48  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2004, 4. mars, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar

§ 1 

Í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 107 frá 20. desember 2002, verða gjørdar hesar broytingar:  

  1. § 19, stk. 2 verður orðað soleiðis:
    "Stk. 2. Yrkisútbúgvingarráðið ger viðtøkur, sum landsstýrismaðurin góðkennir. Viðtøkurnar skulu greitt lýsa fyriskipanarligu og fyrisitingarligu viðurskiftini hjá ráðsskipanini eftir kapitli 5, viðtøkuføri, atkvøðugreiðslur og mannagongdir fyri ráðsarbeiðinum".
  2. Í § 19 verður sett sum stk. 3:
    "Stk. 3. Til at fyrisita skipanina eftir kapitli 5 setur landsstýrismaðurin, eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingar-ráðnum, ein fyrisitingarleiðara, sum eisini er skrivari hjá ráðnum. Harumframt setur landsstýrismaðurin ein yrkisnevndarskrivara eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum. Landsstýrismaðurin kann seta onnur starvsfólk at fyrisita skipanina".
  3. § 20, stk. 4, nr. 1 verður orðað soleiðis:
    "Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna velja 1 lim í felag".
  4. § 20, stk. 7 verður strikað.

§ 2 

Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Yrkisútbúgvingarlógin – løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar við seinni broytingum hevur 5 ár á baki. Royndirnar av skipanini hava sum heild verið góðar. Tó hava ávísir trupulleikar tikið seg upp í sambandi við tey ógreiðu fyrisitingarligu viðurskiftini í umsitingini av skipanini. Síðani august 2001 hevur yrkisnevndarskrivari røkt starv sum skrivari hjá tíggju yrkisnevndum, uttan at greiða hevur verið á, hvør ið er setanarmyndugleiki. Mælt verður til at áseta greiðari reglur um tey fyrisitingarligu viðurskiftini av umsitingini av skipanini soleiðis, at tey formligu starvsfólkaviðurskiftini hjá teimum, sum hava umsitið skipanina seinnu árini, koma í rættlag.

Tað eru ongar meirútreiðslur fyri landskassan av hesi lógarbroyting.

Tá ið yrkisútbúgvingarlógin varð gjørd í 1998, var avgjørt, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum skuldu hava umboð í yrkisútbúgvingarráðnum. Valdir vóru 9 limir í yrkisútbúgvingarráðið, harav 4 limir umboða arbeiðstakarar. Tá var mett, at Føroya Handverkarafelag, sum tá hevði sáttmála við viðkomandi partar á arbeiðsmarknaðinum, skuldi hava umboðan í ráðnum. Síðani hevur Landsfelag Handverkaranna eisini fingið sáttmála, og eru tað umleið líka nógvir limir í báðum handverkarafeløgunum í dag. Tí eiga hesi bæði feløg í felag at velja ein lim í yrkisútbúgvingarráðið at umboða handverkaravinnuna. 

Broytingaruppskotið hevur verið til viðgerðar og samtykt í Yrkisútbúgvingarráðnum, sum er mannað við umboðum fyri arbeiðsgevarar og løntakarar. Uppskotið er eisini sent Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag, Starvsmannafelagnum, S&K-felagnum og Føroya Arbeiðsgevarafelag til ummælis, har freistin at koma við viðmerkingum er 1. mars 2004.

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum 

a) Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur
Ongar fíggjarligar avleiðingar eru fyri land og kommunur.

b) Umsitingarligar avleiðingar
Ongar umsitingarligar avleiðingar eru fyri land og kommunur.

c) Fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna
Ongar fíggjarligar avleiðingar eru fyri vinnuna.

d) Umhvørvisligar avleiðingar
Lógaruppskotið hevur ongar umhvørvisligar avleiðingar.

e) Sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir
Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

f) Avleiðingar í sambandi við millumtjóða sáttmálar
Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar í sambandi við millumtjóða sáttmálar.

g) Avleiðingar settar í talvu:

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei
Umsitingarligar avleiðingar  Nei Nei Nei Nei Nei
Umhvørvisligar avleiðingar  Nei Nei Nei Nei Nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur  Nei Nei Nei Nei Nei
Sosialar avleiðingar    

 

  Nei  

Kap. 3. Serligar viðmerkingar  

Til § 19:
Øll fyriskipanarlig viðurskifti við atliti at bygnaðinum av ráðsskipanini eftir kap. 5 verða savnað í eini grein, heldur enn at verða spjadd yvir fleiri lógargreinir. Hetta verður gjørt við at:

Til § 19, stk. 3:
Neyðugt er við greiðari reglum um tey fyrisitingarligu viðurskiftini. Hetta orsakað av, at tað eftir verandi skipan er trupult at staðseta setanarmyndugleikan hjá t.d. yrkisnevndaskrivara og øðrum skrivstovufólkum, sum umsita ráðsskipanina í dag eftir kap. 5.

Til § 20, stk. 4, nr. 1:
Grundað á at tað nú eru tvey feløg, sum umboða løntakarar á handverkarasíðuni, nevniliga Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna, verður mælt til, at feløgini í felag velja 1 lim í yrkisútbúgvingarráðið.

1. viðgerð 17. mars 2004. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 30. mars 2004 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2004, og eftir 1. viðgerð tann 17. mars 2004 er tað beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 23. og 29. mars 2004.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í mentamálum.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 1. apríl 2004. §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 14. apríl 2004. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 17 frá 20.04.2004