10  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 7. november, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

§ 1

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 12. frá 25. februar 2002, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis:
  2. "Avgjaldskyldan er galdandi fyri allar nýggjar og brúktar vørur. Gass, ravmagn, hiti og vatn eru at roknað sum vørur."

  3. § 2, stk. 3, litra j. verður orðað soleiðis:
  4. "j. Banka-, sparikassa- og fíggjarvirksemi og serligar elektroniskar tænastur, ið eru neyðugar fyri hetta virksemi. Eisini útleigan av bankaboksum. "

  5. Í § 2, stk. 3 verður aftaná litra n. sett:
    "o. Kommunal og privat vatnveiting.
  6. "§ 3, stk. 3 verður orðað soleiðis:
    "Veitingar av gassi, ravmagni, hita og vatni sum liður í útleigu av húsi ella húsarúmi hava ikki við sær skyldu at rinda avgjald."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2004.

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum mælir við hesum lógaruppskoti til nakrar broytingar í meirvirðisgjaldslógini.

1. Vatn verður roknað sum ein vøra, ið er avgjaldskyldug
Vavið á avgjaldskylduni verður við hesum lógaruppskoti víðkað til eisini at fevna um vatn . Hetta merkir, at vinnuvirkir, ið fara undir framleiðslu og sølu av vatni, skulu skrásetast sambært meirvirðisgjaldslógini. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum metir, at henda broyting í meirvirðisgjaldslógini er neyðug fyri ikki at forða vinnuvirkjum, sum fara undir framleiðslu og sølu av vatni, í at verða skrásett sambært meirvirðisgjaldslógini.

Tá ið lógin kom í gildi tann 1. januar 1993, varð vatn roknað sum ein vøra, ið var avgjaldskyldug, men longu í mai sama ár var lógaruppskot samtykt, sum segði, at vatn ikki skuldi roknast sum ein vøra. Hetta uppskot varð lagt fram, tí landsstýrið metti, at kommunur og privat vatnfeløg fingu óneyðuga umsiting, um vatnnýtslan hjá tí einstaka húsarhaldinum skuldi útgreinast, fyri at meirvirðisgjald kundi krevjast.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum mælir við hesum lógaruppskoti til, at vatn í framtíðini er at rokna sum vøra, ið er avgjaldskyldug, men samstundis verður eisini við hesum lógaruppskoti mælt til, at kommunur og privat feløg, sum veita vatn (kranavatn) til borgarar og virkir, heldur ikki í framtíðini kunnu meirvirðisgjaldskrásetast fyri hesa tænastu, og tí heldur ikki kunnu áleggja meirvirðisgjald á vatnrokningina. Hetta hevur við sær, at søla av vatni, ið borgarar og virkir fáa frá ávikavist kommunum og vatnfeløgum (vatn úr brunnum), ikki førir við sær skyldu at rinda meirvirðisgjald.

Eisini verður skotið upp, at søla av vatni ikki førir við sær skyldu at rinda avgjald, tá veitingin verður latin sum liður í útleigu av húsi ella húsarúmi.

Henda frítøka frá skrásetingarskyldu er grundað á, at útleiga av húsi og húsarúmi (fastari ogn) vanliga ikki er fevnt av meirvirðisgjaldslógini, og tí eru viðkomandi útleigarar ikki skrásetingarskyldugir. Um millum annað vatn altíð skuldi verið avgjaldskyldugt, hevði hetta borið í sær, at næstan allir útleigarar kortini høvdu verið skrásetingarskyldugir, við tað at nevnda lating í flestu førum fylgir við leigumálinum.

2. Serligar elektroniskar tænastur, ið eru neyðugar fyri peningastovnarnar, verða undantiknar
Landsstýrismaðurin mælir til, at serligar elektroniskar tænastur, ið eru neyðugar fyri banka-, sparikassa- og fíggjarvirksemi verða roknaðar sum tænastur, ið ikki er avgjaldskyldugar.

Endamálið við hesi broyting er at tryggja, at mvg-skipanin ikki skal gera føroyskar fíggjarstovnar verri fyri í kappingini við útlendskar fíggjarstovnar.

Vavið á avgjaldsskylduni verður við hesum partinum av lógaruppskotinum minkað. Hetta kemur eisini at føra við sær, at virkir, ið selja serligar og neyðugar tænastur til peningastovnar, ikki kunnu vera meirvirðisgjaldskrásett fyri tann partin av virkseminum, ið kemur undir undantakið.

Kapittul 2. Avleiðingar av uppskotinum
Uppskotið verður ikki mett at hava við sær fyrisitingarligar avleiðingar fyri landið, kommunurnar ella vinnuna.

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur nakrar avleiðingar fyri umhvørvið. Sosialar avleiðingar verða heldur ikki fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

Mett verður, at lógaruppskotið kann hava við sær fíggjarligar avleiðingar. Av tí at vavið á meirvirðisgjaldskylduni er víðkað til eisini at fevna um vatn, verður mett, at landskassin fer at fáa eina meirinntøku. Tó er ringt at meta um hesa meirinntøku í dag, tí tað koma helst at ganga nøkur ár, áðrenn virkir, ið fara at framleiða og selja vatn, koma at avrokna meirvirðisgjald til landskassan. Hvat viðvíkur sølu av elektroniskari tænastu verður mett, at landskassin fer at hava eina minni inntøku á umleið 5 mió kr. 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

Nei

 

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

Nr. 1
Við hesum uppskoti til broyting í meirvirðisgjaldslógini verður skotið upp, at vatn skal verða roknað sum ein vøra, ið er avgjaldskyldug. Vavið á avgjaldskylduni verður við hesum víðkað. Hetta merkir, at vinnuvirkir, ið fara undir framleiðslu og sølu av vatni, skulu skrásetast sambært meirvirðisgjaldslógini og krevja meirvirðisgjald í sambandi við sølu av vatni.

Nr. 2
Við hesum uppskoti til broytingar verður skotið upp, at sum nakað nýtt verða serligar elektroniskar tænastur, ið eru neyðugar fyri virksemi hjá peningastovnum, undantiknar avgjaldskyldu. Við serligum elektroniskum tænastum verður millum annað hugsað um stovnan og umsiting av kundum og kontum, avgreiðslu av peningaflytingum, dagligar dagføringar av kontum, avgreiðslu av øllum inn- og útgjaldingum á kontum, avgreiðslu og stovnan av lánum, kredittum og ábyrgdum, rentutilskrivingum, goymslum og depotum, keyp og sølu av valuta, útskriving av kontuavritum til kundar og innanhýsis til peningastovnar, samskifti við PBS, clearing millum peningastovnar, heimagreiðslur, sjálvtøkur, teleterminalar, fastar flytingar, uttanlandsflytingar og tænastur viðvíkjandi menning, umsiting og viðlíkahaldi av edv-skipanum, sum avgreiða nevndu tænastur. Dentur skal verða lagdur á, um tænasturnar eru neyðugar fyri virksemið hjá peningastovnunum.

Annars er orðingin av ásetingini ikki broytt í mun til galdandi lóg.

Nr. 3
Skotið verður upp, at kommunur og privat vatnfeløg, sum veita vatn til borgarar og virkir, ikki kunnu meirvirðisgjaldskrásetast fyri hesa tænastu og tí ikki kunnu áleggja meirvirðisgjald á vatngjaldið. Vatnveiting frá brunnum v.m., sum kommunur og privat vatnfeløg hava ábyrgd av og reka, koma undir hesa áseting og skulu ikki skrásetast sambært meirvirðisgjaldslógini.

Nr. 4
Henda áseting er ein fylgibroyting av, at vatn verður roknað sum ein vøra. Tí verður skotið upp, at søla av vatni ikki førir við sær skyldu at rinda avgjald, tá veitingin verður latin sum liður í útleigu av húsi ella húsarúmi.

Henda frítøka frá skrásetingarskyldu er grundað á, at útleiga av húsi ella húsarúmi (fastari ogn) vanliga ikki er fevnt av avgjaldskylduni, og tí eru viðkomandi útleigarar ikki skrásetingarskyldugir. Um vatn altíð skuldi verið avgjaldsskyldugt, hevði hetta havt við sær, at næstan allir útleigarar kortini høvdu verið skrásetingarskyldugir, við tað at nevnda lating í flestu førum fylgir við leigumálinum.

Um vatnveiting fer fram í sambandi við útleigan av høli til eitt skrásett virki, kann útleigarin, um hann er vinnuligur, tó lata seg skráseta eftir ásetingunum í meirvirðisgjaldslógini um sjálvbodna skráseting.

1. viðgerð 12. november 2003. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 18. november 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 7. november 2003, og eftir 1. viðgerð viðgerð tann 12. november 2003 er tað beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 18. november 2003.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið

2. viðgerð 20. november 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 25. november 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 116 frá 01.12.2003