30  Uppskot til  løgtingslóg um at keypa partabrøv í Nordatlantisk Turistselskab ApS

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2004, 3. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um at keypa partabrøv í Nordatlantisk Turistselskab ApS 

§ 1. Heimilað verður landsstýrismanninum at keypa partabrøv fyri í mesta lagi kr. 66.000 áljóðandi virði í Nordatlantisk Turistselskab ApS.
Stk. 2. Heimilað verður landsstýrismanninum at selja partabrøv fyri í mesta lagi kr. 22.000 áljóðandi virði, um so er, at avgjørt verður seinni at víðka um partaeigaraskaran í felagnum.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1: Almennar viðmerkingar
Endamálið við lógini er at fáa til vega materiella heimild fyri, at landsstýrismaðurin kann seta partapening í partafelagið Nordatlantisk Turistinformation (CVR-nr. 27231136), hvørs endamál serliga er at reka eina kunningartænastu á Norðurbryggjuni (Nordatlantens brygge) í Keypmannahavn. Kunningartænastan skal upplýsa um ferðavinnu í Íslandi, Føroyum og Grønlandi, og reka aðra vinnu í hesum sambandi. Søkt varð um fíggjarliga heimild at keypa partabrøvini í uppskotinum til eykajáttan fyri september (høvuðskonto 6.38.5.04).

Íslendska stjórnin hevur stovnað partafelagið og er í løtuni einasti partaeigari. Partapeningurin er áljóðandi kr. 132.000. Um so er, at Løgtingið tekur undir við at seta partapening í partafelagið, er ætlanin, at landsstýrismaðurin keypir helvtina av partapeninginum frá íslendsku stjórnini t.e. kr. 66.000. Grønlendska landsstýrið hevur ikki enn tikið endaliga støðu til, um tað ynskir at luttaka í samstarvinum um kunningartænastuna. Um grønlendska landsstýrið seinni ger av at luttaka, er ætlanin, at tað kann keypa partabrøv frá føroyska landsstýrinum og íslendsku stjórnini, so partapeningurin verður býttur í tríggjar líka stórar partar, ið er kr. 44.000 hvør. Tí verður við lógaruppskotinum eisini biðið um heimild til at selja burturav partapeninginum, um so er, at víðkað verður um partaeigaraskaran.

Í nevndini fyri felagnum eru vald tvey umboð fyri Ísland og tvey fyri Føroyar. Talið á nevndarlimum kann økjast, um Grønland ger av at luttaka. Nevndin velur ein stjóra at standa fyri dagliga rakstrinum, og hevur sett ein fyribils stjóra.

Lógaruppskotið hevur ikki verið sent til ummælis, men er gjørt í samráð við Ferðaráð Føroya.

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

1.    Fíggjarligar avleiðingar

A. Fyri landið
Landið kann sambært lógaruppskotinum keypa partabrøv fyri í mesta lagi kr. 66.000 áljóðandi virði í felagnum. Avtalað varð við íslendsku stjórnina, at partabrøvini kundu keypast í 2003 til kurs pari, treytað av, at neyðugi peningurin verður játtaður, og at partabrøvini eftir 2003 kundu keypast til innari virðið, tó altíð í minsta lagi kurs 100. Í løtuni merkir hetta, at partabrøvini kunnu keypast fyri kurs 100, t.e. 66.000 kr. í alt.

Afturat hesum verður ein ávísur kostnaður av at reka felagið. Hesin verður partvíst fíggjaður við sølu av atgongumerkjum, skreytlutum úr londunum, og við inntøkum frá útleigu av montrum, standarum o.ø. í hølunum. Inntøkurnar kunnu tó ikki fíggja allan rakstrarkostnaðin, og tí verður neyðugt hjá eigarunum at gjalda írestandi kostnaðin. Føroyski parturin av írestandi kostnaðinum er mettur at vera uml. 200 tús. kr. um árið, sum verður fíggjaður av játtanini til Ferðaráð Føroya, undirkonto fyri norðurlendskum samstarvi.

B. Fyri kommunurnar
Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar.

C. Fyri vinnuna
Uppskotið hevur væntandi positivar fíggjarligar avleiðingar fyri ferðavinnuna, tí kunningin um Føroyar sum ferðamannaland verður styrkt.

2.    Umsitingarligar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar.

3.    Umhvørvisavleiðingar
Uppskotið hevur ongar umhvørvisavleiðingar.

4.    Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur
Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

5.    Sosialar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

  Fyri landið/
landsmyndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir Fyri vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja, positivar

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar    

Nei

Nei

 

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

Til § 1:
Í greinini verður heimilað landsstýrismanninum at keypa partabrøv fyri í mesta lagi kr. 66.000 áljóðandi virði í Nordatlantisk Turistselskab ApS, sum íslendska stjórnin hevur stovnað. Ætlanin er at skjóta upp at játta peningin á fíggjarlógini fyri 2004.

Í greinini verður eisini heimilað landsstýrismanninum at selja í mesta lagi kr. 22.000. áljóðandi virði burturav partabrøvunum, um avgjørt verður at víðka um partaeigaraskaran. Henda áseting er neyðug, tí um Grønland ger av at luttaka í felagnum, er ætlanin, at Ísland og Føroyar selja kr. 22.000 í part til grønlendska landsstýrið, so hvørt landið eigur partabrøv fyri kr. 44.000 áljóðandi virði.

Til § 2:
Ongar viðmerkingar.

1. viðgerð 9. mars 2004. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 12. mars 2004 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2004, og eftir 1. viðgerð tann 9. mars 2004 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 11. mars 2004.

Einsljóðandi uppskot var til viðgerðar í Løgtinginum undan valinum sum løgtingsmál nr. 26, men datt burtur, áðrenn tað hevði fingið 2. viðgerð, tó eftir at táverandi vinnunevnd hevði lagt fram álit í málinum.

Táverandi vinnunevndin hevði fund við umboð fyri Ferðaráð Føroya. Vinnunevndin hevur funnið sær fram, tey skjøl, ið táverandi vinnunevndin fekk frá Ferðaráðnum, t.e. avrit av uppskoti til parteigarasemju millum íslendsku stjórnina og Føroya landsstýri, avrit av uppskoti til stovnaðarskjal við viðtøkum fyri felagið og avrit av skitsu yvir kostnaðarætlan fyri rakstrinum av felagnum.

Eftir fyrispurning frá nevndini hevur Vinnumálaráðið upplýst, at Vinnumálaráðið ella Ferðaráð Føroya ikki hava ætlanir um at gera nakra bindandi avtalu um rindan av rakstrarkostnaðinum av felagnum. Ber ikki til at fáa játtan til raksturin frá einum av partaeigarunum, mugu hinir rinda, aðrar inntøkur fáast til vega, ella felagið má avtakast.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 17. mars 2004. §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 24. mars 2004. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 10 frá 31.03.2004