12  Uppskot til  løgtingslóg um landsjørð

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl

Ár 2003, 7. november, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um landsjørð

 

§ 1. Endamálið við hesi lóg er, at tað fyrisitingarliga skulu skapast møguleikar fyri at menna framleiðsluna av landsjørðini.

Jørð hjá tí almenna

§ 2. Eftir niðanfyri nevndu reglum fyrisitur Búnaðarstovan, sum er stovnur undir landsstýrismanninum, alla almenna jørð, ið ikki verður fyrisitin av øðrum almennum stovni, herundir kommununum.

Jørð í festi

§ 3. Búnaðarstovan hevur rætt til at lata almenna jørð í festi.
Stk. 2. Festið stendur við, so leingi festarin er á lívi, tó bert til hann hevur fylt 70 ár.
Stk. 3.
Jørð kann latast í festi í eitt avmarkað styttri áramál.
Stk. 4.
Festitreytirnar verða ásettar í einum festibrævi. Festibrøvini skulu gjølla skila til, hvat hoyrir til festið. Búnaðarstovan ger reglur um standard festitreytir, sum landsstýrismaðurin skal góðkenna.
Stk. 5. Raksturin av festum kann verða lagdur í partafelag ella smápartafelag, sum festarin eigur. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur hesum viðvíkjandi.

§ 4. Festarin rindar øll gjøld, sum hvíla á festinum, og rindar festileigu. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur fyri, hvussu leigan verður ásett.

§ 5. Tá ið festi er leyst, kann tað verða lagt saman við øðrum festi, um umstøðurnar tala fyri tí. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur hesum viðvíkjandi.
Stk. 2. Skal festið halda fram sum sjálvstøðugt brúk, hava hjúnafelagi og lívsarvingar hjá seinasta festara, um teir hava eitt minstamark av jarðarbrúkskunnleika, sum landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð, framíhjárætt til at taka við festinum í hesi raðfylgju:

  1. eftirsitandi hjúnafelagi,
  2. elsta barn ella eftirkomari tess,
  3. yngri barn ella eftirkomari tess.

Stk. 3. Hava fleiri sama framíhjárætt til festið, tekur Búnaðarstovan avgerð um, hvør skal hava fyrsta framíhjárætt.
Stk. 4. Situr tann, sum hevur framíhjárætt sambært hesi grein, longu við landsjørð, ið er hóskandi brúkseind, missir hann framíhjárættin soleiðis at skilja, at nýtslan av framíhjárættinum er treytað av, at hann sigur frá sær brúkið, hann hevur frammanundan.
Stk. 5.
Síggjast kann burtur frá framíhjárættinum, um talan er um hóskandi brúkseindir, tá persónur, sum hevur framíhjárætt, ikki fyri Búnaðarstovuni førir prógv fyri, at hann sum høvuðsvinnu ætlar at fáast við jarðarbrúk.
Stk. 6. Umsøkjari, sum er ónøgdur við avgerð tikna við heimild í hesi grein, kann krevja málið lagt fyri landbúnaðarstevnu við kærurætti til yvirlandbúnaðarstevnu. Kærufreistin er 6 vikur frá tí degi, Búnaðarstovan hevur kunnað viðkomandi um avgerðina.

§ 6. Sundurbýti av festijørð til fleiri brúk kann bert fara fram sum undantak, tá festi verður leyst, og bert eftir avgerð Búnaðarstovunnar. Sundurbýting kann fara fram, tá tey nýggju festini kunnu røkjast sum sjálvstøðug festi. Tað frábýtta kann eisini verða lagt saman við øðrum festi ella kann verða rikið saman við ognarjørð soleiðis, at betri grundarlag fæst undir vinnuligum rakstri.
Stk. 2. Verður sundurbýti í tvey sjálvstøðug festi framt við festiskifti, hevur tann, ið hevur framíhjárætt sambært § 5, rætt til at velja, hvat av teimum nýggju festunum, hann tekur.

§ 7. Tann, ið hevur landsjørð í festi, skal hava bústað sín, har festið er. Búnaðarstovan kann í serstøkum førum loyva undantaki frá hesum. Festið skal røkjast sum eitt væl umsitið jarðarbrúk. Eftir skráseting av hvørjum festi verður framleiðsluskyldan hjá hvørjum festi sær ásett. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um framleiðsluskylduna og tey tiltøk, ið neyðug eru, fyri at bøndur kunnu lúka sína skyldu.
Stk. 2.
Búnaðarstovan hevur eftirlit við, um framleiðsluskyldan verður hildin.
Stk. 3.
Noktar festarin eftirlitinum upplýsingar sambært § 7, stk. 2, kann Búnaðarstovan siga festimálið upp.
Stk. 4. Verða treytirnar viðvíkjandi bústaði, framleiðsluskyldu, festileigu og innstøðu ikki hildnar, ella kríatúr, jørð ella bygningar verða misrøkt, ella festarin ikki heldur sínar lánsskyldur til Búnaðargrunnin, skal Búnaðarstovan taka støðu festarans til viðgerðar og áleggja honum at fáa viðurskiftini í rættlag. Verður áheitanin ikki fylgd, hevur Búnaðarstovan rætt til at siga festimálið upp, hóast ásetanina í § 3, stk. 2 og stk. 3.
Stk. 5.
Festarin hevur rætt til at nýta festið við lunnindum, ið hoyra til, á ein slíkan hátt, sum samsvarar stk. 1. Hann hevur veiðirættindi av festinum, rætt til at fiska í áum og vøtnum. Hann hevur torvskurðar- og kolanámsrætt til egna nýtslu. Meðan hann situr við festinum, hevur hann rætt til at leiga øðrum stykki at velta í til húsbrúk, veiðirættindi, herundir fuglabjørg og urðar, og fiskirættindi, tó í mesta lagi fyri 5 ár í senn.

§ 8. Fráfarandi festari hevur rætt til endurgjald frá nýggja festaranum fyri egnar íløgur, sum gjørdar eru á festinum, um so er, at hesar eru góðkendar av Búnaðarstovuni, áðrenn farið var undir tær. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um endurgjald og undir hesum, hvussu tað verður ásett.
Stk. 2. Við festiskifti verður brúkið kannað, og støða verður tikin til, um grundarlag er fyri endurgjaldskravi móti seinasta festara.

Leiga av landsjørð

§ 9. Búnaðarstovuni verður givin heimild til, burtur av landsjørð, at leiga út traðir og traðarstykkir, stykkir til urtagarðsbrúk, grundstykkir til húsabygging, vinnu-, ítróttar- og frítíðarendamál og almenn endamál v.m. fyri eitt ávíst tíðarskeið.
Stk. 2.
Áðrenn jørð verður útleigað burtur av einum festigarði ella leigutrøð, eigur festarin/leigarin at verða eftirspurdur. Um festarin/leigarin sýtir fyri at ganga við til leigumálið, kann hann krevja málið lagt fyri landbúnaðarstevnu við kærurætti til yvirlandbúnaðarstevnu.
Stk. 3.
Verður jørð útleigað sambært stk. 1, skal Búnaðarstovan fyrst ætla um, hvørt leigan av lendinum skaðar festið. Búnaðarstovan skal ansa eftir, at jørð ikki verður innløgd av haganum, so leingi innløgd jørð er, ið ikki verður nýtt samsvarandi treytunum í leigusáttmálanum.
Stk. 4. Leigusáttmáli verður gjørdur, sum tilskilar, hvat lendið skal brúkast til, og ásetur leigutreytir. Eisini skal setast í leigusáttmálan, hvørjar fylgjur tað fær, um lendið ikki verður brúkt samsvarandi sáttmálanum, og um treytirnar annars ikki verða hildnar.
Stk. 5. Leigusáttmáli sambært stk. 1 fellur burtur ella kann sigast upp, tá ið:

  1. Leigari doyr, og eftirsitandi hjúnafelagi ikki er.
  2. Felag stendur sum leigari, og felagið verður avtikið ella verður óvirkið.
  3. Leigarin ikki fylgir teimum treytum, sum ásettar eru í sáttmálanum ella lóggávuni annars.


§ 10.
Hvørja ferð eitt leigumál er at enda komið, letur Búnaðarstovan leigumálið kanna og tekur støðu til, um grundarlag er fyri endurgjaldskravi móti seinasta leigara.

Søla av landsjørð

§ 11. Búnaðarstovuni verður heimilað, burtur av landsjørð, at selja jørð til almenn endamál, grundstykkir til húsabygging, handils- og ídnaðar-, havbúnaðar-, ítróttar- og frítíðarendamál v.m.
Stk. 2. Verða øki seld til slík endamál, sum nevnd eru í stk. 1, skal Búnaðarstovan ansa eftir at selja ódyrkaða jørð fram um dyrkaða, og jørð, sum er óvanda dyrkilendi fram um gott lendi. Somuleiðis skal Búnaðarstovan ansa eftir, at ikki verða seld øki, ið liggja soleiðis fyri, at sølan skaðar ella minkar um virðið á grannajarðarbrúki meira, enn neyðugt er.
Stk. 3. Fyri jørð, sum seld verður sambært hesi grein, verður at gjalda í hondina. Bert í undantaksføri kann Búnaðarstovan bjóða borg, og tá bert móti 1. veðrætti í tí selda ella móti aðrari fullgóðari trygd.
Stk
. 4. § 9, stk. 2 er eisini galdandi sølum viðvíkjandi.
Stk. 5.
Saman við keypsprísinum verður møgulig avloysing fyri vetrarbit goldin.

§ 12. Selur Búnaðarstovan til byggigrundir ella tílíkt burtur av dyrkaðari jørð, sum persónur hevur leigað, kann viðkomandi fáa endurgjald fyri uppdyrking, sum er gjørd í leigutíðini.

Gildiskoma

§ 13. Henda løgtingslóg kemur í gildi, tá tað í kunngerð verður ásett av landsstýrismanninum.
Stk. 2.
Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 59 frá 9. juni 1988 um landsjørð.

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Tær broytingar, sum verða skotnar upp við hesum lógaruppskoti, snúgva seg í høvuðsheitum um at taka av Jarðarráðið og leggja umsitingina av jarðarlóggávuni til stovn undir landsstýrismanninum. Stovnurin fær heitið Búnaðarstovan.

Uppskotið um at taka av Jarðarráðið hevur við sær, at allar ásetingarnar í kapittul II í løgtingslóg um landsjørð (búnaðarlógin) verða strikaðar, og at allastaðni, har heimildirnar at taka avgerðir í búnaðarlógini eru lagdar til Jarðarráðið, verða hesar heimildirnar eftir uppskotinum lagdar til Búnaðarstovuna. Sakliga verða ikki gjørdar aðrar stórvegis broytingar í búnaðarlógini, uttan m.a. at krøvini um at samanleggja smærri festi, sum verða leys, verða linkað, og at onkrar ótíðarhóskandi ásetingar í lógini verða tillagaðar ella strikaðar.

Burtursæð frá nevndu broytingum er hetta lógaruppskotið sostatt sakliga tað sama sum búnaðarlógin, men av tí at eitt broytingaruppskot til búnaðarlógina hevði havt so nógvar smærri tekniskar broytingar í sær, varð mett, at tað var meira greitt at gera uppskot til nýggja lóg.

Endamál við og orsøkir til lógaruppskotið
Fleiri viðurskifti í galdandi lóg - løgtingslóg nr. 59 frá 9. juni 1988 um landsjørð - eru ótíðarhóskandi, og er tørvur tí á at broyta bygnaðin innan landbúnaðarumsitingina í sambæri við núverandi stýrisskipan.

Eftir stýrisskipanarlógini er meginreglan, at fyrisitingarligur avgerðarrættur skal liggja hjá landsstýrismanninum. Tí eigur lógin at verða broytt soleiðis, at tað er greitt, at landsstýrismaðurin hevur avgerðarrættin og ábyrgdina av umsitingini innan landbúnaðin. Tí verður Jarðarráðið nú avtikið, og umsitingin av jarðarlóggávuni verður løgd til stovn undir landsstýrismanninum.

Virksemi Jarðargrunsins kemur at halda fram undir dagførdum lógarverkið, jvb. lógaruppskot um Búnaðargrunn.

Ætlanin er, at nýggi Búnaðargrunnurin á hvørjum ári rindar landskassanum eina upphædd, svarandi til at Jarðargrunnurin hevur goldið fyri jarðarfyrisitingina higartil. Harvið koma broytingarnar í hesi lóg ikki at hava fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan.

Við lógarbroytingini fæst skilnaður millum grunnin og jarðarumsitingina annars, við tað at landsstýrismaðurin í vinnumálum fær ábyrgdina av jarðarumsitingini (Búnaðarstovuni), og stýrið fyri Búnaðargrunnin fær ábyrgdina av grunninum.

Ætlanin er, at Búnaðarstovan og Búnaðargrunnurin skulu húsast undir sama taki. Tó skulu stovnarnir hava hvør sín stjóra, og starvsfólkini skulu annaðhvørt arbeiða fyri grunnin ella fyri jarðarumsitingina.

Í verandi lóg er í § 10, stk. 6 og § 14, stk. 2 ásett, at umsøkjari kann leggja avgerðir Jarðarráðsins fyri landbúnaðarstevnu við kærurætti til yvirlandbúnaðarstevnu. Skotið verður upp, at kærumøguleikarnir til landbúnaðarstevnu og yvirlandbúnaðarstevnu verða varðveittir. Heimildir fyri landbúnaðarstevnu og yvirlandbúnaðarstevnu eru ásettar í Lov nr. 84 af 31. marts 1926 for Færøerne om landvæsenskommissioner.

Hoyringar
Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar hjá:

Viðmerkingarnar eru hjálagdar sum skjal 1. Viðmerkingarnar eru í ávísan mun tiknar við í lógaruppskotið.

Kap. 2. Avleiðingar av lógaruppskotinum
Tað eru ongar beinleiðis fíggjarligar avleiðingar av lógaruppskotinum fyri landskassan, tí Búnaðargrunnurin skal rinda landskassanum eina árliga upphædd, svarandi til at Jarðargrunnurin higartil hevur rindað útreiðslurnar av jarðarumsitingini.

Uppskotið hevur ikki við sær øktar umsitingarligar avleiðingar fyri kommunur. Formliga hevur lógaruppskotið við sær, at umstingin verður løgd til stovn undir landsstýrismanninum, men í praksis kemur hetta ikki at hava við sær nakrar serligar broytingar. Uppskotið fær ikki avleiðingar fyri umhvørvið og heldur ikki serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum, og tað fær ei heldur sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

Hildið verður ikki, at uppskotið fær fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri landsmyndugleikar, kommunumyndugleikar, ávís øki í landinum, ávísar samfelagbólkar ella vinnuna, ella millumtjóða sáttmálar á økinum, ið løgtingslógaruppskotið fevnir um.

Talva yvir avleiðingar:

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

(landbúnaðin)

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

     

Nei

 

Kap. 3. Viðmerkingar til einstøku greinarnar

Til § 1
Ásetingin er tann sama sum § 1 í búnaðarlógini.

Til § 2
Ásetingin er tann sama sum § 7, stk. 1 í búnaðarlógini. § 7, stk. 2 og stk. 3 í búnaðarlógini um kærumøguleikar viðvíkjandi avgerðum hjá Jarðarráðnum, ið kunnu leggjast til landsstýrið, verða strikaðar sum fylgja av, at Jarðarráðið verður tikið av.
Ásetingin um, at Búnaðarstovan er stovnur undir landsstýrismanninum hevur við sær, at stovnurin verður partur av vanligu fyrisitingarligu skipanini, og at vanligar instruksjóns- og kærureglur eru galdandi, tó so at ávísar kærur, sum ásett í §§ 5 og 9, skulu kærast til landbúnaðarstevnu.

Til § 3
Ásetingin er innihaldsliga tann sama sum § 8 í búnaðarlógini. Sambært uppskotinum skal jarðarfyrisitingin gera reglur um standard festitreytir. Festitreytirnar kunnu tó tillagast í hvørjum einstøkum føri eftir umstøðunum.

Vinnumálaráði hevur kannað spurningin, um festi kann latast partafeløgum, og har ímillum hvørjir fyrimunir og vansar eru hesum viðvíkjandi - sí upprit um rakstur av festum, skjal 3.

Sum er, er tað ikki møguligt at lata einum partafelag festi. Um hesin møguleiki verður ynsktur, verður mett, at tað fer at krevja grundleggjandi broytingar í lógini, m.a. við atliti til framíhjárættin (arvafylgjuna) og minstukrøv til jarðarbrúkskunnleika, eins og at onnur viðurskifti mugu viðgerast nágreiniliga, m.a. eigaraviðurskiftini í partafeløgum.

Tað hevur verið eitt ynski, at festarar fáa møguleika fyri at leggja raksturin av festinum í partafelag ella smápartafelag, og hesin møguleikin er tikin við í lógaruppskotið. Ein av grundgevingunum fyri uppskotinum er, at festarar við hesum fáa sama møguleika, sum onnur vinnurekandi at leggja pening til viks av rakstrinum til komandi íløgur. Treytir fyri loyvi at leggja raksturin av festi í PF ella SPF verða millum annað, at festarin eigur allan partapeningin í felagnum, og at hann sjálvur hevur raksturin av festinum um hendi. Í kunngerð verða ásettar reglur um praktisk og formlig viðurskifti, í sambandi við at leggja raksturin í felag.

Til § 4
Ásetingin er tann sama sum § 9 í búnaðarlógini, burtursæð frá, at ásetingin um, at festarin rindar Jarðargrunninum festileigu, er strikað, tí hendan skal hereftir í landskassan.

Til § 5
Her verður ásett, hvussu verða skal við festi, tá tað verður leyst. Í búnaðarlógini eru ásetingarnar um hesi viðurskiftini í § 10. Í høvuðsheitum eru ásetingarnar í uppskotinum tær somu sum í § 10 í búnaðarlógini.
Reglurnar í stk. 1 um, at festi, sum verður leyst, skal leggjast saman við øðrum festi, verða tó nakað linkaðar, soleiðis at tað eftir uppskotinum ikki skal leggjast so stórur dentur á, sum galdandi lóg leggur upp til, at leggja festir saman, og um festið kann uppihaldast sum sjálvstøðugt brúk. Uppskotið er hesum viðvíkjandi veikari orðað enn galdandi lóg.
Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um, hvørji viðurskifti kunnu hava við sær, at eitt festi, ið verður leyst, verður lagt saman við øðrum festi. Sí skjal 2.

Til § 6
Ásetingin er nakað broytt í mun til § 11 í búnaðarlógini. Tað hevur víst seg, at tørvur kann vera á at býta festi sundur soleiðis, at ein partur kann latast bónda, sum frammanundan hevur vinnuligt jarðarbrúk, t.d. á ognarjørð ella leigaðum lendi, og at hesin hevur tørv á meira jørð fyri at fáa betri grundarlag undir rakstrinum. Talan er ikki um sølu av festijørð, men at jørð kann latast festibónda ella óðalsbónda í festi, sum kann rekast saman við aðrari festijørð ella ognarjørð.

Til § 7
Ásetingin er tann sama sum § 12 í búnaðarlógini. Í § 12, stk. 5 í verandi lóg er næstseinasta og seinasta punktum strikað viðvíkjandi rættinum hjá festaranum at selja grót, eyr v.m., tí hildið verður, at ásetingin er ótíðarhóskandi.

Til § 8
Ásetingin er tann sama sum § 13 í búnaðarlógini, tó eru orðini "eftir meting" strikað. Hetta er gjørt fyri at undirstrikað, at meting er ikki fyrsta stigið í tilgongdini um endurgjald. Tað er umráðandi, at fráfarandi festarin skjalprógvar rættin til endurgjald, íløguupphæddina og virðið á íløguni í dag. Um semja ikki fæst um upphæddina, er tíðin komin at taka stig til meting.
Í kunngerð verða reglur ásettar um rættin til endurgjald og avmarkingar í rættinum, framseting av kravi um endurgjald, og hvussu farast skal fram í sambandi við ósemju.
Ein grundregla verður, at festari skal søkja Búnaðarstovuna um góðkenning av íløguni, um endurgjald seinni skal kunna krevjast. Ætlanin er, at galdandi reglur um, nær endurgjaldskrav skal verða sett fram, verða táttaðar soleiðis, at kravið skal setast fram í seinasta lagi saman við uppsøgn av festinum, og í øðrum førum skjótast til ber. Í dag kann krav um endurgjald verða sett fram upp til eitt ár eftir, at festari hevur lagt frá sær. Landsstýrimaðurin ásetur nærri reglur um hesi viðurskifti, sí skjal 2.

Til § 9
Ásetingin er innihaldsliga tann sama sum § 14 í búnaðarlógini, tó er m.a. § 14, stk. 4 øðrvísi orðað í verandi lóg.

Til § 10
Ásetingin er tann sama sum § 15 í búnaðarlógini.

Til § 11
Ásetingin er tann sama sum § 16 í búnaðarlógini.

Til § 12
Ásetingin er tann sama sum § 17 í búnaðarlógini.

Til § 13
Lógin eigur ikki at koma í gildi, fyrr enn øll viðurskifti viðvíkjandi umsitingini av lógini eru greið, m.a. neyðugar reglugerðir, kunngerðir og mannagongdir annars í sambandi við nýggja stovnin.

Henda lógin loysir av løgtingslóg nr. 59 frá 9. juni 1988 um landsjørð, sum við hesum fer úr gildi.

Hjáløgd skjøl:

Skjal 1 Innkomin ummæli
Skjal 2 Uppskot til innihaldið í kunngerð um festi
Skjal 3 Upprit um rakstur av festum

1. viðgerð 13. november 2003. Málið beint í vinnunevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval var 20. januar 2004, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.