23  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttarvedding v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit

Ár 2003, 11. november, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttarvedding v.m.

§ 1

Í løgtingslóg nr. 34 frá 23. apríl 1999 um ítróttarvedding v.m. verður í § 9, stk. 1 "3 mánaðir" broytt til: „6 mánaðir".

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.  

Kap.1. Almennar viðmerkingar
Orsøkin til uppskotið um hesa lógarbroyting er, at Sp/f Ítróttarvedding hevur gjørt nýggja avtalu við Dansk Tipstjeneste A/S av tí, at lóggávan á hesum øki í Danmark er broytt soleiðis, at Føroyar ikki longur fáa eina ávísa prosentupphædd av yvirskotinum frá tí danska spælinum.

Sambært avtaluni millum Sp/f Ítróttarvedding og Dansk Tipstjeneste A/S verður ein endalig uppgerð fyri Føroyar ikki tøk fyrr enn eftir aðalfundin hjá Dansk Tipstjeneste A/S, sum verður hildin í seinasta lagi 1. mai árið eftir roknskaparárslok. Hetta er ikki innan fyri teir 3 mánaðirnar, sum ásettir eru í § 9, stk. 1 í løgtingslóg nr. 34 frá 23. apríl 1999 um ítróttarvedding v.m. sum er orðað soleiðis:

"Árliga avlopið hjá Sp/f Ítróttarvedding verður, aftaná avsetingar til fyrisiting, innan 3 mánaðir eftir roknskaparárslok býtt soleiðis til hesi feløg og stovnar at nýta til almannagagnlig endamál:..."

Løgmálaráðið metir ikki, at ein slík avtala er í samsvari við § 9, stk. 1 í lógini, tí um eitt møguligt avlop ella hall roknskapartekniskt verður flutt til árið eftir, snýr tað seg ikki um eina rættvísa mynd av roknskapinum og tí árliga avlopinum.

Sambært § 6 í lógini skal landsstýrismaðurin góðkenna eina avtalu millum Sp/f Ítróttarvedding og Dansk Tipstjeneste A/S. Av tí at landsstýrismaðurin ikki kann góðkenna avtaluna, orsakað av ásetingini í § 9, stk. 1, verður mælt til at broyta hesa áseting, soleiðis at teir 3 mánaðirnir verða broyttir til 6 mánaðir.

Ein fyrimunur við at broyta hesa áseting er, at broytingin fer at hava við sær, at ásetingin um útlutan av avlopinum hjá Sp/f Ítróttarvedding verður meira lík reglunum í smápartafelagslógini. Sambært § 50 í smápartafelagslógini skal aðalfundur haldast innan 6 mánaðir eftir roknskaparárslok. Sp/f Ítróttarvedding er fevnt av reglunum í smápartafelagslógini, tó við teimum undantøkum, ið eru nevnd í § 3 í lógini um ítróttarvedding.

Málið hevur skund orsakað av, at Dansk Tipstjeneste A/S ikki vil flyta nakran pening til Føroyar, fyrr enn avtalan er góðkend av landsstýrismanninum.

Ummæli
Uppskotið hevur ikki verið til ummælis, men Sp/f Ítróttarvedding er samt við Løgmálaráðið í, at um Løgmálaráðið metir, at broytingin er neyðug fyri at tryggja, at avtalan er í samsvari við lógina, eigur broytingin at verða framd skjótast gjørligt.

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum
Mett verður ikki, at uppskotið hevur fíggjarligar, umsitingarligar, umhvørvisligar, sosialar ella aðrar avleiðingar við sær.

Tó skal verða gjørt vart við, at verður árliga avlopið býtt til feløgini innan 6 mánaðir eftir roknskaparárslok í staðin fyri innan 3 mánaðir, merkir tað fyri tey, ið fáa peningin at nýta til almannagagnlig endamál, at peningurin verður útgoldin 3 mánaðir seinni enn eftir galdandi reglum.

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

(Ja)

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

Nei

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1
Áseting um, at árliga avlopið hjá Sp/f Ítróttarvedding verður býtt út innan 6 mánaðir eftir roknskaparárslok í staðin fyri eftir núverandi áseting, sum er innan 3 mánaðir eftir roknskaparárslok.

Til § 2
Áseting um gildiskomu.

1. viðgerð 18. november 2003. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 4. desember 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 11. november 2003, og eftir 1. viðgerð tann 18. november 2003 er tað beint rættarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 20. november og 4. desember 2003.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. 

Minnilutin (Kristian Magnussen) tekur undir við uppskotinum, men hevur hesar viðmerkingar.

Løgtingsgrannskoðararnir hava bæði, tá landskassaroknskapirnir fyri ár 2000 og 2001 vórðu lagdir fyri Løgtingið, víst á, at ymsir studningar verða veittir uttan nøktandi mannagongdir og eftirlit.

Í uppskotinum til samtyktar fyri ár 2000 førdu løgtingsgrannskoðararnir m.a. fram, at

"Vísandi til s. 107–113 verður umsitingin av studningi til mentanarendamál umrødd. Landsgrannskoðanin heldur umsitingina sum heild vera fløkta og óskipaða, og vera merkta av tvørrandi heimild at áseta greið og einsháttað krøv. Í ávísan mun er talan um fleirfalda málsviðgerð av somu umsóknum til sama endamál, og Landsgrannskoðanin heldur tørv vera á eini sanering/uppruddan viðvíkjandi stuðulsgrundarlagi/-lóggávu og stuðulsumsitingini, so endamál og treytir o.a. verða greiðari, og so at tað slepst undan dupultarbeiði. Mentamálastýrið er samt við Landsgrannskoðanini og vónar, at ruddað kann verða upp á hesum øki við einari komandi listastuðulslóggávu.
Landsgrannskoðanin vísir eisini á, at trupulleikarnir viðvíkjandi stuðulsumsiting er ikki eitt serfyribrigdi hjá landsstýrismanninum í mentamálum. Nógvu og truplu spurningarnir um stuðulslóggávu og umsiting av stuðulsjáttanum vórðu viðgjørdir á skeiði í september 2001, saman við umboðum fyri øll aðalstýri. M.a. vóru lógirnar um Granskingargrunnin, Vinnuframagrunnin, Mentanargrunnin umframt stuðulsskipanir innan fiskivinnu- og almannaøkið til viðgerðar. Niðurstøðan var, at stórur tørvur er á at bøta um stuðulslóggávuna og stuðulsumsitingina. Løgtingsgrannskoðararnir hava áður mælt til, at Løgmansskrivstovan átekur sær ein virknan og samskipandi leiklut í arbeiðinum at bøta um verandi stuðulslóggávu"

Tá uppskotið um at góðkenna landskassaroknskapin fyri ár 2001 varð lagt fyri tingið, førdu løgtingsgrannskoðararnir m.a fram, at

"Alment um stuðulslóggávu og stuðulsumsiting, s. 40: Í seinastu uppskoti til samtyktar varð umrøtt, at Landsgrannskoðanin hevði víst á, at nógvar studningsjáttanir verða bert lýstar við fáum orðum í viðmerkingunum til fíggjarlógina. Fleiri stovnar/feløg kunnu fáa studning til somu endamál frá fleiri stuðulsjáttanum. Umsitingin av studningi er á fleiri økjum fløkt og óskipað, og er merkt av tvørrandi heimild at áseta greið og einsháttað krøv í sambandi við málsviðgerð og útgjalding. Løgtingsgrannskoðararnir mæltu til, at Løgmansskrivstovan átók sær ein virknan og samskipandi leiklut til tess at bøta um verandi stuðulslóggávu. Ongar ábøtur eru framdar, men løgmaður hevur heitt á Fíggjarmálaráðið um at leiða eina arbeiðsbólk hesum viðvíkjandi."

Eitt samt løgting samtykti roknskapirnar fyri 2000 og 2001og harvið eisini tilmælini frá løgtingsgrannskoðarunum. Seinast minnilutin frætti um, hvussu tað gekk við arbeiðinum at bøta um stuðulslóggávurnar, hevði landsstýrið onki gjørt við málið. Veddingarpengarnir eru ein partur av hesum sama trupulleika. Løgmálaráðið fær pengarnar frá danska fíggjarmálastýrinum og letur einum partafelag ávísan part av pengunum. Partafelagið lutar so peningin út til ávís feløg, ið lata peningin víðari til onnur feløg. Harumframt fer kostnaðurin av partafelagsumsitingini burturav pengunum. Landsstýrismaðurin tryggjar sær ikki, at peningurin verður brúktur til tey endamál, hann er ætlaður, tí at ongin eftirmeting verður gjørd av, um peningurin er brúktur til endamálini, ella um hann t.d. er settur á bók. Minnilutin átalar, at landsstýrið ikki hevur sett orku av til at fáa greiðu á viðurskiftunum, sum eitt samt løgting hevur heitt á tað at gera. 

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval var 20. januar 2004, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.