43  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2004, 4. mars, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 88 frá 8. mai 2003, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 20, stk. 2 verður 2. pkt. orðað soleiðis: "Toll- og Skattstova Føroya krevur inn peningin frá arbeiðsgevaranum."
  2. Í § 20 verður stk. 3 strikað, og í staðin fyri verða sett sum stk. 3, 4, 5 og 6:
  3. "Stk. 3. Kravið sambært § 20, stk. 2, 1. pkt. fellur til gjaldingar tann 1. í mánaðinum eftir, at Almannastovan hevur skrivað uppgerð út.
    Stk. 4. Um dagpeningurin ikki verður goldin rættstundis sambært stk. 3, verður renta roknað av kravinum við 0,7% um mánaðin frá 1. degi í tí mánaði, sum kemur eftir, at dagpeningurin skuldi verið goldin, og til goldið er.
    Stk. 5. Dagpeningur, ið er fallin til gjaldingar, kann, saman við rentum og innkrevjingarkostnaði, verða innheintaður við panting.
    Stk. 6. Toll- og Skattstova Føroya fremur panting sambært stk. 5 eftir reglunum í skattalógini fyri innkrevjing av skattum."

§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar
Í hesum broytingaruppskotinum til dagpeningalógina mælir landsstýrismaðurin í almannamálum til, at broytingar verða gjørdar viðvíkjandi innheinting av sjúkradagpeningi fyri 1. og 2. fráverudag.

Talan er í høvuðsheitum um nágreining og broyting av innkrevjingini av sjúkradagpeningi, ið arbeiðsgevarin skal rinda fyri 1. og 2. fráverudag.

Tá ið Almannastovan skuldi seta innkrevjingina í verk, vísti hetta seg at økja munandi um arbeiðsbyrðuna hjá Almannastovuni, serliga um arbeiðsgevararnir ikki vilja rinda. Uppgávan liggur sostatt best hóskandi hjá Toll- og Skattstovu Føroya.

Við tað, at Toll- og Skattstova Føroya við hesum uppskoti fær heimild til at krevja dagpeningin frá arbeiðsgevarunum inn, verður mett, at innkrevjingin harumframt verður meira effektiv.

Toll- og Skattstova Føroya er av tí meting, at hon ikki kann umsita hesa innkrevjing av sjúkradagpeningi frá arbeiðsgevarunum uttan at hava lógarheimild fyri panting í dagpeningalógini. Um eingin pantiheimild er í lógini, skal kravið leggjast fyri rættin, og er hetta ein sera tíðarkrevjandi mannagongd.

Umrøtt hevur verið at seta lógaruppskotið í gildi við afturvirkandi kraft frá 1. apríl 2003, tá ið heimildin til at krevja arbeiðsgevaran fyri dagpening fyri 1. og 2. fráverudag varð sett í lógina. Við at seta lógina í gildi við afturvirkandi kraft verður heimild til at panta tey krøv, ið eru fallin til gjaldingar, men sum ikki eru kravd inn enn. Toll- og Skattstova Føroya hevur sett sum treyt fyri at krevja peningin inn, at ein pantiheimild verður sett í lógina.

Tað er ein løgfrøðilig meginregla, at lógir, ið eru tyngjandi fyri borgaran, ikki verða settar í gildi við afturvirkandi kraft. Løgmálaráðið ger eisini í sínum hoyringssvari staðiliga vart við, at tað í lóggávuhøpi prinsipielt altíð er óheppið at seta lógir í gildi við afturvirkandi kraft. Tá skal serliga havast í huga, um borgarin sambært nýggju reglunum fær álagdar skyldur ella kann vera fyri inntrivum, ella um hann kann vera fyri revsing fyri gerðir o.a., ið hann hevur gjørt í tíðini frá 1. apríl 2003, og til broytingslógin kemur í gildi.

Avleiðingarnar av ikki at seta broytingarlógina í gildi við afturvirkandi kraft er, at Toll- og Skattstova Føroya ikki vil átaka sær at krevja tey krøv inn, ið eru fallin til gjaldingar, áðrenn lógin er sett í gildi. Hetta merkir, at Almannastovan ikki bert skal senda uppgerð út til arbeiðsgevaran, men eisini skal krevja arbeiðsgevaran eftir gjaldinum, og um arbeiðsgevarin ikki vil rinda, má Almannastovan gjøgnum rættarskipanina fyri at fáa peningin inn fyri hesi krøv.

Við lógaruppskotinum verður mælt til, at ein útpantingarheimild og reglur um innheinting verða lógarfestar, og at henda lógarbroytingin ikki verður sett í gildi við afturvirkandi kraft, men frá degnum, eftir at lógin er kunngjørd.

Avleiðingar av uppskotinum
Mett verður, at lógaruppskotið hevur umsitingarligar avleiðingar fyri Toll- og Skattstovu Føroya, við tað at Toll- og Skattstova Føroya fær enn eitt gjald at krevja inn.

Mett verður somuleiðis, at lógaruppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar fyri Toll- og Skattstovu Føroya, við tað at Toll- og Skattstova Føroya kemur at hava tørv á einum hálvum starvi afturat fyri at loysa hesa uppgávuna. Eitt hálvt starv verður mett at kosta uml. 125.000,- kr. árliga.

Harumframt verða byrjunarútreiðslur bæði í Toll- og Skattstovu Føroya og á Almannastovuni í sambandi við programmering. Almannastovan rindar sínar útreiðslur til programmering av játtanini í ár og Almanna- og heilsumálaráðið rindar útreiðslurnar hjá Toll- og Skattstovu Føroya eftir rokning. Toll- og Skattstova Føroya metir, at tað fer at kosta o.u. 65 tkr.

Lógaruppskotið hevur ikki umhvørvisligar avleiðingar, avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur ella sosialar avleiðingar.

  Fyri
landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri
pláss/øki í landinum
Fyri ávísar
samfelagsbólkar / felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar hjá Almannastovuni og Toll- og Skattstovu Føroya. Almannastovan hevur boðað frá, at hon tekur undir við lógaruppskotinum. Toll- og Skattstova Føroya hevur munnliga boðað frá sínum viðmerkingum. Hesar viðmerkingar eru tiknar til eftirtektar í lógaruppskotinum. Harumframt hevur lógaruppskotið verið til løgfrøðiliga eftirkannan.

Serligar viðmerkingar
Til § 1, 1)
Almannastovan upprættar kravið og sendir hetta til Toll- og Skattstovu Føroya at krevja inn.

Til § 1, 2) Heimildin hjá landsstýrismanninum til at áseta nærri reglur um afturrindan av útreiðslum, og hvussu peningurin verður kravdur inn, sambært núverandi stk. 3, verður tikin úr lógini, við tað at hesar reglur nú verða settar í sjálva lógina.

Kravið er dagpeningur, ið arbeiðsgevarin skal rinda fyri 1. og 2. fráverudag, og líkamikið nær hetta kravið er uppstaðið, fellur tað ikki til gjaldingar, fyrr enn ein uppgerð er send út til arbeiðsgevaran.

Mælt verður við hesum lógaruppskoti til at hava sama rentusats, sum er á øðrum skatta- og avgjaldskrøvum, ið Toll- og Skattstova Føroya krevur inn.

Umráðandi er, at heimild er til at panta tey krøv, ið ikki verða goldin rættstundis. Harumframt verður mett umráðandi at hava eina greiða heimild til, at krøv, renta og innkrevjingarkostnaður kunnu verða innheintað við útpanting.

Henda útpantingarheimild verður við hesum lógaruppskoti givin Toll- og Skattstovu Føroya. Stk. 6 vísir til innheintingarreglurnar í skattalógini, ið aftur vísa til lógina "om Inddrivelse af Skatter og Afgifter til det Offentlige m.m." Hetta hevur við sær, at innkrevjarin beinleiðis kann leggja kravið fyri fútarættin, og ikki er neyðugt at fara ígjøgnum alla rættarskipanina við málinum.

Fylgiskjøl
Skjal 1:
Hoyringssvar frá Almannastovuni, dagf. 25. november 2003.

1. viðgerð 11. mars 2004. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 18. mars 2004 legði fram soljóðandi

Álit 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2004, og eftir 1. viðgerð 11. mars 2004 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 17. mars 2004.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum.

Landsstýrismaðurin upplýsti, at bókað krøv í 2003 vóru 2,4 mió.kr., og at inngoldið í 2003 var tilsamans higartil kr. 1,6 mió.kr. Árliga metti landsstýrismaðurin, at útreiðslurnar, ið standast av at krevja hesar inn, eru uml. 0,5 mió.kr og at inngjaldið frá arbeiðsgevarunum fór at geva 3,5 mió.kr.

Landsstýrismaðurin upplýsti eisini, at tær byrjanarútreiðslur, ið umrøddar eru í viðmerkingunum frá Toll- og Skattstovu Føroya longu vóru avgreiddar, sostatt var einki eftir at gjalda hjá Almanna- og heilsumálaráðnum.

Nevndin metir, at ásetingin um, at kravið skal falla til gjaldingar tann 1. í mánaðinum eftir, at Almannastovan hevur sent uppgerð út, kann í ávísum føri elva til gjaldsfreistir, ið eru alt ov stuttar, og metir nevndin tí, at vanliga gjaldsfreistin, sum er leypandi mánaði + 30 dagar, eigur at vera galdandi.

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

Í § 1, nr. 2 verður í staðin fyri orðingina " Kravið sambært § 20, stk. 2, 1. pkt. fellur til gjaldingar tann 1. í mánaðinum eftir, at Almannastovan hevur skrivað uppgerð út." sett " Gjaldsfreistin fyri kravinum sambært § 20, stk. 2, 1. pkt. er verandi mánaði umframt 30 dagar eftir, at Almannastovan hevur skrivað uppgerð út." 

Ein samd nevnd tekur undir við soleiðis broytta uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 24. mars 2004. Broytingaruppskot fra samdari trivnaðarnevnd til § 1 samtykt 29-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 26. mars 2004. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 9 frá 30.03.2004