28  Uppskot til  løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn

Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð

Ár 2003, 2. desember, legði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn 

§ 1. Veittur verður mánaðarligur minstiforvinningur til útróðrarmenn, búsitandi í Føroyum, sum eru á útróðri á føroysku landleiðunum við føroyskt skrásettum fiskiførum, tá allar treytir í hesi lóg og kunngerðum settar í gildi við heimild í hesi lóg eru loknar.

§ 2. Fiskifarið sambært § 1 skal hava avreitt í minsta lagi fyri í meðal kr. 75.000 fyri hvønn tilmeldaðan mann seinastu 6 mánaðirnar frammanundan, og í minsta lagi fyri kr. 15.000 fyri hvønn tilmeldaðan mann seinastu 2 mánaðirnar frammanundan.
Stk. 2. Eru treytirnar í stk. 1 ikki loknar vegna serligar umstøður, eitt nú brek á ella útskiftan av fiskifari v.m., kann frávik gerast 1 ferð í einum álmanakkaári, um sannlíkindi eru fyri, at fiskifarið hevði komið undir skipanina, um tað hevði verið í vinnu.
Stk. 3. Frávik sambært stk. 2 verður bert loyvt, um skrivlig umsókn saman við neyðugum próvtilfari er til skjals.
Stk. 4. Við eigaraskifti fylgir avreiðingarvirðið fiskiloyvinum.

§ 3. Bátsformaðurin, ella hann, ið virkar sum bátsformaður, skal fyri hvønn mánað lata Lønjavningarstovuni skrivliga tilmelding við navni á fiskifari og lista yvir manningina, undirskrivað av manning og bátsformanni. Tilmeldingin skal vera Lønjavningarstovuni í hendi í seinasta lagi fyrsta arbeiðsdag í mánaðinum, sum ætlanin er at koma undir skipanina.
Stk. 2. Til fiskifør undir 15 tons kunnu í mesta lagi 4 menn vera tilmeldaðir, til fiskifør millum 15 og 20 tons 5 menn, til fiskifør millum 20 og 40 tons 6 menn og til fiskifør størri enn 40 tons 7 menn. Av teimum tilmeldaðu kunnu 2 vera egnarar á landi. Tons sambært hesi løgtingslóg merkir tonsatal brutto (BT) ella skrásett brutto tons (BRT), sum til eina og hvørja tíð tilskilað á málibrævi ella máliprógvi.
Stk 3. Kemur avloysari, ella nýggjur maður, við á fiskifar fyri annan mann, ella fer maður av fiskifari, boðar bátsformaðurin skrivliga Lønjavningarstovuni frá hesari broyting innan 14 dagar.
Stk. 4. Verður tilmeldað fiskifar selt ella endaliga tikið úr vinnu, steðgar veitingin av minstaforvinningi frá hesum degi.
Stk. 5. Manning á fiskifari, sum kemur undir skipanina við minstaforvinningi sambært hesi løgtingslóg, kann ikki í sama mánaði koma undir hesa skipan við fleiri fiskiførum, ella skipanina við minstuløn og dagstudningi í sama tíðarskeiði.

§ 4. Mánaðarligur minstiforvinningur til útróðrarmenn er um mánaðin 90 vanligar tímalønir sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevara-felag.
Stk. 2. Minstiforvinningurin verður skerdur við 65 oyrum fyri hvørja krónu, sum útróðrarmaðurin hevur forvunnið í aðrari inntøku, fiskipartur íroknaður.
Stk. 3. Fiskipartur sambært hesi lóg verður roknaður sum 42% av bruttoavreiðingar-virðinum, býtt við í mesta lagi tilmeldaða manningartalinum, sambært stk. 2.
Stk. 4. Fyri A-inntøku og skattafríar veitingar verður minkingin sambært stk. 2 roknað í mun til ta upphædd, sum útróðrarmaðurin sambært samtíðarskatta-skipanini hevur fingið útgoldið í mánaðinum, sum minstaforvinningur verður veittur fyri, uttan mun til nær henda inntøka er forvunnin.
Stk. 5. Av minstaforvinningi verður ikki roknað frítíðarløn.

§ 5. Skipanin við minstaforvinningi sambært hesi lóg verður umsitin av Lønjavningarstovuni.
Stk. 2. Minstiforvinningur verður avroknaður so skjótt, sum váttað mánaðaravrokning er til skjals, tó í fyrsta lagi aftaná 15. í mánaðinum eftir, at hann er vunnin.
Stk. 3. Mánaðaravrokning skal latast Lønjavningarstovuni, áðrenn hon er 3 mánaðir gomul
Stk. 4. Á mánaðaravrokningini skal greitt framganga, hvør hevur verið við hvønn dag.
Stk. 5. Minstiforvinningur verður roknaður í mun til, nær manningin hevur verið við.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin hevur heimild í kunngerð at áseta nærri reglur til útinning av hesi løgtingslóg.

§ 6. Lønjavningarstovuni verður heimilað at útvega neyðugar upplýsingar til fyrisiting av hesi løgtingslóg, og avvarðandi stovnar, vinnufeløg ella einstaklingar hava skyldu at lata neyðugt próvtilfar í sambandi við útinningina av hesum stuðulsreglum.

§ 7. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2004. Samstundis fer úr gildi løgtinglóg nr. 166 frá 29. desember 1997 um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Endamál og orsøk
Endamálið við lógarbroytingini er at dagføra skipanina við mánaðarligum minstaforvinningi til útróðrarmenn, og gera lógina greiðari at umsita við størri gjøgnumskygni.

Harumframt er endamálið at fremja tann niðurskurð í verki, sum játtanin til inntøkutrygd ætlandi fær á fíggjarlógini 2004.

Havandi í huga, at uppskotið ger tillagingar og dagføringar í mest sum øllum greinum í mun til verandi lóg, verður mett skilabest við einari nýggjari lóg heldur enn einari broytingarlóg.

Galdandi lóggáva
Galdandi lóggáva er løgtingslóg nr. 166 frá 29. desember 1997 um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn, ið hevur sín uppruna í eini skipan, ið kom í 1975.

Samandráttur
Við hesum lógaruppskoti verður mánaðarligi minstiforvinningurin dagførdur í mun til lønarlagið á landi, so neyðugt verður ikki við lógarbroyting frameftir, til tess at broyta upphæddina til mánaðarligan minstaforvinning.

Harumframt verða sparingarnar á fíggjarlógini, sum avtalaðar í samgonguni, gingnar á møti.

Uppskotið hevur verið til hoyringar í Fíggjarmálaráðnum og í Fiskivinnuráðnum.

Fíggjarmálaráðið hevði ongar viðmerkingar til sjálvt lógaruppskotið, men boðaði frá, at ein avleiðingarmeting vantaði.

Fiskivinnuráðið hevði hesar viðmerkingar: "Ráðið tekur ikki undir við lógaruppskotinum, tí talan er um munandi inntriv og niðurskurð í minstaforvinninginum.

Mælt verður til, at lógaruppskot hesum viðvíkjandi verður gjørt í neyvum samstarvi við avvarðandi feløg."

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

Útreiðslurnar til minstaforvinning hava síðani seinastu lógarbroyting í 1997 verið hesar: -

- 1997 29,5 mió
- 1998 18,3 mió
- 1999 18,6 mió
- 2000 11,2 mió
- 2001 10,3 mió
- 2002 8,2 mió
og fram til 1. oktober 2003 7,4 mió

Sum sæst, var munandi lækking, eftir at lógin frá 1997 kom í gildi.

Undir skipanini við minstaforvinningi vóru í 2002 gott 200 bátar við eini manning upp á 330.

Í meðal fyri hvønn tilmeldaðan mann í 2002 er mánaðarligi minstiforvinningurin sostatt kr. 2.070 um mánaðin.

Í lógini er upphæddin sett til 90 vanligar tímalønir, sum við galdandi tímaløn gevur kr. 8.685 um mánaðin. Hóast hetta er ein hækking, verður mett, at aðrar broytingar fara at minka um landskassans útreiðslur.

Skerjingin av minstaforvinninginum er sambært uppskotinum sett til 65%, soleiðis at stuðulin minkar skjótari og fellur burtur, tá inntøkan er komin upp á kr. 13.300 í mun til áður kr. 16.400.

Samstundis sum kravda avreiðingarvirðið seinasta 6 mánaðaskeiðið er økt frá kr. 54.000 til kr. 75.000, er áseting gjørd um, at ávíst avreiðingarvirði eisini skal vera fyri tveir teir seinastu mánaðirnar.

Hækkingin upp á kr. 21.000 fer at hava við sær eina árliga minking í útreiðslunum. Havandi í huga, at fleiri faktorar gera seg galdandi, er trupult at koma fram til rætta talið. Hóast hetta hava útrokningar víst, við atliti at tølunum fyri farna árið, at verður henda broyting samtykt, fer tað at hava við sær eina árliga sparing upp á uml. 2,5 mió. kr.

Sambært uppskotinum verða nú ikki einans A-inntøkur, men somuleiðis skattafríar veitingar og aðrar veitingar lagdar afturat fiskipartinum.

Sum heild verður við hesari lógini endamálið við skipanini um mánaðarligan minstaforvinning betur rokkið, tí nú verður ein lutfalsligur hægri stuðul veittur teimum útróðrarmonnum við einari lágari inntøku, samstundis sum sparingar á øðrum økjum fara at røkka setningum at halda seg til ætlaðu játtanina á fíggjarlógini.

Lógaruppskotið verður mett at hava tær fíggjarligu avleiðingar við sær, at útreiðslurnar hjá landskassanum minka samsvarandi minkingini í útgjaldinum av minstaforvinningi til útróðrarmenn.

Mett verður, at tað fær lítlar ella ongar umsitingarligar avleiðingar fyri landið, tó við tí undantaki, at fyrisitingin fær eina allýsta lógarásetta heimild at útvega upplýsingar, um neyðugt, frá viðkomandi pørtum.

Mett verður ikki, at altjóða reglur og avtalur verða settar til síðis við hesi lóg. 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Ja

Ja

Ja

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja/Nei

Nei

Nei

Nei

Ja/Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

Nei

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1
§ 1 staðfestir skipanina um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn og ásetir høvuðskrøvini. Tað eru sambært § 1 einans útróðrarmenn búsitandi í Føroyum, ið kunnu koma undir skipanina við minstaforvinningi.

Einans útróðrarmenn við føroyskt skrásettum fiskiførum kunnu koma undir skipanina við minstaforvinningi.

Bátar, tilmeldaðir bátayvirlitinum, eru síðustillaðir við skrásett fiskifør í Føroya Skipaskrá.

Til § 2
Í § 2 er ásett, at avreiðingarvirðið seinastu 6 mánaðirnar skal vera í minsta lagi kr. 75.000 fyri hvønn tilmeldaðan mann í mun til kr. 54.000, sum var kravt sambært gomlu lógini. Somuleiðis verður nýtt krav sett um, at fyri teir seinastu 2 mánaðirnar skal fiskifarið hava avreitt fyri minst kr. 15.000 ella meira fyri hvønn mann.

Kravið til avreiðingarvirðið verður sostatt hækkað við kr. 21.000 fyri hvørjar 6 mánaðir fyri hvønn mann í meðal. Hækkingin er ásett fyri at tálma útreiðslunum av skipanini, somuleiðis sum hetta verður hildið at vera ein sámilig og varislig hækking.

Ásett er í stk. 2, at frávik kunnu gerast frá høvuðsregluni í stk. 1 í mesta lagi eina ferð um árið. Ásett er eisini, at frávik bert kann gevast, um fiskifarið annars hevði kunna verið fevnt av løgtingslógini. Eitt nú um fiskifarið liggur í ein mánað vegna t.d. motorbrek, skal ikki vanta meira í avreiðingarvirðið enn 1/6 av kr. 75.000.

Ásetingin í stk. 4 er nýggj og ásetir, at við eigaraskifti av fiskifari fylgir avreiðingarvirðið fiskiloyvinum.

Til § 3
Í stk. 1 er ásett sum treyt, at bátsformaðurin skal lata Lønjavningarstovuni tilmelding fyri hvønn mánað í seinasta lagi fyrsta arbeiðsdag í mánaðinum, sum ætlanin er at koma undir skipanina.

Í stk. 4 er ásett, at tá fiskifar endaliga verður tikið úr vinnu, eitt nú selt, ræðisavmarkað, søkkur ella gerst vrak, steðgar veitingin av minstaforvinningi frá hesum degi.

Skipanin við minstaforvinningi til útróðrarmenn varð sett í gildi til tess at tryggja inntøkuviðurskifti útróðrarmanna. Ásetingin í stk. 5 forðar fyri, at veittur verður stuðul frá hesi skipan við fleiri fiskiførum samstundis ella veiting frá skipanini við minstuløn og dagstudningi fyri sama tíðarskeið.

Avmarkingin fevnir ikki um aðrar skipanir enn hesa og skipanina við minstuløn og dagstudningi.

Til § 4
Ásetingin í stk. 1 broytir háttin, mánaðarligur minstiforvinningur verður útroknaður, sum áður var ein føst upphædd í lógini.

Mánaðarligur minstiforvinningur er ásettur at vera 90 vanligar tímalønir, tað er sambært galdandi sáttmála kr. 8.685 um mánaðin.

Við hesari broyting fer minstiforvinningurin at fylgja lønargongdini í samfelagnum annars og fer frameftir at verða ásettur eftir sama leisti sum minstaløn og dagstudningur.

Í fyrstu atløgu fer henda áseting at hækka minstaforvinningin við kr. 485 um mánaðin frá kr. 8.200 til kr. 8.685, hetta verður mett at vera ein varislig og forsvarlig dagføring.

Samstundis sum minstiforvinningurin hækkar, økist skerjingin sambært stk. 2 frá 50% til 65% eins og minstalønin. Hetta merkir, at minstiforvinningurin minkar skjótari og fellur heilt burtur, tá inntøkan er komin upp á kr. 13.300 í mun til áður kr. 16.400.

Stk. 3 ásetir fiskipart at vera 42% av avreiðingarvirðinum, býtt við tilmeldaða manningartalinum. Í teimum førum, tá avrokningin vísir størri fiskipart, verður hesin nýttur sum útrokningargrundarlag.

Í stk. 4 er ásett, at tað ikki einans verður mótroknað av A-inntøku, men eisini av skattafríum veitingum, sum verða veittar gjøgnum samtíðarskattaskipanina, eitt nú lestrarstuðul, fólkapensjón, forsorg, ALS v.m.

Til § 5
Lønjavningarstovan fyrisitur skipanina við mánaðarligum minstaforvinningi til útróðrarmenn.

Í stk. 2 verður ásett, nær minstiforvinningur verður avroknaður, og skal hetta vera gjørt í fyrsta lagi aftaná 15. í mánaðinum eftir, at hann er vunnin.

Sum nýggj áseting í stk. 3 er ásett ein 3 mánaða freist at lata inn avrokningina.

Ásetingarnar í § 5, stk. 4 og 5 merkir, at ikki ber til at avrokna eina størri manning enn ta upprunaligu tilmeldaðu manningina í byrjanini av mánaðinum.

§ 5 inniheldur umsitingarligar ásetingar, og í stk. 6 verður heimilað landsstýrismanninum at áseta nærri reglur um leiðreglur, til tess at lógin verður umsitin á bestan hátt.

Til § 6
Við hesi broyting fær fyrisitingin betri møguleika at kanna, um viðurskiftini, viðvíkjandi treytunum at fáa útgoldið sambært løgtingslógini, eru í lagi.

Til § 7
Úr gildi fer løgtinglóg nr. 166 frá 29.12.1997 um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn.

Av umsitingarligum fyrimunum verður mælt til, at lógin fær gildi frá einum 1. í mánaðinum.

1. viðgerð 4. desember 2003. Málið beint í vinnunevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval var 20. januar 2004, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.