20  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. Nevndarskjøl
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 11. november, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a.

§ 1

Í løgtingslóg nr. 171 frá 30. desember 1997 um skattafría samanlegging o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 172 frá 21. desember 2001, verður í § 12, stk. 1 aftaná 1. pkt. sett:
"Sama ger seg galdandi fyri tryggingarfeløg, ið eru skipað sum sínámillum feløg".

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2004. 

Kap. 1 Almennar viðmerkingar
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum mælir við hesum lógaruppskoti til, at løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a. verður broytt, so § 12 (ognir fluttar millum feløg) frameftir eisini kann verða nýtt av tryggingarfeløgum, ið eru skipað sum sínámillum feløg.

Lógarbroytingin hevur samband við, at Tryggingarfelagið Føroyar hevur sent Fíggjarmálaráðnum áheitan hesum viðvíkjandi.

Broytingaruppskotið viðger sostatt ikki umskipan av tryggingarfeløgum í síni heild, men einans flyting av ognum millum feløg.

Spurningurin um, í hvønn mun tryggingarfeløg framvegis hava óloystar trupulleikar, um lóg um skattafría samanlegging o.a. verður nýtt í sambandi við umskipan av sínámillum tryggingarfeløgum, er ikki kannaður.

Kap. 2 Avleiðingar av lógaruppskotinum
Endamálið við uppskotinum er at koma sær undan, at vinningur og tap, sum standast av, at ogn og skuld verða flutt frá einum felagi til annað, verða tikin við í skattauppgerðina hjá felagnum, sum letur ognina frá sær; men tað ber ikki til, sum er, at siga nakað ítøkiligt um, hvørjar fíggjarligar avleiðingar lógaruppskotið hevur við sær.

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur fyrisitingarligar avleiðingar við sær.

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur avleiðingar við sær fyri umhvørvið ella í mun til altjóða avtalur og reglur.

Mett verður heldur ikki, at uppskotið hevur við sær sosialar avleiðingar.

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Fyrisitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
     

Nei

 

Kap. 3 Serligar viðmerkingar

Til § 1
Við hesi broyting kunnu sínámillum tryggingarfeløg eisini nýta reglurnar í kapittul 2 í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a. Hesar reglur fevna um flytan av ognum millum feløg.

Endamálið við uppskotinum er at koma sær undan, at vinningur og tap, sum stendst av, at ogn og skuld verða flutt frá sínámillum tryggingarfelagi til annað felag, verða tikin við í skattauppgerðina hjá felagnum, sum letur ognina frá sær.

Til § 2
Skotið verður upp, at løgtingslógin kemur í gildi 1. januar 2004.

1. viðgerð 14. november 2003. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 18. november 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 11. november 2003, og eftir 1. viðgerð tann 14. november 2003 er tað beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 18. november 2003.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið

Á tingfundi 20. november 2003 legði Óli Breckmann, løgtingsmaður, fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

til 

2. viðgerð  

Tryggingarfelagið Føroyar hevur heitt á fíggjarnevndina um at broyta dagin, tá lógin kemur í gildi. Fíggjarnevndin tekur undir við hesum, og tí verður sett fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

Í § 2 verður "frá 1. januar 2004" broytt til " frá 1. januar 2003".

2. viðgerð 20. november 2003.  Broytingaruppskot til § 2 frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, samtykt 27-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 25. november 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 120 frá 01.12.2003