41  Uppskot til  samtyktar viðvíkjandi vegakervunum Skálafjørður-Strendur og Norðskáli-Oyri

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2004, 4. mars, legði Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar viðvíkjandi vegakervunum Skálafjørður-Strendur og Norðskáli-Oyri 

Heitt verður á landsstýrið um skjótast gjørligt at leggja fram løgtingslógaruppskot um verklagslóg fyri vegakervið úr Skálafirði út á Strendur og fyri vegakervið av Norðskála út á Oyrar.

Viðmerkingar:
Samferðslukervið í landinum er nógv ment hesi seinastu ártíggini. Eysturoyggin er einki undantak í so máta – kanska tvørturímóti. Tó eru vegastrekkir í oynni, sum á ongan hátt eru nøktandi í mun til tann tørvin, ið er í dag.

Í økinum úr Skálafirði, út á Raktanga og norður til Selatraðar búgva sløk 1800 fólk. Nógv vinnuvirksemi er á hesi leiðini, sum hevur nógva tunga ferðslu við sær. Tó er vegakervið í økinum ímillum tað lakasta í landinum og er fyri mesta partin teir upprunaligu bygdavegirnir, ið á ongan hátt nøkta tørvin í dagsins samfelagi. Tað sama er galdandi fyri vegastrekkið frá Sundalagsbrúnni og út á Oyrar.

Í mun til fólkatalið og stóra vinnuvirksemið í hesum báðum økjum hevur merkiliga lítið ljós verið varpað á hesar verkætlanir, og striltið hevur gingist at fáa játtanir settar av á fíggjarlógunum.

Miðskeiðis í februar mánaði 1999 legði landsstýrið fram á ting eitt álit um framtíðar samferðslukervið í Føroyum. Omanfyrinevndu vegastrekkir vóru ikki nevnd í teirri raðfesting, sum varð uppskotin í niðurstøðuni í álitinum. Politiskt hevur tað tó eydnast at fáa glið á soleiðis, at gongd hevur verið í arbeiðnum síðani ár 2000.

Viðvíkjandi strekkinum Skálafjøður-Strendur var 1 millión kr. sett av í 2000 til ábøtur á gamla vegin Innan Glyvur. Árið eftir, í 2001, vórðu 6 milliónir kr. játtaðar. 1 millión kr. varð nýtt til at bøta um gamla vegin meðan hinar 5 vóru nýttar til nýgerð av vegi oman fyri Skála. 6 milliónir vórðu aftur settar av í 2002 og tað sama aftur í 2003. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004, sum fráfarna landsstýrið legði fram á ting, og sum nú ikki er til í politisku skipanini, vórðu settar av 5,75 milliónir kr. til hetta arbeiðið. Sambært viðmerkingunum í hesum sama uppskoti er samlaði kostnaðurin av hesi verkætlan mettur at vera umleið 77 milliónir kr., býtt soleiðis, at Skália-Strendur er mett til at kosta 52 milliónir kr. og strekkið Skálafjørður-Skáli er mett at kosta 25 milliónir kr.

Viðvíkjandi Norðskála-Oyri vórðu brúktar 993.000 kr. í 2002, og játtaðar vórðu 2 millónir kr. í 2003. Tó varð hendan seinra upphæddin hækkað nakað í eini eykajáttanarlóg fram ímóti ársenda í fjør.

Tað er eingin loyna, at tað hevur verið ógvuliga stríggið at fingið hesar játtanir til høldar á Løgtingsins fíggjarlógum, og eingin orsøk er til at vænta, at hetta fer at ganga lagaligari í árunum, sum koma. Tað hevði ivaleyst bøtt munandi um skipanina av hesum báðum verkætlanum, um so varð, at tær vórðu lagdar í tvær verklagslógir soleiðis, at arbeiðini kundu verðið boðin út sum samlaðir pakkar. Ynskjandi er eisini at upphæddirnar, ið fara at verða settar av til hesi bæði arbeiðini, verða av eini slíkari stødd, at arbeiðast kann samanhangandi hagartil, rokkið er á mál. Viðvíkjandi strandavegnum, sum vegurin vestarumegin á Skálafjørðinum vanliga verður róptur, hevur verið mett, at 10 milliónir kr. áttu at verðið settar av um árið, fyri at sum mest skal fáast burtur úr peningaliga tilfeinginum. Hvør ið mest hóskandi upphæddin er at seta av til Oyravegin, hevur einki verið frammi um, men skipað eigur at verða soleiðis fyri frá politiskari síðu, at hesi bæði vegastrekkini vera komin undir land um eini 4-5 ár.

Búskaparligu vánirnar eru nakað lakari nú enn árini frammanundan. Sagt verður at íløguvirksemið í privatu vinnuni fer at tódna nakað tey næstu árini, og tá er skilagott at taka á í almenna íløguvirkseminum. Í tí ljósinum hevði tað verið rætt atborið av tinginum, at tikið undir við hesi áheitanini á landsstýrið, um at leggja hesar báðar verkætlanirnar, vegakervið Skálafjørður-Strendur og Norðskáli-Oyri í tvær verklagslógir soleiðis, at arbeiðini bæði kundu verðið boðin, út hvørt sær undir einum.

1. viðgerð 16. mars 2004. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 26. mars 2004 legði fram soljóðandi

Álit

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 4. mars 2004, og eftir 1. viðgerð tann 16. mars 2004 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 25. mars 2004.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum, saman við landsverkfrøðínginum.

Landsstýrismaðurin upplýsti m.a., at í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2004, sum verður lagt fram fyri tingið seinnapartin í dag, eru settar av 6 mió. kr. til vegastrekkið Skálafjørður - Strendur og 3. mió kr. til vegastrekkið Norðskála - Oyri.

Meirilutin í vinnunevndini (Henrik Old, Alfred Olsen, Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg) vísir á, at skulu fleiri verklagslógir gerast á samferðsluøkinum, so merkir hetta, at okkurt annað má prioriterast afturum. Verður hetta gjørt, so kann hugsast, at ein slík verklagslóg um vegagerð verður tann fyrsta í eini røð av verklagslógum um vegagerð. Áskoðanin hjá meirilutanum er tí tann, at skal man fara undir at gera verklagslógir fyri vegagerðirnar kring landið, so krevur hetta, at ein politisk semja um eina langtíðar heildarætlan fyri vegagerð verður gjørd fyrst. Meirilutin tekur tí ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 1. apríl 2004. Uppskot til samtyktar fall 9-0-16. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.