38  Uppskot til  løgtingslóg um at byggja lista- og ítróttaskúla við Meginskúlan í Sandoynni

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. Broytingaruppskot
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2004, 3. mars, legði Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um at byggja lista og ítróttaskúla við Meginskúlan í Sandoynni

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at byggja skúla, ítróttarhøll og næmingaheim við Meginskúlan í Sandoynni til Føroya Lista og ítróttarskúla. Byggiútreiðslurnar í hesum sambandi kunnu í mesta lagi vera 39 mió. kr.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

1.    Endamálið við lógini
Endamálið er at fáa eina breiða viðgerð av málinum, og síðan at fáa staðfest undirtøku tingsins fyri at fremja ætlanina at byggja nýggjan skúla, ítróttahøll og tilhoyrandi næmingaheim til 40 næmingar, við Meginskúlan í Sandoynni til Føroya Lista og ítróttarskúla. Víst verður eisini til ásetingarnar í játtanarskipanini um, at serstakt lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið um íløgur, ið fevna um fleiri fíggjarár. Við eini slíkari verklagslóg ber til hjá landsstýrismanninum at tilrættaleggja virksemið fyri fleiri fíggjarár.

Sambært lógaruppskotinum fæst heimild fyri at byggja nýggjan skúla við øðrum tilhoyrandi hølum við Meginskúlan í Sandoynni til Føroya Lista og ítróttaskúla. Útreiðslurnar hjá landskassanum kunnu í mesta lagi vera 39 mió. kr. Í 2004 4 mió. kr., í 2005 19 mió. kr. og í 2006 16 mió.kr.

Í farna uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg 2004 eru settar av 4 mió. kr. til projektering og aðrar fyrireikingar, og er tað eitt týðandi stig á leiðini til, at verkætlanin verður framd í verki.

2.    Gongdin í málinum
Í Ll. nr. 62 frá 9. juni 1988 um ávísar skúlar, sum seinast broytt við Ll. nr. 49 frá 3. apríl 2001, er sambært § 1, stk. 2, punkt 8 ásett, at sonevndur skeiðháskúli skal byggjast á Sandi í Sandoy. Í 2001 setti landsstýrismaðurin í mentamálum arbeiðsbólk at gera álit um skipan og innihald fyri einum listaskúla á Sandi.

Álitið um Føroya Listaskúla varð handað landsstýrismanninum á heysti 2001. Álitið viðger í stuttum ta undirvísingarinnihald, ið hugsast at verða á skúlanum. Mælt varð til fimm ymsar listabreytir, nevniliga myndlist, tónlist, leiklist, tóvirki og margmiðlalist. Skúlin skuldi vera ein grundskúli fyri tey, ið vilja menna síni listaligu evni. Talan var um skúlaskipan, ið kundi sammetast við háskúlastøði, tvs. skal ikki enda við próvtøku. Til skúlan skuldi eisini byggjast eitt næmingaheim til 40 næmingar umframt læraraíbúðir.

Frá Mentamálaráðnum er givin tilsøgn um stuðul til bygging av ítróttarhøll í Sandoynni, og á fundi í novembur mánaði 2003 millum avvarðandi landsstýrismann og kommunurnar í Sandoynni gjørdist greitt, at allar kommunurnar í Sandoynni, eru sinnaðar at fara inn í eina felags verkætlan millum Føroya lista- og ítróttaskúla um bygging og rakstur av einari ítróttahøll við tilknýti til skúlan.

Í kjalarvørrinum av álitinum vórðu tí á fíggjarlógunum 2002 og 2003 játtaðar ávikavist 2 mió kr. og 0,5 mió. kr. til at fyrireika bygging av lista- og tónlistaskúla, men hevur játtanin ikki verið brúkt.

Við góðum og nýggjum karmum við Meginskúlan í Sandoynni kann Føroya lista- og ítróttaskúli geva eitt fjølbroytt og atdráttarmikið undirvísingartilboð innan føroyska mentan, list og listahandverk, ítrótt v.m. Skúlin skal sum skeiðsdepil eisini kunna hýsa øðrum skeiðstilboðum, ið ikki beinleiðis eru partar av undirvísingarinnihaldinum. Umráðandi er, at skúlin skal hava ein altjóða profil, so at hann kann fáa útlendskt næmingagrundarlag eisini.

Føroya lista- og ítróttaskúli verður á henda hátt ein sterkari mentanardepil ikki bara fyri Sandoynna og Føroyar sum heild, men eisini fyri teir mentanartættir, sum í dag sóknast eftir fleiri skúlatilboðum í Føroyum.

3. Um skipan av lista- og ítróttaskúlanum og byggingina
Landsstýrismaðurin setur í næstum fakliga nevnd at gera ítøkilig uppskot til skipan og innihald av Føroya Lísta og ítróttarskúla við Meginskúlan í Sandoynni. Tað er greitt, at miðast skal fram ímóti einum skúladepli, ið skal hava mentanarligt, listaligt og ítróttaligt innihald. Hugsast kann, at hetta verður gjørt í linjum – eitt nú listalinju og ítróttarlinju – við ávísum felags mentanarligum fakum. Eisini skal skúlin kunna bjóða ástøðilig skeið eitt nú til ungdóms- og ítróttaleiðarar, venjarar v.m. Onnur skeið kunnu eisini hugsast.

Ein fyritreyt fyri lista- og ítróttaskúlanum verður samstarv við Meginskúlan í Sandoynni eins og við ítróttarfelagið B71. Inni í Dalinum, verður á henda hátt ein breiður mentanardepil og eitt stað, har virksemi er allan dagin til gagns bæði fyri mentanarliga umhvørvið í Sandoy og sandoyggjafólk.

Fakliga nevndin skal umboða, Ítróttasamband Føroya, Listafólkasamband Føroya og Mentamálaráðið. Nevndin skal vera sett saman av relevantum fakpersónum, og kommunal umboð úr Sandoynni skulu eisini veljast í nevndina.

Landsstýrismaðurin skal í næstum taka upp samráðingar við Sands kommunu um keyp, møguliga útvegan, av egnaðum grundstykki Inni í Dal, nærhendis Meginskúlanum og felagskommunala ítróttaøkinum.

Landsstýrismaðurin setur beinanvegin skjóttarbeiðandi bygginevnd at greina hølistørvin sum heild við atliti at undirvísingarhølum, næmingaheimi, læraraíbúðum, umsiting, matstovu, ítróttarhentleikum v.m. Bygginevndin skal eisini meta um tørvin á undirvísingarhølum serstakliga við atliti at námsfrøðiligum krøvum til undirvísingarstovur og serstovur til eitt nú listaligt og ítróttaligt virksemi.

4. Tíðarætlan
Grundstykkið verður keypt í 2004. Fakliga nevndin og bygginevndin verða settar skjótast møguligt. Projektering og aðrar fyrireikingar skulu avgreiðast í 2004, so klárt er at byrja fyrst í 2005, og skal skúlin við tilhoyrandi ítróttahøll, næmingaheimi, íbúðum og øðrum hentleikum vera liðugar at taka í nýtslu 1. januar 2007. Byrjast skal við ítróttahøllini.

Hoyring
Uppskotið er ikki sent til hoyringar.

Samandráttur
Verklagslógin gevur landsstýrismanninum heimild til at byggja skúla, ítróttarhøll og næmingaheim við Meginskúlan í Sandoynni til Føroya lista- og ítróttaskúla. Byggiútreiðslurnar í hesum sambandi kunnu í mesta lagi vera 39 mió. kr.

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum
Fíggjartørvurin verður í 2004 4 mió. kr., í 2005 19 mió. kr. og í 2006 16 mió. kr., ella í alt 39 mió. kr.

Neyðugt er, at játtanin fyri 2004 áljóðandi 4 mió. kr. verður tikin við á uppskotinum fyri fíggjarlóg fyri 2004.

Uppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar.

Uppskotið hevur lítlar ella ongar umhvørvisligar avleiðingar. Bygt verður nærhendis Meginskúlanum og ítróttaøkinum í Sandoynni.

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar, men kann væntast at hava positivar avleiðingar fyri Sandoynna og Føroyar sum heild mentanarliga og trivnaðarliga.

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
Búskaparligar avleiðingar
Nei Ja Nei Nei Nei
Umsitingarligar
Avleiðingar
Nei Nei Nei Nei Nei
Umhvørvisligar
Avleiðingar
Nei Nei Nei Nei Nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Nei Nei Nei Nei Nei
Sosialar
Avleiðingar
     

 

Nei  

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1
Í lógargreinini verður heimilað landsstýrismanninum at byggja skúla, ítróttarhøll og næmingaheim við Meginskúlan í Sandoynni til Føroya lista- og ítróttaskúla, og at byggiútreiðslurnar í hesum sambandi í mesta lagi kunnu vera 39 mió. kr. Útreiðslur til forkanningar og projektering eru íroknaðar upphæddina.

Til § 2
Áseting um gildiskomu

1. viðgerð 11. mars 2004. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 14. apríl 2004 legði fram soljóðandi

Álit

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 3. mars 2004, og eftir 1. viðgerð tann 11. mars 2004 er tað beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 23. mars og 6. apríl 2004.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í mentamálum.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin í nevndini (Andrias Petersen, Jákup Mikkelsen, John Johannessen, Olav Enomoto og Marjus Dam) vísir á, at fyriliggjandi uppskot samsvarar ikki við upprunaligu ætlanina um at byggja ein lista- og tónleikaskúla, soleiðis sum tað eisini sæst av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004, sum varð lagt fyri Løgtingið í september 2003. Meirilutin staðfestir, at talan er um eitt nýtt innihald í verkætlanini, sum ikki er viðgjørt í Mentamálaráðnum enn og sum ikki hevur verið til hoyringar hjá viðkomandi myndugleikum og áhugafeløgum, og mælir tí Løgtinginum frá at taka undir við uppskotinum.

Minnilutin (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) mælir tinginum til at taka undir við uppskotinum. Tað eru nú fleiri ár síðani, at henda ætlanin kom undan kavi í politisku skipanini, og í eins nógv ár hevur hesin skúlin staðið á fíggjarlógini (á løgusíðuni) við eini upphædd, ið tó ongantíð er brúkt. Tað var staðfest fyri fleiri árum síðani, at hesin skúlin skuldi skipast á Sandoynni, og í tí sambandinum varð ein bólkur settur niður í 2000 fyri at gera eitt álit um útbúgvingina, og varð álitið lagt fram á sumri 2001. Síðani er at kalla einki hent í málinum. Skúlin hevur øll árini staðið í løgupartinum á fíggjarløgtingslógini, men eingi politisk átøk eru gjørd fyri at loysa málið úr lagdi. Sandoyggin er í eini serstøðu á tann hátt, at hon ikki hevur somu tilboð til ungdómin sum onnur økir í landinum, tá ið um ítróttartilboð ræður. Tí halda uppskotsstillararnir, at ein góð loysn fyri Sandoynna og fyri alt landið kundi verið at samskipa ein lista- og ítróttarskúla við Meginskúlan á Sandoynni. Stórur tørvur er á báðum og hevði Løgtingið framt eitt nýbrot á útbúgvingarøkinum, um tikið varð undir við hesi ætlan. Landsstýrismaðurin í mentanarmálum hevur, sum í flestu málum annars, ongar tankar og ongar ætlanir um nakað sum helst á hesum økinum heldur, tí mælir minnilutin staðiliga tinginum til at taka undir við uppskotinum, sum kann gerast eitt dygt alternativt útbúgvingartilboð hjá føroyskum ungdómi.

Á tingfundi tann 16. apríl 2004 legði Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t
til 2. viðgerð

Upprunaliga ætlanin hjá fyrrverandi landsstýrinum var bert at byggja ein lista og tónlistaskúla á Sandoynni. Við at broyta fyriliggjandi uppskot samsvarandi upprunaligu ætlanini væntar uppskotssetarin, at lógaruppskotið kann verða samtykt í Løgtinginum.

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

  1. Orðið "ítróttaskúli" í øllum bendingum og vendingum verður broytt til "tónlistaskúli" í øllum bendingum og vendingum, har hettar fyrikemur í lógini.
  2. Í grein 1 verður orðið "ítróttarhøll" strikað.

2. viðgerð 16. apríl 2004. Uppskot frá Páll á Reynatúgvu um at beina málið aftur í nevnd fall 9-0-13. Broytingaruppskot frá Páll á Reynatúgvu fall 9-0-14. §§ 1 og 2 fullu 9-0-14. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.