29  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning

A. Upprunavuppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. Broytingaruppskot
G. 2. viðgerð
H. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2004, 18. februar, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning

§ 1

Í løgtingslóg nr. 82 frá 15. mai 2001 um fólka- og farmaflutning, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 6. mai 2003, verður gjørd henda broyting:

Í § 4 verður aftan á stk. 3 sum nýtt stykki sett:
"Stk. 4. Øll umsiting av nýggja suðuroyarskipinum, íroknað rakstur og planlegging, verður løgd í Suðuroynni, tá ið skipið kemur í sigling."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. oktober 2004.

Viðmerkingar:
Í løgtingslóg nr. 82 frá 15. mai 2001 er ásett, hvørjar sjófarleiðir, ið Strandfaraskip Landsins (SL) skulu røkja. Fyritøkan er skipað undir Vinnumálaráðnum og skal sambært reglugerð frá 22. januar 1997 í størst møguligan mun rekast á handilsligum støði.

Smyril er størsta ferðamannskipið í almenna reiðarínum og lívæðrin hjá suðringum á samferðsluøkinum.

Í 1996 varð annað suðuroyarskipið, Teistin, selt uttan orð ella tal, og lá suðuroyarleiðin í svartasta vónloysi, til farið varð undir at dagføra hana, so skjótt sum samgongan tók við í 1998.

Fleiri ábøtur eru framdar á farleiðini seinastu árini. Túratalið er hækkað upp í tvær ferðir um dagin hvønn dag í vikuni, meðan ætlanin við nýggja Smyrli var at røkka enn longur framá í setningi okkara frá 1998 um at dagføra siglingina um Suðuroyarfjørð við enn hægri túratali.

Nýggi Smyril er ávegis. Hann er nakað størri enn hesin, og sáttmálakostnaðurin er 40,45 mió evrur, ella um 300 mió.kr. Hann verður klárur at seta í sigling í oktober í ár.

SL er partur av almennu játtanarskipanini og fevnd av reglunum um mánaðarligar roknskapir og framrokningar, sum skulu tryggja, at játtanin fer at halda.

Roknskapartølini hjá Strandfaraskipum Landsins vísa ein ógvusligan lønarvøkstur upp á heili 44% yvir 5-ára skeiðið 1998 – 2002.

Lønarútreiðslurnar eru øktar úr 50 upp í 72 mió.kr ella við við 22 mió.kr. fyri tíðarskeiðið 1998-2002, og er lønarhækkingin á almenna arbeiðsmarknaðinum bert 7,5 mió.kr. av hesi upphædd.

Lønir v.m. 1998 50 mió.kr.
-"- 1999 54 mió.kr.
-"- 2000 62 mió.kr.
-"- 2001 69 mió.kr.
-"- 2002 72 mió.kr.

Sambært løgtingsfíggjarlógini lønar almenna reiðaríið 180 fulltíðarstørvum við 72 mió.kr. árliga, ella við umleið 400.000 kr. í meðal ársløn fyri hvørt fulltíðarstarvið.

Tá almenna lønarlagið liggur munandi lægri, er rættari at rokna við umleið 280 ársverkum heldur enn teimum 180, sum fíggjarlógaruppskotið sigur frá.

Lønarroknskapurin fyri 2002 er býttur upp í lønir til tær ymsu leiðirnar og til felags fyrisiting á landi.

Suðurleiðin kostar 16,1 mió.kr. í lønum. Hetta svarar til áleið 65 ársverk, sum sostatt eru knýtt at Smyrli og rakstrinum um Suðuroyarfjørð.

Felags fyrisitingin á landi, sum eisini umsitur suðurleiðina, kostar 24,3 mió.kr., harav 13 mió.kr. fara til lønir.

Hvussu stórt starvsfólkatal og hvussu stóran part av samlaðu lønarútreiðslunum, vit kunnu rokna Smyrli til á sjógvi, og hvussu stórt starvsfólkatal og hvussu stóran part av samlaðu lønarútreiðslunum, vit kunnu rokna Smyrli til á landi, sæst ikki av roknskapartølunum.

Undir fíggjarlógarviðgerðini í august 2003 varð skotið upp at flyta umsitingina av Smyrli til Suðuroyar og sostatt nærri brúkarunum, men kortini er einki hent á hesum øki enn.

19. november 2003 samtykti Løgtingið, at landsstýrismaðurin í vinnumálum skuldi svara einum fyrispurningi um hetta mál, men varð henda løgtingssamtykt tíverri ikki hildin, hóast ein røð av løgtingsfundum var áðrenn og aftaná, at svarfreistin var úti.

Eingin ivi er um, at ein røð av fyrimunum er við, at umsitingin av farleiðini liggur so nær brúkarunum sum gjørligt. Tørvurin hjá lokalsamfelagnum er eini lokalari umsiting meiri viðkomandi, og allar avgerðir viðvíkjandi planlegging, trivnaði og trygd umborð verða tiknar so nær brúkaranum sum gjørligt.

"Besta grundarlagið undir samfelagnum er virksemi og trivnaður á øllum plássum í landinum" - og – "miðað verður eftir, at møguligir nýggir almennir stovnar verða lagdir kring landið," hava vit sagt í undanfarnum samgonguskjølum, og gjørdu vit m.a. av at skráseta nýggja Smyril í Trongisvági.

Vísandi til almenna hugburðin um eisini at flyta almenn starvsfólk í útjaðaran, verður nú sóknast eftir einum vilja til at flyta eitt ávíst tal av almennum størvum til Suðuroyar at umsita egin viðurskifti.

Siglingin um Vestmannasund er niðurløgd, og tað er Skálafjarðaleiðin eisini. Tá koyrandi verður undir Lorvíksfirði fellur ferjuleiðin har burtur, og er tað ikki annað enn rímiligt, at tann strandferðsluumsitingin, ið tá verður eftir, verður løgd saman við umsitingini í Suðuroy.

Hildið verður, at raksturin gerst bíligari, verður umsitingin løgd í Suðuroy. Hølisútrreiðslurnar har eru lægri, og tørvur verður ikki á so nógvum fólki til sjálva umsitingina, meðan manningartalið - íroknað eitt hovmeistarastarv - til nýggja skipið sjálvandi kemur at fylgja galdandi reglum. 

Aðrar avleiðingar
Hildið verður ikki, at lógaruppskotið fær umhvørvisligar avleiðingar ella avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar.

1. viðgerð 25. februar 2004. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 26. mars 2004 legði fram soljóðandi

Álit

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 14. februar 2004, og eftir 1. viðgerð tann 25. februar 2004 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 11., 18. og 25. mars 2004.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum, saman við strandferðslustjóranum.

Frá strandferðslustjóranum fekk nevndin eina framløgu um bygnaðin hjá Strandferðsluni og um avleiðingar av uppskotinum og við viðmerkingumtil uppskotið.

Meirilutin í nevndini (Henrik Old, Alfred Olsen, Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg) vísir á, at sambært upplýsingunum frá strandferðslustjóranum verða avleiðingarnar av at flyta funktiónir ella deildir hjá Strandferðsluni til Suðuroyar, at dupultfunktiónir skulu upprættast, og nýggj fólk sostatt skulu setast, heildaratlit hvørva, umframt at økta fjarstøðan merkir, at dagliga samskiftið og samstarvið við hini skipini, restina av Strandferðsluni og samstarvspartnarar verður nógv truplari og kostnaðarmiklari. Nevndin fekk eisini at vita, at Strandferðslan í løtuni arbeiðir við at broyta bygnaðin, og merkir hetta m.a., at umsitingaruppgávur verða fluttar frá yvirskipaðu leiðsluni til skipararnar at umsita. Enn er tó ógreitt, hvussu nógvar uppgávur verða lagdar umborð á skipið at umsita, men greitt er, at umsitingarligu uppgávurnar hjá skiparanum verða fleiri enn í dag. Meirilutin metir tí, at Strandferðsluni skal verða givin tíð til at gera hetta arbeiðið liðugt. Annars er meirilutin eisini av tí áskoðan, at tað ikki er rætt við lóg at áseta, hvussu hesi viðurskifti eiga at verða skipað, skulu stovnar flytast, so má hetta gerast í eini politiskari semju. Meirilutin tekur tí ikki undir við uppskotinum, og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin í nevndini (Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Á tingfundi tann 1. apríl 2004 legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

Undir 1. viðgerð av tingmáli nr. 29/2003 boðaði landsstýrismaðurin í vinnumálum frá, at hann var ímóti at flyta umsitingina av Smyrli til Suðuroyar, og at øll almenn umsiting lá best og bíligast í Havn.

Fyri at tryggja sær vilja landsstýrismansins í verki hevur vinnunevndin fundast við landsstýrismannin og strandferðslustjóran og ongan annan. Ein meiriluti í nevndini hevur síðani staðfest vilja landsstýrismansins sum tann einasta rætta.

Eingin verulig roynd er gjørd fyri at fáa aðrar áskoðanir til vega, og er sostatt alt gjørt fyri at knæseta ein politikk, sum sigur, at ikki bara útjaðarin, men eisini allir firðir og øll sund í Føroyum einans kunnu umsitast úr einum skrivstovubygningi yviri við Strond í Havn.

Henda áskoðan er í skerpandi stríð við vilja Løgtingsins í tingmáli nr. 89/2002, sum Javnaðarflokkurin legði fram, og sum eitt nærum samt Løgting samtykti tann 29. apríl 2003 við 29 atkvøðum.

Vilji Javnaðarfloksins í hesum máli var at kanna, hvussu størv og møguligir partar av almennari umsiting og nýggjar umsitingar kundu flytast til útjaðaran. Hesin vilji Javnaðarfloksins tykist vera sleptur av formanninum í vinnunevndini júst nú, ið flokkurin fekk møguleika fyri at fremja hann í verki.

Javnaðarflokkurin eigur í dag leiðsluna í vinnunevndini, og umboð floksins í hesi týdningarmiklu nevnd vildu ikki gera aðrar kanningar í hesum fyri útjaðaran so týdningarmikla máli.

Javnaðarflokkurin kíkaði í staðin fyrilitaleyst tí, ið tann etableraða miðsavnandi almenna umsitingin borðreiddi fyri honum, og tók sostatt greiða frástøðu frá møguleikunum fyri at flyta nakað sum helst út úr miðstaðarøkinum.

Strandferðslustjórin upplýsti, at øll arbeiddu við øllum, og at vitjanir umborð á skipunum ikki vóru gjørligar, um ikki umsitingin lá í Havn.

Undranarvert er, at Smyril og Teistin, Ritan og Sildberin, Súlan og Másin ikki kunnu rekast av Tvøroyri, tá ið reiðaríðið hjá Mærsk, sum siglir á teimum 7 høvunum við úti við 200 skipum verður rikið av Esplanaden í Keypmannahavn.

Í privatum reiðaríum er stórur partur av umsitingini umborð á skipunum, men henda skipan verður ikki brúkt á SL enn. Har situr almen umsiting í landi og ger arbeiði, sum almen umsiting eins væl kundi gjørt umborð saman við øðrum starvi.

Strandferðslustjórin upplýsti, at miðal lønarútreiðslan á stovninum var 360.000 kr., og at talan var um 200 ársverk.

Lønarlagið tykist ógvusligt, og undranarvert er, at hetta heldur ikki hesi tíðindi elvdu til víðari metingar í sterkastu vinnupolitisku nevndini í Løgtinginum.

Upplýst er í málinum, at roknskapartølini hjá Strandfaraskipum Landsins vísa ein ógvusligan lønarvøkstur upp á heili 44% yvir 5-ára skeiðið 1998 – 2002.

Lønarútreiðslurnar eru øktar úr 50 upp í 72 mió.kr ella við 22 mió.kr. fyri tíðarskeiðið 1998-2002, og er lønarhækkingin á almenna arbeiðsmarknaðinum bert 7,5 mió.kr. av hesi upphædd.

Fólkaflokkurin fór í 1998 undir at umsita henda stovn við tí greiða málsetningi at fáa kostnaðarstøðið niður. Nú tað er komið fyri dagin, at lønarlagið á stovninum er økt við 44% hesi seks fólkafloksárini, er tað sera undranarvert, at meirilutin í vinnunevndini letur standa til, og ikki vil royna aðrar gongdar leiðir fyri at fáa ein bíligari rakstur.

SL upplýsti fyri vinnunevndini, at einki starvsfólk burturav arbeiddi við Smyrli. Løgið, at heldur ikki hesin pástandur vakti nakað forvitni, tá hugsað verður um, at seinasti ársroknskapurin varð sundurliðaður á hvørja leið sær.

Lønarmassin hjá SL var 72 mió.kr., og lønarkostnaðurin á ymsu leiðunum var:

Leirvíksleiðin verður og Skálarfjarðarleiðin er niðurløgd, og lønarkostnaðurin fer framvegis beint upp í loft. Løgið, at heldur ikki henda gongdin vakti nakað forvitni í vinnunevndini.

Niðurstøðan hjá meirilutanum í vinnunevndini er, at tað ikki ber til at liða stovnin sundur, men hetta ber sjálvandi væl til bæði verkliga og roknskaparliga, og er ikki annað enn ein vánalig undanførsla.

Fylgja vit hesi niðurstøðu, verður allur almennur lønarkostnaður frameftir plomberaður inni í Havnini, og ein sjeytummaseymur sligin inn í allar royndir at flyta nakað alment umsitingarligt virksemi nakran veg.

Suðuroyggin hevur rætt til sín part av almenna lønarlagnum, og er her ein upplagdur møguleiki fyri at vísa í verki, at til ber at fjálga um útjaðaran uttan at hækka útreiðslurnar á fíggjarlógini.

Tá meirilutin í vinnunevndini hóast hesar veruleikar ikki vil taka undir við uppskotinum, verður sett fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

Í § 1 verður § 4, stk. 4 orðað soleiðis: "Stk. 4. Øll umsiting av Strandfaraskipum Landsins, verður løgd í Suðuroynni, tá ið nýggi Smyril kemur í sigling."

2. viðgerð 1. apríl 2004. Uppskot frá Tórbjørn Jacobsen um at beina málið aftur í nevnd fall 10-0-18. Broytingaruppskot frá Hergeir Nielsen til § 1 fall 9-0-19. §§ 1 og 2 fullu 9-0-19. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.