34  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð

F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2004, 3. mars, legði Høgni Hoydal, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan

§1

Í løgtingslóg nr. 45 frá 23. apríl 1999 um útbúgvingarstuðulsskipan, sum broytt við Ll nr. 60 frá 27. apríl 2001, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Aftaná § 5 verður sett inn nýtt kapittul 4a ið verður soljóðandi:

Kapittul 4a
Útbúgvingarstuðul í sambandi við barnsburð og ættleiðing

"§ 5a. Lesandi, ið lýkur treytirnar fyri útbúgvingarstuðli eftir hesi lóg, hevur rætt til eyka stuðul í sambandi við barnsburð og ættleiðing.
Stk. 2. Móðirin fær eftir umsókn upp í 11 mánaðargjøld eyka í útbúgvingarstuðli, um hon heldur fram við lestrinum. Hon kann velja:

  1. At fáa eyka mánaðargjald rindað saman við vanliga mánaðargjaldinum, ella
  2. at brúka eyka mánaðargjøldini at leingja lestrartíðina við útbúgvingarstuðli, ella
  3. at flyta upp í 5 av eyka mánaðargjøldunum í lestrarstuðli til faðirin, um hann lýkur treytirnar fyri útbúgvingarstuðli eftir hesi lóg.

Stk. 3. Faðirin kann eftir umsókn fáa upp í 6 mánaðargjøld eyka í úbúgvingarstuðli, um hann heldur fram við lestrinum. Hann kann velja:

  1. At fáa eyka mánaðargjald rindað saman við vanliga mánaðargjaldinum, ella
  2. at brúka eyka mánaðargjøldini at leingja lestrartíðina við útbúgvingarstuðli.

Stk. 4. Rætturin er galdandi frá barnsburðardegnum. Tá talan er um ættleiðing, er rætturin galdandi frá tí degi, viðkomandi myndugleikar hava staðfest ættleiðingina.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um:

  1. Hvussu eyka mánaðargjøld verða útgoldin, og hvussu gjøld kunnu flytast frá móður til faðir.
  2. Hvussu rætturin til stuðul eftir stk. 1, stk. 2 , stk. 3 og stk. 4 kann nýtast, um skift verður í aðra útbúgving.
  3. Hvussu stuðul kann veitast eftir stk. 1, stk. 2, stk. 3 og stk. 4, tá barnsburður ella ættleiðing er farin fram í tíðarskeiðnum upp í 12 mánaðir, áðrenn útbúgvingin byrjar.
  4. Hvussu rætturin skal nýtast, tá talan er um at missa fostur, ella at barn doyr undir barnsburði ella beint eftir føðingina. "

2) § 7, stk. 3 verður orðað soleiðis:
"Um lántakari doyr, áðrenn lánið er afturgoldið, skal Stuðulsstovnurin eftir umsókn strika restskuldina. Henda áseting er eisini galdandi fyri lán, har lántakari doyði, áðrenn henda lóg kom í gildi. Stuðulsstovnurin skal eftir umsókn afturrinda restskuld, ið er kravd inn í deyðsbúgvi eftir lántakara, áðrenn henda lóg kom í gildi."

§ 2

Henda lóg fær gildi 1. august 2004. 

Viðmerkingar

Almennar viðmerkingar

Endamál og grundgevingar
Endamálið við hesi lóg er at gera eina barsilsskipan fyri lesandi, so tað gerst møguligt at vera undir útbúgving og at fullføra eina útbúgving, samstundis sum tú fært børn.

Hetta tænir fleiri samfelagsendamálum:

Við nýggju barsilsskipanini varð tikið eitt sera munagott stig til tess at røkka hesum endamáli. Tey, sum eru á bæði privata og almenna arbeiðsmarknaðinum, hava fingið rættin til barsilsfrí í 12 mánaðir og rættin til fult lønarendurgjald í barsilstíðini.

Men tey lesandi fingu ongi rættindi í barsilsskipanini, uttan so at tey samstundis við lesturin hava verið á arbeiðsmarknaðinum.

Avleiðingin av tí er, at nógv velja at gevast við útbúgvingini orsakað av barnsburði og fara heldur undir dagpeningareglurnar í forsorgarlógini. Tá kann ofta gerast trupult at taka lesturin uppaftur.

Tí verður skotið upp at geva lesandi somu rættindi, sum fólk á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum hava fingið, nevniliga rættin og møguleikan til at halda fram við síni útbúgving og at varðveita inntøkuna í sambandi við barnsburð.

Harafturat verður skotið upp, at hesin rættur eisini fevnir um ættleiðing.

Í hvørjari skipan skulu tey lesandi tryggast rætt í sambandi við barnsburð?
Fleiri møguleikar eru at fáa lesandi undir eina barsilsskipan.

Eitt nú kundu broytingar verið gjørdar í forsorgarlógini, sum tryggjaðu lesandi møguleikan at halda fram við lestrinum ella at leingja lestrartíðina í sambandi við barnsburð.

Eisini hevði verið gjørligt at gjørt broytingar í barsilsskipanini, so lesandi vórðu fevnd av teirri lógini.

Tó heldur Tjóðveldisflokkurin, at tað bæði prinsipielt og umsitingarliga eru viðurskifti, ið tala fyri at byggja barsilsskipanina fyri lesandi í lógina um útbúgvingarstuðul:

Viðvíkjandi broyting í afturgjalding av lestrarláni í sambandi við, at lántakari doyr
Fyri nøkrum árum síðani varð gjørd ein broyting í lógini um útbúgvingarstuðul, so tað gjørdist møguligt hjá Stuðulsstovninum at strika skuld hjá lántakara, ið doyr.

Tó eru dømir um, at Stuðulsstovnurin hevur innkravt lán í deyðsbúgvi eftir lántakara, sum ikki fall undir tíðarmarkið fyri fyrrnevndu lógarbroyting. Hetta hevur ta avleiðing, at arvingar eftir lántakara hava verið fyri vanbýti.

Tí verður skotið upp, at Stuðulsstovnurin fær heimild til eftir umsókn at rætta hetta og gjalda peningin aftur.

Avleiðingar av lógaruppskotinum

1. Fyri lesandi
Lógaruppskotið hevur avleiðingar fyri lesandi, ið gerast foreldur í lestrartíðini, sum við hesum fáa nýggj rættindi og møguleikar at fullføra útbúgvingina.

2. Umsitingarligar avleiðingar
Lógaruppskotið hevur avleiðingar fyri umsitingina hjá Stuðulsstovninum, sum skal avgreiða umsóknir sum eyka stuðul í sambandi við barsil og ættleiðing.

Harafturat hevur uppskotið umsitingarligar avleiðingar fyri landsstýrismannin í mentamálum og Mentamálarráðið, ið skulu gera kunngerðir og reglur á økinum.

Mentamálaráðið skal m.a. í samstarvi við útbúgvingarstovnarnar gera reglur um, hvussu lestrartíðin kann leingjast fyri lesandi foreldur og hvussu fólk framvegis kunnu vera innskrivað sum lesandi og taka kravdar próvtøkur o.a.

Uppskotið hevur eisini í ávísan mun avleiðingar fyri aðrar almennar myndugleikar, ið skulu veita Stuðulsstovninum upplýsingar – eitt nú fyri Almannastovuna í sambandi við ættleiðing.

Fíggjarligar avleiðingar
Lógaruppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar fyri tann einstaka lesandi og fyri landskassan.

Mett verður, at millum 20 og 30 fólk árliga fara at koma undir nýggju skipanina. Við verandi stuðulsupphæddum kann tí roknast við, at lógaruppskotið kostar millum tvær og tríggjar milliónir krónur árliga.

Mett verður, at kostnaðurin p.t. av, at Stuðulsstovnurin fær heimild til at afturgjalda lestrarlán, verður millum 20.000 og 40.000 krónur.

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar fyri umsitingina hjá Stuðulsstovninum, men at tað kann umsitast innan fyri verðandi starvsfólkajáttan v.m. hjá Stuðulsstovninum.

Aðrar avleiðingar
Mett verður ikki, at uppskotið hevur avleiðingar fyri kommunur, ávís pláss í landinum ella fyri aðrar samfelagsbólkar.

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
     

Ja

 

Serligar viðmerkingar

Til §1:

Viðvíkjandi 1:
Sett verður inn eitt nýtt kapittul 4a, ið burturav ásetur reglurnar fyri barnsburð og ættleiðing hjá lesandi.

Stk. 1:
Ásett verður, at kravið fyri eyka stuðli eftir hesi lóg er, at lesandi foreldur framvegis eru innskrivað á útbúgvingini og harvið lúka treytirnar fyri útbúgvingarstuðli yvirhøvur.

Stk. 2:
Móðirin fær rætt til eitt lestrarár eyka (11 mánaðir eyka í útbúgvingarstuðli).

Hon kann velja at halda fram við lestrinum í barsilstíðini, og tá at fáa ein eyka mánaðarstuðul útgoldnan hvønn mánað – also í mesta lagi vanligt gjald umframt eitt eyka gjald um mánaðin. Verður hon liðug við útbúgvingina ella gevst við útbúgvingini, fellur rætturin burtur.

Ella kann hon velja at leingja lestrartíðina við upp til einum lestrarári (11 mánaðir), har vanligt mánaðargjald verður goldið.

Móðirin kann somuleiðis velja at flyta upp til 5 mánaðarlig eykagjøld til faðirin at barninum, um hann lýkur treytirnar fyri útbúgvingarstuðli. Rætturin hjá honum er tá tann sami: At fáa útgoldið tvey gjøld mánaðarliga ella at leingja lestrartíðina við upp til 5 mánaðum.

Stk. 3:
Faðirin hevur rætt til 6 mánaðarlig gjøld eyka.

Hann kann velja at halda fram við lestrinum í barsilstíðini, og tá at fáa ein eyka mánaðarstuðul útgoldnan hvønn mánað í upp til 6 mánaðir – also í mesta lagi vanligt gjald umframt eitt eyka gjald um mánaðin. Verður hann liðugur við útbúgvingina ella gevst við útbúgvingini, fellur rætturin burtur.

Ella kann hann velja at leingja lestrartíðin við upp til 6 mánaðum, har vanligt mánaðargjald verður goldið.

Stk. 4:
Rætturin til eyka stuðul er galdandi frá barnsburðardegnum, ella - tá talan er um ættleiðing - frá tí degi, avvarðandi myndugleiki hevur staðfest ættleiðingina.

(Sí tó stk. 5, har landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um rættin hjá lesandi, tá barnsburður ella ættleiðing eru farin fram í upp til 12 mánaðir innan útbúgvingin byrjaði - ella fostur verður mist, barn doyr ella aðrar tílíkar tragiskar umstøður gera seg galdandi.

Stk. 5:
Álagt verður landsstýrismanninum at áseta nærri reglur um, hvussu lógin kann umsitast rættvíst og við atliti at teimum ymsu persónslagnunum, ið kunnu vera tengdar at so týdningarmiklum og krevjandi hendingum sum barnsburði og ættleiðing.

Viðvíkjandi 2:
Her verður heimilað Stuðulsstovninum til eftir umsókn at afturgjalda innkravt lánsgjald í deyðsbúgvum eftir lántakara til arvingar.

Til § 2:

Mælt verður til, at lógin fær gildi frá 1. august 2004, tá nýtt lestrarár byrjar. Hetta gevur eisini Stuðulsstovninum og landsstýrismanninum skotbrá at gera neyðugar umsitingarligar fyrireikingar.

1. viðgerð 10. mars 2004. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 30. mars 2004 legði fram soljóðandi

Álit

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 3. mars 2004, og eftir 1. viðgerð tann 10. mars 2004 er tað beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 23. og 29. mars 2004.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í mentamálum saman við leiðaranum á Stuðulsstovninum.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Andrias Petersen, Jákup Mikkelsen, Marjus Dam, Olav Enomoto og John Johannessen) vísir á, at landsstýrismaðurin hevur greitt nevndini frá, at hann arbeiðir við einum uppskoti um útbúgvingarstuðul, sum umfatar eina breiðari skipan fyri forsyrgjarar, og mælir sostatt Løgtinginum frá at taka undir við uppskotinum.

Minnilutin (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 1. apríl 2004. Uppskot frá Høgna Hoydal um at beina málið aftur í nevnd fall 9-0-14. §§ 1 og 2 fullu 9-0-14. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.