52  Uppskot til  samtyktar um framtøk fyri føroyskar tónleikarar

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2004, 4. mars, legði Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar um framtøk fyri føroyskar tónleikarar 

Heitt verður á landsstýrið um at leggja frágreiðing fyri Løgtingið, har landsstýrið í samstarvi við kommunurnar lýsir, hvørjir møguleikar eru fyri framtøkum fyri føroyskar tónleikarar, við serligum atliti til at útvega spælistøð kring landið.

Viðmerkingar:
Tónleikalívið í Føroyum hevur verið í rættiligari menning hesi seinastu árini. Hetta er fyri mesta partin Musikkskúlanum, samkomum, Prix Føroyum, Grót og einstaklingum kring landið fyri at takka.

Tekin eru nú í sól og mána um, at føroyskir tónleikarar so smátt eru farnir at flyta seg út um landoddarnar við sínum egna tónleiki. Ímillum dømini er Sunnleif Rasmussen, sum hevur fingið norðurlandavirðislønina fyri sín áhugaverda og eksperimenterandi tónleik; í rytmiska tónleikalívinum eru at nevna Eivør Pállsdóttir, sum rættiliga hevur tikið seg fram í Íslandi hetta seinasta árið; Teitur Lassen, ið hevur fingið altjóða plátusáttmála og góð skoðsmál fyri sín tónleik í USA; Týr, sum hevur sligið ígjøgnum í Íslandi og eru í ferð við at gerast kendir á Evropeiska meginlandinum; Niclas Johannesen og Lena Andersen, ið hava arbeitt miðvíst á altjóða marknaðinum; Brandur Enni, sum í eini miðvísari verkætlan, hevur roynt at komið sær út um landoddarnar, og í donskum tónleikalívi hava Pætur við Keldu, Guðrun Sólja Jacobsen og Petsi Tvørfoss komið sær fram í almenningin.

Harafturat hava klassiskir tónleikarar sum Ernst Sondum Dalsgarð, Rúni Brattaberg, Tróndur Bogason, Pauli í Sandagerði, Páll Sólstein og mong onnur prógvað, at miðvís professionel menning er møgulig hjá føroyskum tónleikarum.

Sjálvandi hevur tað politiskan áhuga, hvussu skapandi føroyskir tónleikarar koma sær fram í heiminum, og í seinasta enda kann umrøðan, tey fáa, fáa stóran týdning fyri Føroyar, og hartil kann liggja eitt ávíst búskaparligt tilfeingi í hesum, um føroyskir tónleikarar etablera seg sum yrkistónleikarar á heimsmarknaðinum. At hetta letur seg gera, eisini fyri ungar tónleikarar úr einum lítlum landi, hava vit góð dømi um úr m.a. Íslandi.

Mentamálaráðið, Mentanargrunnur Landsins og Vinnuframagrunnurin hava ávísan peningaligan førleika, sum kann stuðla uppundir tónleikalívið, og harafturat hava onkrar av kommununum eisini raðfest hendan partin av samfelagslívinum.

Onkur hissini uppskot hava verið frammi á tingi um at skipa hesi viðurskifti í grunnalíki sambært lóg, men tey hava ikki fingið ljóð. Semja hevur ikki verið um, hvussu spurningurin frægast verður loystur.

Í valstríðum fyri løgtingsvalið seinast var málið uppi aftur og vendi, og eingin ivi er um, at hetta er eitt mál, sum eigur at viðgerast soleiðis, at átøk kunna gerast, sum fremja karmarnar hjá ungum føroyskum tónleikarum.

Tað er eingin loysn, at samfelagið, hitt almenna, leggur stuðulsskipanir inn í tónleikalívið fyri at styrkja støðuna hjá føroyskum tónleikarum í útheiminum, um ikki fortreytirnar at menna seg eru í lagi í Føroyum.

Tað er ein afturvendandi trupulleiki í nógvum bygdum og býum, at ungdómurin lítlar og ongar fysiskar karmur hevur, har hann kann savnast og menna síni evni sum einstaklingar og í bólkum. Tað er týdningarmikið, at samfelagið skipar neyðuga grundarlagið á sama hátt, sum hitt almenna í stóran mun hevur tryggjað grundstøðið undir einum sera virknum ítróttalívi kring landið.

Tað, sum kundi loyst upp fyri nógvum, var, at landsstýrið skipaði eitt átak saman við kommununum, har ið fyrsta aðalmálið varð, at spælistøð vórðu skipað kring landið. Vit vita, at átøk av slíkum slagi hava havt sera stóran týdning fyri tónleikalívið í londunum kring okkum. Besta føroyska dømi um, hvønn týdning slík spælistøð hava bæði tónleikaliga, sosialt og í aðrar mátar, er gamla margarinfabrikkin í høvuðsstaðnum, seinast lýst í eini mentanarsending í Sjónvarpi Føroya.

1. viðgerð 18. mars 2004. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 21. apríl 2004 legði fram soljóðandi

Álit

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 4. mars 2004, og eftir 1. viðgerð tann 18. mars 2004 er tað beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 23. mars, 6., og 20. apríl 2004.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Kaj Johannesen, umboð fyri FUT, og landsstýrismannin í mentamálum.

Frá landsstýrismanninum í mentamálum fekk nevndin avrit av arbeiðssetninginum hjá Mentamálaráðnum og Vinnuframagrunninum um menning av rútmiskum tónleiki. Frá Kaj Johannesen fekk nevndin eitt skjal, sum hann hevði skrivað um rútmiska tónleikapallin í Føroyum.

Nevndin er samd um at taka undir við uppskotinum til samtyktar, sum í høvuðsheitum snýr seg um at Løgtingið heitir á landsstýrismannin í mentamálum um at leggja fyri tingið eina frágreiðing, har landsstýrið, í samstarvi við kommunurnar, lýsir, hvørjir møguleikar eru fyri framtøkum fyri føroyskar tónleikarar, við serligum atliti til at útvegað verða spælistøð kring landið.

Nevndin er samd um, at hetta fyrst og fremst er eitt kommunalt mál, ein kommunalur trupulleiki hvat ið fysiskum kørmum viðvíkur, men hinvegin heldur nevndin, at tær almennu Føroyar eisini eiga at hava ein virknan politikk á einum týðandi mentanarøki sum hesum.

Nevndin ásannar, at neyðugt er at tryggja grundarlagið undir rútmiska tónleikinum, sum hevur ment seg so munandi hesi seinru árini, serliga úr kendum deplum í landinum, har ungdómar sjálvir hava skipað spælistøð í verandi bygningum við stórari vælvild frá lokalum áhugamálum. Skal hetta grundarlagið tryggjast og breiðkast, soleiðis at ungdómar í øllum landinum hava somu kor at virka undir, er neyðugt, at málið verður lýst í samstarvi við kommunurnar, sum síðani kunna skipa sín mentanarpolitik á hesum økinum hareftir.

Vituliga eru og verða spælistøðini kring landið grundarlagið undir tí, sum nú er farið at síggjast aftur í føroyskum listarfólkum á altjóða pallinum. Tí metir nevndin, at landsstýrismaðurin skjótast gjørligt eigur at taka hond um málið og fáa tað avgreitt soleiðis, sum uppskotið til samtyktar um framtøk fyri føroyskar tónleikarar leggur upp til, og mælir tískil Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 28. apríl 2004, uppskot til samtyktar samtykt 24-1-1. Málið avgreitt.