62  Uppskot til  løgtingslóg um keyp av talgildari heilsuskipan til føroyska heilsuverkið

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2004, 13. apríl, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um keyp av talgildari heilsuskipan til føroyska heilsuverkið 

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at gera avtalur um keyp av talgildari heilsuskipan til føroyska heilsuverkið og í tí sambandi at bera útreiðslurnar til neyðuga víðkan av almanna- og heilsunetinum, projektleiðslu og at leyskeypa starvsfólk til verkætlanina. Útreiðslurnar til skipanina, netið, projektleiðslu og starvsfólk kunnu í mesta lagi vera 14 mió kr.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 31. desember 2006.

1. Almennar viðmerkingar

Endamálið við lógini
Endamálið við lógini er at tryggja, at málið fær eina nøktandi politiska viðgerð.

Harnæst er henda lóg í samsvari við játtanarskipanina, har meginreglan er, at fyri størri íløgur, ið fevna um meira enn eitt fíggjarár, skulu lógaruppskot leggjast fyri Løgtingið.

Í niðanfyristandandi viðmerkingum til lógaruppskotið verður ætlan landsstýrismansins við verkætlanini lýst nærri.

Stutt innlit í málið
Arbeiðið við at fáa talgilda heilsuskipan til føroyska heilsuverkið byrjaði longu fyrst í 1990’unum, tá ein ætlan varð løgd fyri Landssjúkrahúsið kallað EDV-ætlan Landssjúkrahúsins 1992-1996. Orskað av vánaligu fíggjarstøðuni í árunum aftaná, varð hendan ætlan ikki gjøgnumførd. Í 2003 fekk táverandi landsstýrismaður, Bill Justinussen, undirtøku frá landsstýrinum til at taka arbeiðið við talgildu heilsuskipanini uppaftur. Stýrisbólkur við umboðum fyri sjúkrahúsini, kommunulæknarnar og Familju- og heilsumálaráðið varð settur. Eisini varð projektbólkur settur við umboðum fyri sjúkrahúsini, Familju- og heilsumálaráðið og uttanhýsis ráðgevum. Arbeiðið byrjaði við eini forkanning, og kom projektbólkurin á heysti 2003 við einari ætlan fyri, hvussu farast skuldi víðari í málinum. Hendan ætlan varð góðkend av stýrisbólkinum og landsstýrismanninum í november 2003.

Í framhaldandi arbeiðnum varð avgjørt at víðka stýrisbólkin við umboðum frá Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag, av tí at tað verða kommunurnar, sum koma at fíggja tann partin av skipanini, sum verður sett upp til kommunulæknarnar.

Yvirskipaða ætlanin er eitt samstarvandi heilsuverk, har sjúklingagongdir verða samskipaðar frá byrjan til enda, har sjúklingurin upplivir eitt heilsuverk við einum minni, og har uppgávurnar verða lagdar, har tær verða loystar best og bíligast. Í hesum liggur m.a., at málið er at fáa eina felags skipan fyri alt heilsuverkið, soleiðis at skipanin fremur samskifti og ikki forðar fyri tí.

Heilsuverkið í hesum føri eru sjúkrahúsverkið, apoteksverkið, kommunulæknaskipanin, og er ætlanin eisini, at heimasjúkrasystrarnar í framtíðini skulu hava atgongd til heilivágsmodulið.

Tær skipanir, sum eru umfataðar í hesi ætlanini, eru aðaltættirnir í og kring eina elektroniska sjúklingajournal, m.a. notat, klassifikatiónir, stamdáta, stýring av sjúklingagondum, klinisk leiðslukunning, heilivágur, bílegging av tíðum, ávísingar og svar. Harafturat skal skipanin hava markamót til aðrar skipanir t.d. røntgen, laboratoriið, landsfólkayvirlitið og apoteksverkið.

Í sambandi við talgildu heilsuskipanina verður eisini neyðugt at víðka "AHS-netið", soleiðis at dáta kunnu flytast trygt og skjótt millum ymsu partarnar í heilsuverkinum. Hetta netið verður ikki bert nýtt til komandi talgilda heilsuskipan, men eisini til alt annað teldusamskifti innan almanna- og heilsuverkið. Sum er virkar netið í høvuðsstaðarøkinum, men neyðugt er at víðka tað til at umfata Norðoyggjarnar og Suðuroy eisini.

Tíðarætlan
Verður lógaruppskotið samtykt, er ætlanin at undirskriva avtalu við veitara miðskeiðis í 2004. Væntandi tekur tað hálvtannað ár at seta alla skipanina í verk, soleiðis at útinningin av verkætlanini verður liðug fyrst í 2006.

2. Avleiðingar av uppskotinum

Fíggjarligar avleiðingar
Endaligar samráðingar hava ikki verið við nakran veitara um talgilda heilsuskipan, men ein leyslig meting út frá støddini og kompleksitetinum av føroyska heilsuverkinum vísir, at sjálv skipanin, víðkanin av netinum fer at kosta 12 mió kr. Harafturat koma útreiðslur á 2 mió kr. til projektleiðara og leyskeyping av heilsustarvsfólki í 2 ár.

Av útreiðslunum til verkætlanina falla 9,0 mió kr. til gjaldingar í 2005 og 5,0 mió kr. í 2006.

Árligu rakstrarútreiðslurnar, tá skipanin er farin at virka í 2006, verða umleið 2,0 mió kr. til starvsfólk, uppstiging og viðlíkahald.

Ein tílík skipan kemur at skapa ein meiri rationellan rakstur, við tað at minni tíð verður nýtt at leita eftir og skipa upplýsingar. Kanningar aðrastaðni vísa, at millum 25-30% av tíðini hjá heilsustarvsfólki verður nýtt til at leita eftir og skipa upplýsingar. Henda tíðin fer í staðin at koma sjúklinginum til góðar við hægri tænastustøði og betri góðsku í viðgerðini.

Viðvíkjandi fíggjarligum avleiðingum hjá kommununum, so er talgilda heilsuskipanin eitt tilboð til kommunurnar, og tær koma tí bert at gjalda, um tær taka av hesum tilboði. Útreiðslurnar til kommunurnar verða tá til licensir og árligt viðlíkahald/uppstiging. Harafturat verða tað útreiðslur til undirstøðukervið (teldur og net) fyri teir kommunulæknar, sum ikki longu hava hesa útgerð. Tað er torført at siga nágreiniligt, hvussu stórar útreiðslurnar verða, áðrenn samráðingar hava verið við veitara, men fyribils metingar vísa, at útreiðslurnar til licensir verða um 2,0 mió kr. tilsamans fyri allar kommunulæknar og umleið 200 tkr. pr. ár tilsamans til víðlíkahald/uppstiging av hesum. Harafturat koma so útreiðslur til undirstøðukervið, sum eru tengdar at, hvussu væl útgjørdir kommunulæknarnir eru á hesum øki.

Umsitingarligar avleiðingar
Umsitingarliga fer lógin at gera tað møguligt at gera bindandi avtalur tvørtur um fíggjarár, har krøvini til játtan eru kend frammanundan, og tað tískil fæst ein størri trygd fyri, at arbeiðið við talgildu heilsuskipanini kann byrja og ikki steðgar upp.

Tá skipanin er farin at virka, verða betri møguleikar hjá avvarðandi myndugleikum at hava eitt yvirlit yvir virksemið og støðuna í heilsuverkinum, t.d. við bíðilistum, og er harvið eisini grundarlag fyri at kunna gera skilagóðar raðfestingar á øllum leiðslustigum.

Umhvørvisligar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar avleiðingar.

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur
Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

Sosialar avleiðingar
Tá skipanin er farin at virka, hevur hon væntandi positivar sosialar avleiðingar fyri borgarar í síni heild, av tí at uppskotið hevur við sær, at tað verður møguligt hjá borgarunum at fáa tíðarshóskandi telduútbúnað sum viðførir, at bæði tænasta, trygd og góðska verða munandi bøtt. Tá hugsað verður um tænastu, verður t.d. meint við, at brúkarin kann fáa svar frá relevantum heilsustarvsfólki beinanvegin, sum upplýsingarnar eru skrásettar onkustaðni í skipanini. Sum dømi um betri góðsku kann nevnast heilivágsparturin, har dagført yvirlit er yvir heilivágsfyriskipanir í heilsuverkinum, og at ávaringar eru um heilivág, sum ikki hóskar saman. Tað er eisini trygd fyri eini nøktandi viðgerð, at sjúklingurin, hvar enn í landinum hann er staddur, kann fara bráðfeingis til heilsuverkið á staðnum, sum hevur dagførda atgongd til viðkomandi heilsuupplýsingar um sjúklingin.

  Fyri
landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri
pláss/øki í landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
     

(Ja)

 

Ummæli
Uppskotið hevur verið til løgfrøðiliga eftirkannan í Innlendismálaráðnum, ið ongar viðmerkingar hevur til uppskotið. Mett verður ikki, at tað er neyðugt at senda uppskotið til hoyringar í heilsuverkinum, við tað at heilsuverkið er breitt umboðað í bæði stýrisbólki og projektbólki.

3. Serligar viðmerkingar

Til § 1:
Í lógargreinini verður heimilað landsstýrismanninum at gera avtalur um keyp av telduútbúnaði til føroyska heilsuverkið, og at útreiðslurnar fyri útbúnaðin í mesta lagi kunnu verða 14 mió kr., mvg ikki íroknað. Við útreiðslum til telduútbúnað er at skilja útreiðslur til software og millumstovnanet, men ikki til undirstøðukervið í heilsuverkinum annars.

Til § 2:
Gildiskomuregla.

Vísandi til § 54, stk. 2 í tingskipanini vátta undirritaðu tingmenn við hesum, at teir viðmæla, at løgtingsmál nr. 62/2003: Uppskot til løgtingslóg um keyp av talgildari heilsuskipan til føroyska sjúkrahúsverkið verður lagt fram:

Vilhelm Johannesen Kjartan Joensen Jørgen Niclasen
Johan Dahl Jákup Mikkelsen Marjus Dam
Anfinn Kallsberg Kaj Leo Johannesen Andrias Petersen
Olav Enomoto John Johannessen Henrik Old
Heðin Zachariasen Kristian Magnussen Óli Breckmann
Poul Michelsen Lisbeth L. Petersen Alfred Olsen

1. viðgerð 21. apríl 2004. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 5. mai 2004 legði fram soljóðandi

Álit 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 13. apríl 2004, og eftir 1. viðgerð 21. apríl 2004 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 5. mai 2004.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum og við KT-felagið.

Nevndin metir, at stórur dentur eigur at leggjast á trygdina, tá slík skipan verður gjørd, talan er um viðkvæmar upplýsingar.

Nevndin heldur, at tað almenna eigur at ganga á odda at nýta kunningartøkni frá føroyskum fyritøkum.

Nevndin heldur tí, at føroysk KT-vinna í hesi verkætlan í minsta lagi skal hava sama møguleika at luttaka sum útlendskar fyritøkur. Tá avgerð verður tikin millum innkomnu tilboðini, eigur hædd eisini at verða tikin fyri føroyskari luttøku, so vitan kann koma samfelagnum til góðar.

Nevndin metir, at tað almenna frameftir eigur at inndraga føroyska KT-vinnu so tíðliga sum møguligt í ráðleggingarskeiðnum, tá ið KT-verkætlanir verða gjørdar.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 12. mai 2004. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 14. mai 2004. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 31 frá 19.05.2004