44  Uppskot til  løgtingslóg um eftirløn hjá ávísum lærarum o.ø. á Føroya Handilsskúla

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2004, 4. mars, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um eftirløn hjá ávísum lærarum o.ø. á Føroya Handilsskúla

§ 1. Henda lóg fatar um teir lærarar o.o. á Føroya Handilsskúla, sum sett eru í tænastumannalíknandi størv eftir 31. desember í 1987, og sum sambært setanarskrivinum eru sett sambært kunngerð frá danska kenslumálaráðnum.

§ 2. Lærari, hjúnafelagi og børn eftir lærara hava rætt til eftirløn eftir løgtingslóg nr. 32 frá 5. juli 1971 um tænastumannaeftirlønir, sum seinast broytt við Ll. nr. 24 frá 14.03.1997, við teimum avmarkingum, sum ásettar eru í §§ 3-7.

§ 3. Treyt fyri at vinna sær eftirløn, er, at lærari er í minsta lagi í hálvum starvi.
Stk. 2. Er lærari eisini í øðrum starvi, har hann vinnur sær tænastumannaeftirløn, kann hann hvørt árið ikki vinna sær meiri enn samanlagt eitt eftirlønarár.

§ 4. Hægsta egineftirløn fæst, tá ið eftirlønaraldurin er 37 ár, og hon er 57% av eftirlønargevandi lønini hjá tænastumanni, tá hann fer frá, smb. § 5 í eftirlønarlógini hjá tænastumonnum landsins. Hvørt eftirlønarár er íroknað í útrokningarprosentinum soleiðis, at 1-16 ár telja 1,75%, 17-32 ár 1,50% og 33 til 37 ár 1%.

§ 5. Eftirløntir lærarar, sum løntir eru ájavnt lønarstigi 26 og lægri hjá tænastumonnum landsins, fáa eina árliga viðbót, sum við 37 ára eftirlønaraldur er kr. 3.600,-, við 36, 35 og 34 ára eftirlønaraldur ávíkavist kr. 2.600,-, kr. 1.600,- og kr. 600,-. Eftirløntir lærarar, løntir ájavnt lønarstigunum 27, 28, 29, 30 og 31, fáa við sama eftirlønaraldur árliga viðbót, sum ávíkavist er 80, 60, 40, 20 og 10% av nevndu upphæddum.
Stk. 2. Frá 1. januar í 2004 og 1. januar hvørt ár eftir tá verða árligu viðbøturnar í stk. 1 lækkaðar 200 kr. árliga.

§ 6. Hjúnafelagseftirlønin er fyri hvørt ára eftirlønaraldur 71% av egineftirlønini, roknað eftir § 3.

§ 7. Ásetingarnar í løgtingslógini um tænastumannaeftirlønir er annars galdandi við hesum avmarkingum:

  1. § 2 er bara galdandi, tá ið lærari verður loystur úr starvi vegna aldur ella veikleika.
  2. § 19, stk. 1 er bara galdandi fyri eftirsitiløn av eftirløn.
  3. § 4b, § 6, stk. 1-3 og stk. 6, § 12, stk. 1, §§ 17 og 18, § 19, stk. 3, § 21, stk. 2 og 3, § 26, stk. 2 og 3 og §§ 34-41 eru ikki galdandi.

§ 8. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar
Lógaruppskotið um eftirløn til ávísar lærarar o.o. á Føroya Handilsskúla verður lagt fyri Løgtingið fyri at fáa formligu viðurskiftini í rætt lag, so landskassin kann rinda teimum eftirløn.

Føroya Handilsskúli er sjálvsognarstovnur. Fram til 31. desember 1987 var hetta økið danskt, og lærarar vóru settir tænastumannalíknandi samb. setanarkunngerð frá danska kenslumálaráðnum. Henda setanarkunngerð ásetti, at skúlin skuldi syrgja fyri eftirlønarviðurskiftunum, og vórðu lærararnir og onnur tí innlimað í Pensionskassen for erhvervsskoler, sum er ein pensjónkassi, ið danski staturin varðar av. Eftirlønin, ið hesin limaskapur gevur rætt til, líkist nakað tænastumannaeftirlønini. Skilt soleiðis, at í pensjónskassanum verður givin ein tilsøgn um eina eftirløn, sum svarar til ein ávísan prosentpart av lønini, sum lærarin fekk, tá ið hann fór frá. Hetta er ikki sum í einum lívstryggingarfelagi, har eftirlønarútgjaldið er alt eftir, hvussu nógv er goldið inn, og hvussu inngoldni peningurin er forrentaður.

Málsøkið varð yvirtikið í sambandi við, at blokkskipanin kom 31. desember í 1987. Lærarar, sum eru settir eftir henda dag, kunnu tí ikki vera í donsku eftirlønarskipanini. Hóast hetta, so er hjá nøkrum lærarum og øðrum, sum eru sett eftir 31. desember í 1987, ásett í setanarskrivinum, at tey eru sett sambært omanfyrinevndu setanarkunngerð frá danska kenslumálaráðnum. Har er m.a. ásett, at skúlin átekur sær at lima tey inn í danska eftirlønarkassan, sama eftirlønarkassan, sum tey ikki kunnu gerast limir í. Tað verður tískil mett, at landið hevur skyldu at veita hesum bólki eina líknandi eftirløn sum teimum, sum eru í danska eftirlønarkassanum. Tað snýr seg um 13 fólk, sum hava tílíka setan.

Aðrir skúlar (m.a. Tekniski skúlin) hava havt líknandi trupulleikar, men eru teir loystir á tann hátt, at í sambandi við at tað er gjørdur sáttmáli millum landsstýrið og yrkisfelagið, er eftirlønar-spurningurin tikin við í einari samlaðari loysn.

Hóast tað í fleiri umførum hava verið samráðingar millum landsstýrið og Lærarafelag Handilsskúlans, er ongantíð nakar sáttmáli gjørdur, og tí er eftirlønarmálið heldur ikki loyst.

Landsstýrið metir tó, at onkursvegna hava hesi fólkini fingið eina tilsøgn, sum landskassin er bundin av. Tí gjørdi Fíggjarmálaráðið 3. mai 2002 eina semju við felagið um, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skuldi leggja uppskot fyri Løgtingið um, at hesi 13 fólkini fáa eftirløn eftir sama leisti, sum tey, sum sett eru áðrenn 31. desember 1987.

Ummæli
Lærarafelag Handilsskúlans fekk á fundi 6. mars í 2003 lógaruppskotið at viðmerkja. Fíggjarmálaráðið hevur fingið skrivligar viðmerkingar frá felagnum 12. februar í 2004.

Í høvuðsheitum eru viðmerkingarnar, at lærararnir o.o. siga seg vera fyri mismuni, sammett við lærarar á Teknisku skúlunum og Sjómans- og Maskinmeistaraskúlunum, sum vóru í líknandi støðu, tá ið blokkurin kom í 1988.

Eftirlønarviðurskiftini hjá teimum bólkunum vórðu avgreidd, tá ið sáttmáli varð gjørdur millum viðkomandi yrkisfelag og landsstýrið.

Sáttmáli er ikki gjørdur við Lærarafelag Handilsskúlans. Tann 3. mai í 2002 varð semja gjørd millum landsstýrismannin í fíggjarmálum og felagið um, at landsstýrismaðurin skuldi leggja uppskot fyri Løgtingið um, at hesir 13 lærarar fáa eftirløn eftir sama leisti, sum teir, sum settir eru áðrenn 31. desember 1987. Lógaruppskotið er fullkomiliga sambært teirri semjuni.

Fíggjarligar avleiðingar
Lógin gevur heimild til, at eftirløn verður goldin 13 lærarum o.ø. á Føroya Handilsskúla. Tað er ikki ein nýggj skylda, sum verður áløgd landskassanum. Landskassin hevur skylduna undir øllum umstøðum, tí í setanarskrivunum hjá hesum lærarum er lovað teimum, at teir hava eftirlønarrætt sambært setanarkunngerðini, sum galdandi var fyri 31. desember í 1987.

Hvussu nógv eftirlønin fer at kosta, ber ikki til at siga heilt nágreiniligt. Verður dømi roknað, har lønin er 30.000 kr. um mánaðin, verða upphæddirnar hesar fyri ein lærara:

Eftirlønarár

%

Eftirløn

Útreiðsla í 13 ár

5 8,75 2.625 409.500
10 17,50 5.250 819.000
15 26,25 7.875 1.228.000
20 34,00 10.200 1.591.200
25 41,50 12.450 1.942.200
30 49,00 14.700 2.293.200
37 57,00 17.100 2.667.600

Hevur lærari t.d. vunnið sær 20 eftirlønarár, er eftirlønin 34% av lønini á tí lønarstignum, lærarin er á, tá ið hann fer frá. Verður roknað við, at lønin er 30.000 kr., verður eftirlønin 10.200 kr. um mánaðin. Tann upphæddin verður goldin honum hvønn mánað. Livir hann í 13 ár, eftir at hann er eftirløntur, verður upphæddin samanlagt 1.591.200 kr., t.e. 10.200 kr. * 12 mánaðir * 13 ár.

Lønarhækkingar hava ávirkan á, hvussu stór eftirlønarupphæddin verður.

Av teimum 13 eru 9 í starvi nú. Tað er ilt at siga, hvussu nógv eftirlønarár tey fara at vinna sær. Ikki er vist, at øll vera í starvinum, til tey verða eftirlønt. Onkur skiftir kanska starv. Fara tey í miðal at hava 20 ár í eftirlønaraldri og fáa tey eftirløn útgoldna í 13 ár, kostar tað samanlagt 14,3 mió. kr.

Fýra av teimum 13 eru farin úr starvi, og tey hava millum 4 og 12 ára eftirlønaraldur. Í miðal hava tey 7,5 ára eftirlønaraldur. Fáa tey eftirløn útgoldna í 13 ár, er upphæddin samanlagt 2,5 mió. kr.

Verður henda upphæddin løgd saman við upphæddini fyri tey, sum eru í starvi, verður upphæddin samanlagt 16,7 mió. kr.

Stórur partur av hesum peninginum fellur ikki til gjaldingar fyrr enn um nógv ár, tí talan er um so mikið ung fólk. 

Avleiðingar av uppskotinum
Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið ella fyri altjóða avtalur og reglur. Ei heldur eru avleiðingar fyri kommunur ella fyri pláss/øki í landinum. Mett verður heldur ikki, at lógaruppskotið hevur sosialar avleiðingar við sær fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

  Fyri landið/
landsmyndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar
avleiðingar
Ja Nei Nei Nei Nei
Umsitingarligar
avleiðingar
Nei Nei Nei Nei Nei
Umhvørvisligar
avleiðingar
Nei Nei Nei Nei Nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Nei Nei Nei Nei Nei
Sosialar avleiðingar       Nei  

 Serligar viðmerkingar

Viðmerkingar til tær einstøku greinirnar

Til § 1
Lógin er galdandi fyri lærarar o.o., sum sett eru í tænastumannalíknandi størv á Føroya Handilsskúla eftir 31. desember í 1987, og sum sambært setanarskrivinum eru sett sambært kunngerð frá danska kenslumálaráðnum.

Til § 2
Lærarar o.o. á Føroya Handilsskúla fáa í høvuðsheitum somu rættindi til eftirløn, sum starvsfelagar teirra, sum settir vóru í starv fyri 31. desember í 1987.

At víst verður til løgtingslógina um tænastumannaeftirlønir hevur við sær, at hevur persónur rætt til eftirløn bæði sum lærari á Føroya Handilsskúla og sum tænastumaður landsins, verða eftirlønarárini tald saman, og útgoldin verður ein eftirløn. Hon verður roknað eftir síðst útgoldnu lønini.

Til § 3, stk. 1
Í "Pensionsordningen for Erhvervsskoler" er eisini ásett, at lærari skal vera í í øllum førum hálvum starvi.

Til § 3, stk. 2
Tað kann koma fyri, at lærari er í hálvum starvi á Føroya Handilsskúla og í øðrum starvi, t.d. ¾ starvi, sum tænastumaður. Henda áseting tryggjar, at hann ikki vinnur sær meiri enn eitt eftirlønarár um árið.

Til § 4
Egineftirlønin verður roknað á sama hátt sum hjá teimum, sum eru limir í "Pensionsordningen for Erhvervsskoler".

Til § 5
Viðbøturnar eru tær somu, sum ásettar eru fyri tey, sum eru í "Pensionsordningen for Erhvervsskoler".

Til § 6
Hjúnafelagseftirlønin verður roknað á sama hátt sum hjá hjúnafelaga eftir lærara, sum er limur í "Pensionsordningen for Erhvervsskoler".

Til § 7, nr. 1
Verður lærari loystur úr starvi vegna aldur ella veikleika, hevur hann somu rættindi til eftirløn, sum tænastumenn landsins. Hann hevur tó ikki rætt til eftirløn, verður hann loystur úr starvi av øðrum honum ótilrokniligum grundum. Hetta er sama áseting, sum galdandi er fyri teir lærarar, sum eru limir í "Pensionsordningen for Erhvervsskoler".

Til § 7, nr. 2
Ásett er, at eftirsitiløn verður bara roknað av eftirløn og ikki eisini av løn, sum ásett í løgtingslóg um tænastumannaeftirløn. Hvussu eftirsitiløn av lønini verður veitt, er ásett í áður nevndu setanarkunngerð frá danska kenslumálaráðnum.

Til § 7, nr. 3
Í § 4b í løgtingslóg um tænastumannaeftirløn er ásett, at landsstýrið kann avgera, at tænastumaður sum frammanundan, at starvið er vorðið tænastumannastarv, hevur havt sama starv, og treytirnar í § 4 og 4 a) ikki eru loknar, kann fáa tíðina í hesum starvi aftaná 25. ár sítt talda við í eftirlønaraldurin. Henda áseting er ikki viðkomandi í hesum førinum, tí eftirlønaraldurin verður roknaður frá tí degi, lærarin er settur í starv sambært treytunum í § 1.

Í § 6, stk. 1 – 3 í løgtingslóg um tænastumannaeftirløn er ásett, hvussu egineftirlønin hjá tænastumonnum verður roknað. Í hesum lógaruppskotinum er ásett í § 3, hvussu egineftirlønin verður roknað. Tann ásetingin er tann sama, sum galdandi er fyri teir lærararnar, sum eru limir í "Pensionsordningen for Erhvervsskoler".

Í § 6, stk. 6 í løgtingslóg um tænastumannaeftirløn verður víst til ásetingar um tingingarrætt o.a. í lógini um tænastumenn landsins. Tað er ikki galdandi fyri lærararnar á Føroya Handilsskúla.

Í § 12, stk. 1 í løgtingslóg um tænastumannaeftirløn er ásett, hvussu hjúnafelagseftirlønin eftir tænastumenn verður roknað. Í hesum lógaruppskotinum er ásett í § 4, hvussu hjúnafelagseftirlønin verður roknað. Tann ásetingin er tann sama, sum galdandi er fyri hjúnafelag hjá lærara, sum er limur í "Pensionsordningen for Erhvervsskoler".

Í § 17 í løgtingslóg um tænastumannaeftirløn er ásett, at tá tænastumaður fær uppsøgn aftan á at hava fylt 60 ár, men áðrenn hann fyllir 70 ár, vegna tess, at hann hevur rokkið tað aldursmark, sum er galdandi fyri avvarðandi starv, verður eftirlønin fyrisett eftir § 6 og § 12 við tí eftirlønaraldri sum grundarlag, sum hann vildi fingið við at starvast til 70 ára aldur. Henda áseting er ikki galdandi fyri teir lærarar, sum fáa eftirløn eftir "Pensionsordningen for Erhvervsskoler". Tí er hon heldur ikki tikin við her.

§ 18 í løgtingslóg um tænastumannaeftirløn er ikki viðkomandi fyri hetta økið. Talan er um ásetingar um rættindi hjá borgarum úr hinum norðurlondunum.

Í § 19 eru ásetingarnar um eftirsitiløn eftir eftirløn galdandi. Ásetingar um eftirsitiløn av løn eru ásettar í setanarkunngerðini. Tí eru § 21, stk. 2 og 3 heldur ikki galdandi.

Í §§ 34-41 í løgtingslóg um tænastumannaeftirløn eru ásetingar fyri tænastumenn, sum settir eru fyri 1971, og fyri tænastumenn, sum hava fingið eftirlønarrætt fyri 1997. Tær eru tí ikki tiknar við her.

Til § 8
Ongin viðmerking.

1. viðgerð 11. mars 2004. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 26. mars 2004 legði fram soljóðandi

Álit 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2004, og eftir 1. viðgerð tann 11. mars 2004 er tað beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 18. og 25. mars 2004.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við nevndina í lærarafelag handilsskúlans og við lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum.

Nevndin metir seg hava fingið vissu fyri, at lærararnir, talan er um, hava fingið ein eftirlønarrætt, ið er í samsvari við setanarskriv teirra.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 1. apríl 2004. §§ 1 - 8 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 14. apríl 2004. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 16 frá 20.04.2004