14  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá og løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

A. IIpprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð

Ár 2003, 11. november, løgdu tingmenninir Johan Dahl og Bárður Nielsen, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá og løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 78 frá 10. mars 1992 um Føroyska Altjóða Skipaskrá, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 13. november 1998, verður gjørd hendan broyting:
Í § 2 verður aftaná stk. 1 sum nýtt stykki sett:
"Stk. 2. Fiskifør, ið bara veiða rækjur, eru tó undantikin undantakinum í stk. 1".

§ 2

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 6. mai 2003, verður gjørd hendan broyting:
Í § 63a, stk. 4 verður aftaná 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
"Fyri rækjuskip, skrásett sambært § 2, stk. 2 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá, verður afturberingarprosentið tó sett til 28% av sáttmálalønini 1. januar 2004."

§ 3

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2004 og fer úr gildi 31. desember 2005.

Viðmerkingar:
Endamálið við uppskotinum er at loyva rækjuskipunum í avmarkað tíðarskeið at virka undir FAS-skipanini og harvið fáa afturrindað 28% av inntøkunum hjá manningini. Skotið verður upp, at tað bara skulu vera skip, ið veiða rækjur burturav, ið kunnu koma undir hesa skipan, og at hetta ikki skal vera ein varandi loysn, men bara ein fyribils skipan, ið skal hjálpa rækjuflotanum ígjøgnum verandi trupulleikar. Útgangsstøðið er tikið í sáttmálalønini 1. januar 2004 fyri harvið at tryggja, at skipanin ikki skal fáa ávirkan á hýrurnar.

Rækjuflotin hevur, síðan hesin bleiv ein partur av føroysku fiskivinnuni, verið ein vinna, sum hevur breyðføtt mangan føroying og hevur verið við til at bygt okkara samfelag upp til tað vælferðarsamfelag, vit eru ídag.

Seinastu árini hevur vinnan, orsakað av uttanífrá komandi umstøðum sum lágum prísum, høgum oljuprísum, banni at landa í Kanada o.ø., tíverri ikki verið før fyri at havt inntøkuskapan nokk til, at hesi skip fíggjarliga hava kunna svarað hvørjum sítt.

Rækjuskipini hava gjørt vart við trupulleikan og eru eisini komin við áheitanum um fyribils hjálp, so hórast kann undan, men er hetta avvíst av sitandi samgongu.

Okkara rækjuskip og dugnaligir skiparar og sjómenn hava skapt okkum søgulig rættindi á øllum økjum, har tey hava veitt. Talan er um søgulig rættindi, sum hava gjørt, at samfelagið Føroyar frá rækjuvinnuni hevur havt stórar inntøkur bæði á sjógvi og landi.

Tað er ábyrgdarleyst, at vit sum politikarar sita hendur í favn og bara lata "standa til", meðan vinnan bløðir út, og tey søguligu rættindini at enda blíva burtur sum døgg fyri sól, tí vit ikki veiða hetta tilfeingi longur.

Øll okkara fiskivinna á fjarleiðum fær sínar kvotur umvegis býtiskvotur (bilateralar avtalur), har fiskur fæst fyri fisk, og hevur hetta virkað sera væl og hevur við sær eina fjølbroytta samanseting av vinnuni.

Rækjuskipini veiða mest sum alt upp á søguliga vunnin rættindi og kostað tí einki fyri samfelagið býtiskvotum viðvíkur, og er hetta tí eitt sera gott íkast til samfelagsbúskapinum, bæði beinleiðis og óbeinleiðis.

Einasta økið, har hesin floti er tengdur at bilateralari avtalu (býtiskvotu), er við Eysturgrønland.

Í 2001 rindaði rækjuflotin sjálvur kr. 17 mió fyri kvoturættindi.

Samlaðar lønir og ársverk 2001 og 2002 eru hesi:

2002

2001

Mió kr.

Ársverk

Mió kr.

Ársverk

Løn beinleiðis frá rækjuvinnuni

82

276

86

276

Løn frá veitingum til rækjuvinnuna,

íroknað muliplikatorvirkning

59

291

64

310

Løn frá almennum tænastum

51

214

54

228

Flytingar til pensjónistar v.m.

30

300

32

319

Løn frá veitingum til tað almenna,

íroknað muliplikatorvirkning

31

153

33

162

Samlað løn og ársverk

253

1234

269

1295

Herav treytað av almennari nýtslu

112

667

119

709

Kelda: KPMG

Beinleiðis og avleiddar inntøkur til tað almenna eru kr. 136 mió, og svarar hetta til, at hvørt skipið í meðal gevur landskassanum eina inntøku upp á kr. 17 mió.

Uppskotið frá Sambandsflokkinum at loyva rækjuskipunum í avmarkað tíðarskeið at virka undir FAS skipanini, sum hervið rindar 28% av inntøkunum hjá manningini aftur til reiðaríið, svarar til (grundað á tøl fyri 2001 og 2002), at feløgini tilsamans fáa endurgoldið krónur 23,5 mió pr. ár, og svarar hetta til inntøkur til tað almenna frá 1½ skipi.

Okkara metan er, at við at endurgjalda 23,5 mió krónur til feløgini í einum avmarkaðum tíðarskeiði upp á 2 ár, fer hetta at gera, at vit varðveita ein virknan rækjuflota og harvið eisini okkara søguligu rættindi og inntøkur til samfelagið á sjógvi og landið.

Skattur frá feløgum (løgfrøðiligum persónum) verður býttur millum land og kommunur í lutfallinum 62% til landið og 38% til kommunurnar.

1. viðgerð 13. november 2003. Málið beint í fíggjarnevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval var 20. januar 2004, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.