dagfest 12. mars 2003

1. viðgerð 31. oktober 2003. Málið beint í trivnaðarnevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval var 20. januar 2004, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.