37  Uppskot til  løgtingslóg um at verja havnir

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2004, 3. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um at verja havnir  

§ 1. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð gera reglur um at verja havnafasilitetir, herundir krøv til váðametingar, og verndarætlanir. Landsstýrismaðurin kann í hesum sambandi loyva privatum at røkja ávísar uppgávur í sambandi við verndina.
Stk. 2. Starvsfólk hjá landsstýrismanninum og onnur, ið sum ein liður í arbeiðinum fáa upplýsingar eftir teimum reglum, sum eru ásettar við heimild í stk. 1, hava undir ábyrgd sbr. §§ 152 og 152a-e í revsilógini skyldu til at halda upplýsingarnar loyniligar fyri óviðkomandi, sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. Upplýsingar, sum eru fevndar av stk. 2, kunnu tó verða latnar útlendskum myndugleikum og altjóða felagsskapum í tann mun, tað verður gjørt sum avleiðing av altjóða avtalum ella bindingum.

§ 2. Í reglum, sum eru ásettar við heimild í hesari lóg, kann verða ásett, at brot á reglurnar verður revsað við bót.
Stk. 2. Fyri brot, sum løgfrøðiligir persónar, eitt nú partafeløg, smápartafeløg, lutafeløg, íognarfeløg, felagsskapir, grunnar, kommunur og landið gera, kann verða álagt tí løgfrøðiliga persóninum sum slíkum sektarábyrgd.

§ 3. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

1. Endamálið við lógaruppskotinum
Endamálið við lógaruppskotinum er at fáa til vega lógarheimild fyri at gera ásetingar, sum seta í verk tann partin av nýggjastu broytingunum í altjóða sáttmálanum um trygd á sjónum (SOLAS - Safety of Life at Sea), og tilhoyrandi ISPS-koduni (International Ship and Port Facility Code), sum snýr seg um havnir.

Yvirgangsatsóknin í New York tann 11. september 2001 er beinleiðis atvoldin til broytingarnar í SOLAS altjóða sáttmálanum og ISPS-koduni. Eftir yvirgangsatsóknina avgjørdi IMO (International Maritime Organisation), sum er stovnur undir ST, á fundi 20. november 2001 at kanna tørvin á at seta í verk fyribyrgjandi tiltøk móti yvirgangsatsóknum o.ø. móti skipum og havnum. Orsøkin til, at IMO gjørdi so skjótt av, var, at vandi var fyri, at ávís lond av sínum eintingum fóru at seta í verk tiltøk, sum høvdu gjørt tað munandi truplari at skipa fyri altjóða sjóvegis farma- og ferðafólkaflutningi.

IMO samtykti broytingarnar á einari ráðstevnu 12. desember 2002, og skulu tær vera fult settar í verk í seinasta lagi 1. juli 2004. Broytingarnar hava við sær, at altjóða sáttmálin er víðkaður, so hann nú eisini fevnir um verndartiltøk á havnum. Sáttmálin setur ávís krøv til tiltøk og ætlanir, sum havnirnar skulu seta í verk, og skulu landsmyndugleikarnir síðani góðkenna tiltøkini og ætlanirnar. Í løtuni er ikki heimild fyri hesum í føroyskari lóggávu, og tí verður í hesum lógaruppskoti skotið upp at fáa slíka heimild til vega. Ætlanin er, at Landsverkfrøðingsstovnurin vegna landsstýrismannin í vinnumálum skal virka sum almennur havnamyndugleiki á hesum øki.

Sambært mannagongdunum, tá SOLAS-altjóða sáttmálin verður broyttur, skuldu Føroyar haft boðað frá í seinasta lagi 31. desember 2003, um vit ikki ynsktu at seta í verk broytingarnar í sáttmálanum. Hetta lógaruppskotið var sent Løgtinginum og var klárt at leggja fram, tá val varð útskrivað. Tí eydnaðist tað ikki at viðgera lógaruppskotið, áðrenn fráboðanarfreistin til IMO var úti.

Í § 14 í lógini um trygd á sjónum er ein almenn heimild at seta í verk altjóða reglur, sum snúgva seg um trygd á skipum, men tann heimildin fevnir ikki um havnir. Tað er tí neyðugt at samtykkja hetta lógaruppskotið, um tað skal bera til hjá føroyskum myndugleikum at røkja tær skyldur, sum eru ein avleiðing av nýggjastu broytingunum í SOLAS altjóða sáttmálanum og ISPS-koduni.

2. Innihaldið í lógaruppskotinum
2.1. Alment um broytingarnar í SOLAS-altjóða sáttmálanum og ISPS-koduni
Sum nevnt omanfyri er tað nýtt, at SOLAS-altjóða sáttmálin eisini fevnir um havnir. Orsøkin er, at skip og havnir sum flutningsskipanir eru tengd at hvørjum øðrum. SOLAS altjóða sáttmálin ásetur yvirskipaðu krøvini, sum londini skulu lúka, tá tað snýr seg um trygd á sjónum, meðan tilhoyrandi ISPS-kodan ásetur tey meira ítøkiligu krøvini. ISPS-kodan er býtt upp í ein kravdan A-part og ein vegleiðandi B-part. A-parturin er nokk so breitt orðaður, og tí er avgjørt at gera ein vegleiðandi B-part um, hvussu krøvini ítøkiliga kunnu verða sett í verk.

2.2. Havnaøki, sum SOLAS-altjóða sáttmálin og ISPS-kodan fevna um
SOLAS altjóða sáttmálin og ISPS-kodan fevna um teir havnafasilitetir, sum hesi skip í altjóða sigling nýta:

  1. Ferðafólkaskip
  2. Farmaskip upp á 500 BT ella meira
  3. Offshore boripallar, sum sjálvstøðugt kunnu flyta seg

Altjóða sáttmálin fevnir sostatt sum útgangsstøði ikki um havnafasilitetir, sum bert avgreiða skip í innlendis sigling, og heldur ikki um havnafasilitetir, sum bert avgreiða fiskiskip. Við orðið "havnafasilitet" er at skilja eitt øki í einari havn, har tað er beinleiðis samband millum havn og skip. Tað kann eftir umstøðunum vera eitt kaipláss, bunkringspláss, redpláss ella innsiglingarøki. At sáttmálin fevnir um havnafasilitetir merkir so eisini, at tað kunnu vera partar av havnini, sum ikki verða fevndir av ásetingunum í sáttmálanum, og harvið heldur ikki av teimum váðametingum og verndarætlanum, sum verða gjørdar og góðkendar við støði í hesari lóg.

Ætlanin er, at havnaeigararnir sjálvir skulu avgera, um teir ynskja, at havnafasilitetir verða góðkendir at lúka krøvini í ISPS-koduni. Havnir, sum avgreiða onkur av teimum omanfyri nevndu skipasløgunum, hava tó tørv á at fáa eina almenna góðkenning, sum váttar, at ávísir havnafasilitetir lúka krøvini í ISPS-koduni, um havnaeigararnir vilja tryggja, at havnirnar framvegis kunnu nýtast til altjóða sigling. Roknast má við, at flestu skip í altjóða sigling fara at seta sum krav, at havnin er góðkend at lúka krøvini í altjóða sáttmálanum, og tí hava hesar ein kappingarfyrimun í mun til havnir, sum ikki eru góðkendar.

Sum nevnt fevna altjóða sáttmálin og ISPS-kodan bert um ávís skip í altjóða sigling, men farmaskip undir 500 BT, skip í innlendis sigling og fiskiskip kunnu eisini verða ávirkað av sáttmálabroytingunum, um tey nýta somu havnafasilitetir, sum skip í altjóða sigling nýta. Eisini er møguleiki fyri, at fiskiskip kunnu roknast sum farmaskip ella ferðamannaskip, um tey sigla við farmi ella ferðandi.

2.3. Krøvini til verju á havnafasilitetum
SOLAS-altjóða sáttmálin og ISPS-kodan áseta ikki neyvt, akkurát hvørji verndartiltøk skulu setast í verk á havnafasilitetunum. Harafturímóti verður ásett, at myndugleikarnir hava ábyrgd av at gera eina váðameting á teimum havnafasilitetum, sum eru fevndir av sáttmálanum. Almennu myndugleikarnir kunnu velja sjálvir at gera váðametingina, ella at lata eitt verndarfelag (Recognized Security Organisation), sum almenni myndugleikin hevur góðkent, gera hesa váðameting fyri havnafasilitetin. Um almennu myndugleikarnir lata eitt góðkent verndarfelag gera váðametingina, skulu almennu myndugleikarnir góðkenna hana og kunnu krevja broytingar í henni, um tørvur er á tí. Leikluturin hjá løgregluni í sambandi við gerð av váðametingum er ikki endaliga avgreiddur.

Grundað á váðametingina skal ein verndarætlan gerast fyri hvørja einstaka havn, sum ásetur, hvørji fyribyrgjandi tiltøk skulu gerast fyri at verja teir viðkvomu havnafasilitetirnar, sum eru staðfestir í váðametingini, og hvørji tiltøk skulu setast í verk, um tað hóast fyribyrgjandi tiltøkini skuldi hent eitthvørt, sum hevði sett mannalív, búskaparlig virði v.m. í váða. Stórur munur kann tí vera á verndarætlanunum hjá havnum, sum avgreiða nógv skip í altjóða sigling, og havnum, sum bert avgreiða hendinga skip av hesum slag. Skal havnin t.d. verjast móti óviðkomandi fólki á kaiøkinum, eru ymsir hættir at gera hetta. Á havnum við nógvum virksemi kann tað vera viðkomandi at gera eitt meira skipað eftirlit við fólki á havnaøkinum, meðan tað á havnum, sum bert avgreiða hendinga farmaskip, kann vera nøktandi at seta eitt vaktarfólk at hava eftirlit, meðan skipið t.d. verður lastað og lossað.

Hvør havn skal tilnevna eitt starvsfólk, sum hevur ábyrgd av verndini í havnini, t.e. ein verndarábyrgdari (Port Facility Security Officer). Verndarábyrgdarin hevur m.a. ábyrgdina av at gera og viðlíkahalda verndarætlanina og at samskifta við almenna havnamyndugleikan. Eitt góðkent verndarfelag kann hjálpa havnini at gera trygdarætlanina, men almenni havnamyndugleikin skal undir øllum umstøðum eisini góðkenna hana.

Í altjóða sáttmálanum er eisini krav um, at myndugleikarnir skulu áseta verndarstøðið, ið kann verða sett til stig 1, 2 ella 3. Stig 1 er vanliga støðan, tá einki serligt er áfatt, og virksemið á havnafasilitetunum so vítt møguligt fer fram ótarnað. Um orsøkir eru til tess, kunnu myndugleikarnir gera av at hækka verndarstigið til 2, har mett verður, at váðin sum heild er størri enn vanligt, ella verndarstig 3, tá álítandi upplýsingar eru um, at ein yvirgangsatsókn er sannlík. Við verndarstøði 2 ella 3 skulu serlig tiltøk verða sett í verk, og skal verndarætlanin hjá havnini áseta, hvørji tiltøk talan er um. Verndarætlanin skal eisini hava ein leist fyri, hvussu skal farast fram, um so er, at verndarstøðið er øðrvísi umborð á einum skipi enn í havnini. Tað kann t.d. vera orsakað av, at myndugleikarnir í landinum, har skipið er skrásett, hevur ásett eitt hægri verndarstig enn tað, sum er galdandi í Føroyum. Hetta er eisini galdandi, tá t.d. eitt fiskiskip liggur í einum góðkendum havnafasiliteti. Ætlanin er, at landsmyndugleikarnir skulu áseta verndarstigið, tó í samstarvi við løgregluna.

3. Ummæli
Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Kommunusamskipan Føroya, Føroya Kommunufelag og Landsverkfrøðingsstovninum.

Kommunusamskipan Føroya (KSF) viðmerkir, at tiltøkini verða gjørd fyri at verja lond móti yvirgangsatsóknum. Hetta metir KSF ikki vera ein trupulleika, sum havnirnar hava, men meira at rokna sum ein landstrupulleiki, tí um havnirnar tóku ta støðu, ikki at ganga undir ISPS koduna, høvdu Føroyar sum heild havt ein trupulleika.

Út frá hesum metir KSF í fyrsta lagi, at landið eigur at bera ein part av útreiðslunum.

Í øðrum lagi metir KSF, at havnirnar eiga at hava heimild til at áseta eitt gjald til brúkaran antin sum eina hækking av havnagjaldinum ella sum eitt serligt trygdargjald. Av tí at ein blandingur av ymiskum skipasløgum er í havnunum, verður munandi truplari at fylgja krøvunum í ISPS. Havnirnar eiga tí at hava heimild til at leggja eitt trygdargjald á øll skip, eisini tey, sum ikki koma undir ISPS koduna.

KSF metir tað harumframt at hava stóran týdning, at greiðar reglur eru um samstarv millum ymsar myndugleikar á hesum øki, og hvør myndugleiki verður at samskifta við IMO.

At enda ger KSF vart við, at felagsskapurin ongantíð er fegin um, at víðar heimildir verða lagdar landsstýrismanninum at gera kunngerðir um, og biður tí um, at kommunurnar fáa møguleika at vera við í arbeiðinum, tá kunngerðirnar verða gjørdar.

Harafturat hevur KSF gjørt neyvari viðmerkingar til almennu viðmerkingarnar til lógaruppskotið, og hevur Vinnumálaráðið í flestu førum rættað viðmerkingarnar samsvarandi.

Føroya Kommunufelag(FKF) viðmerkir, at at av tí, at landsstýrismaðurin hevur alla heimild, tá ið tað snýr seg um at gera reglur um trygging av havnum, eigur hetta at verða gjørt í samráð við kommunurnar.

Eisini viðmerkir FKF, at tað er umráðandi fyri limirnar í felagnum, at trygdarkrøvini eru í samsvari við tað altjóða virksemið, sum er í tí einstøku havnini. Óneyðuga strong krøv eiga ikki at verða sett til havnir, ið ikki regluliga skipa fyri altjóða sjóvegis ferðafólka- og farmaflutningi.

Landsverkfrøðingsstovnurin hevur gjørt ávísar viðmerkingar til almennu viðmerkingarnar til lógaruppskotið, og eru viðmerkingarnar í flestu førum broyttar samsvarandi.

Skoytast kann uppí, at Vinnumálaráðið ætlar at tilevna neyðugu kunngerðirnar í samstarvi við bæði kommunufeløgini og annars viðkomandi myndugleikar.

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

1.    Fíggjarligar avleiðingar

A. Fyri landið
Lógaruppskotið hevur smávegis fíggjarligar avleiðingar fyri landið. Neyðugt verður at senda starvsfólk á havnadeildini hjá landsverkfrøðingsstovninum á skeið, og neyðugt verður helst eisini at keypa nýggj telduforrit. Ætlanin er tó ikki at víðka um starvsfólkatalið, sum er.

B. Fyri kommunurnar
Uppskotið kann hava fíggjarligar avleiðingar fyri tær kommunurnar, sum framhaldandi ynskja at avgreiða skip í altjóða sigling. Stórur munur kann verða á, hvussu stórar útreiðslurnar verða av at lúka krøvini, og tað ber ikki til at staðfesta neyvt, hvussu stórar útreiðslur talan kann verða um, fyrr enn váðametingar og verndarætlanir eru gjørdar. Talan kann gerast um útreiðslur til starvsfólk og upplæring av hesum, og til at keypa ymsa útgerð.

Av tí at tað verður ógjørligt ella sera tvørligt at hava fiskiskip, farmaskip og ferðafólkaskip samstundis á sama øki, verða havnirnar ikki so fleksiblar, sum tær áður hava verið, og kann hetta hava við sær, at havnirnar missa inntøkur.

Hinvegin kann tað hava stórar negativar avleiðingar fyri kommunalu havnirnar, um tær ikki lúka krøvini í SOLAS-altjóða sáttmálanum, tí havnirnar tá missa inntøkur frá skipum í altjóða sigling.

C. Fyri vinnuna
Uppskotið kann hava fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna, um kommunalu havnaeigararnir gera av at hækka havnagjøldini sum ein avleiðing av hækkaðu gjøldunum. Hinvegin fer tað at hava stórar negativar avleiðingar fyri vinnuna, um broytingarnar í SOLAS-altjóða sáttmálanum ikki verða settar í verk í Føroyum. Tá verður út- og innflutningurin væntandi nógv tarnaður, tí skip, sum koma úr Føroyum, skulu viðgerðast serstakt í útlendsku havnunum, um tær yvirhøvur vilja taka ímóti skipunum. Nevnast kann, at donsku havnirnar, sum annars hava lógarásetta skyldu at taka ímóti skipum, eftir nýggjastu broytingini í donsku havnalógini kunnu nokta at taka móti skipum, um trygdarviðurskifti gera hetta neyðugt.

2.    Umsitingarligar avleiðingar
Uppskotið hevur smávegis umsitingarligar avleiðingar á Landsverkfrøðingsstovninum.

Fyri tær kommunalu havnirnar, sum ynskja at verða góðkendar at lúka krøvini í SOLAS-altjóða sáttmálanum og tilhoyrandi ISPS-koduni, kemur hetta at hava við sær meira umsiting og í ávísum førum munandi meira umsiting. Tað verða væntandi munandi fleiri mannagongdir settar í verk fyri tær fyritøkurnar, sum hava sítt virksemi á havnaøkinum.

3.    Umhvørvisavleiðingar
Uppskotið hevur ongar umhvørvisavleiðingar.

4.    Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur
Við uppskotinum verður tann parturin av SOLAS-altjóða sáttmálanum, sum snýr seg um havnir, settur í verk í føroyskari lóggávu.

5.    Sosialar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

  Fyri landið/
landsmyndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir Fyri vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Ja

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar    

Nei

Nei

 

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

Til § 1:
Í greinini fær landsstýrismaðurin heimild at gera reglur um at verja havnir. Neyðugt er serliga at áseta nærri reglur um, hvørji krøv váðametingarnar og verndarætlanirnar av einstøku havnunum skulu lúka. Í hesum sambandi er ætlanin í kunngerðini at gera ásetingar um, hvat slíkar váðametingar og verndarætlanir skulu innhalda, umframt ásetingar um verndarábyrgdarar, -stig, -váttanir og -ráð, og harafturat ásetingar um eftirlit, venjingar, samskifti, goymslu o.a. Eisini er ætlanin í kunngerðini at loyva, at góðkend, privat feløg við serkunnleika innan vernd á havnum kunnu røkja ávísar uppgávur. Hetta er í samsvari við ISPS-koduna, har tað er ásett, at almenni myndugleikin kann loyva privatum feløgum at loysa ávísar uppgávur í sambandi við vernd, um privata felagið lýkur ávísar treytir. Privat feløg kunnu t.d. hjálpa havnaumsitingunum við váðametingunum og verndarætlanunum.

Í stk. 2 verður álagt starvsfólki hjá m.a. landsmyndugleikunum tagnarskyldu um upplýsingar, sum hesi hava fingið kunnleika til í sambandi við at verja havnafasilitetir. Tagnarskyldan er eisini galdandi fyri serfrøðingar, sum almennu myndugleikarnir gera av at nýta í sambandi við at verja havnir, og fyri fólki annars, ið luttaka í arbeiðinum at gera m.a. váðametingar og verndarætlanir, og sum ein liður í arbeiðinum fáa innlit í upplýsingar um verndina á havnini.

Ásetingin hevur við sær m.a., at upplýsingar um verju á havnafasiliteti ikki eru fevndar av rættinum til innlit sambært lógini um innlit í fyrisitingina.

Broytingarnar í SOLAS-altjóða sáttmálanum og ISPS-koduni áseta, at ávísar upplýsingar skulu gerast atkomiligar fyri IMO og onnur lond m.a. yvirlit yvir góðkendar havnir. Tí verður í stk. 3 givin møguleiki fyri, at slíkar upplýsingar kunnu verða latnar útlendskum myndugleikum og altjóða felagsskapum.

Til § 2:
Í greinini verður heimilað landsstýrimanninum at áseta í kunngerðum, sum eru gjørdar við heimild í grein 1, at brot á ásetingar í kunngerðini verður revsað við bót. Eisini verður í stk. 2 ásett, at løgfrøðiligir persónar kunnu verða álagdir sektarábyrgd fyri brot á ásetingarnar.

Til § 3:
Ongar viðmerkingar.

1. viðgerð 9. mars 2004. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 18. mars 2004 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2004, og eftir 1. viðgerð tann 9. mars 2004 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 11. og 18. mars 2004.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Tórshavnar Havn, saman við Lassa Borðoy, ráðgeva, Kommunusamskipan Føroya, Føroya Kommunufelag og Vinnumálaráðið saman við landsverkfrøðinginum.

Frá Kommunusamskipan Føroya fekk nevndin skriv, dagfest 18. mars 2004, við viðmerkingum til lógaruppskotið. Frá Vinnumálaráðnum fekk nevndin eintak av uppskotinum til kunngerð, sum Vinnumálaráðið hevur orðað í samstarvi við kommunufelagsskapirnar, og sum Vinnumálaráðið nú fer at senda til hoyringar hjá viðkomandi pørtum. Frá Vinnumálaráðnum fekk nevndin eisini uppskot til neyvari heimildarásetingar, sum landsstýrismaðurin kann taka undir við verða nýttar, um nevndin ynskir at gera broytingar í uppskotinum hesum viðvíkjandi.

Eftir at hava umrøtt spurningin við omanfyrinevndu kommunur og kommunalu felagsskapir, er vinnunevndin av tí áskoðan, at heimildin hjá landsstýrismanninum, eigur at verða avmarkað til tað, ið er neyðugt, fyri at føroyskir myndugleikar kunnu røkja tær skyldur, sum eru ein avleiðing av nýggjastu broytingunum í SOLAS altjóða sáttmálanum og tilhoyrandi ISPS-kodu, sum snýr seg um havnir. Vinnunevndin tekur undir við orðingini í broytingaruppskotinum frá Vinnumálaráðnum hesum viðvíkjandi.

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

1) § 1 verður orðað soleiðis: "§ 1. Henda lóg er galdandi fyri havnafasilitetir, sum avgreiða hesi skip í altjóða sigling:
1) Ferðafólkaskip
2) Farmaskip upp á 500 BT ella meira, ella
3) Offshore boripallar, sum sjálvstøðugt kunnu flyta seg." og §§ 1-3 verða hereftir 2-4.

2) § 1, stk. 1, 1. pkt., sum hereftir verður § 2, stk. 1, 1. pkt., verður orðað soleiðis: "§ 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð gera reglur um at verja havnafasilitetir, so sum krøv til váðametingar, verndarábyrgdarar, verndarætlanir, verndarstig, verndarfeløg, verndarváttanir, verndarráð, eftirlit, venjingar, goymslu og samskifti."

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

2. viðgerð 24. mars 2004. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til §§ 1 og 2 samtykt 28-1-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 26. mars 2004. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 11 frá 31.03.2004