39  Uppskot til  samtyktar um almennan mįlpolitikk

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Oršaskifti viš 1. višgerš
D. Įlit
E. 2. višgerš (einki oršaskifti)

Įr 2004, 4. mars, legši Tórbjųrn Jacobsen, lųgtingsmašur, vegna Tjóšveldisflokkin fram soljóšandi  

Uppskot

til

samtyktar um almennan mįlpolitikk

Heitt veršur į landsstżriš um at seta nišur eina nevnd av mįlkųnum fólki at skriva eina frįgreišing um stųšuna hjį fųroyska mįlinum. Frįgreišingin veršur sķšani lųgd fram til ašaloršskiftis į Lųgtingi soleišis, at landsstżriš burtur śr hesum kann skipa ein almennan mįlpolitikk.

Višmerkingar:
Taš er ikki ókent ķ londunum kring okkum, at frįgreišingar av hesum slagi verša bornar til tings. Eitt dųmi er, at danski mentamįlarįšharrin fyri kortum lęt Fólkatinginum eina slķka frįgreišing - um stųšuna hjį danska mįlinum.

Nakaš av oršaskifti hevur ķ seinastuni veriš um stųšuna hjį fųroyska mįlinum. Hetta kom ķ, eftir at ein kanning prógvaši, at standurin višvķkjandi ręttstaving hjį fųroyskum skślabųrnum og ungdómum er śt av lagi ringur.

Tey flestu mundu hava ein varhuga av, at stųšan ikki var betur enn góš, men at hon var somikiš įlvarslig, hevši fįur vęntaš. Orsųkirnar kunna vera so mangar, og rętt er skjótast gjųrligt at varpa ljós į hendan trupulleikan og gera nakaš viš hann, įšrenn hesin dżrabari arvurin skeiklast og mįliš stųkkur sundur og syndrast.

Landsstżrismašurin ķ mentamįlum eigur at skriva settu nevndini ein bundnan setning, iš leggur upp fyri ųllum teimum įvirkanum, iš kunna vera orsųkin til, at stųšan į hesum ųkinum stendur viš og versnar, hóast tķšin, iš veršur brśkt til frįlęru ķ fųroyskum skślum, er vaksandi.

Kanningarśrslitiš, sum fram er komiš, er sjįlvandi bara eitt tekin śr einum heildartrupulleika. Frįlęran ķ fųroyskum mįli eigur ivaleyst at verša ment, fyrst og fremst į landsins einasta lęraraskśla, sum er keldan til alla śtbśgving landsins. Fjųlmišlarnir munna vera teir, iš stųrstu įvirkanina hava į hvųnn einstakan mįlsliga, og taš er ikki at taka ov rķvan til at siga, at mįlbśnin onkuntķš hevur veriš fręgar, enn hann er ķdag. Sjįlvandi kemst taš eisini av strongd og tķšarneyš, men taš er ein sannroynd, at trupulleikin viš stavingarvillum ķ fųroysku avķsunum hevur veriš vaksandi hesi seinastu įrini, og kundi hetta bent į, at ręttast hevši veriš at skipaš fyri tvungnum skeišum į landsins lęrda hįskśla, Fróšskaparsetri Fųroya, fyri journalistunum, iš allir eru śtbśnir uttanlands. Eitt annaš dųmi um vantandi mįlpolitikk er, at Fųroyar helst eru einasta landiš ķ siviliseraša heiminum, sum letur sķna einastu "public-service" sjónvarpsrįs varpa fremmandar undirtekstir inn ķ hvųrja stovu ķ landinum. So sterkur sum hesin mišilin er, mį hetta metast sum almenn vanrųkt av fólksins egna mįli. Hetta hevši veriš óhugsandi ķ londunum kring okkum, og eigur skil at koma į hesi višurskifti sum skjótast. Sjįlvandi kostar hetta pening, men taš er fyri lķtiš at rokna ķ mun til, at hin dżrasti felagsarvurin hjį fųroyingum skeiklar og vanrųkir seg burtur ķ ómegd. Nevnd eru bara nųkur hissini dųmi um, hvųr iš orsųkin kann vera til ringa standin, og ivaleyst hevši ein nevnd av serkųnum mįlfólkum kunna varpaš mįliš upp soleišis, at tingmenn og landsstżriš kundu skift orš um trupulleikan og mųguligar ętlanir um bata śt frį einum skikkašum grundarlagi. Komiš er fram at teimum mųrkum, at hond mį takast um hendan trupulleikan.

1. višgerš 18. mars 2004. Mįliš beint ķ mentanarnevndina, sum tann 21. aprķl 2004 legši fram soljóšandi

Įlit

Tjóšveldisflokkurin hevur lagt mįliš fram tann 4. mars 2004, og eftir 1. višgerš tann 18. mars 2004 er taš beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundum tann 23. mars og 20. aprķl 2004.

Undir višgeršini hevur nevndin havt fund viš umboš fyri móšurmįlslęrarafelagiš, Katrin Nęs, umboš fyri mįlnevndina, Jógvan ķ Lon Jacobsen og Marius Staksberg, og landsstżrismannin ķ mentamįlum.

Tosaš varš vęl og leingi um mįlspurningar og um tųrvin į einum almennum mįlpolitikki. Tosaš varš um royndirnar ķ grannalondunum, sum nś hava gjųrt upp viš seg sjįlvi, at alneyšugt er viš einum almennum mįlpolitikki, nś tį iš vaksandi samskiftiš į hųvušsmįlunum so lķšandi kann gerast ein hóttan fyri smęrru mįlini. Yvirhųvur var semja um, at tęr almennu Fųroyar eisini eiga at taka tįttin upp og skipa ein mįlpolitik, og hildiš varš, at uppskotiš, sum var til višgeršar, var ein góš byrjan ķ so mįta.

Nevndin er samd um at taka undir viš uppskotinum, sum ķ hųvušsheitum snżr seg um, at Lųgtingiš heitir į landsstżriš, ķ hesum fųrinum landsstżrismannin ķ mentamįlum, um at seta nišur eina nevnd av mįlkųnum fólki, iš skal skriva eina frįgreišing um stųšuna hjį fųroyska mįlinum. Nevndin er samd um, at landsstżrismašurin burdi skrivaš nevndini ein greišan arbeišssetning og geva henni eina tķšarfreist til ólavsųku 2006.

Fyri at fįa eina so smidliga tilgongd sum mųguligt, eisini fyristingarliga, męlir nevndin til, at frįgreišingin veršur grundarlag fyri eini višgerš ķ tinginum, antin sum eitt uppskot til samtyktar ella eitt lógaruppskot, ella at eitt ašaloršaskifti veršur um frįgreišingina soleišis, at ein politisk stųšutakan kann fįast um ein almennan mįlpolitkk.

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóšandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Įheitanin į landsstżriš veršur oršaš soleišis: "Heitt veršur į landsstżriš um at seta nišur eina nevnd av mįlkųnum fólki at skriva eina frįgreišing um stųšuna hjį fųroyska mįlinum, sum kann verša grundarlag fyri eini višgerš ķ tinginum og mųguligari politiskari stųšutakan til ein almennan mįlpolitikk."

Ein samd nevnd tekur undir viš mįlinum og męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš viš nevndu broytingum.

2. višgerš 28. aprķl 2004. Broytingaruppskot frį samdari mentanarnevnd samtykt 25-0-0. Uppskotiš soleišis broytt samtykt 26-0-0. Mįliš avgreitt.