40  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð (riggar ikki)

Ár 2004, 4. mars, legði Karsten Hansen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi

§ 1

Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi verða í frumskjølunum, ið nevnd eru í §§ 1 og 2 í lógini, gjørdar hesar broytingar: 

1)    Í frumskjali 1 til Toll- og vøruskránna verður aftaná kap. 18 sett inn:
        "Kap. 19
        1905.31.10, avgjald 30% + 12,00 kr. pr. kg, søtar keks."

2)     Í frumskjali 1 til Toll- og vøruskránna verður í kap. 22 sum nýtt vørunummar sett:
        "2202.10.00, avgjald á 2,25 kr. pr. l, sotavatn"

3)     Í frumskjali 1 til Toll- og vøruskránna verða avgjøldini á vørunumrum 2402.20.00-2402.90.00
        "100 stk. 80 kr." broytt til: "100 stk. 100 kr."

4)    Í frumskjali 3 til Toll- og vøruskránna verður vørunummar "1905.30.00" strikað, og í staðin verða sum
       nýggj vørunummur sett:
        "1905.31.10, avgjald 2,00 kr./kg, søtar keks.
        1905.31.20, avgjald 2,00 kr./kg, smákøkur"

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. mai 2004. 

Almennar viðmerkingar
Tjóðveldisflokkurin mælir við hesum lógaruppskoti til at hækka avgjaldið á sigarettum, og at leggja avgjald á sotavatn og søtar keks. Slík avgjøld skuldu helst havt við sær, at nýtslan av hesum vørum minkaði, sum fyrst og fremst skuldi betra um heilsustøðuna hjá fólki.

Avgjaldið á sjokulátuvørum er í løtuni 12 kr. pr. kg + 30% av virðinum. Søtar keks v.m., sum stórt sæð innihalda sama tilfar sum sjokulátuvørur, koma at verða javnstillaðar við sjokulátuvørur, um sama avgjald verður lagt á tær sum á sjokulátuvørur. Hesir vørubólkar vera tí javnstillaðir við bert at leggja avgjald á søtar keks, sum er ájavnt við avgjaldið á sjokulátuvørum.

Keks
Í dag er, sum nevnt, einki avgjald á keksum.
Í Toll- og vøruskránni verður vørunummar: "1905.31.00" strikað, og sum nýggj vørunummur verða, "1905.31.10 og 1905.31.20" sett inn.

Tá avgjald skal leggjast á søtar keks og biscuits, er neyðugt at gera broytingar í Toll- og vøruskránni. Hetta merkir, at uppbýtingar skulu gerast í vørunummari 1905.31.00. Vørunummar 1905.31.00 verður strikað, og tvey nýggj vørunummur stovnað: 1905.31.10 og 1905.31.20. Eisini skulu Frumskjal 1 og Frumskjal 3 til Toll- og vøruskránna broytast.

Vøruskráin verður broytt soleiðis:
Kap.19
- Søde kiks, biscuits og småkager; vafler:
1905.31.10 -- Søde kiks, biscuits…………………………….15%+L 3,1
1905.31.20 -- Småkager……………………………………..15%+L 3

Frumskjal 1 verður broytt soleiðis:
Kap. 19:
1905.31.10 30% + 12,00 kr. pr. kg Søtar keks, biscuits

Frumskjal 3 (Javningargjald á búnaðarvørum) verður broytt soleiðis:
Vørunummar 1905.31.00 verður uppbýtt soleiðis
1905.31.10 2,00 kr./kg Søtar keks, biscuits
19.05.31.20     2,00 kr./kg Smákøkur

Sotavatn
Í dag er einki avgjald á sotavatni. Skal avgjald leggjast á sotavatn, so verður tað lagt á bæði tað, sum verður innflutt til Føroya, og tað, sum verður framleitt í Føroyum.

Hetta hevur við sær, at Toll- og vøruskráin og Frumskjal 1 til Toll- og vøruskránna skulu broytast.

Vøruskráin verður broytt soleiðis:
2202.10.00 - Vand, herunder mineralvand og vand tilsat kulsyre, tilsat sukker
                        eller andre sødemidler eller aromatiseret……………………….. 9,6% 1

Frumskjal 1 verður broytt soleiðis:
Eitt nýtt vørunummar verður sett inn.
Kap. 22
2202.10.00 2,25 kr. pr. l Sotavatn

Sigarettir
Sigarettir hava í dag eitt avgjald upp á 100 stk. fyri 80,00 kr.

Avgjaldið verður nú 100 stk. fyri 100,00 kr. Afturat hesum kemur so 25% mvg.

Neyðugt er at broyta frumskjal 1 til Toll- og vøruskránna soleiðis:
Kap. 24
2402.20.00- 100 stk. 100,00 kr. Sigarettir
2402.90.00

Kapittul 2. Avleiðingar av uppskotinum
Mett verður, at lógaruppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar fyri landið og vinnuna. Avgjaldssatsirnir, sum í hesum lógaruppskoti eru broyttir, eru:

Sotavatn: 2,25 kr. pr. litur + 25% mvg, Nýtslan í dag 2,81 mió. litrar
Sigarettir: 0,25 kr. pr. stk. + 25% mvg Nýtslan í dag 62 mió. sigarettir
Keks: 12 kr. pr. kg + 30% av virðinum + 25% mvg Nýtslan í dag 220.000 kg

Við núverandi nýtslu skuldi hetta givið:

Sotavatn: (2,25 kr. + 0,56 kr) x 3.921 litrar 11,0 mió. kr.
Sigarettir: (0,20 kr.+ 0,05 kr.) x 62 mió. 15,5 mió. kr.
Keks: 12 x 220.000 kg 2,6 mió. kr.
30% av innflutningsvirðinum (6 mió. kr.) 1,8 mió. kr.
Mvg: 3 kr. x 220.000 kg 0,7 mió. kr.
Mvg: 25% av 1,8 mió. kr. (innflutn. virði) 0,5 mió. kr.
Íalt 37,7 mió. kr.

Roknast kann við, at nýtslan fellur nakað, tá avgjøldini hækka, so samlaða úrslitið fyri landskassan verður neyvan meira enn áleið 30 mió. kr. um árið. Í 2004 verður inntøkan tó áleið 20 mió. kr. Mett verður, at uppskotið hevur við sær umsitingarligar avleiðingar. Neyvari eftirlit krevst við innflutninginum av serliga sigarettum, tí jú hægri prísurin er her í landinum, jú størri verður freistingin til at innflyta "bíligt".

Mett verður ikki at uppskotið hevur stórvegis umhvørvisligar avleiðingar við sær. Mett verður ikki, at uppskotið hevur avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur fyri landið, kommunur, ávísar samfelagsbólkar ella vinnuna. Mett verður ikki, at uppskotið hevur við sær sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar.

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

Nr. 1
Við hesum lógaruppskoti verður skotið upp at broyta frumskjal 1 til Toll- og vøruskránna. Einki avgjald hevur verið á søtum keks v.m., og tí er neyðugt at seta vørunr. 1905.31.10 í kapittul 19 inn í frumskjal 1 við einum avgjaldi upp á 30% + 12,00 kr. pr. kg

Nr. 2
Í frumskjali 1 til Toll- og vøruskránna verður í Kap. 22 sum nýtt vørunummar 2202.10.00 sett inn. Hetta tí, at í hesum lógaruppskoti verður skotið upp, at avgjald skal verða á sotavatni við 2,25 kr. pr. l

Nr. 3
Sigarettir hava við galdandi lóg eitt avgjald á 100 stk. 80 kr. Avgjaldi á sigarettum (vørunumrum 2402.20.00-2402.90.00) verður við hesum lógaruppskoti hækkað til 100 stk. 100 kr.

Nr. 4
Í frumskjali 3 til Toll- og vøruskránna verður vørunummar 1905.30.00 strikað, og í staðin verða tvey nýggj vørunummur sett inn. Vørunr. 1905.31.10, ið er søtar keks, fáa við hesum lógaruppskoti eitt avgjald á 2,00 kr./kg við innflutning. Sama ger seg galdandi fyri vørunr. 1905.31.20, ið er smákøkur.

1. viðgerð 17. mars 2004. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 28. apríl 2004 legði fram soljóðandi

Álit

Karsten Hansen, løgtingsmaður hevur, vegna Tjóðveldisflokkin, lagt málið fram tann 4. mars 2004, og eftir 1. viðgerð tann 17. mars 2004 er tað beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann. 18. og 25 mars og 1. og 21. apríl 2004.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum og umboð fyri heilsusystraskipanina og Pál Weihe, yvirlækna á deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu.

Nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Kaj Leo Johannesen)

hevur fingið upplýst, at burtursæð frá tubbakki, er ikki nakar neyvur samanhangur millum avgjald og betri fólkaheilsu.

Meirilutin vísur á, at serliga avgjaldið á sodavatn og søtar keks sær út til at raka sera tilvildarliga. Sukurfríar vørur, ið frammanundan eru sera kostnaðarmiklar (til dømis sukurfrítt sodavatn), fáa eftir uppskotinum sama avgjald sum søtar vørur, meðan bakaravørur sleppa undan.

Um endamálið veruliga var at umleggja matvanarnar hjá fólki, skuldi avgjaldið fyrst og fremst verið avmarkað til bert at fevnt um ósunnar vørur, og harumframt skuldi kostnaðurin á heilsugóðum kosti (til dømis frukt, grønmeti og mjólk) lækka, samstundis sum tær ósunnu vørurnar hækkaðu, men tað hendir ikki sambært uppskotinum.

Tí noyðast diabetikarar, sum frammanundan rinda nógv fyri teirra serliga og sukurfría kost, at rinda heilsuavgjald fyri til dømis sukurfrítt sodavatn, meðan aðrir borgarar, sum keypa søtar bakaravørur, sleppa undan avgjaldinum.

Meirilutin metir tí, at avgjøldini verða løgd á alt ov tilvildarligar vørur, har nakrar ósunnar vørur sleppa undan avgjaldi, meðan ávísar heilsugóðar vørur ikki sleppa undan. Einki bendir á, at uppskotið fer at betra nevnivert um heilsustøðuna hjá fólki, ella at verða til bata fyri umhvørvið.

Meirilutin vísir á, at landsstýrismaðurin arbeiðir við einum uppskoti um fólkaheilsupolitikk, sum hann fer at leggja fram í næstum, og mælir tí Løgtinginum frá at taka undir við uppskotinum.

Ein minniluti (Kári P. Højgaard) hevur fylgjandi viðmerkingar:

Undir viðgerðini av uppskoti Tjóðveldisfloksins er komið fram, at tað fyrst og fremst er ætlað sum eitt uppskot til verju av fólkaheilsuni í Føroyum. Hetta sæst m. a. í innkallingunum til hoyringar í fíggjarnevndini, har landslæknin, umboð fyri heilsusystraskipanina og arbeiðsmedisinarin, vórðu innkallað.

Minnilutin heldur seg ikki, við teimum upplýsingum, sum fram eru komnar, hava fingið trygd fyri, við at leggja eykaavgjald á tær vøruskráir, nevndar eru í uppskotinum, at hetta fer at fáa ætlaðu positivu ávirkanina á fólkaheilsuna. Tað sær út til, at nakrar vørur eru útvaldar, hetta uttan at grundgeving er fyri, at tær eru vandamiklari enn aðrar, sum ikki eru tiknar við, eitt nú bomm, chips, v.m.

Fyri stuttum kom fram, at bretska stjórnin umhugsar at leggja eitt avgjald á eitt nú smør, ost, sjokulátu og chips. Ætlanin hjá stjórnini er at leggja eyka avgjald á matvørur, sum hava serliga nógv sukur ella feitt í sær. Her sæst ein reyður heilsufrøðisligur tráður í ætlanini.

Havast má eisini í huga, nú ætlanin er at dýrka sodavatn av heilsuávum, og prísmunurin millum øl og sodavatn minkar. Senda vit so ikki eitt tekin, sum sigur, at tað er heilsubetri at drekka øl?

Minnilutin tekur ikki undir við verandi uppskoti, men heitir á landsstýrismenninar, ið umsita málsøkini almanna/heilsumál og fíggjarmál, um saman við fakfólki innan heilsuøkið, at gera eitt breiðari og meira fullfíggjað uppskot, sum veruliga leggur upp fyri, hvat er ósunnur matur. Eitt eykaavgjald á ósunnan mat/nýtslu/drykkjuvørur saman við miðvísari upplýsing um fólkaheilsuna, kann føra til eina hugburðsbroyting, so at vit frameftir fara at eta og liva sunnari.

Minnilutin (Karsten Hansen og Páll á Reynatúgvu) ásannar, at málið hevur kravt eina viðgerð, sum bæði leggur upp fyri fíggjarligu og heilsuligu avleiðingunum av uppskotinum. Fyri betur at lýsa tann heilsuliga partin, ynskti minnilutin at fáa á fund umboð, sum kundu lýsa heilsuliga sjónarhornið.  

Leiðarin fyri heilsufrøðiskipanini upplýsti, at uppskotið uttan iva hevði ávirkan í fyribyrgingarhøpi, men metti, at uppskotið í enn betri mun átti at málrættast, so eisini vørur, sum vóru knýttar at ungdómsmentanini, vórðu fevndar av uppskotinum. Her verður serliga hugsað um feittmettaðar lættisoppavørur. Heilsufrøðiskipanin tók fult undir við tí partinum av uppskotinum, sum snýr seg um tubbaksavgjald. Eisini nevndi heilsufrøðiskipanin, at sambært teirra dagligu metingum, hendu stórar broytingar í rørsluliga miðalførleikanum hjá føroysku børnunum, og ynskti, at hetta uppskotið gjørdist partur av samlaða føroyska fólkaheilsuspurninginum. 

Leiðarin á deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu legði fram part av kanning viðvíkjandi heilsustøðuni hjá europeiskum børnum. Herundir eisini føroyskum børnum. Kanningin vísti, at sum heild er talið av ov feitum børnum vaksandi, eisini í Føroyum. Víðari vísti hann á, at orsøkin til ovurfiti er, at ósamsvar er millum orkuinntøku og orkunýtslu, minkað orkunýtsla vegna likamsóvirkni og økt nýtsla av mati, sum ikki liggur væl á. Tað kom eisini fram í framløguni, at samband er millum prís og fyribyrging. Somuleiðis vísti leiðarin á, at talið av roykjarum í 9. flokki nú aftur er hækkandi. Í 1999 vóru tey 23 % og í 2003 vóru tey 33 %.  

Í sambandi við tubbakspartin so hevur Fyribyrgingarráðið víst á, at greiður samanhangur er millum hægri prís og lægri nýtslu av tubbaksvørum. Fyribyrgingarráðið vísir á, at um hvør sigarettpakki í kostnaði hækkar við 5 krónum, kann væntast at nýtslan minkar 6 %. Tey vísa víðari á, at príshækkingar eru sterkasta amboðið, sum er til taks, at stýra tubbaksnýtsluni við. 

Minnilutin hevur kannað møguleikan fyri at breiðka og málrætta uppskotið við einum broytingaruppskoti, sum skal leggja hægri avgjald á chips og aðrar feittmettaðar lættisoppavørur, men hevur frá Toll og Skatt fingið upplýst, at hettar krevur eitt longri skotbrá at fáa fyrireikað og loyst. 

Samanumtikið er uppskotið eitt avgjaldsuppskot, sum skal tryggja landskassanum meirinntøkur, nú fíggjarlógaruppskotið hjá samgonguni vísir eitt ovurstórt hall. Sæð í fólkaheilsuhøpi hevur nevndarviðgerðin staðfest annað sjónarhornið við uppskotinum um, at tað somuleiðis eru fleiri fyribyrgjandi tættir avleiddir í uppskotinum. Tí mælir minnilutin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 4. mai 2004. §§ 1 og 2 fullu 9-0-18. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.