61  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om Den Internationale Havretsdomstols kompetence og om fuldbyrdelse af Domstolens afgørelser i visse sager"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð (riggar ikki)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2004, 30. mars, legði Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om Den Internationale Havretsdomstols kompetence og om fuldbyrdelse af Domstolens afgørelser i visse sager"

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot (skjal 1) til "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Den Internationale Havretsdomstols kompetence og om fuldbyrdelse af Domstolens afgørelser i visse sager".

Viðmerkingar

Við løgtingssamtykt 10. apríl 2003 samtykti Løgtingið, at Føroyar skuldu taka undir við, at Danmark staðfesti (ratifiseraði) Havrættarsáttmála Sameindu Tjóða frá 10. desember 1982.

Síðani er umvegis danska løgmálaráðið komin áheitan frá Ríkisumboðnum, dagfest 11. juni 2003, á føroyskar myndugleikar um at geva sítt ummæli av, at "lov om Den Internationale Havretsdomstols kompetence og om fuldbyrdelse af Domstolens afgørelser i visse sager" verður sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan.

Endamálið við fyriskipanini er at seta í gildi fyri Føroyar tær rættarreglur, sum eru neyðugar fyri, at Danmark kann staðfesta Havrættarsáttmálan. Ásetingarnar í fyriskipanini fara einans at fáa týdning fyri persónar og fyritøkur v.m. í Føroyum, ið stuðlað av einum sáttmálaríki søkja um ella gera avtalu við Tann Altjóða Havbotnsmyndugleikan um at granska og gagnnýta djúpa havbotnin og í tí sambandi verða partur av sakarmáli fyri Havrættardómstólin.

Orsakað av at ásetingarnar í uppskoti væntandi fara at fáa sera avmarkaðan praktiskan týdning, hevur danska løgmálaráðið hildið tað vera best at seta ásetingarnar í gildi í Føroyum við sjálvstøðugari fyriskipan heldur enn at seta ásetingar um Havrættardómstólin inn í føroysku rættargangslógina.

Í áheitanini frá danska løgmálaráðnum umvegis Ríkisumboðið verður sagt frá, at danska løgmálaráðið miðar eftir at staðfesta Havrættarsáttmálan, so at hann kann fáa gildi fyri alt ríkið 1. januar 2004. Tí ynskti Ríkisumboðið, at landsstýrið eftir umstøðunum gav sítt ummæli sum skjótast.

Víst verður annars til almennu og serligu viðmerkingarnar hjá danska løgmálaráðnum í "Forslag til lov om Den Internationale Havretsdomstols kompetence og om fuldbyrdelse af domstolens afgørelser i visse sager, L 199" sí skjal 2. 

Hjáløgd skjøl:

Skjal 1: Uppskot til Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov nr. 388 af 28. maj 2003 om Den Internationale Havretsdomstols kompetence og om fuldbyrdelse af Domstolens afgørelser i visse sager.

Skjal 2: Forslag til lov om Den Internationale Havretsdomstols kompetence og om fuldbyrdelse af domstolens afgørelser i visse sager, L 199.

Skjal 3: Lov nr. 388 af 28/05/2003 om Den Internationale Havretsdomstols Kompetence og om fuldbyrdelse af domstolens afgørelser i visse sager.

Vísandi til § 54, stk. 2 í tingskipanini vátta undirritaðu tingmenn við hesum, at teir viðmæla, at løgtingsmál nr. 57/2003: Uppskot til samtyktar um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om Den Internationale Havretsdomstols kompetence og om fuldbyrdelse af Domstolens afgørelser i visse sager" verður lagt fram:

Vilhelm Johannesen Kjartan Joensen Jørgen Niclasen
Johan Dahl Jákup Mikkelsen Marjus Dam
Anfinn Kallsberg Kaj Leo Johannesen Andrias Petersen
Olav Enomoto John Johannessen Henrik Old
Heðin Zachariasen Kristian Magnussen Óli Breckmann
Poul Michelsen Lisbeth L. Petersen Alfred Olsen

1. viðgerð 1. apríl 2004. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 20. apríl legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 30. mars 2004, og eftir 1. viðgerð tann 1. apríl 2004 er tað beint rættarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 15. og 19. apríl 2004.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í innlendismálum.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 4. mai 2004 Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 6. mai 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.