58  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2004, 26. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 70 frá 9. juni 1988 um aling av fiski v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 3. apríl 2001, verða gjørdar hesar broytingar:

1) Í § 2, stk. 2 verður sum 2. pkt sett:
"Aliloyvið kann avhendast"

2) § 2, stk. 3, nr. 2 verður strikað. Nr. 3 og 4 verða hereftir nr. 2 og 3. 

3) § 2, stk. 5 verður orðað soleiðis:
"Stk. 5. Landsstýrismaðurin skal skrivliga hava upplýsingar um broytingar í ognar- og avgerðarrættindaviðurskiftunum og avhending av aliloyvum".

4) § 3, stk. 2, nr. 3 verður strikað.

5) Aftaná § 3 verður sett:
"§ 3 a. Landsstýrismaðurin kann krevja allar upplýsingar, herundir roknskapir, roknskapartilfar, úrrit úr bókum, øðrum handilspappírum og elektroniskt goymdum upplýsingum, sum verða mettar at verða neyðugar fyri tað eftirlit, sum landsstýrismaðurin skal fremja eftir hesi lóg ella reglum, settar við heimild í lógini".

6) § 4, stk. 4 verður orðað soleiðis:
"Stk. 4. Loyvið kann takast aftur, um ásetingarnar í § 2, stk. 3, nr. 2 og 3 ikki eru loknar".

§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi, dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar til lógaruppskotið 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Í longri tíð hava ynski verið sett fram av peningastovnunum og vinnuni um, at broytingar verða gjørdar í alilóggávuni, partvís fyri at taka burtur avmarkingar fyri útlendskum ognarparti í alivinnuni og partvís soleiðis, at heimild verður veitt triðjamanni at fáa veð í aliloyvum. Tað eru serliga hesi viðurskifti, sum verða tikin upp í hesum lógaruppskoti.

1.1 Endamál við og orsøkir til lógaruppskotið
Meira ítøkiligar eru tær broytingar, sum í hesum uppskoti verða gjørdar, at avmarkingarnar fyri útlendskum ognarparti verða tiknar burtur, heimild verður veitt fyri, at persónar, sum hava aliloyvi kunnu avhenda og veita triðjamanni veð í aliloyvinum, og ásetingin um lokalt tilknýti hjá loyvishavara verður tikin burtur.

Við uppskotnu broytingunum verður mett, at regluverkið innan aling sum heild verður gjørt munandi greiðari, jvb. niðanfyri.

Viðvíkjandi avmarkingunum av útlendskum ognarparti
Ein av grundleggjandi fortreytunum fyri at fáa alivinnuna á føtur aftur er váðafúsur kapitalur. Hesin er ringur at fáa eyga á í Føroyum í dag og serliga nú, tá ið búskaparligu útlitini eru vánalig. Fyri fáum árum síðani var ikki trupult at finna íleggjarar til alivinnuna, men tann myndin er nú heilt broytt.

Fyri knøppum fýra árum síðani legði táverandi landsstýrismaður í vinnumálum fram uppskot um broyting í eigarabýtinum í alivinnuni, soleiðis at avgerðarrætturin fyri tann partin av eigarunum, sum ikki hava fast tilknýti til Føroyar, kundi økjast úr 33% upp í 49%. Hetta fyri at betra um tilgongdina av váðafúsum kapitali til alivinnuna.

Undir viðgerðini av lógaruppskotinum komu ymisk viðurskifti fram, sum bæði talaðu fyri og í móti at broyta eigarabýtið, men samanumtikið tók ein meiriluti í vinnunevndini ikki undir við lógaruppskotinum.

Støðan í alivinnuni er nú fullkomiliga endavend, og vinnan er í so stórari kreppu, at spurningurin er, hvussu stórur partur av alivinnuni kann hóra undan.

Vinnuhúsið hevur saman við peningastovnunum heitt á myndugleikarnar um at taka burtur avmarkingarnar, sum liggja í atgongdini hjá útlendskum íleggjarum til alivinnuna, og vísa á, at hetta kann verða við til, at vinnan kann reisast aftur. Gjørt verður tó vart við, at tað ikki er givið frammanundan, at útlendskir íleggjarar vilja seta pening í føroysku alivinnuna. Men hinvegin, verður nevnda avmarking tikin burtur, so er tann forðingin ikki til staðar, um tað skuldi borið so á, at útlendskur áhugi verður fyri at seta pening í alivinnuna. Við verandi avmarkingum (í mesta lagi 33% útlendskur eigarapartur) eru lítlar vónir um at fáa endurreist alivinnuna, tí so mikið av váðafúsum kapitali er helst ikki í Føroyum.

Seinastu árini hevur semja verið um, at ein av fremstu uppgávunum hjá myndugleikunum, tá ið tað snýr um vinnuna, er at skapa góðar karmar, men ikki veita beinleiðis stuðul. Vinnan og peningastovnarnir biðja ikki um stuðul í hesum føri, men seta fram eina umbøn til myndugleikarnar um at fáa avtikið eina avmarking av at fáa kapital til føroysku alivinnuna.

Teir møguligu trupulleikar, tað kann viðføra at taka burtur nevndu avmarkingar, mugu metast sum smáir, sæð í mun til teir trupulleikar, sum nevndu avmarkingar í ognarviðurskiftunum kunnu elva til í alivinnuni og harvið eisini føroyska samfelagnum, um tær ikki verða tiknar burtur.

Óansæð hvør eigur alifyritøkurnar, so kemur tað virksemi, saman við teimum arbeiðsplássum og útflutningsvirði, sum alivinnan kastar av sær, altíð at liggja í Føroyum og á tí staðnum, har aliloyvið er givið, og sambært treytunum í aliloyvunum skal virksemi vera undir loyvinum, annars fellur tað aftur til landsstýrið.

Viðvíkjandi veð í aliloyvum
Peningastovnarnir hava gjørt vart við, at við galdandi reglum gevur tað ikki meining hjá einum lánsveitara at krevja tvingsilssølu av ognunum hjá eini alifyritøku, tá ið trygd samstundis ikki kann fáast fyri, at aliloyvið kann fylgja við. Somuleiðis er støðan ótrygg, um ein alifyritøka kemur undir trotaviðgerð (konkursbehandling), tí eftir galdandi lóg kann útleiðast, at aliloyvið fellur burtur eftir lokna trotabúarviðgerð. Í tílíkum førum er ógreitt, hvussu raksturin av alifyritøkuni kann endurskipast.

Lánsveitararnir hava ikki nóg góðan møguleika at endurskipa virksemið í einum kreppuraktum felag, og t.d. selja tann partin av virkseminum víðari, sum hevur rakstrargrundarlag. Støðutakanin hjá Vinnumálaráðnum, sum er loyvisveitari, verður avgerandi fyri, um hetta er møguligt.

Peningastovnarnir hava víst á, at um nevndu viðurskifti ikki verða broytt, verður tað sera trupult hjá peningastovnunum at fíggja alivinnuna í framtíðini.

Meira ítøkiliga er víst á, at fortreytin fyri framhaldandi fígging av vinnuni má vera, at:

Tað verður mett sum alneyðugt hjá peningastovnunum at hava møguleika fyri at kunna realisera síni pantivirðir við t.d. at krevja ognirnar seldar á tvingsilssølu við tí endamáli at kunna selja ognirnar víðari til áhugaðan keypara við eini váttan frá myndugleikunum um, at loyvið eftir ávísum reglum kann fylgja við. Harvið gerst møguleiki fyri at selja virksemið víðari sum "going consern", og vandin fyri tapi í vinnuni gerst minni.

Tá verandi alilóggáva ikki hevur ásetingar viðvíkjandi veðseting av aliloyvum, hevur, síðani núverandi alilóg kom í gildi, verið ógreitt, hvat er galdandi. Heldur ikki hava viðmerkingarnar til alilógina tikið støðu til, hvat skal vera galdandi í sambandi við veðsetingar av aliloyvum. Hetta kann haldast upp ímóti løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 114 frá 24. november 2003, har §§ 14 og 15 beinleiðis áseta, at fiskidagar, egin kvotupartur, egin árskvota og egin hjáveiðikvota ikki kunnu setast í veð, og er spurningurin viðvíkjandi veðsetingum í hesum føri avkláraður.

Fylgitreytirnar, ið landsstýrismaðurin við heimild í § 2 í galdandi alilóg kann seta í sambandi við, at eitt aliloyvi verður útvegað, hava tó beinleiðis í aliloyvum ásett, at aliloyvið ikki kann latast øðrum uttan góðkenning landsstýrisins. Eisini áseta fylgitreytirnar, at um broytingar eru í viðurskiftunum, skal landsstýrið beinanvegin hava boð um hetta.

Avmarkingarnar í sjálvum aliloyvinum viðvíkjandi at lata øðrum aliloyvið, hava givið vinnulívinum ta uppfatan, at aliloyvi ikki kunnu veðsetast, tá tey ikki eru umsetilig. Sambært vanligum ognarrættligum reglum kunnu øll rættindi veðsetast, tá rættindini hava eitt fíggjarligt virði og eru umsetilig.

Í fjør varð av einum peningastovni heitt á tinglýsingardeildina um at tinglýsa eitt ognarveðbræv, har m.a. eitt aliloyvi var fevnt av veðsetingini. Áheitanin varð av tinglýsingardómaranum avvíst við teirri grundgeving, at aliloyvi kunnu síðustillast við serloyvi (koncession), ið ikki kunnu veðsetast.

Avvísingin varð kærd til Eystara Landsrætt (5. deild, kæra nr. B-3323-03), ið við dómi 15. desember 2003 kom til ta niðurstøðu, at undir givnu umstøðunum vóru aliloyvi umsetilig. At umsetiligheitin var treytað av góðkenning frá landsstýrinum, var sambært uppfatanini hjá landsrættinum ikki ein forðing fyri hesum. Avgerðin hjá tinglýsingardómaranum varð tí av Landsrættinum víst aftur til framhaldandi viðgerð á tinglýsingardeildini.

Landsrættarúrskurðurin hevur soleiðis ásett, at aliloyvi eru umsetilig, og er tí møguligt, at aliloyvi sum útgangstøði verða veðsett og veðsetingin tinglýst sambært galdandi ásetingum um tinglýsing av leysafæ.

Hóast omanfyri standandi er enn løgfrøðisliga ógreitt, hvat veðhavararnir hava fingið veð í. Í sambandi við omanfyri standandi veðseting má veðsetingin eftir sínum innihaldi metast sum ein veðseting av tí fíggjarliga virðinum, ið er knýtt at aliloyvinum, og ikki aliloyvinum sjálvum. Talan er sostatt um eitt slag av goodwill hjá viðkomandi alifyritøku. Goodwill hevur í longri tíð sambært rættarpraksis verið mett sum ein ágóði, ið kann veðsetast, hóast goodwill orsakað av tess óítøkiligu veru ikki kann seljast á tvingsilssølu.

Higartil hava avhendingar av aliloyvum heldur ikki verið nakar trupulleiki, og hevur hetta uppskotið av somu orsøk ikki stórvegis avleiðingar fyri verandi skipan. Hetta kemst av, at § 2, stk. 2 í núverandi alilóggávu ásetur, at aliloyvi einans kunnu útvegast partafeløgum og smápartafeløgum, ið eru skrásett hjá Skráseting Føroya, ella sum eru fráboðað Skráseting Føroya sum undir stovnan. Sambært § 2, stk. 3, nr. 1 er tó ásett, at partabrøvini skulu vera navnapartabrøv.

Tá partabrøv og smápartabrøv sambært ávikavist § 18 í anordning nr. 250 af 3. maj 1993 om ikrafttræden for Færøerne af lov om aktieselskaber, sum seinast broytt við lóg nr. 1072 frá 20. desember 1995, sum sett í gildi við anordning nr. 931 frá 31. oktober 1996 (partafelagslógin), og § 14 í anordning nr. 249 af 3. maj 1993 om ikrafttræden for Færøerne af lov om anpartsselskaber (smápartafelagslógin) eru frítt umsetilig, hevur tað til eina og hvørja tíð verið møguligt at skifta eigararnar út við keyp og sølu av parta- og smápartabrøvunum í alifyritøkuni. Tó við teimum avmarkingum, ið eru ásettar í núverandi alilóg um t.d. fremmmandan kapital.

Fyri at skapa so greið viðurskifti á hesum øki sum gjørligt, er Vinnumálaráðið av teirri áskoðan, at serskild lógarheimild má fáast fyri, at lánsveitarar kunnu fáa veð, traðka inn í rættindini hjá loyvishavaranum og kunnu flyta aliloyvið frá einum løgfrøðiligum persóni til annan.

Ein tílíkur rættur hjá lánsveitarunum kemur í praksis at merkja, at landsstýrið sigur frá sær rættin til ikki at loyva, at eitt loyvi verður flutt til annað felag, har hetta í ávísum føri kann hugsast at ganga ímóti atlitunum í alipolitikkinum, men uttan at hesi atlit neyðturviliga kunnu sigast at vera í stríð við alilógina.

Her kann skoytast uppí, at kunngerð er gjørd við heimild í djórasjúkulógini, sum minkar um trupulleikarnar av, at alistøðir liggja ov tætt. Kunngerðin ásetur m.a. krøv um árgangssundurskiljing (t.v.s. bert ein árgangur á einum aliøki í senn), krøv um brakklegging og krøv um frástøðu millum aliøkini (minst 5 km millum vanlig alibrúk).

Henda kunngerðin viðførir, at á teimum økjum, har tvey aliloyvi liggja nærri enn nevndu 5 km frá hvørjum øðrum, verða krøv sett til, at avvarðandi feløg mugu seta út samstundis og bert hava alifisk av sama árgangi, eins og feløgini skulu leggja aliøkini brakk í senn.

Um heimild verður veitt fyri at gera aliloyvi frítt umsetilig, sum skotið upp í hesum lógaruppskoti, kunnu aliloyvi veðsetast og tinglýsast sambært vanligum ásetingum viðvíkjandi leysafæ.

Viðvíkjandi ásetingini um staðbundið (lokalt) tilknýti
Hildið verður ikki, at tað í royndum er gjørligt, at lúka treytirnar í verandi lóg § 3, stk. 2, 3. pkt., og verður tí mælt til, at hesar treytir verða tiknar burtur. Víst verður í hesum sambandi til serligu viðmerkingarnar til § 1, nr. 4 í hesum lógaruppskoti.

Hoyringar
Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar hjá:

Viðmerkingarnar eru hjálagdar sum skjal 1.

Kap. 2. Avleiðingar av lógaruppskotinum
Uppskotið hevur við sær, at tilgongdin av váðafúsum kapitali til alivinnuna kann betrast, og mannagongdirnar innan umsitingina verða greiðari, bæði tá ið tað viðvíkur flyting av aliloyvum og tá ið alifyritøkur skifta eigarar, har útlendingar eru partar av eigaraskaranum.

Tað eru ongar beinleiðis fíggjarligar avleiðingar av lógaruppskotinum fyri landskassan, og uppskotið hevur í aðrar mátar ikki umsitingarligar avleiðingar fyri landið og heldur ikki kommunurnar. Uppskotið fær ikki avleiðingar fyri umhvørvið, og heldur ikki serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum, og tað fær ei heldur sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir, og heldur ikki avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

Talva yvir avleiðingar

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar      

Nei

 

Kap. 3. Viðmerkingar til einstøku greinarnar

Til § 1

Til nr. 1
Skotið verður upp at áseta í lógini, at eitt aliloyvi kann avhendast. Eitt aliloyvi er at rokna sum eitt immaterielt aktiv, sum t.d. goodwill, patentir og vørumerkir, og hevur hetta uppskot sum avleiðing, at aliloyvi verða gjørd umsetilig eins og onnur aktiv, tó við teimum avmarkingum, sum henda lóg og lóggáva annars áseta.

Tá ið aliloyvi kunnu avhendast, fylgir rætturin við til at veðseta hesi rættindi av vanligu rættarreglunum, sum nevnt omanfyri undir almennu viðmerkingunum. Sjálv veðsetingin og tann harav fylgandi tinglýsingin fylgir teimum somu almennu rættarreglunum, sum eru galdandi við veðseting av øðrum immateriellum rættindum og verður tinglýst við einum leysafæveðbrævi. Avhending av aliloyvinum fer fram á sama hátt, sum er galdandi fyri annað leysafæ, nevniliga við avtalu ella tvingsilsfulnað.

Tá eitt aliloyvi fyrst er givið einum felagið, fer ein avhending av aliloyvinum til annað felag ikki at ávirka rættindini eftir aliloyvinum. Nýggi loyvishavarin traðkar inn í somu rættindi, sum tann, ið avhendar aliloyvið, hevði, og heldur loyvið soleiðis fram óbroytt undir nýggjum loyvishavara, men hevur loyvishavarin sambært § 2, stk. 5 í lógaruppskotinum skyldu til at kunna landsstýrismannin skrivliga um avhendingina. Víst verður til viðmerkingarnar til nr. 3.

Til nr. 2
Við hesi áseting verður avmarkingin í útlendskum eigaraparti tikin burtur, og kunnu útlendskir íleggjarar á jøvnum føti við føroyskar íleggjarar seta pening í alivinnuna eftir teim treytum, sum alilóggávan og onnur føroysk lóggáva ásetur.

Til nr. 3.
Sambært § 2, stk. 5, skal landsstýrismaðurin skrivliga kunnast um broytingar í ognar- og avgerðarrættindaviðurskiftunum hjá loyvishavaranum, og um aliloyvið verður avhendað. Í hesum sambandi er ein veðseting ikki at skilja sum ein eginlig avhending, tá veðsetingin ikki viðførir broytingar í ognar- og avgerðarrættindaviðurskiftunum hjá loyvishavaranum, og skal landsstýrismaðurin tí ikki kunnast í samband við, at eitt aliloyvi verður veðsett. Omanfyri nevnda kunning hevur tó ongan týdning fyri gildi av sjálvari avhendingini.

Landsstýrismaðurin hevur tí ikki skyldu til at kanna eftir, tá ið ein fráboðan kemur, um nøkur veðseting er, ella at spyrja veðsetaran eftir. Ein møgulig veðseting av rættindum verður eftir vanligu rættarreglunum framhaldandi galdandi, hóast hesi við avtalu eru latin til annað felag. Møguligar ósemjur millum veðhavara og loyvishavara mugu loysast teirra millum eftir vanligu rættarreglunum. Tann, sum fær rættindini eftir einum aliloyvi, vinnur ikki betri rætt enn hann, sum hevði loyvið frammanundan.

Loyvisgevarin skal sostatt einans kanna eftir, at tann, sum avhendar eitt aliloyvi, er legitimeraður til at gera hetta, tá ið ein fráboðan kemur, og verður tann, ið hevur yvirtikið loyvið, hereftir skrásettur sum loyvishavari.

Tann til eina og hvørja tíð verandi loyvishavari skal altíð lúka treytirnar, ið eru ásettar sambært galdandi lóggávu.

Fyri at tryggja at loyvishavarin lýkur treytirnar, hevur hetta uppskot eisini ásetingar, ið skerpa eftirlitið í hesum sambandi. Verður landsstýrismaðurin ikki kunnaður, tá eitt aliloyvi skiftir eigara, kann loyvið takast aftur. Harumframt kann vantandi kunning revsast við bót eftir ásetingunum í § 12

Vísir tað seg, at tann, sum hevur eitt loyvi, ikki lýkur tær ásettu treytirnar, missur viðkomandi felag aliloyvið. Vísast skal í hesum sambandi til § 4 í alilógini.

Til nr. 4.
Hildið verður ikki, at tað í royndum er gjørligt at lúka treytirnar í verandi lóg § 3, stk. 2, nr. 3., sum ásetur, at "teir, sum avgerðarrættin skulu hava á alistøðini, í fyrsta lagi búgva á staðnum, har aliloyvið verður givið, í øðrum lagi hava serligt tilknýti til staðið og í triðja lagi eru fastbúgvandi í Føroyum". Hetta orsakað av, at í dag eru tað bert sokallaðir løgfrøðiligir persónar (feløg), sum hava aliloyvi, og sum kunnugt kunnu partabrøvini frítt handlast, óheft av, hvar teir persónar búgva í Føroyum ella útlandinum, sum keypa partabrøvini. Tískil verður mælt til, at nevnda orðing verður strikað.

Til nr. 5.
Í treytunum í aliloyvunum er m.a. ásett, at umboð fyri avvarðandi landsmyndugleikar skulu til eina og hvørja tíð hava loyvi til at koma á alistøðina og kanna viðurskiftini, og at ársfrágreiðing yvir virki felagsins skal sendast Vinnumálaráðnum. Somuleiðis verður grannskoðaður ársroknskapur fyri støðina at senda Vinnumálaráðnum.

Fyri at gera heimildargrundarlagið greiðari verður nú skotið upp, at ásettar verða í lógini heimildir viðvíkjandi neyðugum upplýsingum fyri at kunna fremja tað eftirlit, sum landsstýrismaðurin skal fremja eftir hesi lóg ella reglum, settar við heimild í lógini.

Til nr. 6.
Ongar viðmerkingar

Til § 2
Ongar viðmerkingar 

+ Skjal 1

Vísandi til § 54, stk. 2 í tingskipanini vátta undirritaðu tingmenn við hesum, at teir viðmæla, at løgtingsmál nr. 58/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski verður lagt fram:

Vilhelm Johannesen Kjartan Joensen Jørgen Niclasen
Johan Dahl Jákup Mikkelsen Marjus Dam
Anfinn Kallsberg Kaj Leo Johannesen Andrias Petersen
Olav Enomoto John Johannessen Henrik Old
Heðin Zachariasen Kristian Magnussen Óli Breckmann
Poul Michelsen Lisbeth L. Petersen Alfred Olsen

1. viðgerð 2. apríl 2004. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 4. mai 2004 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 26. mars 2004, og eftir 1. viðgerð tann 2. apríl 2004 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 26., 28. og 29. apríl 2004.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Føroya Banka, Føroya Sparikassa, Føroya Havbúnaðarfelag og P/F Havsbrún.

Peningastovnarnir og Havbúnaðarfelagið førdu fram, at skal nøkur vón vera um at endurreisa alivinnuna, er neyðugt at økja um møguleikarnar fyri at fáa nýggjan kapital tilførdan. Áhugin fyri at seta pening í alivinnuna er ikki stórur, hvørki í Føroyum ella aðrastaðni, og tí kann ikki væntast, at tað fer at eydnast at endurreisa alivinnuna, um avmarkingar eru fyri útlendskum kapitali.

P/F Havsbrún, sum varð innkallað sum ein av størstu luttakarunum innan alivinnuna í Føroyum, gjørdi vart við, at tíðin at loyva størri lutfalli av útlendskum kapitali inn í alivinnuna helst ikki er tann rætta beint nú. Vandi kann vera fyri, at útlendingar heldur enn føroyingar á henda hátt vinna fyrimunirnar við saneringunum í alivinnuni við at yvirtaka saneraðu virkisognirnar fyri lítlan pening. Vinnunevndin er sum so ikki ósamd við sjónarmiðinum hjá Havsbrún, men vísandi til viðmerkingarnar hjá føroysku peningastovnunum, sum eru teir einastu, sum kundu havt fíggjarorku til at lyft vinnuna aftur, og sum hava drúgvar royndir við slíkum virksemi, má nevndin bara staðfesta, at ikki fæst nøkur endurreisn av alivinnuni, uttan at útlendskur kapitalur fær fríari atgongd til at luttaka í fíggingini av alivinnuni.

Nevndin hevur ta áskoðan, at endamálið við hesum uppskoti bara er at taka atlit til aling av laksi og sílum. Nevndin væntar tí, at spurningurin um útlendskan kapital aftur verður tikin upp til politiska viðgerð, um talan verður um at geva aliloyvi til onnur fiskasløg. Hetta hóast tað ikki er eitt krav, soleiðis sum heimildirnar í lógini eru orðaðar.

Nevndin er undir viðgerðini vorðin varug við, at § 2, stk. 4 í lógini vísir til stk. 3, nr. 3 og 4, sum við broytingini verða nr. 2 og 3. Nevndin mælir til, at hetta verður rættað.

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

1) Í § 1, nr. 2 verður sett inn nýtt pkt. 2, sum verður soljóðandi: "Tilvísingarnar í § 2, stk. 4 til § 2, stk. 3, nr. 3 og 4 verða samsvarandi broyttar til nr. 2 og 3."

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

2. viðgerð 6. mai 2004. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til § 1 samtykt 24-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 25-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 11. mai 2004. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 25 frá 17.05.2004.