27  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð

Ár 2003, 25. november, legði Marjus Dam, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi  

U p p s k o t

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 9. apríl 2003 verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 3 verður "Persónvognar" broytt til "Persónvognar og motorsúkklur við motorstødd yvir 50 cm3"
  2. § 11, 2. pkt. verður strikað.

§ 2.

Løgtingslógin fær gildi 1. januar 2004.

Viðmerkingar:
Seinastu árini er ein øking farin fram í innflutningi av motorsúkklum til Føroyar.

Um hugt verður eftir aldri av hesum akførum sæst, at meginparturin eru eldri motorsúkklur, t.v.s meiri enn 5 ára gamlar motorsúkklur. Sí talvu.

Uppskotsstillarin metir, at tað hevði verið til frama fyri trygdina á okkara vegum, um fólk høvdu havt møguleika at keypa nýggjari akfør, tí stórt sæð kann sigast, at ein nýggj motorsúkkla er tryggari enn ein gomul. Ikki bert tí at hon er nýggj, men eisini tí at ábøtur alla tíðina henda á tekniska økinum, ið gera akfør betri og tryggari – eisini motorsúkklur. T.d. kann nevnast, at fleiri nýggjar motorsúkklur í dag hava ABS bremsur.

Uppskotsstillarin metir, at tá avgjaldið á sinni lækkaði á bilum, hevði verið rímiligt, at tað sama eisini varð gjørt við avgjaldið á motorsúkklum. Tá var frammi, at avgjaldið ikki skuldi lækka fyri at forða fyri, at hesi akfør komu til landi. Men ásannast má, at hesin avgjaldspolitikkur hevur tálmað innflutningi av nýggjum motorsúkklum, men ikki gomlum. Harvið fremur avgjaldspolitikkurin innflutningi av meira ótryggum motorsúkklum heldur enn meira tryggum.

Høga avgjaldið, ið er lagt á motorsúkklur er helst høvuðsorsøkin til, at nærum eingin nýggj motorsúkkla verður keypt her á landi, hóast innflutningurin er øktur nógv seinastu árini.

Uppskotsstillarin metir, at tíðin nú er komin til at harmonisera avgjaldið á motorsúkklum til avgjaldið á bilum.

Tað fer at økja um innflutningin av nýggjum motorsúkklum, og harvið økja um tryggleikan á okkara vegum.

Mett verður, at landskassin fær eina økta inntøku í avgjaldi í mun til lógina í dag. Hetta orsakað av, at innflutningurin av nýggjum motorsúkklum fer at økjast, samstundis sum innflutningurin av eldri motorsúkklum fer at minka.

Tað verður ikki roknað við, at innflutningurin av motorsúkklum fer at ávirka innflutningin av bilum, tí bilar og motorsúkklur hava einki við hvørt annað at gera.

Um hugt verður eftir tølunum fyri skráseting av akførum sæst, at meðan mest nýggir bilar verða innfluttir, so verður í stóran mun brúktar motorsúkklur innfluttar.

Seinastu tølini fyri innflutningi av akførum(skrásett pr. 01.10.03):

Brúkt

Nýggj

persónbilar

151

1199

MC (yvir 50 cm3)

83

7

Viðm.: Ellisakfør eru ikki íroknað innflutn.tølini (5 mc og 4 bilar). 

Um hugt verður eftir innflutningi av motorsúkklum seinastu árini sæst til pr 01.10.03

Ár

2000

2001

2002

01.10.2003

Tilsamans

Nýggjar

5

2

4

7

19

Gamlar

15 (75%)

31(94%)

32(89%)

88(93%)

166(90%)

Íalt

20

33

36

95

185

Tað vil siga, at 90 procent av motorsúkklunum, ið verða innfluttar til Føroyar, eru gamlar motorsúkklur. Av bilum verða 11 % innfluttir gamlir, ímeðan 89 % eru nýggir.

Avgjaldskipanin er ein av orsøkunum til, at støðan er sum hon er. Tað sæst av niðanfyri nevnda dømi: Um ein persónur keypir eina nýggja motorsúkklu fyri 161.206. kr., fara 100.000 kr til landskassan í avgjøldum.

Um nevnda broyting verður framd, so kemur sama motorsúkkla at kosta uml 113.000 kr . Avgjaldið verður 51.425 kr

Hóast avgjaldi fer niður, so verður mett, at landskassin fer at fáa eina økta inntøku í avgjaldi av motorsúkklum, eins og tað hendi, tá í avgjaldið av bilum varð lækkað á sinni.

Eisini skal ein hava í huga, at landið umframt avgjaldið av sjálvari motorsúkkluni eisini fær inn avgjald av klæðum, hjálmum og aðrari trygdarútgerð, hóast avgjaldið av motorsúkklum verður sett niður sum nevnt í hesum uppskoti.

1. viðgerð 2. desember 2003. Málið beint í fíggjarnevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval var 20. januar 2004, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.