13  Uppskot til  løgtingslóg um búnaðargrunn

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð

Ár 2003, 7. november, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um Búnaðargrunn 

Kapittul 1
Stovnsetan grunsins og endamál

§ 1. Stovnaður verður grunnur, nevndur Búnaðargrunnurin, við tí endamáli at veita lán til landbúnaðin.

§ 2. Grunnurin kann veita lán til:

  1. Keyp av búnaðarjørð.
  2. Keyp av fæi og fenaði.
  3. Ábøtur, velting og nýdyrking av búnaðarjørð.
  4. Keyp, bygging, umvæling og útbygging av bygningum, sum hava týdning fyri landbúnaðarframleiðsluna, harundir maskinhøll og verkstað, seyðahús, fjós, felddýrahús, hoyggjhús, hoyggturkihús og -skipanir, súrhoyggjabrunnar, skýlir, ból og hjallar.
  5. Rættir, hegn og gyrðingar.
  6. Bygging og yvirtøku av sethúsum á festigarði.
  7. Keyp av maskinum og amboðum.
  8. Nýskapandi tiltøk og verkætlanir, sum stýrið metir kunnu verða við til at menna vinnumøguleikarnar innan landbúnaðin.

Stk. 2. Lán til tey endamál, sum eru nevnd í stk. 1, nr. 4, 7 og 8, kunnu eisini veitast til virksemi, sum er tengt at landbúnaðinum, t.d. mjólkarvirki, sláturvirki, ullarvirki, vakstrarhús, grønmetisvirki, urtagarðsvirki og flogfenaðvirki.

Kapittul 2
Fæ grunsins

§ 3. Sum stovnsfæ yvirtekur Búnaðargrunnurin allar ognir hjá Jarðargrunninum, sum er stovnaður við heimild í lóg nr. 174 frá 24. mai 1937 om Jorbrugets Fremme. Somuleiðis yvirtekur Búnaðargrunnurin allar ognir hjá Grunninum fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu, sum er stovnaður við løgtingslóg nr. 134 frá 20. august 1997 um Grunn fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu.
Peningur á festikontu er partur av fæi grunsins.

§ 4. Búnaðargrunnurin yvirtekur øll rættindi og allar skyldur hjá Jarðargrunninum og Grunninum fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu.

§ 5. Tá føst ogn hjá landinum, sum hoyrir til eitt festi, verður seld, skal ágóðin av søluni flytast Búnaðargrunninum og verða bókaður á kontu hjá avvarðandi festi.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin setur nærri reglur fyri at veita fígging av festikontu.

 

§ 6. Stýrið hevur skyldu til at tryggja ognir grunsins best møguligt, umframt at syrgja fyri, at tær geva frægast møguligan vinning.

Kapittul 3
Treytir fyri lánsveiting

§ 7. Lán kann einans veitast til íløgur í sambandi við virksemi, sum hevur vinnuligt grundarlag, og um virksemið kann bera lánið. Kravið um vinnuligt grundarlag er ikki galdandi fyri felagshagar.
Stk. 2. Umsøkjarin skal vera bókhaldsskyldugur og meirvirðisgjaldsskrásettur. Undantak kann gerast frá hesi reglu, tá talan er um felagshagar.
Stk. 3. Lán verða veitt sambært umsókn, ið veitir allar viðkomandi upplýsingar og undir hesum lýsing av endamáli, lýsing av verkætlan, rakstrarætlan, rakstrarroknskap og fíggjarstøðu v.m.
Stk. 4. Í teimum førum, har landið ikki er eigari av ognunum, sum lán verður veitt til, skulu lán úr Búnaðargrunninum verða tryggjað við 1. veðrætti í fastogn ella leysafæ innan fyri 80 % av virðinum, og grunnurin kann treyta sær, at ognin ikki er ella verður sett í veð fyri aðra skuld.
Stk. 5. Hóast ásetingarnar í stk. 4, kann lán veitast til maskinur og amboð ímóti veð í teimum.
Stk. 6. Grunnurin skal tryggja sær, at lán verða brúkt samsvarandi játtanini.

§ 8. Um lántakari ikki megnar at gjalda skuld til Búnaðargrunnin, hevur grunnurin heimild at gera avtalu við lántakaran um eitt lægri lánsgjald í eitt avmarkað tíðarskeið, tó so at skuldin ikki veksur.

§ 9. Um lántakari ikki megnar at gjalda skuld til Búnaðargrunnin, tí skuldin er størri, enn virksemið kann bera, kann grunnurin, eftir neyvari meting av framtíðarinntøkumøguleikunum og fíggjarstøðuni hjá lántakaranum í síni heild, avskriva partar av skuldini. Um talan er um festara, skal grunnurin í hesum sambandi boða jarðarumsitingini frá, og skal jarðarumsitingin taka støðu festarans til viðgerðar.
Stk. 2. Skuld kann einans avskrivast, um mett verður, at eingir møguleikar eru fyri, at grunnurin fær alla sína áogn aftur, og avsett er móti tapi frammanundan.
Stk. 3. Nágreinilig meting skal gerast av gjaldsevnunum hjá lántakaranum, sum samanhildið við skuld hansara og trygdarvirðini hjá grunninum verður grundarlag fyri støðutakan til møguliga avskriving. Partur av hesum grundarlagnum er eisini meting av, um lántakari við forsvarligum og nøktandi rakstri átti at kunna røkt lánsskyldurnar.
Stk. 4. Grunnurin skal byggja upp fastar mannagongdir fyri umsóknir og viðgerð av málum um avskriving av skuld. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nágreiniligari treytir og reglur hesum viðvíkjandi.
Stk. 5. Í sambandi við festiskifti kann grunnurin, í samráð við jarðarfyrisitingina, taka mál um avskriving av skuld til viðgerðar, um hetta er ein fortreyt fyri, at nýggjur festari kann taka við festinum. Viðgerðin av tílíkum málum fylgir somu reglum sum í øðrum málum um avskriving av skuld.

§ 10. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur fyri lánsveiting, herundir rentu- og afturgjaldstreytir, og hvørjar treytir lántakari skal lúka.

Kapittul 4
Leiðsla grunsins

§ 11. Búnaðargrunnurin verður fyrisitin av einum stýri við 5 limum, umframt 5 tiltakslimum, harav landsstýrismaðurin velur 4 stýrislimir og 4 tiltakslimir, og teir 4 stýrislimirnir velja í felag ein 5. stýrislim og tiltakslim. 5. stýrislimurin skal hava løgfrøðiligt ella búskaparfrøðiligt embætisprógv og skal ikki vera starvsettur í fyrisiting landsstýrisins ella á stovni undir landsstýrinum. Av teimum 4 stýrislimunum og tiltakslimunum, sum landsstýrismaðurin velur, verða ein stýrislimur og ein tiltakslimur valdir eftir tilmæli frá Bóndafelagnum, og ein stýrislimur og ein tiltakslimur verða valdir eftir tilmæli frá Óðalsfelagnum. Stýrið skipar seg sjálvt, og setur stjóran fyri grunnin.
Stk. 2. Stýrið verður valt fyri 3 ár. Stýrislimir og tiltakslimir kunnu veljast aftur upp til tvær ferðir.
Stk. 3. Stýrislimirnir skulu hava innlit í løgfrøði, búskap, fyrisiting og landbúnaðarvinnu.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger viðtøkur fyri grunnin. Stýrið ger reglur um fyrisiting og virksemi grunsins.
Stk. 5. Avgerðir hjá Búnaðargrunninum sbrt. lógini kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.

Kapittul 5
Eftirlit, fíggjarætlan, roknskapur og avtøka av grunninum

§ 12. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við grunninum, og undir hesum hvussu ognir grunsins verða settar sambært § 6.

§ 13. Inntøkur og útreiðslur hjá Búnaðargrunninum skulu ikki takast við í løgtingsfíggjarlóg.

§ 14. Roknskaparhaldið skal fylgja lógini um landsins almenna roknskaparhald v.m., tó soleiðis, at niðurskrivingar móti væntandi tapum upp á útlán roknskaparliga skulu viðgerast samsvarandi reglunum fyri peningastovnarnar.
Stk. 2. Roknskapirnir hjá Búnaðargrunninum verða grannskoðaðir av løggildum grannskoðara og skulu sendast landsstýrismanninum við frágreiðing um virksemið í farna árinum. Roknskapirnir verða lagdir fyri Løgtingið sambært ásetingunum í stýrisskipanarlógini.

§ 15. Búnaðargrunnurin rindar á hvørjum ári eina upphædd til landskassan, sum ásett í løgtingsfíggjarlógini.

§ 16. Grunnurin kann takast av við lóg. Verður grunnurin tikin av, yvirtekur landskassin ognir grunsins og rættindi og skyldur hjá grunninum.

Kapittul 6
Revsiásetingar

§ 17. Tann, sum gevur skeivar ella villleiðandi upplýsingar, givnar í sambandi við umsóknir o.a. eftir §§ 7, 8 og 9, verður revsaður við bót uttan so, at harðari revsing er áløgd eftir aðrari lóggávu.
Stk. 2. Í reglum, sum verða ásettar við heimild í lógini, kann revsing við bót ásetast.
Stk. 3. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persónum, sum t.d. partafelagi ella lutafelagi, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða revsaður sum slíkur við bót uttan so, at harðari revsing er áløgd eftir aðrari lóggávu.

Kapittul 7
Gildiskoma

§ 18. Henda løgtingslóg kemur í gildi, tá tað við kunngerð verður ásett av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Samstundis fara úr gildi Lov nr. 174 af 24. mai 1937 um Jordbrugets Fremme við seinni broytingum, og løgtingslóg nr. 134 frá 20. august 1997 um grunn fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu við seinni broytingum.
Stk. 3. Hóast ásetingina í § 11, halda limirnir í Jarðarráðnum, sum eru valdir sambært løgtingslóg um landsjørð, fram sum stýrislimir í Búnaðargrunninum, tað ið eftir er av starvstíðini sum limir í Jarðarráðnum.

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Jarðargrunnurin varð stovnaður við Lov nr. 174 af 24.5.1937 um Jordbrugets Fremme, og Vakstrarhúsgrunnurin við løgtingslóg nr. 134 frá 20. august 1997. Við hesum lógaruppskoti verða Lov om Jordbrugets Fremme og løgtingslóg nr. 134 frá 20. august 1997 um vakstrarhús og grønmetisframleiðslu tiknar av, men ætlanin er, at virksemið at lána út til landbúnaðin, vakstrarhús og grønmetisframleiðslu skal halda fram við stovnanini av Búnaðargrunninum.

Endamál við og orsøkir til lógaruppskotið
Í lógaruppskotinum eru ásetingar, sum flyta umsitingina av Jarðargrunninum til eina av landsstýrisumsitingini óhefta nevnd. Ognir grunsins verða í fíggjarligum og játtanarligum høpi fluttar til stýrið fyri grunnin, og harvið verður raksturin av grunninum hildin leysur av landskassanum. Roknskaparhaldið skal fylgja lógini um landsins almenna roknskaparhald v.m.

Við hesi lógarbroyting og uppskotnu broytingini í løgtingslóg um landsjørð kann fáast skilnaður millum Búnaðargrunnin og jarðarumsitingina, samstundis sum fíggjarligu viðurskiftini hjá grunninum formliga verða gjørd greiðari, og ein loysn fæst á skuldarspurninginum hjá festunum. Landsstýrismaðurin í vinnumálum kemur at hava ábyrgdina fyri jarðarumsitingini, og stýrið fyri Búnaðargrunnin kemur at hava ábyrgdina fyri grunninum. Stjórin, sum settur verður fyri grunnin, kann tí ikki samstundis vera stjóri fyri nýggju jarðarumsitingini (Búnaðarstovuni). Ætlanin er tó, at Búnaðargrunnurin og Búnaðarstovan skulu húsast undir sama taki, men at hvørt starvsfólkið sær annaðhvørt skal starvast fyri Búnaðargrunnin ella fyri Búnaðarstovuna.

Skuldin innan landbúnaðin
Løgtingsgrannskoðararnir hava í fleiri ár gjørt vart við serligu trupulleikarnar viðvíkjandi eftirstøðunum á lánum, veitt úr Jarðargrunninum, og hava løgtingsgrannskoðararnir eisini víst á fleiri lógarásettar reglur viðvíkjandi fíggjarviðurskiftunum hjá grunninum, sum eru ótíðarhóskandi. Eisini hava løgtingsgrannskoðararnir gjørt vart við, at landsstýrismaðurin hevur ábyrgdina av, at umrøddu viðurskifti koma í rættlag, og hava átalað, at hetta ikki er gjørt.

Harumframt hava trupulleikarnir av fíggjarligu niðurundirkomnu festunum í nógv ár verið eitt haft um beinini hjá fleiri festarum, og er tað alneyðugt, at reglur verða ásettar, sum gera tað møguligt at loysa hesar trupulleikar. Skuld, sum ikki er gjørlig hjá festum at renta og avdraga, eigur ikki í allari framtíð at vera ein forðan fyri víðari menning av festinum.

Roknskaparliga verður grunnurin ikki verri fyri av at strika skuld, tí hesin parturin av áogn grunsins er longu skrásettur sum mistur, og skal hetta sjálvsagt eisini vera ein treyt fyri, at skuld kann strikast hjá einum festi.

Í teimum førum, har skuld verður strikað, eigur Búnaðarstovan at taka festiviðurskiftini upp til nýggja viðgerð. Samstundis skal Búnaðargrunnurin gera eina neyva meting av framtíðarinntøkumøguleikunum og fíggjarstøðuni hjá lántakaranum annars. Metingin skal byggja á vanligar handilsligar treytir á sama hátt, sum ein fíggingarstovnur kreditmetir síni millumverandi og tekur støðu til møguligar skuldaravskrivingar. Stýrið fyri grunnin eigur at gera fastar mannagongdir hesum viðvíkjandi.

Í hjálagda skjali 1 er yvirlit yvir skuldina innan landbúnaðin.

Lóggávan
Landbúnaðarlóggávan og har ímillum Jarðargrunnurin eru sambært heimastýrislógini yvirtikin sum sermál við kunngerð nr. 37 frá 26.10.1956 um yvirtøku av Jarðargrunninum og kongsjørðini. Í somu kunngerð er ásett, at grunnurin kann ikki verða lagdur niður uttan eftir semju millum landsstýrið og donsku stjórnina. Lógin um Jordbrugets Fremme verður við hesi lógini tikin av, og grunnurin verður endurstovnaður við nýggju lógini og kemur at halda fram við sínum útlánsvirksemi til landbúnaðin. Sostatt verður grunnurin reelt ikki avtikin. Skipanin verður samstundis endurskoðað, og fyrisitingin verður broytt, samstundis sum ein nágreining fer fram av roknskaparligu- og játtanarligu viðurskiftunum hjá grunninum. Donsku ríksimyndugleikarnir vórðu í skrivi, dagfest 18.12.2002, kunnaðir um ætlaðu lógarbroytingarnar og vórðu bidnir um at gera møguligar viðmerkingar. Hóast freistin at svara varð longd, eru ongar viðmerkingar komnar.

Hoyringar
Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar hjá:

Innkomnu viðmerkingarnar eru lagdar við sum skjal 2. Viðmerkingarnar eru í ávísan mun tiknar við í lógaruppskotið.

Kap. 2. Avleiðingar av lógaruppskotinum

Uppskotið fær fíggjarliga avleiðing fyri landbúnaðin, við tað at lánstíðin verður avmarkað til 25 ár móti í mesta lagi 40 ár sum er, og at rentan verður hægri enn í dag. Jarðargrunnurin hevur higartil roknað 3% í rentu, til einstøk endamál 8%, og sambært uppskotinum skal rentan nærkast marknaðarrentuni, jvb. kap. 3, viðmerkingar til § 10. Einstakar avmarkingar verða eisini gjørdar í atgongdini at fáa fígging.

Mett verður, at uppskotið samanumtikið ikki fær stórvegis umsitingarligar avleiðingar fyri vinnuna. Lagt verður tó upp til neyvari fyrisiting hjá grunninum, t.d. í sambandi við lánsveiting, sum umsøkjarar í einstøkum førum kunnu fara at kenna sum herd krøv. Landbúnaðurin fær frameftir eisini tveir stovnar at venda sær til, har tað í dag bert er tann eini.

Tað eru ongar beinleiðis fíggjarligar avleiðingarnar av lógaruppskotinum fyri landskassan, tí at Búnaðargrunnurin sambært uppskotinum skal rinda landskassanum eina árliga upphædd, sum ásett á løgtingsfíggjarlógini.

Uppskotið hevur við sær, at jarðarumsitingin, sum liggur hjá Jarðarráðnum í dag, verður løgd til Búnaðarstovuna. Uppskotið hevur í aðrar mátar ikki umsitingarligar avleiðingar fyri landið og heldur ikki kommunurnar. Uppskotið fær ikki avleiðingar fyri umhvørvið, og heldur ikki serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum, og tað fær ei heldur sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

Talva yvir avleiðingar

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

     

Nei

 

Kap. 3. Viðmerkingar til einstøku greinarnar

Til § 1
Nýggi grunnurin verður skipaður sum grunnur, ið landið eigur.

Til § 2
Lánini, nevnd eru, eru yvirhøvur tey somu, sum Jarðargrunnurin og Grunnurin fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu kunnu veita í dag. Stuðulsmøguleikarnir hjá nevndu grunnum eru ikki tiknir við í hesi lóg.

Lán til fígging av sethúsum sambært stykki 1, pk. 6 kann einans verða veitt til festi, og tá einans um húsini eru bygd á jørð hjá festinum. Í tílíkum førum eru húsini partur av festinum, og verða yvirtikin av nýggjum festara við festiskifti.

Til §§ 3 og 4
Samlað uppgerð yvir ogn og skuld, sum verður yvirtikin frá Jarðargrunninum og Vakstrarhúsgrunninum er gjørd upp pr. 31.12.2002. Ognirnar hjá nevndu grunnum eru ávikavist kr. 188.416.264 og kr. 4.662.010. Í hjálagda skjali nr. 3 eru fíggjartøðurnar vístar.

Til § 5
Hendan áseting tryggjar, at skipanin við festikontu hjá hvørjum einstøkum festi verður varðveitt, og somuleiðis at ágóði frá sølu av fastari ogn hjá landinum verður fluttur grunninum, og bókaður á kontu fyri hvørt festi sær. Reglurnar viðvíkjandi nýtslu av peningi á festikontu verða endurskoðaðar. Sí skjal 4.

Til § 6
Stýrið hevur eina lógarbundna skyldu at tryggja ognirnar hjá grunninum best møguligt og skal sjálvsagt syrgja fyri, at váðin, í sambandi við útlán og fíggjaríløgur annars, verður so lítil sum til ber.

Samstundis, sum stýrið skal hava fyrilit til trygdini, eigur at verða miðað ímóti, at tøki peningurin kastar mest møguligt av sær.

Til § 7
Ásett verður, at lán kann einans veitast til íløgur, sum hava samband við virksemi, ið er vinnuligt. Tað er ein treyt, at virksemið skal kunna bera lánið. Saman við treyt um bókhaldsskyldu og meirvirðisgjaldsskráseting merkir hetta, at lán kann ikki verða veitt til jarðarbrúk, sum ikki verður rikið á vinnuligum grundarlagi. Skotið er upp, at undantak verður gjørt frá hesum krøvunum, tá talan er um felagshagar, sum ikki verða riknir á vinnuligum grundarlagi.

Nágreiniligari reglur og treytir verða ætlandi settar í kunngerð. Hesar koma at fevna um reglur fyri umsóknum (umsóknarblað og skyldu at veita upplýsingar), treytir fyri at fáa lán, lánstreytir, og reglur um viðgerð av umsóknum, lánsveiting og lánsrøkt - sí skjal 4 og skjal 5. Dentur verður lagdur á, at grunnurin skal byggja upp fastar skrivligar mannagongdir fyri lánsvirkseminum.

Tá landið ikki er eigari av ognunum, sum lán verður veitt til, er neyðugt, at lánini verða tryggjað við 1. veðrætti í fastogn ella leysafæ. Tá landið sjálvt eigur ognirnar, er hetta ikki neyðugt, men undirstrikast skal, at lánstreytir og kreditmetingar annars skulu byggja á somu fortreytir, uttan mun til um talan er um ognir, sum landið eigur ella ikki.

Til § 8
Um ein lántakari ikki megnar at gjalda skuld, er tað neyðugt, at grunnurin hevur heimild at gera avtalu um lægri lánsgjald í ávíst tíðarskeið, og undir hesum møguliga at leingja lánsskeiðið. Sí skjal 4.

Fortreytir fyri tílíkari gjaldsavtalu eru, at skuldin ikki veksur, og at lántakarin og grunnurin eru samdir um, at lántakarin er førur fyri at røkja lánsskyldurnar sum frá líður við broyttu gjaldstreytunum.

Til § 9
Her verða reglur ásettar, sum gera tað møguligt at loysa trupulleikarnar av, at lántakarar hava ov stóra skuld til at kunna renta og avdraga hesa, og eingi útlit eru fyri, at henda støðan kann broytast.

Skotið verður upp, at grunnurin fær heimild at avskriva partar av skuld undir ávísum treytum. Avskriving av skuld skal byggja á somu handilsligu treytir, sum fíggingarstovnar vanliga brúka í hesum sambandi. Um eingi útlit eru fyri, at grunnurin kann fáa alla áognina aftur, og avsett er frammanundan móti tapi, kann mál um møguliga avskriving av skuld takast til viðgerðar.

Tá verður nágreiniliga roknað út, hvussu stórt lán virksemið er ment at bera. Úrslitið verður samanhildið við samlaðu skuldina og trygdarvirðini hjá grunninum, og út frá hesum kann støða takast til møguliga avskriving.

Grunnurin skal tó eisini meta um raksturin hjá lántakara, og um hesin átti at kunna røkt lánsskyldurnar. Er metingin, at raksturin ikki hevur verið nøktandi, skal grunnurin taka hesi viðurskiftini við í møguliga avgerð um avskriving. Tað ber tó ikki til frammanundan at gera av, hvussu tílík meting skal ávirka avgerð grunsins. Tað veldst um støðuna í hvørjum einstøkum føri. Tað, sum um ræður, er, at grunnurin ikki avskrivar meira enn neyðugt.

Um talan er um festara, er áseting um, at jarðarumsitingin skal taka støðu festarans til viðgerðar. Umsitingin skal m.a. meta um, hvørt festarin hevur neyðuga hegnið at reka festið. Skotið verður upp, at grunnurin saman við jarðarfyrisitingini kann taka stig til viðgerð av máli um avskriving av skuld í sambandi við festiskifti. Henda heimildin kann verða neyðug um festari hevur latið festi frá sær, og møguleiki er ikki fyri at fáa nýggjan festara, tí festið er niðurundirkomið í skuld.

Í kunngerð verða ásettar nágreiniligari reglur um avskriving av skuld, og undir hesum um grundarlag fyri avskriving, umsóknir, viðgerð og mannagongdir v.m. Dentur verður lagdur á, at grunnurin skal byggja upp fastar skrivligar mannagongdir fyri avskriving av skuld. Sí skjal 4 og skjølini 6, 7 og 8.

Við uppskotnu reglunum um lánsveiting er roynt at tryggja, at grunnurin einans veitir lán, sum búskaparligt grundarlag er fyri, og at tørvurin at avskriva skuld tí verður avmarkaður.

Til § 10
Jarðargrunnurin hevur veitt lán til fasta ogn við upp til 40 ára afturgjaldstíð, og við lagaligum rentutreytum. Grundað á serligu vinnuligu viðurskiftini innan landbúnaðin verður mælt til, at møguleikar framhaldandi verða fyri at fáa lán við langari afturgjaldstíð, men tó ikki longur enn 25 ár. Somuleiðis verður mælt til, at rentan fyri lán úr nýggja grunninum framhaldandi kann vera á einum lutfalsliga lágum støði, t.d. 1/5 lægri enn meðalrentan hjá peningastovnunum fyri lán til fasta ogn. Somuleiðis eigur at vera galdandi, at rentan fyri lán til amboð og maskinur kann liggja 1/5 lægri enn meðalrentan hjá peningastovnunum fyri lán til amboð og maskinur. Tó skal lánstíðin í seinna førinum ikki vera longri enn 10 ár.

Til § 11
Stýrið fyri grunnin hevur ábyrgdina av fyrisiting og virksemi grunsins. Ásetingin um, at landsstýrismaðurin bert velur tveir av fimm limum (uttan tilmæli), er við at tryggja, at leiðslan verður óheft.

Eftir galdandi lóg fyrisitur Jarðarráðið bæði almennu jørðina og Jarðargrunnin. Eitt av endamálunum við hesi lóg er at gera skilnað millum jarðarumsiting og fígging.

Í kunngerðini eiga m.a. at vera ásetingar um bygnaðin hjá grunninum, og undir hesum um hvussu dagliga umsitingin verður løgd til rættis. Ætlandi kemur grunnurin at húsast undir sama taki sum jarðarumsitingin, men tó skal hvørt starvsfólkið sær annaðhvørt starvast fyri Búnaðargrunnin ella fyri Búnaðarstovuna. Tað eigur m.a. at verða ásett, hvussu sjálv málsviðgerðin verður skipað, og hvussu mál verða fyrireikað, nær fundir verða hildnir, hvussu mál verða samtykt, nær stýrið er viðtøkuført, varalimir, fundarfrágreiðingar og ábyrgd fyri roknskaparhaldi.

Til § 12
Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við, at grunnurin verður umsitin á forsvarligan hátt, og undir hesum at stýrið røkir fíggjarognir grunsins á ein hátt, so tær kasta sum mest av sær.

Til §§ 13 og 14
Stýrið verður við hesum heimilað at taka avgerðir viðvíkjandi ognum grunsins í fíggjarligum og játtanarligum høpi uttan um landsins játtanarmyndugleika (fíggjarlógina), men avmarkað til tað virksemi, sum er ásett í hesi lóg. Fíggjarvaldið verður flutt frá Løgtinginum til stýrið fyri grunnin, sum sostatt fær heimild at nýta pening uttan heimild í fíggjarlóg.

Grunnurin skal lúka tey krøv, sum sett verða landsstovnum viðvíkjandi roknskapar- og grannskoðanarreglum, tó soleiðis at niðurskrivingar móti væntandi tapum upp á útlán roknskaparliga skulu viðgerast samsvarandi reglunum fyri peningastovnarnar.

Við tað, at ásett er í uppskotinum, at grunnurin skal fylgja lógini um landsins almenna roknskaparhald v.m., verður roknskapurin hjá grunninum lagdur fyri Løgtingið. Sostatt verða ásetingarnar í § 45 í stýrisskipanarlógini um játtanareftirlit Løgtingsins hildnar.

Virksemið hjá Búnaðargrunninum er í høvuðsheitum at veita lán til landbúnaðin og til vakstrarhús og grønmetisframleiðslu við støði í teimum vinnuligu treytum, sum galda innan landbúnaðin. Harumframt hevur grunnurin um hendi ta málsviðgerð, sum útlánsvirksemið hevur við sær. Nevnda (vinnuliga) virksemi hjá grunninum er av slíkum slagi, at tað eigur at vera óheft av politisku skipanini. Tað er tí neyðugt, at virksemið verður lagt uttan fyri beinleiðis ávirkan frá landsstýrinum.

Ein av fyritreytunum fyri at kunna leggja virksemið uttan fyri fíggjarlógina er, at landsstýrismaðurin ikki skal hava vanligar instruktiónsheimildir mótvegis stýrinum. Henda fyritreyt er uppfylt, tí sum tað sæst í lógini, skipar stýrið seg sjálvt, og stjóri grunsins verður settur av stýrinum. Landsstýrismaðurin fær sostatt ikki ávirkan á dagliga virksemið hjá grunninum. Ávirkanin hjá landsstýrismanninum verður avmarkað til at velja limirnar triðja hvørt ár og at gera neyðugar kunngerðir.

Samanumtikið verður mett:

Við hesum eru fortreytirnar til staðar fyri at veita fíggjarheimild til grunnin.

Til § 15
Í dag rindar Jarðargrunnurin fyri raksturin av Jarðarráðnum. Nú umsitingin av jarðarlóggávuni verður løgd til landsstýrismannin, kemur raksturin av jarðarumsitingini samstundis á fíggjarlógina. Skotið verður tí upp, at Búnaðargrunnurin rindar landskassanum eina árliga upphædd, svarandi til tað, sum Jarðargrunnurin áður hevur goldið. Í fyrstu atløgu verður upphæddin ásett svarandi til kostnaðin av at reka jarðarfyrisitingina, men samstundis má tað vera greitt, at stýrið fyri grunnin, sum er álagt at tryggja ein forsvarligan rakstur, hevur ábyrgdina av, at tað ikki verða útgoldnar størri upphæddir úr grunninum, enn grunnurin tolir.

Til § 16
Her verður staðfest, hvat verður gjørt við ognir, rættindi og skyldur grunsins, um hann verður tikin av.

Til § 17
Ásetingin um revsing merkir, at eisini tann, sum av ósketni gevur skeivar ella villleiðandi upplýsingar, kann revsast. 

Til § 18
Lógin eigur ikki at koma í gildi, fyrr enn øll viðurskifti viðvíkjandi grunninum eru greið, m.a. neyðugar reglugerðir, kunngerðir og mannagongdir annars í sambandi við virki grunsins.

Henda lógin loysir av Lov nr. 174 af 24.5.1937 um Jordbrugets Fremme við seinni broytingum, og løgtingslóg nr. 134 frá 20. august 1997 um grunn fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu við seinni broytingum, og tí verða hesar báðar lógir settar úr gildi.

Skjøl:

  1. Yvirlit yvir skuld innan landbúnaðin
  2. Hoyringarviðmerkingar
  3. Status fyri Jarðargrunnin og Vakstarhúsgrunnin
  4. Uppskot til innihaldið í kunngerðum um fyrisiting og virksemi grunsins
  5. Notat um fyrisitingarliga og roknskaparliga viðgerð av lánum úr jarðargrunninum
  6. Notat "Skuld hjá landbúnaðinum - Mannagongd í sambandi við møguliga sanering av skuld hjá landbúnaðinum"
  7. Notat "Uppskot til standard ársroknskap"
  8. Dømi við tølum har avskriving av skuld er neyðug.

1. viðgerð 13. november 2003. Málið beint í vinnunevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval var 20. januar 2004, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.