55  Uppskot til  samtyktar um miðvís framtøk fyri gransking, tøkni og menning í Føroyum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2004, 4. mars, legði Høgni Hoydal, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar um miðvís framtøk fyri gransking, tøkni og menning í Føroyum

Løgtingið staðfestir:

Løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna og leggja frágreiðing fyri Løgtingið um, hvussu:

  1. Samstarv kann fáast við vinnulívið (arbeiðsgevarafeløg, fakfeløg o.o.) um at økja realvirðið á tí tilfeingi, sum verður nýtt til gransking, tøkni og menning við 10 % um árið næsta 10 ára skeiðið. Har landsins íkast at røkka málinum verður við:
  1. At økja um játtanir á fíggjarlógini til grundgransking, endamálsgransking og menningarætlanir.
  2. At bøta um møguleikarnar hjá feløgum og einstaklingum at gera íløgur í gransking og nýskapan.
  3. At umskipa Framtaksgrunnin soleiðis, at hann kemur undir føroyska lóggávu, og at minst helvtin av stovnsfænum verður markað til gransking, tøkni og menning.
  1. Landsstýrið innanhýsis kann samskipa hetta arbeiðið millum stovnar, sum liggja undir ymiskum aðalstýrum.
  2. Undirvísing við denti á gransking, tøkni og menning kann verða styrkt bæði í fólkaskúla, miðnámsskúla og hægri lestri.
  3. Upplæring av granskarum kann verða styrkt við eftirútbúgving av granskarum og við øktum stuðli til hægri lestur.
  4. Luttøka í millumlanda og altjóða vísindaligum samstarvi kann stuðlast eftir raðfestari ætlan.
  5. Bygnaðurin í Granskingarráðnum kann endurskoðast, so ráðið verður ført fyri at loysa hesar uppgávur:
  1. Meta um støðið í vísindum og tøkni í Føroyum, nágreiniliga at fylgja við tørvinum á gransking, menning og útbúgving innan nýggjar greinir í Føroyum og at tryggja, at úrslitini av føroyskari og altjóða gransking røkka teimum røttu brúkarunum ígjøgnum vitanardeplar.
  2. Gera uppskot um, hvussu øktar játtanir skulu býtast millum verkætlanir í framtíðini innan útvald øki og eisini gera uppskot um meira bráðfeingis raðfestingar og býti av árligum játtanum.
  3. Gera uppskot um, hvussu vinnulívið og onnur uttan fyri hitt almenna kunnu bera ein størri part av fíggingini og stuðla upp undir nýskapan í føroyskum vinnulívi.
  4. Gera metingar um, hvussu fíggjar- og mannatilfeingi verður nýtt og gera uppskot til at økja um gagnið av játtanum.
  1. Regluligir hálvárligir ella fleiri fundir kunnu fáast í lag millum landsstýrið, umboð fyri politisku flokkarnar og granskingarráðið saman við umboðum fyri arbeiðsgevara- og arbeiðstakarafeløgini, har endamálið skal vera:
  1. at Gramskingarráðið hvørt ár á tí fyrsta av hesum fundum leggur fram eina støðumeting av arbeiðinum innan gransking og menning, og úrslitinum av tí politikki, sum er lagdur út,
  2. at Granskingaráðið hvørt ár á tí næsta fundinum leggur fram uppskot um, hvussu játtanirnar á fíggjarlógini skulu býtast.

Viðmerkingar
Hetta uppskotið er við ávísum broytingum og uppískoytum tikið burtur úr frágreiðingini "Føroyskur førleiki", sum sonevnda Útbúgvingarpolitikknevndin læt úr hondum í 1999.

Menningin frá ídnaðarsamfelag til vitanarsamfelag hevur árin á karmar, krøv og raðfestingar á øllum samfelagsmótum. Altjóðagerðin, økt samskifti, handil og skjóta menningin innan tøkni og yvirhøvur ein heimur í broyting gera tað torførari at leggja ætlanir.

Ávís almenn eyðkenni kunnu staðfestast í gongdini:

Ídnaðarsamfelagið Vitanarsamfelagið
Vøruframleiðsluvinna Tænastuvinna
Rótfest á staðnum Altjóðagerð
Hópframleiðsla Liðilig framleiðsla
Tøknilig endurnýggjan Kunningartøknilig kollvelting
Miðsavning Miðfirring
Útbúgving í ungdómsárum Lívlong læra
Undirvísingargreinaøki sundurskild Samskipan millum lærugreinir
Siðvenja Broytingar og menning

Framtøkini í vísindum og gransking hava størri ferð enn nakrantíð, og vitan manna um sjálvan seg, um heimin og hansara livandi tilfeingi, mannamentan og samfelag veksur støðugt. Tey samfeløg, sum ikki støðugt mennast, halda ikki tørn, men eru í vanda fyri at detta burturímillum.

Vísindi og tøkni eru undirstøði í nútíðarsamfelagnum, og nýggj vitan er týdningamesta keldan til framburð. Vísindalig og tøknilig vitan er meira og meira ein treyt fyri at taka skilagóðar avgerðir og fyri at skilja eitt vaksandi tal av serøkjum í búskaparligum, sosialum og mentanarligum viðurskiftum. Vísindaligt áræði á so nógvum økjum sum gjørligt er avgerandi fyri at menna og varðveita eina tjóðarmentan í Føroyum.

Glottar í Føroyum
Føroyingar hava fyrr prógvað, at tøknilig framtøk kunnu skapast í vinnuni sjálvari. Dømini um nýggja veiðitøkni, ið føroyingar hava skapt, eru mong. Eisini innan alivinnuna hevur gransking átt sín natúrliga part av menningini.

Seinastu árini hava vit sæð meira skipaðar ætlanir, har tøkni í fiskiídnaðinum er ment. Og nýggjar vinnur, ið virka meira burturúr tilfeinginum, verða mentar við átøkum í vinnuni sjálvari – eitt nú við høvdavirkinum í Leirvík.

Kunningartøknin hevur eisini vunnið seg fram við átøkum úr vinnuni. Bit-land verkætlanin, útflutningur av telduskipanum hjá Føroya Tele og Formula Føroyar eru bert seinastu dømini.

Hetta eru bert dømir um, at tilfeingið er stórt í Føroyum, um samstarv verður skipað millum almennar myndugleikar og vinnuna.

Útbúgvingarstøðið mennist
Ein vaksandi partur av hvørjum ættarliði í Føroyum leitar sær útbúgving fram til lærdan háskúla, og eitt vaksandi lið av føroyingum vinnur sær kunnleika um skapandi og vísindaligt arbeiðslag í nógvum ymiskum greinum. Hetta er týdningarmikið tilfeingi, sum skuldi komið til nyttu í mentanarligum og búskaparligum framburði í Føroyum. Arbeitt eigur at verða fyri at skapa møguleikar at nýta hesa vitan í Føroyum.

Fíggingarmynstrið
Vísindi og tøkni tæna sosialum framstigum best, tá ið tey mennast í tøttum sambandi við gerandisdagin og ynskini hjá fólki í Føroyum. Men neyðugt er at útvega fígging til granskingina og loyva tí granskingarfrælsi, sum er treyt fyri vísindaligum og tøkniligum framburði. Eftirmetingar og dyggur bygnaður í granskingarverkinum skulu tryggja virkisførið í granskingini. Á henda hátt kunnu vísindi og tøkni bjóða bæði bráðfeingisloysnir og loysnir fyri framtíðina.

Føroyar hava altíð nýtt minni fíggjar- og mannatilfeingi til gransking og menning enn aðrar tjóðir, sum vit samanbera okkum við. Alt bendir á, at gransking og tøknilig menning mugu styrkjast fyri at tryggja áhaldandi búskaparligan vøkstur og ein støðugari og meira fjøltáttaðan búskap í Føroyum, ikki minst tá hugsað verður um vaksandi kappingina millum lond og heimspartar í handli, tøkni og mentan.

Vit eiga tí at birta upp undir breiða samfelagsliga menning, sum byggir á vísindaliga og tøkniliga vitan, ið skal koma aftrat tí eintáttaða búskapinum, sum nærum bert byggir á at gagnnýta náttúrutilfeingið á føroyskum land- og sjóøki.

Føroyar eiga at føra ein politikk, sum víðkar um leiklutin hjá vísindum og tøkni í búskapinum við at økja um tann partin av bruttotjóðarúrtøkuni, sum fer til hetta endamál.

Føroyskir myndugleikar eiga at bjóða tí endurnýggjaða vinnulívinum í Føroyum til samstarv um at økja realvirðið á tí tilfeingi, sum verður nýtt til G&M við 10 % um árið næsta 10 ára skeiðið. Um hetta eydnast, so nærkast Føroyar støðinum í hinum Norðanlondum. Hetta mál verður rokkið við at økja um játtanir á fíggjarlógini til grundgransking, endamálsgransking og menningarætlanir og at bøta um møguleikarnar hjá feløgum og einstaklingum at gera íløgur í gransking og nýskapan.

Harafturat er greitt, at í Framtaksgrunninum liggur eitt stórt fíggjarligt tilfeingi til gransking, menning og tøkni. Verður hesin grunnurin fingin undir føroyska lóggávu og í minsta lagi helvtin av stovnsfænum verður nýtt til gransking, tøkni og menning, so er endamálið um at nýta sama part av BTÙ til gransking sum okkara grannalond nærum rokkin.

Samskipan og upplýsing
Um parturin hjá gransking og menning verður øktur, verður tørvur á at samskipa hetta arbeiðið við tørvin í samfelagnum, sum alla tíðina broytist. Samfelagslig raðfesting má ganga hond í hond við stuðlinum til at leita eftir kunnleika í grundgransking, har dygdin á granskingini má hava meira at siga enn samfelagsliga raðfestingin.

Landsstýrið eigur innanhýsis at samskipa hetta arbeiðið mest møguligt millum stovnar, sum liggja undir ymiskum aðalstýrum.

Upplýsing um vísindi og tøkni eigur eftir skipaðum leisti at verða borin fram alment, so fleiri og fleiri hava ávirkan á gongdina.

Fyri at geva hesum arbeiði politiska tyngd, kundi landsstýrið tvær ferðir um árið kalla saman landsstýrið, umboð fyri politisku flokkarnar og Granskingarráðið saman við umboðum fyri arbeiðsgevara- og arbeiðstakarafeløgini.

1. viðgerð 18. mars 2004. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 21. apríl legði fram soljóðandi

Álit

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 4. mars 2004, og eftir 1. viðgerð tann 18. mars 2004 er tað beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 23. mars og 20. apríl 2004.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í mentamálum, formannin og stjóran í Granskingarráðnum Eyðun Andreassen og Rúnu Hilduberg, granskararnar Pál Weihe og Boga Hansen og løgmann.

Frá Ásmundi Gudjónssyni hevur nevndin fingið eina grein um gransking. Frá Granskingarráðnum hevur nevndin fingið ein faldara, sum greiðir frá virkseminum hjá Granskingarráðnum, eitt yvirlit yvir, hvussu granskingin er skipað í Finnlandi og eitt yvirlit yvir, hvussu granskingin er skipað í Íslandi. Frá Boga Hansen hevur nevndin fingið eitt uppskot um menning av føroyskari gransking. Frá Pál Weihe hevur nevndin fingið eina grein um deCODE genetics, Inc.

Undir viðgerðini er komið fram, og nevndin er samd um, at føroysk gransking í framtíðini eigur at samskipast betur. Tað eigur at verða ein yvirorðnað politisk viðgerð um, hvat ætlanini er við føroyskari gransking og ein politisk ætlan um, hvørja kós føroysk gransking skal hava, so hon kemur samfelagnum sum heild mest at gagni. Nevndin hevur fingið áhugaverd skjøl frá Granskingarráðnum, sum lýsir støðuna hesum viðvíkjandi í øðrum londum. Skjølini eru viðløgd málinum.

Undir viðgerðini fekk nevndin at vita, at pengar, sum oljufeløgini lata til føroyska førleikamenning og gransking, í ov stóran mun liggja uttan fyri ávirkan hjá Granskingarráðnum og føroyskum myndugleikum. Nevndin heitir tí á landsstýrið um, at hesir pengar koma miðvísari føroyskari gransking og førleikamenning betur til gagns.

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum, men metir tó, at pkt. 1 til 7 í áheitanini er ein ov ítøkiligur arbeiðssetningur, sum fyri tað mesta stavar frá frágreiðingini " Føroyskur førleiki", sum sonevnda Útbúgvingarpolitikknevndin læt úr hondum í 1999. Harumframt heldur nevndin, í samband við staðfestingina av, nær málini skulu røkkast, at eitt 10 ára skeið skal vera vegleiðandi.

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. Í 3. staðfesting verða orðini "til dømis" sett inn áðrenn orðini "eitt 10-ára skeið".
  2. Áheitanin á landsstýrið verður orðað soleiðis: "Løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna og leggja frágreiðing fyri Løgtingið um, hvussu vit náa hesum málum."

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

2. viðgerð 28. apríl 2004. Uppskot frá Kaj Leo Johannessen um at beina málið aftur í nevnd samtykt 16-0-12. Málið beint aftur í mentanarnevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval var 20. januar 2004, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.