19  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 11. november, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983
um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 6. mai 2003, verða gjørdar hesar broytingar: 

  1. Í §§ 3, stk. 5 og 29a, stk. 4 verður "Landsskattakærunevndina" broytt til: "Skatta- og Avgjaldskærunevndina".
  2. § 29 nr. 13 verður orðað soleiðis:
  3. "avlamisviðbót eftir § 2, grundupphædd av fólkapensjón eftir § 2, avlamisveiting eftir § 8a, barnaviðbót eftir § 10, hjálpar- og røktarviðbót eftir § 11, persónlig viðbót eftir § 12 og aldursviðbót eftir § 45 í løgtingslóg um almennar pensjónir o.a., veitingar eftir §§ 9, 15, 16, 17 og 18, barnaviðbót eftir § 13, stk. 1, persónligar viðbøtur eftir § 13, stk. 2 í lóg um almenna forsorg og barnagjald og onnur serlig gjøld eftir lóg um rættarstøðu barnanna, uttan mun til um tey verða goldin av gjaldskylduga ella sambært løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.a."

  4. § 51, stk. 6 verður orðað soleiðis:
    "Stk. 6. Skattgjaldarin, tilhalds- og atvinnukommunan hava rætt til at kæra álíkningina til Skatta- og Avgjaldskæru-nevndina eftir reglunum í løgtingslóg um toll- og skattafyrisiting."
  5. Í §§ 78, stk. 2 og 79, stk. 3 verður "6%" broytt til: "4%".
  6. Í § 120n verður "landsskattakærunevndin" broytt til: "Skatta- og Avgjaldskærunevndin".
  7. Í §§ 128 og 151 verður "landsskattakærunevndini" broytt til: "Skatta- og Avgjaldskærunevndini".

    § 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2004.

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum mælir við hesum lógaruppskoti til, at nakrar broytingar verða gjørdar í skattalógini.

Talan er í høvuðsheitum um nágreiningar og dagføringar av galdandi reglum.

Broytingarnar, talan er um, eru hesar:

Viðvíkjandi dagføringini av § 29, nr. 13 kann viðmerkjast, at sambært § 25 í skattalógini verður alt, sum hin skattskyldugi í inntøkuárinum leggur inn í peningi ella peningsvirði, roknað sum skattskyldug inntøka, hetta uttan mun til um inntøkan stavar úr Føroyum ella ikki, um ikki avmarkan ella undantak er gjørt við lóg.

Í § 5, stk. 1 í skattalógini er ásett, at børn verða sjálvstøðugt sett í skatt av allari inntøku síni.

Sambært § 29, nr. 13 teljast barnagjøld og onnur serlig gjøld, sum verða útgoldin sambært løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl., ikki til ta skattskyldugu inntøkuna.

Tey gjøld, sum eru skattafrí sambært síðstnevndu reglu, eru:

  1. Vanligt barnagjald og serstøk gjøld, ásett sambært lóggávuni um rættarstøðu barnanna, til útreiðslur í sambandi við føðing og uppihald til móðrina fyri og aftaná føðing, barnsins dóp, konfirmatión, sjúku ella jarðarferð ella av øðrum serligum orsøkum, og sum ikki eru goldin gjaldkomudagin.
  2. Gjald til barnsins uppihald, sum tað almenna rindar, um einans annað av foreldrum barnsins er á lívi.
  3. Sama gjald, sum verður rindað til eitt barn, føtt uttan fyri hjúnalagi, tá faðirskapið ikki er staðfest.
  4. Árligt gjald, sum verður rindað til faðir- og móðurloysingar.

Onnur gjøld, sosum vanligt barnagjald, sum er goldið til gjaldkomudagin, barnagjald omanfyri vanliga gjaldið og konupengar, verða roknað sum skattskyldug inntøka.

Galdandi reglur viðgera ikki vanliga barnagjaldið, sum verður goldið frammanundan av tí almenna, og vanliga barnagjaldið, sum verður goldið til gjaldkomutíð uttan um tað almenna, eins. Verður gjaldið rindað frammanundan av tí almenna, er upphæddin skattafrí, meðan sama upphædd, sum verður goldin til gjaldkomutíð uttan um tað almenna, er skattskyldug.

Landsstýrismaðurin vil við hesum lógaruppskoti javnseta skattligu viðgerðina av vanliga barnagjaldinum, uttan mun til um gjaldskyldugi sjálvur rindar gjaldið beinleiðis, ella um tað almenna leggur peningin út.

Kapittul 2. Avleiðingar av lógaruppskotinum
Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar við sær.

Fyrisitingarliga hava nágreiningar av skattalóggávuni í síni heild við sær, at tað verður lættari og greiðari hjá skattamyndugleikunum at umsita og hjá skattaborgarunum at skilja skattalóggávuna.

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur avleiðingar við sær fyri umhvørvið ella í mun til altjóða avtalur og reglur.

Mett verður heldur ikki, at uppskotið hevur við sær sosialar avleiðingar.

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Fyrisitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
     

Nei

 

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

Nr. 1.
Talan er um eina dagføring av galdandi reglum, sum hevur samband við, at kærunevndirnar innan skatta- og avgjaldsøkið eru umskipaðar.

Nr. 2.
Talan er um eina dagføring og nágreining av galdandi reglum, sum hevur samband við, at § 29, nr. 13, sum nú er, einans nevnir barnagjald og onnur serlig gjøld eftir lóg um rættarstøðu barnanna, sum verða frammanundan goldin av tí almenna.

Til tess at staðfesta, at barnagjald og onnur serlig gjøld eftir lóg um rættarstøðu barnanna eru skattafrí, uttan mun til um tey verða goldin frammanundan av tí almenna ella beinleiðis av tí gjaldskylduga, verður skotið upp, at reglan verður dagførd og nágreinað.

Nr. 3.
Talan er lutvíst um eina dagføring av galdandi reglum, sum hevur samband við, at kærunevndirnar innan skatta- og avgjaldsøkið eru umskipaðar, lutvíst um eina áseting, sum fyriskrivar, at álíkningin av skatti til atvinnukommununa ikki skal kærast til kommunalu skattakærunevndina, men harafturímóti beinleiðis til Skatta- og Avgjaldskærunevndina.

Nr. 4.
Talan er um eina dagføring av galdandi prosentsatsi, sum hevur samband við, at rentustøðið er fallið.

Nr. 5 og 6
Talan er um eina dagføring av galdandi reglum, sum hevur samband við, at kærunevndirnar innan skatta- og avgjaldsøkið eru umskipaðar.

Til § 2
Skotið verður upp, at løgtingslógin kemur í gildi 1. januar 2004.

1. viðgerð 14. november 2003. Tingmálini nr. 18/2003, nr. 19/2003 og nr. 21/2003 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 18. november 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 11. november 2003, og eftir 1. viðgerð tann 14. november 2003 er tað beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 18. november 2003.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið

2. viðgerð 20. november 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 25. november 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 119 frá 01.12.2003