57  Uppskot til  samtyktar um at siga úr gildi Fríhandilssáttmálan millum donsku stjórnina og fřroyska landsstýriđ og estisku lýđveldisstjórnina

A. Upprunauppskot
B. 1. viđgerđ
C. Orđaskifti viđ 1. viđgerđ
D. Álit
E. 2. viđgerđ (einki orđaskifti)

Ár 2004, 30. mars, legđi Jóannes Eidesgaard, lřgmađur, vegna landsstýriđ fram soljóđandi  

Uppskot

til

samtyktar

Lřgtingiđ góđkennir hjálagda sáttmála frá 11. mars 2004 um at siga úr gildi Fríhandilssáttmálan millum donsku stjórnina og fřroyska landsstýriđ og estisku lýđveldisstjórnina.

Viđmerkingar

Í sambandi viđ, at Estland fer uppí Evropasamveldiđ 1. mai 2004, hevur Estland bođađ Fřroyum frá, at fríhandilssáttmálin millum Fřroyar og Estland verđur sagdur úr gildi. Sambćrt grein 31 í fríhandilssáttmálanum kunnu báđir sáttmálapartarnir siga hann upp viđ eini freist uppá tólv mánađar.

Nú henda freist er hinumegin 1. mai 2004 hevur tađ skapt ein altjóđarćttarligan trupulleika fyri Estland, tí at samstundis sum Estland fer uppí ES, yvirtekur ES málsrćđiđ á řkinum og fríhandilssáttmálin millum Fřroyar og ES fćr gildi í Estlandi.

Til tess at sleppa undan tólv mánađa freistini verđur sostatt neyđugt at gera ein nýggjan sáttmála, iđ sigur nevnda fríhandilssáttmála úr gildi.

Í hesum fřri er tađ Estland, iđ ynskir fríhandilssáttmálan sagdan úr gildi sambćrt einum nýggjum sáttmála, og hóast Fřroyar hřvdu noktađ at gingiđ hesa leiđ, so vildi Estland sagt fríhandilssáttmálan úr gildi kortini eftir áđurnevndu grein 31. Sostatt er úrslitiđ giviđ frammanundan. Viđ řđrum orđum, einasta endamáliđ viđ hesum sáttmála er at stytta uppsagnarfreistina nakrar mánađar. 

Sáttmálin hevur ikki lógarbroytingar heruppií fíggjarligar avleiđingar viđ sćr til tess at verđa útintur í landinum.

Vísandi til § 54, stk. 2 í tingskipanini vátta undirritađu tingmenn viđ hesum, at teir viđmćla, at lřgtingsmál nr. 57/2003: Uppskot til samtyktar um at seta úr gildi Fríhandilssáttmálan millum donsku stjórnina og fřroyska landsstýriđ og estisku lýđveldisstjórnina verđur lagt fram:

Vilhelm Johannesen Kjartan Joensen Jřrgen Niclasen
Johan Dahl Jákup Mikkelsen Marjus Dam
Anfinn Kallsberg Kaj Leo Johannesen Andrias Petersen
Olav Enomoto John Johannessen Henrik Old
Heđin Zachariasen Kristian Magnussen Óli Breckmann
Poul Michelsen Lisbeth L. Petersen Alfred Olsen

1. viđgerđ 1. apríl 2004. Máliđ beint í uttanlandsnevndina, sum tann 14. apríl 2004 legđi fram soljóđandi

Álit 

Landsstýriđ hevur lagt máliđ fram tann 30. mars 2004, og eftir 1. viđgerđ tann 1. apríl 2004 er tađ beint uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur viđgjřrt máliđ á fundi tann 14. apríl 2004.

Ein samd nevnd tekur undir viđ málinum og mćlir Lřgtinginum til at samtykkja uppskotiđ.

2. viđgerđ 16. apríl 2004. Uppskot til samtyktar samtykt 21-0-0. Máliđ avgreitt.