21  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og ymsum øðrum skatta- og avgjaldslógum (broytt rentustig)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 11. november, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og ymsum øðrum skatta- og avgjaldslógum (broytt rentustig) 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983
um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 6. mai 2003, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í §§ 79, stk. 4, 80, stk. 3, 81, stk. 2 og 3 og 135, stk. 1 verður "1%" broytt til: "0,7 %".
  2. Í § 135, stk. 2 verður "1,5%" broytt til: "0,7%".

§ 2

Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 4. apríl 2000, verður gjørd henda broyting:Í § 1, stk. 3 verður "1,5%" broytt til: "0,7%".

§ 3

Í løgtingslóg nr. nr. 37 frá 26. mai 1988 um ferðagjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 98 frá 29. desember 1998, verður gjørd henda broyting:
Í § 1, stk. 4 verður "1,5%" broytt til: "0,7%".

§ 4

Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, verður gjørd henda broyting:
Í § 3, stk. 3 verður "1,0%" broytt til: "0,7%".

§ 5

Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 109 frá 20. desember 2002, verða gjørdar hesar broytingar:
Í §§15, stk. 2, 16, stk. 3 og 18, stk. 3 verður "1%" broytt til: "0,7%".

§ 6

Í løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønhæddaravgjald, sum broytt við løgtingslóg nr. 95 frá 29. desember 1998, verður gjørd henda broyting:
Í § 6, stk. 5 verður "1,5%" broytt til: "0,7%".

§ 7

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 100 frá 20. desember 2002, verða gjørdar hesar broytingar:
Í §§ 22, stk. 2 og 32, stk. 4 verður "1%" broytt til: "0,7%".

§ 8

Í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 92 frá 10. desember 2002, verða gjørdar hesar broytingar:
Í § 30a verður tvær staðni "1%" broytt til: "0,7%".

§ 9

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2004.

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar
Við hesum lógaruppskoti mælir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum til at lækka rentuna, ið flestu skatta- og avgjaldslógir áleggja teimum at gjalda, ið koma í eftirstøðu til landskassan. Nú í nógv ár hevur henda renta í flestu førum verið 1% um mánaðin. Sagt hevur verið, at renta av skuld til tað almenna ongantíð skuldi vera so lág, at tað kundi loysa seg hjá likamligum og fysiskum persónum heldur at hava skuld til tað almenna enn skuld til aðrar vanligar fíggjarstovnar, eitt nú bankar og sparikassar. Tá samanborið verður við lága rentustøðið í dag, metir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tað tí vera ráðiligt at lækka hesa rentu úr 1% niður í 0,7%, uttan at umrødda óskrivaða regla verður brotin.

Kunngerðir, ið verða útskrivaðar við heimild í teimum løgtingslógum, ið her verða skotnar upp at broyta, og sum hava reglur um rentur, verða broyttar av landsstýrismanninum í fíggjarmálum, um hetta uppskotið til løgtingslóg verður samtykt av Løgtinginum, og staðfest og kunngjørt av løgmanni.

Kapittul 2. Avleiðingar av lógaruppskotinum
Tað ber ikki til, sum er, at siga nakað ítøkiligt um, hvørjar fíggjarligar avleiðingar lógaruppskotið hevur við sær.

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur við sær fyrsitingarligar avleiðingar.

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur avleiðingar við sær fyri umhvørvið ella í mun til altjóða avtalur og reglur.

Mett verður heldur ikki, at uppskotið hevur við sær sosialar avleiðingar.

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Ja

Fyrisitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
     

Nei

 

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

Til §§ 1-8
Talan er um eina dagføring av galdandi prosentsatsum, sum hava samband við, at rentustøðið er fallið.

Til § 9
Skotið verður upp, at løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 2004.

1. viðgerð 14. november 2003. Tingmálini nr. 18/2003, nr. 19/2003 og nr. 21/2003 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 18. november 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 11. november 2003, og eftir 1. viðgerð tann 14. november 2003 er tað beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 18. november 2003.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 20. november 2003. §§ 1 til og við 9 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 25. november 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 121 frá 01.12.2003