17  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð

Ár 2003, 11. november, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi

§ 1

Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi verða í frumskjølunum, ið nevnd eru í §§ 1 og 2 í lógini, gjørdar hesar broytingar: 

1) Í frumskjali 1 til Toll- og vøruskránna verður aftaná kap. 18 sett inn:
"Kap. 19
1905.31.10, avgjald 30% + 12,00 kr. pr. kg, søtar keks."

2) Í frumskjali 1 til Toll- og vøruskránna verður í Kap. 22 sum nýtt vørunummar sett:
"2202.10.00, avgjald á 2,25 kr. pr. l, sotavatn"

3) Í frumskjali 1 til Toll- og vøruskránna verða avgjøldini á vørunumrum 2402.20.00-2402.90.00
"100 stk. 80 kr."
broytt til:
"100 stk. 100 kr."

4) Í frumskjali 1 til Toll- og vøruskránna verður aftaná kap. 36 sett:
"Kap. 39
3923.21.20, 0,60 kr. pr. stk., beriposar.
3923.29.20, 0,60 kr. pr. stk., beriposar."

5) Í frumskjali 3 til Toll- og vøruskránna verður vørunummar "1905.30.00" strikað, og í staðin verða sum nýggj vørunummur sett:
"1905.31.10, avgjald 2,00 kr./kg, søtar keks.
1905.31.20, avgjald 2,00 kr./kg, smákøkur"

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2004.

Almennar viðmerkingar
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum mælir við hesum lógaruppskoti til at hækka avgjaldið á sigarettum, og at leggja avgjald á sotavatn, søtar keks og beriposar. Slík avgjøld skuldu helst havt við sær at nýtslan av hesum vørum minkaði, sum fyrst og fremst skuldi betra um heilsustøðuna hjá fólki. Hartil kemur, at eitt avgjald á beriposum eisini skuldi minkað um nýtsluna og soleiðis verið til bata fyri umhvørvið.

Danmark, sum er okkara størsti latari av beriposum, hevur avgjald á beriposum, men har verður avgjaldið roknað pr. kg av beriposum. Innflutningsskjølini vísa tí ofta bert vektina og ikki talið. Vit hava ein framleiðara av beriposum her í landinum. Verður avgjaldið roknað pr. kg, so kann roknast við, at latarar í útlondum fara at gera beriposarnar tynri, soleiðis at eitt størri tal av posum gongur upp á kg Nakrir størri nýtarar av beriposum eru eisini farnir at innflyta tynri posar í staðin fyri teir, ið verða framleiddir her í landinum.

Toll- og Skattstovan kemur at krevja av innflytarum av beriposum, at teir á innflutningskjølunum uppgeva talið á beriposum í staðin fyri ella saman við vektini.

Um framleiðarin av beriposum her í landinum skal framleiða tynri beriposar, so skal hann gera íløgu í nýggjar maskinur við eini upphædd, sum føroyski marknaðurin als ikki kann renta.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur tí avgjørt, at gjaldið skal áleggjast við ávísari upphædd pr. beriposa uttan mun til stødd og tjúkd á beriposanum. Gjaldið kemur tá ikki at ávirka, hvat slag av beriposum keyparin ynskir.

Ætlanin var at leggja avgjald á sjokulátuvørur eisini. Avgjaldið á hesum vørum er í løtuni 12 kr. pr. kg + 30% av virðinum. Søtar keks v.m., sum stórt sæð innihalda sama tilfar sum sjokulátuvørur, koma at verða javnstillaðar við sjokulátuvørur, um sama avgjald verður lagt á tær, sum á sjokulátuvørur. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur tí valt at javnstilla hesar vørubólkar við bert at leggja avgjald á søtar keks, sum er ájavnt við avgjaldið á sjokulátuvørum.

Keks
Í dag er, sum nevnt, einki avgjald á keksum.
Í Toll- og vøruskránni verður vørunummar: "1905.31.00" strikað, og sum nýggj vørunummur verða, "1905.31.10 og 1905.31.20" sett inn.

Tá avgjald skal leggjast á søtar keks og biscuits, er neyðugt at gera broytingar í Toll- og Vøruskránni. Hetta merkir, at uppbýtingar skulu gerast í vørunummari 1905.31.00. Vørunummar 1905.31.00 verður strikað, og tvey nýggj vørunummur stovnað: 1905.31.10 og 1905.31.20. Eisini skulu Frumskjal 1 og Frumskjal 3 til Toll- og Vøruskránna broytast.

Vøruskráin verður broytt soleiðis:

Kap.19
- Søde kiks, biscuits og småkager; vafler:
1905.31.10 -- Søde kiks, biscuits…………………………….15%+L 3,1
1905.31.20 -- Småkager……………………………………..15%+L 3

Frumskjal 1 verður broytt soleiðis:

Kap. 19:
1905.31.10 30% + 12,00 kr. pr. kg Søtar keks, biscuits

Frumskjal 3 (Javningargjald á búnaðarvørum) verður broytt soleiðis:

Vørunummar 1905.31.00 verður uppbýtt soleiðis

1905.31.10 2,00 kr./kg Søtar keks, biscuits
1905.31.10      2,00 kr./kg Smákøkur

Sotavatn
Í dag er einki avgjald á sotavatni. Skal avgjald leggjast á sotavatn, so verður tað lagt á bæði tað, sum verður innflutt til Føroya, og tað, sum verður framleitt í Føroyum.

Hetta hevur við sær, at Toll- og Vøruskráin og Frumskjal 1 til Toll- og vøruskránna skulu broytast.

Vøruskráin verður broytt soleiðis:

2202.10.00 - Vand, herunder mineralvand og vand tilsat kulsyre, tilsat sukker
                        eller andre sødemidler eller aromatiseret……………………….. 9,6% 1

Frumskjal 1 verður broytt soleiðis:

Eitt nýtt vørunummar verður sett inn.

Kap. 22
2202.10.00 2,25 kr. pr. l Sotavatn 

Sigarettir
Sigarettir hava í dag eitt avgjald upp á 100 stk. fyri 80,00 kr.

Avgjaldið verður nú 100 stk. fyri 100,00 kr. Hertil kemur so 25% mvg.

Neyðugt er at broyta frumskjal 1 til Toll- og Vøruskránna soleiðis:

Kap. 24
2402.20.00- 100 stk. 100,00 kr. Sigarettir
2402.90.00

Beriposar
Ein beriposi er ein posi, ið hevur honk at bera við. Beriposar verða bæði innfluttir og framleiddir í Føroyum.

Í dag hava beriposar einki avgjald við innflutning ella framleiðslu. Bert mvg verður álagt við innflutning og sølu.

Avgjaldið, ið verður lagt á innfluttar beriposar, skal eisini leggjast á teir beriposar, ið verða framleiddir í Føroyum.

Tann broyting, sum verður í vøruskránni, er, at vørunummar 3923.21.00 og 3923.29.00 verða strikað, og 3923.21.10, 3923.21.20, 3923.29.10 og 3923.29.20 verða stovnað.

Frumskjal 1 til Toll- og Vøruskránna skal eisini broytast. Tá beriposar ikki hava havt avgjald áður, verða tvey nýggj vørunummur sett inn, tey eru: 3923.21.20 og 3923.29.20.

Vøruskráin verður broytt soleiðis:

                        - Sække og poser (herunder kræmmerhuse):
3923.21.10 -- Af polymerer af ethylen…………………………… 6,5%
3923.21.20 -- Bæreposer af ethylen……………………………… 6,5% 1
3923.29.10 -- Af anden plast…………………………………….. 6,5%
3923.29.20 -- Bæreposer af anden plast…………………………. 6,5% 1

Frumskjal 1 verður broytt soleiðis:

Sum nýtt í Frumskjali 1 til Toll- og Vøruskránna verður kap. 39 settur inn.

Kap. 39
3923.21.20 0,60 kr. pr. stk. Beriposar
3923.29.20 0,60 kr. pr. stk. Beriposar

Kapittul 2. Avleiðingar av uppskotinum

Mett verður, at lógaruppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar fyri landið og vinnuna. Avgjaldssatsirnir, sum í hesum lógaruppskoti eru broyttir, eru:

Sotavatn: 2,25 kr. pr. litur + 25% mvg, Nýtslan í dag 2,81 mió. litrar

Sigarettir: 0,25 kr. pr. stk. + 25% mvg Nýtslan í dag 62 mió. sigarettir

Keks: 12 kr. pr. kg + 30% av virðinum + 25% mvg Nýtslan í dag 220.000 kg

Beriposar: 0,60 kr. pr. stk. + 25% mvg uttan mun til stødd og dygd. Her er heldur trupult at gera nýtsluna upp, men hon liggur eitt stað millum 7,5 til 8 mió. stk.

Við núverandi nýtslu skuldi hetta givið:

Sotavatn: (2,25 kr. + 0,56 kr) x 3.921 litrar = 11,0 mió. kr.
Sigarettir: (0,20 kr.+ 0,05 kr.) x 62 mió = 15,5 mió. kr.

Keks: 12 x 220.000 kg = 2,6 mió. kr.
30% av innflutningsvirðinum (6 mió. kr.) = 1,8 mió. kr.
Mvg: 3 kr. x 220.000 kg = 0,7 mió. kr.
Mvg: 25% av 1,8 mió. kr. (innflutn. virði) = 0,5 mió. kr.

Beriposar: (0,60 kr. + 0,15 kr.) x 7,5 mió = 5,6 mió. kr.

Íalt = 37,7 mió. kr.

Roknast kann við, at nýtslan fellur nakað, tá avgjøldini hækka, so samlaða úrslitið fyri landskassan verður neyvan meira enn tær 35 mió. kr, ið roknað er við í fíggjarlógaruppskotinum. Mett verður, at uppskotið hevur við sær umsitingarligar avleiðingar. Neyvari eftirlit krevst við innflutninginum av serliga beriposum og helst eisini av sigarettum, tí jú hægri prísurin er her í landinum, jú størri verður freistingin til at innflyta "bíligt".

Fyri virkið, sum framleiðir beriposar her í landinum, verða umsitingarligu avleiðingarnar neyvan stórar. Maskinan avlesur í dag tal á framleiddum beriposum, sum tey brúka, tá selt verður til kundan, og tað kemur hon eisini at gera í framtíðini. Eftir er so bert at avgreiða gjaldið til tað almenna eina ferð um mánaðin.

Eisini verður mett, at uppskotið hevur umhvørvisligar avleiðingar við sær. Tó verður ikki mett, at uppskotið hevur avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur fyri landið, kommunur, ávísar samfelagsbólkar ella vinnuna. Mett verður ikki, at uppskotið hevur við sær sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar.

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri Ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umhvørvisligar
avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

Nei

 

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

Nr. 1
Við hesum lógaruppskoti verður skotið upp at broyta frumskjal 1 til Toll- og vøruskránna. Einki avgjald hevur verið á søtum keks v.m., og tí er neyðugt at seta vørunr. 1905.31.10 í kapittul 19 inn í frumskjal 1 við einum avgjaldi upp á 30% + 12,00 kr. pr. kg

Nr. 2
Í frumskjali 1 til Toll- og vøruskránna verður í Kap. 22 sum nýtt vørunummar 2202.10.00 sett inn. Hetta tí, at í hesum lógaruppskoti, verður skotið upp, at avgjald skal verða á sotavatni við 2,25 kr. pr. l

Nr. 3
Sigarettir hava við galdandi lóg eitt avgjald á 100 stk. 80 kr. Avgjaldi á sigarettum (vørunumrum 2402.20.00-2402.90.00) verður við hesum lógaruppskoti hækkað til 100 stk. 100 kr.

Nr. 4
Tá beriposar ikki hava havt avgjald áður, verða tvey nýggj vørunummur sett inn, tey eru: 3923.21.20 og 3923.29.20, og tí er neyðugt at broyta frumskjal 1 til Toll- og Vøruskránna soleiðis, at beriposar, ið eru í vørunr. 3923.21.20 og 3923.29.20, fáa eitt avgjald á 0,60 kr. pr. stk.

Nr. 5
Í frumskjali 3 til Toll- og vøruskránna verður vørunummar 1905.30.00 strikað, og í staðin verða tvey nýggj vørunummur sett inn. Vørunr. 1905.31.10, ið er søtar keks, fáa við hesum lógaruppskoti eitt avgjald á 2,00 kr./kg við innflutning. Sama ger seg galdandi fyri vørunr. 1905.31.20, ið er smákøkur.

1. viðgerð 14. november 2003. Tingmálini nr. 16/2003 og nr. 17/2003 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval var 20. januar 2004, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.