53  Uppskot til  løgtingslóg um at útbyggja Tekniska Skúlan í Klaksvík

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2004, 4. mars, legði Karsten Hansen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um at útbyggja Tekniska Skúlan í Klaksvík

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri, at útbyggja Tekniska Skúlan í Klaksvík við hølum til HT-útbúgvingina. Byggiútreiðslur í hesum sambandi kunnu í mesta lagi verða 11 mió. kr.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

1. Endamálið við lógini
Endamálið við lógini er at fáa eina breiða viðgerð av málinum, og síðan at fáa staðfest undirtøku tingsins at fremja ætlanina við at útbyggja Tekniska Skúlan í Klaksvík. Víst verður eisini til ásetingar í játtanarskipanini um, at serstakt lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið um íløgur, ið fevna yvir fleiri fíggjarár. Við eini slíkari verklagslóg ber til hjá landsstýrismanninum at tilrættaleggja virksemið fyri fleiri fíggjarár.

Sambært lógaruppskotinum fæst heimild fyri at útbyggja Tekniska Skúla í Klaksvík. Útreiðslurnar hjá landskassanum kunnu í mesta lagi vera 11 mio kr. Skúlin, ið er ein sjálvsognarstovnur, er skipaður sambært løgtingslóg nr. 106 frá 29. desember 1998 um Yrkisskúlar við seinni broytingum. Sambært §11, stk. 3 í lógini um Yrkisskúlar, kann landsstýrismaðurin útvega góðkendum sjálvsognarstovni stuðul til ný- ella umbygging av skúla. Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2003 hevur Løgtingið játtað 1 mió. kr. til at fyrireika hesa verkætlan, og er tað eitt stig á leiðini til, at verkætlanin verður framd í verki.

2. Gongdin í málinum
Í 1989 var Tekniski Skúlin í Klaksvík útbygdur við el, maskin- og timburdeild, so skúlin betur kundi nøkta tørvin innan hesar handverksútbúgvingar. Kreppan í 90´unum viðførdi, at lærlingatalið í landinum minkaði niður í onki. Fyri at ungdómurin, hóast kreppuna, skuldi hava nøkur tøknilig útbúgvingartilboð, varð SIT-útbúgvingin sett á stovn. Útbúgvingin kundi takast á Tekniska Skúla í Klaksvík og í Havn.

Sum framhald av SIT-útbúgvingini fór Tekniski Skúlin í Klaksvík í 1993 undir eina 3 ára tøkniliga gymnasiala útbúgving. Í dag verður undirvíst sambært løgtingslóg nr. 42 frá 23. apríl 1999 um Hægri Tøkniliga próvtøku, stytt HT útbúgvingin.

HT útbúgvingin hevur húsast ymsa staðni. Tekniski Skúlin við Borðoyarvík hevur eingi serhølir til tílíka útbúgving og útbúgvingin hevur flutt ymsastaðni á sjálvum skúlanum. Eitt tíðarskeið helt øll útbúgving til í gamla Tekniska Skúla, men flutti síðan aftur í skúlan við Borðoyarvík vegna plásstrot. Tó hevur gamli Tekniski Skúlin alla tíðina verið nýttur til sergreinina Matvøra og framleiðsla. Skúlin hevur javnan gjørt vart við hølistrupulleikarnar seinast í skrivi til Mentamálaráðið í november 2001.

Stýri skúlans hevur leingi gjørt vart við hølistrupulleikarnar á Tekniska Skúla í Klaksvík. 25. apríl 2002 læt ein arbeiðsbólkur, settur av landsstýrismanninum, eitt álit úr hondum, sum lýsti hølistørvin nærri.

Tjóðveldisflokkurin er av tí fatan, at hølistørvurin skal loysast í tráð við útbyggingarætlanina, ið er lýst í frágreiðingini frá 25. apríl 2002.

3. Um byggingina
Frágreiðingin um hølistørvin vísir á tveir møguleikar í sambandi við stødd á útbyggingini. Annar møguleikin er 560 fermetrar í vídd, meðan hin er ein vídd á umleið 610 fermetrar. Munurin er, at ein hevur 6 skúlastovur í tí størra uppskotinum. Mett verður, at rættast er at leggja upp fyri eini varandi loysn, nú útbyggingin verður framd, og tí verður mælt til at fremja útbyggingina, so hon hevur eina vídd á umleið 610 fermetrar.

Byggingin fer at fata um serhølir til alis-, evna- og lívfrøði og hølir til sergreinirnar Miðlar og samskifti og Matvøru og framleiðslu. Sergreinin Framleiðsla og formlist fer framvegis at halda til á el-, maskin- og timburverkstøðum skúlans. Harumframt verða flokshølir, lærararúm og felagshøli til næmingarnar.

Landsstýrismaðurin hevur í skrivi til Stýrið fyri Tekniska Skúla í Klaksvík, dagfest 4. februar 2003, boðað frá, at hann sambært § 11, stk 3 í løgtingslóg nr. 106 frá 29. desember1998 um Yrkisskúlar við seinni broytingum kann útvega góðkendum sjálvsognarstovni stuðul til ný- ella umbygging av skúla. Landsstýrismaðurin hevur samstundis boðað frá, at hann er sinnaður at veita upphæddina, ið Løgtingið hevur samtykt, sum stuðul við ávísum treytum, sambært § 12 í løgtingslóg nr 106 frá 29. desember 1998 um Yrkisskúlar.

Tekur Løgtingið undir við hesum lógaruppskoti, verður samlaða verkætlanin framd eftir omanfyri nevnda leisti.

4. Tíðarætlan
Hølistørvurin hjá HT-útbúgvingini hevur verið óloystur í nógv ár og er so mikið átrokandi, at mett verður, at byggingin eigur at fara fram yvir 2½ ár, so útbyggingin er liðug í ár 2006. Bygningurin er 610 fermetrar til víddar og kemur at hýsa um 75 næmingum.

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

1. Fíggjarligar avleiðingar
Fíggjartørvurin verður fyri árið 2004 1 mió. kr., fyri 2005 5 mió. kr. og fyri 2006 5 mió. kr.

Neyðugt er, at játtanin fyri 2004 áljóðandi 1 mio. kr. verður tikin við á uppskotinum fyri fíggjarlóg fyri 2004.

2. Umsitingarligar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar.

3. Umhvørvisavleiðingar
Uppskotið hevur lítlar ella ongar umhvørvisavleiðingar

4. Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur
Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

5. Sosialar avleiðingar
Fyri Klaksvíkina og ungdómin í Norðoyggjum má uppskotið væntast at hava positivar avleiðingar.

Kap. 3: Serligar viðmerkingar

Til § 1
Í lógargreinini verður heimilað landsstýrismanninum at skipa fyri útbygging av Tekniska Skúlanum í Klaksvík, og at byggiútreiðslurnar í hesum sambandi í mesta lagi kunnu verða 11 mió kr. Útreiðslur til forkanningar og projektering eru íroknaðar upphæddina.

Til § 2
Áseting um gildiskomu.

1. viðgerð 16. mars 2004. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 14. apríl 2004 legði fram soljóðandi

Álit

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 4. mars 2004, og eftir 1. viðgerð tann 16. mars 2004 er tað beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 23. mars og 6. apríl 2004.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í mentamálum.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin í nevndini (Andrias Petersen, Jákup Mikkelsen, John Johannessen, Olav Enomoto og Marjus Dam) vísir á, at sambært upplýsingum frá landsstýrismanninum, so varð bygginevndin, sum hevur arbeitt við málinum um at útbyggja Tekniska Skúla í Klaksvík, liðug við sítt arbeiði í januar í ár. Álitið frá nevndini vísir, at tað fer at kosta uml. 28 mió. kr. at útbyggja Tekniska Skúla í Klaksvík. Fyriliggjandi uppskot samsvarar sostatt ikki við núverandi ætlan fyri útbyggingini, men stavar frá eini eldri ætlan. Meirilutin heldur, at landsstýrið skal arbeiða víðari við málinum, og á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004 eru eisini settar 1 mió. kr. av til útbygging av Tekniska Skúla í Klaksvík. Meirilutin mælir sostatt til, at Løgtingið ikki tekur undir við uppskotinum.

Minnilutin (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) mælir tinginum til at taka undir við uppskotinum. Tá ið kreppan leikaði harðast fyri 10-12 árum síðani, fór Tekniski Skúlin í Klaksvík undir eina nýggja útbúgving, SIT-útbúgvingina, í kjalarslóðini á tí veruleika, at lærlingatalið í handverksvinnuni minkaði burtur í einki. Seinri vaks ein nýggj tøknilig útbúgving burtur úr hesi roynd, sonevnda gymnasiala HT-útbúgvingin, og tað er ein sannroynd, at útbúgvingin hevur havt stórar trupulleikar av hølistørvi. Skúlin er sjálvsognarstovnur, og stýrið hevur leingi gjørt vart við hølistrupulleikarnar. Flaggdagin 2002 fekk landsstýrismaðurin í mentamálum eitt álit handað um hølistørvin og í álitinum var eisini ein útbyggingarætlan, sum kundi loysa upp fyri hesum.

Minnilutin mælir til, at tørvurin verður loystur samsvarandi hesi ætlan, og er av tí fatan, at uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum er ein leið at ganga fyri at loysa eitt tørvsmál, samstundis sum hetta breiðkar og styrkir útbúgvingarmøguleikarnar hjá føroyskum ungdómi. Einki av tí, sum landsstýrismaðurin og hansara fólk hava borið fram í mentanarnevndini, hevur sannført minnilutan um, at tað ikki er alneyðugt at fara undir hesa útbygging skjótast gjørligt, ein ætlan, ið samgongan, ið sat undan hesari, longu hevði sett út í kortið og markað pening til í tí fíggjarlógaruppskoti, sum varð lagt fram á ting á heysti 2003, men sum nú er burturdottið. Annars undrast minnilutin á, at umboðini fyri Mentamálaráðið, sum hava møtt í nevndini, landsstýrismaðurin ítaldur, ongar tankar hava gjørt sær um, hvussu útbúgvingin á tøkniliga økinum skal skipast, ella rættari samskipast, eftir at fast samband er komið um Leirvíksfjørð um eini tvey ár. Tað verður ov tunt soð, at taka upp í saman aftur valskeiðið á tamb, at arbeitt verður við hesum og arbeitt verður við hasum. Hann, ið stendur í stað, gongur eftir hæli í mun til umheimin, og tað er mangt, sum bendir á, at hetta verður støða Føroya undir hesi samgonguni, og tað kann eingin liva við. Samanumtikið mælir minnilutin tinginum til at taka undir við uppskotinum hjá Tjóðveldisflokkinum.

2. viðgerð 16. apríl 2004. §§ 1 og 2 fullu 7-0-13. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.