47  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tiltøk av minka um tubbaksnýtsluna

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2004, 4. mars, legði Bill Justinussen, løgtingsmaður, fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 94 frá 4. oktober 1984 um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna, sum broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 10. mai 2000, verða gjørdar hesar broytingar:

1) í § 4, sum hereftir verður § 4, stk. 1, verður "15 ár" broytt til "18" ár.

2) í § 4 verður aftaná stk. 1 sum nýtt stykki sett:
"Stk. 2. Til at selja tubbaksvørur mugu ikki setast persónar undir 18 ár."

3) í § 5 verða aftaná stk. 2 sum nýggj stykki sett:
"Stk. 3. Fyri at selja tubbaksvørur krevst serligt loyvisbræv frá landsstýrismanninum. Loyvisbrævið skal hanga á sjónligum staði á sølustaðnum.
Stk. 4. Loyvisbræv verður veitt handilsfólkum við vinnubrævi.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð leggja umsitingina av § 5, stk. 3 til annan fyrisitingarligan myndugleika."

4) § 7 verður orðað soleiðis:
" Hevur loyvishavarin brotið reglurnar í hesi løgtingslóg ella reglur ásettar við heimild í hesi lóg, verður loyvi tikið aftur."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

§ 3

Handilsfólk, sum selja tubbaksvørur, tá henda lóg kemur í gildi, kunnu – uttan loyvisbræv til sølu av tubbaksvørum - halda fram við hesum virksemi 6 mánaðir eftir, at lógin er komin í gildi.

Kap. 1 Almennar viðmerkingar:

Orsøk til uppskotið
Royking er ein støðug hóttan móti fólkaheilsuni. Sambært upplýsingum frá Fyribyrgingarráðnum vísa nýggjastu kanningarnar, at helmingurin (50%) av roykjarum, sum hava roykt síðan ungdómsárini, fyrr ella seinni doyr av roykingini. Av teimum, sum doyggja av royking, doyr helvtin (tvs. 25% av øllum roykjarunum) áðrenn 70 ára aldur, og fáa soleiðis ongan aldurdóm. Hesin bólkurin missir í meðal 20-25 ár av lívinum, samanborið við bólkin av fólki, sum ongantíð hevur roykt. Tann bólkurin av roykjarum, sum doyr av roykingini eftir 70 ára aldur, missir í meðal 8 ár.

Royking er tann mest vandafulli atburðurin, fólk kunnu hava. Í Danmark standast umleið 13.000 deyðstilburðir um árið av royking, og er hetta meira enn av øðrum misbrúki og vanlukkum tilsamans. Tey, sum doyggja av ferðsluávum, eru í tali bert 5% av teimum, sum doyggja av royking.

Í framkomnu londunum verður roknað við, at 5. hvør deyðstilburður kemur av royking, og at talið er hækkandi. Fyri allan heimin roknar WHO við, at royking er orsøkin til 36% av deyðstilburðunum hjá miðaldrandi monnum og 13% hjá kvinnum.

24 ymiskar sjúkur, sum kunnu føra til deyða, eru meira vanligar millum roykjarar. Hesar sjúkur invalidera og plága roykjaran ofta í fleiri ár, áðrenn hann doyr. Í aldursbólkinum 45-64 er vandin fyri at doyggja av einhvørjari orsøk trífaldaður, um ein roykir. Í bólkinum 65-84 ár er vandin tvífaldaður. Tær vanligastu sjúkurnar, talan er um, eru:

WHO metir, at umleið 30% av heimsins íbúgvum roykja. Í Danmark roykja umleið 35% (støðugt fallandi tal) og í Stóra Bretlandi umleið 25%.

Fólk roykja, tí tey kunnu ikki lata vera. Nikotin verðu nú av serfrøðingum javnsett við tey "hørðu" narkotisku evnini, so sum heroin. Tað er so tilvenjandi (tørvelvandi), at hóast 1/3 av roykjarunum hvørt ár royna at leggja av, so eydnast tað bert hjá 2%. 79% av roykjarum siga seg vera bundin av roykingini. 58% siga, at tað verður ringt ella ómøguligt at leggja av. Tey allarflestu byrja at roykja sum børn ella hálvvaksin, Genturnar ofta fyri at gerast klænri. Bert umleið 10% byrja at roykja sum vaksin (eftir 20 ára aldurin). 75% av kvinnum, sum eru við barn, halda á at roykja, meðan tær ganga við barninum.

Umleið 36% av vaksnum í Føroyum roykja. Hetta er hægsta talið í Norðureuropa, tó undantikið Grønland. Føroyskur skúlaungdómur roykir illa samanborið við onnur lond. Innflutningurin av tubbakki til Føroya hevur seinastu árini staðið í stað. Lungnakrabbi í Føroyum hevur verið økjandi síðani uppteljing av hesum byrjaði. Frá 1973 til 1986 er talið av roykjarum millum lungnakrabbasjúklingar talt: Av 137 lungnakrabbatilburðum, har upplýst var, um viðkomandi roykti, vóru 93% roykjarar ella fyrrverandi roykjarar. Av hjartasjúklingum verður leysliga mett, at umleið 90% eru roykjarar ella fyrrverandi roykjarar. Við tí tubbaksnýtslu, sum føroyingar hava, kunnu vit rokna við, at umleið 80-90 føroyingar doyggja árliga av royking. Tað er 5. hvør deyðstilburður.

Endamálið við uppskotinum
Føroyingar eru eftirbátar, tá talan er um fyribyrgjandi tiltøk móti tubbaksnýtslu. Tað er í stórum parti av heiminum vorðin almenn vitan, at tubbaksnýtsla er sera heilsuskaðilig, og hava mong lond tikið hendan trupulleikan í álvara. Tað sæst aftur í teimum lógum og reglum, sum galdandi eru á hesum øki. Nøkur av mest vanligu fyribyrgjandi tiltøkunum eru:

Hóast talan ikki er um víðfevndar broytingar við hesum uppskoti, verður mett, at broytingarnar, sum skotnar verða upp, eru eitt týðandi stig á leiðini fyri at minka um heilsuskaðar, sum standast av royking. Endamálið við uppskotinum er fyribyrgjandi og leggur serliga upp fyri børnunum og teimum ungu, sum eru størsti vandabólkurin. Sambært omanfyrinevndu upplýsingum eru børn og ung týdningarmesti málbólkurin, tá um fyribyrging ræður. Tí ræður um at lóggeva soleiðis, at eingin, ið hvussu fer, byrjar at roykja áðrenn 18 ára aldur.

Hagtøl vísa, at tað serliga er í hesum árunum, at fólk byrja at roykja, og mett verður, at tey í hesum aldri ikki eru búgvin til at taka støðu til tær avleiðingar, sum royking seinni kann koma at hava við sær. Jú yngri ein er, tá ein byrjar at roykja, tess størri er vandin fyri at doyggja av einhvørjari orsøk; serliga stórur er vandin fyri lungnakrabba og øðrum krabbameini. Sambært heimasíðu hjá enska undirhúsinum (House of commons – Health – Second Report, sektiónirnar 68 og 69) hava umboð fyri tær størstu tubbaksfyritøkurnar borið fram, at teirra vøra er bert fyri vaksin, og skjóta tær sjálvar upp, at aldursmarkið verður sett til 18 ár. Uppgerðir í USA hava víst, at fleiri enn 80% av øllum vaksnum roykjarum vóru vanaroykjarar áðrenn 18 ára aldurin, og næstan 90% áðrenn 20 ára aldurin. Føroyskur skúlaungdómur roykir illa, 23%-26% av 9. floks næmingum roykja dagliga.

Endamálið er eisini at herða krøvini til teirra, sum selja ella lata tubbaksvørur. Frameftir skal tann, sum selur tubbaksvørur, hava serligt loyvisbræv til tess. Eisini verður kravt, at tann, sum útflýggjar vøruna, er minst 18 ára gamal. Hetta er gjørt ásannandi, at tubbaksvørur ikki kunnu javnsetast við vanligar gerandisvørur, men eru turvelvandi og serliga heilsuskaðiligar. Serliga loyvisbrævið, sum ætlandi verður latið øllum, sum hava vanligt handilsloyvi, kann takast aftur, um viðkomandi seljari ikki heldur treytirnar, og er talan sostatt um veruligar avleiðingar. Hetta fer at elva til, at seljarar gerast meiri tilvitaðir um, hvørjum tubbaksvørurnar verða latnar.

Uppskotsstillarin er samdur við Fyribyrgingarráðnum, sum metir, at núgaldandi forboð móti lýsingum er til lítla og onga nyttu. Sum er fer fram ein rættiliga ágangandi óbeinleiðis lýsingarherferð fyri tubbaksvørum á næstan øllum sølustøðum í landinum. Viðskiftafólk, bæði roykjarar og ikki-roykjarar og børn í øllum aldri síggja dagliga tubbaksvørurnar, sum eru stáplaðar upp framman fyri avgreiðslukassan og á hillum. Á nógvum sølustøðum hanga hundraðtals sigarettpakkar í stativum úr loftinum niður yvir søludiskin soleiðis, at eitthvørt viðskiftafólk fær hetta í eyguni á ein rættuliga áleypandi hátt. Tí eigur frameftir eisini at verða mett um, hvørji tiltøk á lógarøkinum kunnu fremjast fyri at broyta hesa støðu. Broytingaruppskotið nemur ikki við lýsingarspurningin.

Galdandi lóggáva
Føroyska tubbakslógin kann ikki sigast at vera serliga fyribyrgjandi. Sambært lógini er loyvi at selja ella lata tubbaksvørur til 15 ára gomul, og er hetta helst eitt tað lægsta aldursmark í heiminum. Eingin lógarbroyting við fyribyrging fyri eyga er gjørd í hesi lóg, síðani hon varð samtykt í 1984, hóast allar kanningar og upplýsingar frá heilsumyndugleikum seinnu mongu árini greitt hava víst á víðfevndar heilsuskaðar av royking. Ein einvís gongd móti meiri fyribyrging hevur seinnu mongu árini verið í flestu londum í okkara parti av heiminum. Støðugt frættast tíðindi um nýggj og herd tiltøk fyri at minka um royking. Eitt nú verður tað alt meira vanligt, at noktað verður starvsfólki at roykja í arbeiðstíð.

Fyribyrgingarráðið hevur í sínum tilmælum til landsstýrismenn víst á brek við verandi lóggávu og hevur mælt til víðfevndar broytingar. Nakrar av hesum broytingum eru:

Hesar atfinningar, sum gjørdar eru av fakfólki, vald av landsmyndugleikunum, gera einum og hvørjum greitt, at verandi lóg ikki er tíðarhóskandi og tørvar broytingar.

Stuttur samandráttur av nýskipanini
Aldursmarkið hækkar úr 15 árum í 18 ár.
Fyri at kunna selja ella lata tubbaksvørur, krevst serligt loyvi.
Um treytirnar í lógini ikki verða fylgdar, er avleiðingin, at loyvið verður tikið aftur.

Hoyring
Uppskotið hevur ikki verið til hoyringar, men er fult í samsvari við tilmælini frá Fyribyrgingarráðnum.

Kap. 2 Avleiðingarnar av uppskotinum

Fíggjarligar avleiðingar
Um uppskotið virkar eftir ætlan, minka inntøkur landskassans við avgjaldinum av teirri sølu, sum í dag er til ung undir 18 ár. Fyri tingið verður samstundis lagt uppskot um at hækka avgjaldið á tubbaksvørum, sum væntandi gevur landskassanum hægri inntøkur, enn útreiðslurnar av hesum uppskoti hava við sær, og sum ætlandi verður partur av fíggjarlógini fyri 2004.

Sæð yvir eitt longri tíðarskeið hevur uppskotið jaligar fíggjarligar avleiðingar fyri heilsuverkið, tí væntað verður, at fólkaheilsan sum heild betrast, og at færri sjúkutilburðir verða orsakað av royking.

Umsitingarligar avleiðingar
Ein økt umsiting av serloyvum til tey, sum selja tubbaksvørur, kann tengjast afturat verandi skipan við handilsloyvum, um ikki onnur fyrisitingarlig loysn verður hildin at vera betri.

Fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna
Ein størri ábyrgd verður løgd á tey, sum selja tubbaksvørur, tí vørurnar eftir hesi lóg verða viðgjørdar sum heilsuskaðiligar vørur, sum krevja serligt søluloyvi. Samstundis kann væntast ein minni inntøka av teirri minni sølu, sum verður til børn undir 18 ára aldur.

Avleiðingar fyri umhvørvið
Væntast kann, at børn og ung í minni mun enn áður gerast offur fyri passivari og aktivari royking. Hetta hevur jaligar avleiðingar fyri heilsuumhvørvið, serliga í fólkaskúlanum.

Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum
Uppskotið fær ikki avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

Heilsuligar avleiðingar
Uppskotið hevur við sær heilsufremjandi avleiðingar. Fólkaheilsan gerst betri, og minni heilsuskaðar standast av royking sum heild.

Sum heild verða avleiðingarnar minkandi tubbaksnýtsla serliga millum børn og ung. Hetta hevur fyri eftirtíðina sera positivar broytingar fyri fólkaheilsuna og kemur í síðsta enda at leggja nøkur ár afturat lívinum hjá teimum, sum av hesi orsøk ikki gjørdust roykjarar.

Kap. 3 Serligar viðmerkingar

Til § 1, nr. 1
Í § 4, stk. 1 verður skotið upp at hækka aldursmarkið úr 15 í 18 ár. Ætlanin er, at børn og ung undir 18 ár ikki skulu hava møguleika fyri at fáa hendur á tubbaksvørum, her verður serliga hugsað um sigarettir. Hagtøl vísa, at tað serliga er í hesum árunum, at fólk byrja at roykja, og mett verður, at tey í hesum aldri ikki eru búgvin til at taka støðu til tær avleiðingar, sum royking seinni kann koma at hava við sær. 18 ára aldursmark er eisini galdandi, tá tað snýr seg um keyp av øðrum potentielt vandamiklum evnum so sum alkoholi og (nýggjárs)fýrverki. Ein skal somuleiðis vera 18 ár fyri at koyra bil í ferðsluni. Jú yngri ein er, tá ein byrjar at roykja, tess størri er vandin fyri at doyggja av einhvørjari orsøk; serliga stórur er vandin fyri lungnakrabba og øðrum krabbameini.

Til § 1, nr. 2
Sum nýtt stk. 2 undir § 4 verður skotið upp, at tann, sum stendur aftan fyri søludiskin, er 18 ár ella eldri. Hetta fyri at tryggja, at børn ikki fáa møguleika at útflýggja heilsuskaðiligar vørur við teirri grundgeving, at tey ikki eru búgvin at kenna avleiðingarnar av at handfara tubbaksvørur.

Til § 1, nr. 3, stk. 3
Sum nýtt stk. 3 undir § 5 verður skotið upp, at eitt serligt loyvi skal havast fyri at kunna selja ella lata tubbaksvørur. Hetta verður sett í lógina fyri at tryggja eitt samband millum ábyrgd, eftirlit og møguligar avleiðingar. Um seljari ikki heldur treytirnar, verður loyvið tikið frá honum. Hetta elvir til størri ábyrgd og umhugsni hjá teimum, sum selja tubbaksvørur. Eisini verður kravt, at søluloyvið er sjónligt á sølustaðnum, so kundar og eftirlitsmyndugleikar hava trygd fyri, at viðkomandi sølustað er undir almennum eftirliti og harvið lýkur lógarásettar treytir. Hetta er vanligt eitt nú, har skeinkiloyvi og matstovuloyvi eru givin.

Til § 1, nr. 3, stk. 4
Serliga loyvisbrævið verður latið øllum handilsfólkum, sum hava vinnubræv.

Til § 1, nr. 3 stk. 5
Landsstýrismanninum verður heimilað at leggja umsitingina av § 5, stk. 3 til annan fyrisitingarligan myndugleika, um onnur fyrisitingarlig loysn verður hildin at vera betri.

Til § 1, nr. 4
Her verður skotið upp, at avleiðingin av, at viðkomandi seljari ikki heldur treytirnar í lógini og reglur, sum eru ásettar við heimild í lógini, er, at tað serliga loyvisbrævið verður tikið aftur. Tað er sostatt talan um veruligar avleiðingar. Hetta fer at elva til, at seljarar gerast meira tilvitaðir um, hvørjum tubbaksvørurnar verða latnar.

Til § 2
Áseting um gildiskomu.

Til § 3
Ásett verður ein freist, har handilsfólk við vinnubrævi, sum selja tubbaksvørur, skulu lúka treytirnar í § 5, stk. 3 um serligt loyvisbræv. Mett verður, at neyðugt er við eini tillagingartíð upp á 6 mánaðir.

1. viðgerð 12. mars 2004. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 18. mars 2004 legði fram soljóðandi

Álit 

Bill Justinussen hevur lagt málið fram tann 4. mars 2004, og eftir 1. viðgerð 12. mars 2004 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 17. mars 2004.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum.

Nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar. 

Meirilutin (Jørgen Niclasen, Andrias Petersen, Johan Dahl og Lisbeth Petersen) vísir á, at landsstýrismaðurin arbeiðir við einum uppskoti um tubbaksnýtslu, sum hann fer at leggja fram í næstum, og mælir tí Løgtinginum frá at taka undir við uppskotinum. 

Minnilutin (Annita á Fríðriksmørk og Heidi Petersen) vísa á at sum er, er markið fyri at keypa sigarettir 15 ár. Minnilutin heldur, at tað er í so ógvusligt at hækka aldursmarkið upp í 18 ár. Minnilutin mælir hinvegin til at hækka markið úr 15 ár upp til 16 ár. Tøl vísa okkum, at føroyskur skúlaungdómur roykir illa, t.d. roykja 23 – 26% av 9. floks næmingum dagliga. Við at hækka aldursmarkið upp í 16 ár, verður torførari hjá 9. floks næmingum at keypa sigarettir. Harumframt eru næmingar í 10. flokki ella ungdómur, sum er 16 ára gamal búnaðir nakað í mun til tey 15 ár gomlu, og væntar minnilutin, at tað við hesi broyting verður bøtt nakað um teir vánaligu roykivanarnar hjá ungfólki.

Minnilutin heldur ikki tað verða skilagott at nokta fólki at selja sigarettir fyrr enn tey eru 18 ár. Hetta vildi ført til, at ungfólk, sum vanliga standa í handlum, kioskum o.l ikki missa hendan møguleikan.

Samsvarandi hesum setir minnilutin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

1) Í § 1, nr. 1 verður orðingin "18" broytt til "16".
2) Í § 1 falla nr. 2, 3 og 4 burtur.

Við hesum broytingum mælir minnilutin Løgtinginum til at taka undir við uppskotinum. 

Minnilutin (Bill Justinussen) tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskotið

2. viðgerð 24. mars 2004. Broytingaruppskot frá minnilutanum í trivnaðarnevndini, Annitu á Fríðriksmørk og Heidi Petersen, til § 1 fall 8-1-21.
§ 1, 2 og 3 fullu 7-0-23. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.