60  Uppskot til  samtyktar um at heimila Fíggingargrunninum frá 1992 at broyta ognarviðurskiftini í Føroya Banka

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð

Ár 2004, 30. mars, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar 

  1. Løgtingið tekur undir við, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heimilar Fíggingargrunninum frá 1992 at skipa fyri frægasta lutfallinum millum egin- og fremmandakapital í P/F Føroya Banka við niðurskriving av kapitalpørtum grunsins í P/F Føroya Banka samsvarandi fakligari tilráðing frá óheftum ráðgevingarstovni.
  2. Løgtingið tekur undir við, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heimilar Fíggingargrunninum frá 1992 at selja upp til 20% av partabrøvum grunsins í P/F Føroya Banka.

Almennar viðmerkingar
Tann 29. apríl 1996 samtykti Løgtingið í løgtingsmáli nr. 53/1995 við 24-1-0 atkvøðum uppskot til ríkislógartilmæli um lóg um Fíggingargrunnin frá 1992. Uppskotið varð eftir hetta samtykt á Fólkatingi og sett í gildi sum lóg nr. 462 frá 12. juni 1996.

Viðmerkingarnar í sambandi við løgtings- og fólkatingsviðgerðina vísa, at endamálið við lógini var at skapa rættarligt grundarlag fyri, at landskassin kundi fáa pening goldnan úr grunninum, hóast hetta var í stríð við aðalregluna í sambandi við sjálvsognarstovnar - her undir eisini vinnurekandi grunnar - um, at innskotin peningur ikki kann verða goldin aftur til stovnaran av grunninum.

Í § 9 í viðtøkunum fyri Fíggingargrunnin frá 1992, sum vórðu broyttar samsvarandi heimildunum í lóg nr. 462 frá 12. juni 1996, er ásett, at nevndin fyri grunnin ikki uttan samtykt landsstýrismansins kann taka avgerð um:

  1. at atkvøða fyri niðurskriving av kapitalpørtum hjá grunninum í Føroya Banka ella
  2. at avhenda parta- ella ábyrgdarakapital í Føroya Banka (sí fylgiskjal 1).

Í skrivi til Fíggjarmálaráðið, dagfest tann 19. oktober 2000, greiðir nevndin í Fíggingargrunninum frá 1992 frá ætlan um at selja upp til 20% av partabrøvum grunsins í Føroya Banka (sí fylgiskjal 2). Nevndin vísir í hesum viðfangi til frágreiðing frá 1997/98 um umskipan av ognarviðurskiftum í P/F Føroya Banka (sí fylgiskjal 3).

Í skrivinum frá 19. oktober 2000 heitir nevndin somuleiðis á landsstýrismannin í fíggjarmálum um at boða frá støðu síni til, at grunninum verður heimilað at selja t.d. upp til 20% av partabrøvunum í Føroya Banka, svarandi til 200.000 partabrøv áljóðandi á 100,- kr.

Grunnurin hevur enn ikki fingið svar upp á fyrispurning sín. Orsøkir til hetta eru m.a., at grundleggjandi greiningararbeiði og politisk viðgerð viðvíkjandi einskiljingar-fyribrigdinum fór fram í árunum 2001-02. Somuleiðis gekk drúgv tíð at leggja til rættis politiska og embætisliga fyrisiting av einskiljingartilgongd í árunum 2002-03.

---

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur ta fatan, at møgulig søla av partabrøvum Fíggingargrunsins í Føroya Banka er at rokna sum einskiljingarmál. Samsvarandi innganginum í leiðreglunum um at einskilja fyritøkur landsins ynskir hann tískil at virka fyri breiðari politiskari semju í hesum máli.

Landsstýrismaðurin ger tó vart við, at Fíggingargrunnurin er vinnurekandi grunnur, og heitir á tey, sum luttaka í politisku viðgerðini av hesum máli, um at hava hetta í huga.

---

Einskiljingarnevndin hevur, samsvarandi leiðreglunum um at einskilja fyritøkur landsins, havt ætlanina hjá grunninum til viðgerðar. Nevndin metir, at ætlanin hjá grunninum er í samsvari við yvirskipaðu samfelagsligu málini, ið eru ásett í leiðreglunum, og sum landsstýrið hevur sett sær fyri at røkka.

Nevndin metir í hesum viðfangi, at grunnurin í ætlanum sínum hevur tikið hóskandi atlit til, at kappingin á føroyska fíggjarmarknaðinum ikki verður minni. Við hesum kemur sølan ikki at hótta brúkaraáhugamál.

Einskiljingarnevndin tekur undir við uppskoti Fíggingargrunsins um mannagongd fyri partabrævasølu, sum lýst er í niðurstøðunum í frágreiðingini frá 1997/98, og mælir landsstýrismanninum til at veita grunninum tær heimildir, ið grunninum tørvar viðvíkjandi kapitalumskipan og sølu av partabrøvum í Føroya Banka.

---

Ítøkiligi myndilin, sum Fíggingargrunnurin hevur skotið upp fyri broyting av ognarviður-skiftunum í Føroya Banka, er fylgjandi (her endurgivið úr niðurstøðum úr Frágreiðing um umskipan av ognarviðurskiftum Føroya Banka. Hendan frágreiðingin varð almannakunngjørd sum partur av ársfrágreiðing Fíggingargrunsins fyri 1997):

"Viðtøkubroytingar
Mælt verður til, at reglur um eigaraavmarking verða settar í viðtøkurnar hjá bankanum til tess at forða fyri, at einstakir partaeigarar fáa eina so sterka støðu, at teir kunnu fáa møguleika fyri beinleiðis ávirkan á rakstur bankans, og at nevndin fær heimild til at gera undantøk frá regluni í serligum førum. Haraftrat verður mælt til, at tá grunsins partabrøv verða boðin út til sølu, verður ein ógvuliga stórur partur, til dømis 70%, av teimum útbodnu partabrøvunum ætlaður føroyskum investorum.

Eisini verður mælt til, at bankin verður skrásettur á Københavns Fondsbørs. Hinvegin verður mælt frá at gera reglur um atkvøðuloft og umboðsmannaráð, tí slíkar reglur kunnu, sum nevnt frammanfyri, hava við sær ymsar vansar.

Uppskot til kapitalbygnað
Í sambandi við sølu av partabrøvum er umráðandi samstundis at taka avgerð um framtíðar kapitalbygnað bankans, tað merkir støddina av eginkapitalinum í mun til fremmandakapitalin við hóskandi atliti til reglurnar í banka- og sparikassalógini, vakstrarmøguleikar bankans og tey serligu viðurskiftini, sum eru í føroyska búskapinum og vinnulívsbygnaðinum.

Her hevur tað stóran týdning, at bankin undan eini partabrævasølu í hóskandi mun upplýsir um sínar burturleggingar og avskrivingar, so investorarnir hava møguleika fyri at meta um virði bankans.

...

Uppskot um mannagongd fyri eini partabrævasølu
Gjørd verður ein virðismeting av partabrøvum bankans serliga grundað á bankans egnu støðu, gongdini í føroyska búskapinum og teirri galdandi príssetingini á bankapartabrøv.

Á hesum grundarlag verður kannað, hvussu áhugin er fyri partabrøvunum millum teir størru føroysku investorarnar og kanska eisini úrvaldar investorar uttanlands. Verður úrslitið av hesum kanningum mett nóg gott, verður farið undir veruliga útbjóðing.

Mannagongdin at normalisera ognarviðurskifti bankans kann síðani verða hendan:

Við tí her nevndu útboðsætlan má roknast við, at tað fer at taka nógv ár at selja øll partabrøvini. Sølan kann tí við fyrimuni leggjast til rættis í stigum."

Avleiðingar av uppskotinum
Endamálið við at lata óhefta kanning gera um kapitalviðurskiftini hjá Føroya Banka er at normalisera kapitalviðurskiftini í bankanum. Greitt er tó ikki, hvussu stór ein møgulig upphædd verður frígjørd í hesum viðfangi. Hetta er spurningur, sum verður svaraður við kanningini, ið gerast skal av óheftum parti, sum nevnt í frágreiðingini frá 1997/98. Í frágreiðingini frá 1997/98 verður mælt til at broyta kapitalbygnaðin við hóskandi atliti til reglurnar í banka- og sparikassalógini, vakstrarmøguleikar bankans og tey serligu viðurskiftini, sum gera seg galdandi í føroyskum búskapi og vinnulívsbygnaði. Mett verður tí ikki, at broyting í kapitalviðurskiftunum fær stórvegis ávirkan á bankavirksemið hjá Føroya Banka.

Mett verður ikki, at søla av upp til 20% av partapeninginum hevur við sær týðandi avleiðingar fyri virksemi bankans.

Møgulig útluting av kapitali í sambandi við, at eginkapitalur í Føroya Banka verður tillagaður, hevur í fyrstu atløgu ikki avleiðingar við sær fyri landskassan. Sama er galdandi í sambandi við sølu av partabrøvum hjá Fíggingargrunninum. Fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan gerast bert galdandi í tann mun, nevndin fyri Fíggingargrunnin tekur avgerð um at flyta landskassanum pening úr grunninum. 

Fylgiskjal 1. Vedtægter for Finansieringsfonden af 1992

Fylgiskjal 2. Skriv frá Fíggingargrunninum frá 1992

Fylgiskjal 3. Frágreiðing um umskipan av ognarviðurskiftum í Føroya banka

Vísandi til § 54, stk. 2 í tingskipanini vátta undirritaðu tingmenn við hesum, at teir viðmæla, at løgtingsmál nr. 60/2003: Uppskot til samtyktar um at heimila Fíggingargrunninum frá 1992 at broyta ognarviðurskiftini í Føroya Banka verður lagt fram:

Vilhelm Johannesen Kjartan Joensen Jørgen Niclasen
Johan Dahl Jákup Mikkelsen Marjus Dam
Anfinn Kallsberg Kaj Leo Johannesen Andrias Petersen
Olav Enomoto John Johannessen Henrik Old
Heðin Zachariasen Kristian Magnussen Óli Breckmann
Poul Michelsen Lisbeth L. Petersen Alfred Olsen

1. viðgerð 2. apríl 2004. Málið beint í fíggjarnevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval var 20. januar 2004, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.