15  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl

Ár 2003, 11. november, løgdu tingmenninir Bárður Nielsen og Heðin Mortensen, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001 um viðgerð av persónsupplýsingum verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 16 verður orðað soleiðis:
    § 16 Persónsupplýsingar kunnu bara flytast til útlond, sum kunnu tryggja eina fullgóða viðgerð av upplýsingunum. Umframt, at metast skal um viðgerðina sum heild, skal tá dentur leggjast á endamálið við viðgerðini, slagið av upplýsingum, viðgerðartíðina, galdandi rættarreglur, siðvenjur og galdandi reglur um trygdartiltøk á staðnum.
  2. § 17, stk.3 verður strikað.

§ 2

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar:
Tann 4. mai 2000 setti landsstýrið ein arbeiðsbólk at endurskoða løgtingslóg nr. 62 frá 05.06.1984 um evnisskráir hjá almennum myndugleikum og løgtingslóg nr. 107 frá 15.11.1984 um evnisskráir hjá privatum myndugleikum (við seinni broytingum) og at gera uppskot til nýggja lóggávu á økinum.

Arbeiðsbólkurin handaði landsstýrinum eitt uppskot til lóg um viðgerð av persónsupplýsingum, men áðrenn uppskotið varð lagt fyri tingið, gjørdi landsstýrið broytingar í tí, og undir løgtingsviðgerðini vóru aftur gjørdar broytingar.

Undir § 17 hevði landsstýrið gjørt hesi ískoyti til uppskotið:

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um flutning av persónsupplýsingum til útlond, herundir steðga ella avmarka flutningi til útlond.
Stk. 4. Edv-skráir, sum koma undir reglurnar í hesi lóg, kunnu bara goymast og viðgerast í edv-kervum, sum eru í Føroyum, uttan so at landsstýrismaðurin gevur undantaksloyvi.

Eftir 1. viðgerð í Løgtinginum varð málið beint í rættarnevndina, sum millum annað skeyt upp at broyta §§ 16 og 17. Í § 16 varð sett inn áðrenn fyrsta pkt. "Meginreglan er, at persónsupplýsingar, sum koma undir hesa løgtingslóg, skulu varðveitast og viðgerast í Føroyum." Rættarnevndin skeyt eisini upp at strika § 17, stk. 4. Hesar báðar broytingarnar blivu samtyktar.

Tann 17. desember 2001 varð kunngerð nr. 152 um flutning av persónsupplýsingum til útlond lýst. Í henni varð víst til heimildina í §17, stk. 3 í løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001 um viðgerð av persónsupplýsingum.

Henda kunngerð elvdi til mikið kjak, tí landsstýrismaðurin segði seg við kunngerðini gera tingsins vilja, meðan tingmenn vístu á, at hetta var júst tað øvugta av tí, sum tingið ynskti. Víst varð á, at undir viðgerðini av lógaruppskotinum var komið fram, at júst forboðið í gomlu lógini móti at útflyta persónsupplýsingar var í andsøgn við tann framburð, sum var hendur á kunningarøkinum, og tí valdi rættarnevndin at leggja upp til, at undantøk blivu gjørlig, men landsstýrismaðurin hevði brúkt undantøkini til at stramma lógina.

Serliga vóru tað peningastovnarnir og Elektron, sum fingu trupulleikar av kunngerðini hjá landsstýrismanninum, tí í sambandi við eina nýggja gjaldskipan, var neyðugt at flyta persónsupplýsingar til PBS í Danmark. Men Dátueftirlitið metti hinvegin ikki, at kunngerðin kundi forða fyri hesum flytingum.

Í ársfrágreiðingini hjá Dátueftirlitinum fyri 2002 stendur um hetta ítøkiliga málið, at upplýsingarnar, ið flytast skuldu, vóru vanligar upplýsingar, og at talan sostatt ikki var um viðkvæmar upplýsingar. Eisini stendur í frágreiðingini, at kunngerðin, sum Dátueftirlitið hevði at arbeiða eftir, gav ikki greiða heimild til at nokta Elektron at flyta persónsupplýsingar til PBS í Danmark.

Tann 4. mars 2003, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram uppskot til løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum (tingmál nr. 108/2002) fyri tingið. Eftir at málið hevði verið til 1. viðgerð, varð tað beint í rættarnevndina, og har varð tað ikki liðugt viðgjørt, tá tingið fór í summarfrí, og sostatt fall málið burtur.

Í viðmerkingunum til uppskotið stóð millum annað: "Landsstýrismaðurin er komin til ta niðurstøðu, at tað er oyðileggjandi fyri lógarsmíð, umsiting og samfelagið, um eitt slíkt mál bert verður sett fram sum eitt persónligt eljustríð millum ein landsstýrismann og tey, sum skulu virka eftir lógini.

Tí verður skotið upp at áseta beinleiðis í lógini, heldur enn í kunngerð, hvussu reglurnar um útflutning av persónsupplýsingum skulu setast í verk og haldast."

Men eftir at málið fall burtur, hevur landsstýrismaðurin millum annað við heimild í § 17, stk. 3 lýst eina nýggja kunngerð, sum júst ásetir, hvussu reglurnar um útflutning av persónsupplýsingum skulu setast í verk og haldast. Sambært forkvinnuni í Dátueftirlitinum hevur henda kunngerðin einki við spurningin um dátutrygd at gera, men er heldur ein vinnupolitiskur spurningur, sum hevur til endamáls at forða føroysku peningastovnunum at geva eini danskari fyritøku loyvi at gera eitt ávíst arbeiði fyri teir.

Fyri at fáa málið aftur í tingið, og harvið fáa staðfest tingsins vilja, verður skotið upp at broyta §§ 16 og 17 í lógini um viðgerð av persónsupplýsingum soleiðis, at lógin samsvarar við endamálið, sum ikki er vinnupolitiskt, men einans er at tryggja, at viðkvæmar persónligar upplýsingar, ikki verða fluttar av landinum.

1. viðgerð 18. november 2003. Málið beint í rættarnevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval var 20. januar 2004, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.