8  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum (Rentustuðulslógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2003, 7. november, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum
(Rentustuðulslógin) 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 21. apríl 1999 og løgtingslóg nr. 45 frá 30. mars 2001, verða hesar broytingar gjørdar:

  1. Í § 3, stk. 2 verður "60.000" broytt til: "120.000".
  2. Í § 3 verður stk. 3 strikað, og stk. 4 verður hereftir stk. 3.
  3. § 5 verður orðað soleiðis:
  4. "Tann árliga prosentupphæddin er 37%."

  5. § 6, stk. 3 verður orðað soleiðis:
  6. "Stuðul, nevndur í stk. 1, verður býttur millum land og kommunu við 25% til landið og 12% til kommununa."

  7. Í § 8a, stk. 2 verður "landsskattanevndin" broytt til: "Skatta- og avgjaldskærunevndin".

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2004.

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar
Landsstýrið hevur ætlanir um at gera fleiri broytingar og dagføringar í lógarbundnu útreiðslunum í hesi tingsetuni. Fyriliggjandi uppskot um broytingar í rentustuðulslógini er liður í nevndu ætlan.

Í hesum uppskoti mælir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum til at lækka rentustuðulin úr 40% niður í 37%.

Rentustuðulin virkar órógvandi og avlagandi á fríu marknaðarkreftirnar. Hann ger, at húsaprísurin verður tillagaður á einum ov høgum støði, og tað eru tí fyrst og fremst peningastovnar, húsaseljarar og byggimeistarar, ið njóta gott av rentustuðlinum. Rentustuðulin er lækkaður stigvíst úr 48% í 1997 og niður í 40% í 2003. Skotið veður upp at lækka rentustuðulin niður í 37% í 2004, og ætlanin er, at rentustuðulin í framtíðini skal lækkast stigvíst, til hann fellur heilt burtur.

Av rentustuðlinum lata kommunurnar í dag 13%, meðan landið letur 27%. Skotið verður upp, at parturin hjá kommununum verður lækkaður úr 13% niður í 12%, og landið kemur so at lata 25%.

Fyri at lætta um umsitingina av rentustuðlinum verður skotið upp, at tað frameftir bert verður ein upphædd, sum verður hámark fyri rentustuðlinum. Eftir núgaldandi lóg verður rentustuðul veittur við ásettu prosentupphæddini av kr. 60.000 fyri hvørt ár. Tó kann Toll- og Skattstova Føroya eftir umsókn, og tá serligar umstøður eru, játta hægri rentustuðul fyri eitt ár, tó í mesta lagi við ásettu prosentupphæddini av kr. 120.000.

Í dag eru tað nøkur, ið hava eina árliga rentuútreiðslu, sum er oman fyri kr. 60.000, og sum tí á hvørjum ári skulu søkja um hækkaðan rentustuðul. Flest øll, sum søkja, fáa hækkaðan rentustuðul, og tí verður mælt til bert at hava eina avmarking, sum er kr. 120.000. Tá skotið verður upp, at markið verður sett til kr. 120.000, er hetta fyri at tey, sum í dag fáa hækkaðan rentustuðul, ikki skulu avmarkast meir enn við lækkanini av prosentupphæddini.

Kapittul 2. Avleiðingar av uppskotinum

Fíggjarligar avleiðingar
Við hesum lógaruppskoti verður rentustuðulin í 2004 væntandi íalt kr. 87.700.000. Av hesum koma kommunurnar at rinda kr. 28.400.000, meðan landið kemur at rinda kr. 59.300.000.

Til samanberingar kann upplýsast, at rentustuðulin sambært játtanini í 2003 íalt verður kr. 103.600.000. Av hesum rinda kommunurnar kr. 33.600.000, meðan landið rindar kr. 70.000.000.

Húsaeigarar fáa við lógaruppskotinum 3% lægri rentustuðul í 2004 í mun til 2003.

Fyrisitingarligar avleiðingar
Mett verður ikki, at lógarbroytingin ber í sær nakra stórvegis broyting í umsitingini av rentustuðlinum hjá Toll- og Skattstovu Føroya í mun til í dag, tí lutfalsliga fá hava í dag rentuútreiðslur til egnan bústað oman fyri 60.000 kr., men tey fáu, sum á hvørjum ári hava skulað søkt um hækkaðan rentustuðul, sleppa nú frá at gera tað.

Trupult er at siga, hvørjar fíggjarligar avleiðingar lógaruppskotið fær fyri vinnuna. Tá rentustuðulin verður lækkaður, kann hetta hava ávísar avleiðingar fyri fígging og bygging av egnum bústaði, men ein lutfalsliga lítil lækking í rentustuðlinum samanborið við tað lutfalsliga lága rentustøði á sethúsalánum í dag, kemur neyvan at hava stórvegis ávirkan á sethúsafíggingina og harvið á sethúsabyggingina.

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið. Heldur ikki verður mett, at uppskotið hevur sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

ja

ja

nei

(Ja)

( ja)

Umsitingarligar
avleiðingar

nei

nei

nei

(Ja)

nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

nei

nei

nei

nei

nei

Sosialar
avleiðingar
     

nei

nei

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

Nr. 1 og 2
Við hesi broyting verður skotið upp, at rentustuðul verður veittur við tí í lógini ásettu prosentupphædd av rentuútreiðslum á hægst kr. 120.000 fyri hvørt ár.

Eftir núgaldandi lóg er ásett í § 3, stk. 2, at rentustuðul verður veittur við tí í lógini ásettu prosentupphædd av rentuútreiðslum á hægst kr. 60.000. Tað er tó í núverandi § 3, stk. 4 ásett, at Toll- og Skattstova Føroya eftir umsókn kann loyva, at rentustuðul verður veittur við tí ásettu prosentupphæddini av kr. 120.000, um serligar umstøður eru.

Við hesi lógarbroyting verður bert ein upphædd hámark fyri rentustuðlinum, soleiðis at tað ikki er neyðugt á hvørjum ári at søkja um hækkaðan rentustuðul, um so er, at umsøkjarar hava rentuútreiðslur, sum fara upp um kr. 60.000.

Markið á kr. 120.000 verður sett inn í § 3, stk. 2, meðan § 3, stk. 3, sum ásetur, at Toll- og Skattstova Føroya kann loyva hækkaðan rentustuðul, verður strikað.

Nr. 3
Við hesi lógarbroyting verður skotið upp, at rentustuðul verður veittur við 37%. Eftir núverandi lóg verður rentustuðul veittur við 40% í 2003, og talan er tí um eina lækking við 3%.

Tá rentustuðulin varð innførdur í 1997, var prosentupphæddin ásett soleiðis:

1997-2000: 48%
2001: 44%
2000: 42%
2003 og seinni: 40%

Nr. 4
Sambært § 6 í lógini verður rentustuðulin rindaður av landinum, men kommunurnar rinda landinum ein part aftur. Hetta verður gjørt, við at kommunurnar partur av rentustuðlinum verður mótroknaður í tí skattaupphædd, sum útgoldin verður kommununi hvønn mánað.

Skotið verður upp, at kommunurnar skulu lata 12%, meðan landið letur 25%.

Tá rentustuðulin varð innførdur í 1997, var býtið millum land og kommunu:

 

Landið

Kommunur
1997-2000 33% 15%
2001 31% 13%
2000 29% 13%
2003 og seinni 27% 13%

Nr. 5
§ 8a, stk. 2 vísir í dag til, at avgerðir hjá kommunalu skattakærunevndunum kunnu kærast til landsskattakærunevndina.

Við gildi frá 1. januar 2003 vóru kærunevndirnar á skatta- og avgjaldsøkinum samanlagdar í eina nevnd, sum verður nevnd skatta- og avgjaldskærunevndin. Landsskattakærunevndin varð í hesum sambandi tikin av.

§ 8a, stk. 2 verður við hesum broytt soleiðis, at lógin vísir til skatta- og avgjaldskærunevndina sum rætta kærumyndugleika.

§ 2
Skotið verður upp, at lógin fær virknað frá 1. januar 2004.

1. viðgerð 11. november 2003. Málið beint í fíggjarnevndina sum 2. desember 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 7. november 2003, og eftir 1. viðgerð tann 11. november 2003 er tað beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 19. november 2003.

Ein meiriluti í nevndini (Óli Breckmann, Kristina Háfoss, Tórbjørn Jacobsen
Kári P. Højgaard) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Ein minniluti (Kári P. Højgaard) vísir í hesum sambandi á avtaluna í samgonguni bert umfatar eina lækking av retustuðulinum við 3 % niður á 37 %, og tí tekur minnulutin ikki undir við viðmerkingarnar hjá landsstýrismanninum um at lækka rentustuðulin niður á 0.

Minnilutin (Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl og Vilhelm Johannesen) tekur ikki undir við uppskotinum og hevur hesar viðmerkingar:

Áðrenn lógin um stuðul til rentuútreiðslur av lánum kom í gildi tann 1. januar 1997, varð lógin um rentufrádrátt nýtt sum ein óbeinleiðis stuðul til sethúsabygging. Til 1990 varð rentufrádráttur latin í sambandi við øll sløg av lánum, men í 1990 legði táverandi landsstýrið uppskot fyri tingið um at avtaka rentufrádráttin fyri øll lán uttan sethúsalán, lestrarlán og lán til innfrían av veðhaldi. Rentufrádrátturin fyri sethúsalán o.a. varð lækkaður úr 42% niður í 40%. Í 1996 varð rentufrádrátturin í sambandi við ta sokallaðu "sethúsaloysnina" fyribils hækkaður upp í 48%, men avgjørt varð, at prosentið skuldi lækka niður aftur í 40% í 2003.

Henda loysn skuldi eftir ætlan setast stigvíst úr gildi til 2003, tá viðurskiftini skuldu "normaliserast" aftur.

Í 2003 er rentustuðulin komin niður á tey 40%, men nú ætlar landsstýrið at lækka stuðulin, til hann fellur heilt burtur.

Samlaða meðalskattatrýstið, orsakað av bruttolønarhækking uttan samsvarandi lækking í skattastiganum, er seinastu 5 árini økt við 3%, og hetta uppskotið er enn ein skattahækking, hóast samgongan hevur brúkt nógv føgur orð um skattalættar.

Minnilutin (Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl og Vilhelm Johannesen) tekur ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað.

2. viðgerð 4. desember 2003. Uppskot frá Henrik Old, løgtingsmanni, um at beina málið aftur í nevnd  samtykt 16-0-15. Málið beint aftur í fíggjarnevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval var 20. januar 2004, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.