25  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíðarundirvísing

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 11. november, legði Annita á Fríðriksmørk, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíðarundirvísing

§1

Í løgtingslóg nr. 70 frá 30. juni 1983 um frítíðarundirvísing v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 13, stk. 1 verða orðini "Leiðarin av kommununnar skúlaverki" broytt til: " Skúlaleiðarin ella annað fólk, ið hevur samsvarandi útbúgving,"
  2. § 13, stk. 2 verður orðað soleiðis: " Stk. 2. Um so er, at ein kommuna hevur fleiri skúlaleiðarar, so setir kommunan ein av skúlaleiðarunum ella annað fólk, ið hevur samsvarandi útbúgving, at taka sær av tí í stk. 1 nevnda verkevni. Landsstýrismaðurin skal góðkenna setanina."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Sambært galdandi reglum í § 13, stk. 1 og 2 í løgtingslóg um frítíðarundirvísing er tað bert skúlaleiðarar ella leiðandi skúlaleiðarar, sum kunnu setast sum leiðarar av frítíðarundirvísingini í kommununum. Henda ásetingin er óheppin, tí í størru kommununum er frítíðarundirvísingin so víðfevnd, at tað er ov stórt arbeiðsøki hjá einum fólkaskúlaleiðara bæði at vera leiðari í fólkaskúlanum og í frítíðarundirvísingini. Serliga í teimum báðum størstu kommununum í landinum hevur ásetingin í lógini volt trupulleikar, tí arbeiðsbyrðan hjá skúlaleiðarum í størru skúlunum er so stór, at tað í nógvum førum er ómøguligt at røkja bæði leiðarastørvini um somu tíð. Galdandi lóg heimilar ikki at seta onnur enn fólkaskúlaleiðara til leiðarar í frítíðarundirvísingini. Fólkaskúlaleiðarar hava í fleiri førum borið seg undan uppgávuni.

Um uppskotið um broyting í løgtingslógini um frítíðarundirvísing verður samtykt, kunnu fólk við samsvarandi útbúgving sum fólkaskúlaleiðarar setast í starv sum leiðarar av frítíðarundirvísingini. Tað verða nú kommunustýrini, sum seta leiðaran fyri frítíðarundirvísingina í starv.

Kap. 2. Avleiðingar

  1. Fíggjarligar avleiðingar
  2. Ongar avleiðingar fyri land ella kommunur

  3. Fyrisitingarligar avleiðingar
  4. Sambært uppskotinum seta kommunurnar nú leiðaran fyri frítíðarundirvísingina í starv.

  5. Umhvørvisligar avleiðingar
  6. Ongar

    d. Avleiðingar í skema:

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar  Nei Nei Nei Nei Nei
Umsitingarligar avleiðingar  Ja Ja Ja Nei Nei
Umhvørvisligar avleiðingar  Nei Nei Nei Nei Nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur  Nei Nei Nei Nei Nei
Sosialar avleiðingar    

 

 

  Nei

 

 

 

Uppskotið er sent til hoyringar hjá:

  1. Føroya Kommunufelag
  2. Kommunusamskipan Føroya
  3. Føroya Lærarafelag

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 13

Sambært stk. 1 og 2 skal leiðarin fyri frítíðarundirvísingina hava útbúgving samsvarandi fólkaskúlaleiðarum, og hetta er sambært fólkaskúlalógini læraraútbúgving.

1. viðgerð 19. november 2003. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 25. november 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 11. november 2003, og eftir 1. viðgerð tann 19. november 2003 er tað beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 25. november 2003.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 2. desember 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 4. desember 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 124 frá 10.12.2003