11  Uppskot til  løgtingslóg um at seta úr gildi Midlertidig Bestemmelse om Brug og Udleje av Skibe hjemmehørende på Færøerne og Midlertidig Bestemmelse om Benyttelse af Fartøjer

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. Nevndarskjøl
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 7. november, legði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um at seta úr gildi Midlertidig Bestemmelse om Brug og Udleje af Skibe hjemmehørende på Færøerne

og

Midlertidig Bestemmelse om Benyttelse af Fartøjer

§ 1. Midlertidig Bestemmelse nr. 4 af 10. maj 1940 om Brug og Udleje af Skibe hjemmehørende på Færøerne verður sett úr gildi.

§ 2. Midlertidig Bestemmelse nr. 64 af 15. december 1941 om Benyttelse af Fartøjer verður sett úr gildi.

§ 3. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Tá Europa og meginparturin av heiminum var fevndur av ræðslu og stóð í ljósum loga, og tann, sum rættvísi og fólkaræði vildi verja, reisti seg ímóti tí ræðandi rørslu, ið hevði tikið seg upp í Miðeuropa, ásetti Løgtingið nakrar fyribils fyriskipanir, og nakrar við atliti at tí, sum hendi í heiminum.

Fyriskipanirnar gingu undir heitinum"Midlertidig Bestemmelse" ella MB.

Tær flestu av hesum fyriskipanum hava tænt sínum endamáli og eru sostatt settar úr gildi av Løgtinginum. Nakrar hóraðu tó undan, og spurningur kann setast við teirra núverandi endamál.

Niðanfyri verða tvær fyriskipanir innan málsøkið hjá landsstýrismanninum í sjóvinnumálum viðgjørdar.

Midlertidig Bestemmelse nr. 4 af 10. maj 1940 om Brug og Udleje af Skibe hjemmehørende på Færøerne

Grein 1 í fyriskipan nr. 4 ásetir, at skip, heimahoyrandi í Føroyum, ikki skulu flytast av landinum uttan við samtykki frá amtsmyndugleikanum, eftir at Løgtingið ella landsnevndin hava úttalað seg hesum viðvíkjandi.

Ásett er í grein 2, at álagt kann verða reiðarum at gera ávísar túrar til frama fyri at fáa vøru til landið ella fyri at røkka øðrum samfelagsáhugamálum.

Midlertidig Bestemmelse nr. 64 af 15. december 1941 om Benyttelse af Fartøjer

Høvuðsásetingin í fyriskipan nr. 64 er, at tá tað gerst neyðugt til tess at tryggja áhugamál hjá landinum, kann landsnevndin, undir ávísum treytum, fyribils ognartaka rættin til nýtslu av føroyskum fiskiskipum.

Umsitingarligar ásetingar eru um, hvussu farast skal fram viðvíkjandi fyribils ognartøkum av áðurnevndu skipum.

Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar hjá Vinnuhúsinum, Vinnumálaráðnum og Løgmálaráðnum.
Á Mikkjalsmessu, tá hoyringsfreistin var úti, hevði Fiskimálaráðið ongar viðmerkingar fingið til lógaruppskotið.

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum
Uppskotið fer ikki at hava nakrar fíggjarligar, sosialar, sálarligar, umsitingarligar, altjóða rættarligar ella fyrisitingarligar avleiðingar.

Hetta er ein dagføring av sjóvinnulóggávuni, og einasta avleiðing er, at tvær ótíðarhóskandi fyriskipanir verða settar úr gildi. Hetta merkir, at viðurskiftini á sjóvinnuøkinum gerast nakað minni fløktari.

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
     

Nei

 

 Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1
Úrgildissetan

Til § 2
Úrgildissetan

Til § 3
Ígildissetan

1. viðgerð 11. november 2003. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 13. november 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 7. november 2003, og eftir 1. viðgerð tann 11. november 2003 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 13. november 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

Frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum fekk nevndin avrit av ásetingunum, ið verða settar úr gildi, løgtingslógini um hald av útreiðslum í sambandi við størri vanlukkur, endurgeving av líknandi avtøkulóg frá 1950 í Færøsk Lovsamling 1687-1953, síða 940, umframt endurgeving av nøkrum ørindum úr Jarðarferðini hjá Poul F. Joensen.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 18. november 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 20. november 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 117 frá 01.12.2003