63  Uppskot til  samtyktar um trygdarpolitikk Føroya

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2004, 13. apríl, legði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar 

Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið tekur neyðug stig til tess at røkja trygdarpolitisku, heruppií verjupolitisku, áhugamál Føroya samsvarandi hesum meginreglum:

  1. Landsstýrið tryggjar sær fult innlit í trygdarpolitisk mál viðvíkjandi Føroyum og virkar fyri, at føroyskir myndugleikar á avgerandi hátt luttaka í øllum avgerðartilgongdum hesum viðvíkjandi.
  2. Viðgerð landsstýrisins av trygdarpolitiskum málum skal vísa mesta umhugsni fyri trygd landsins og vælferð fólksins, og samskiftir landsstýrið við uttanlandsnevnd Løgtingsins í týdningarmiklum málum hesum viðvíkjandi.
  3. Landsstýrið skal á hesum grundarlagi samskifta við viðkomandi myndugleikar til tess at viðgera á ábyrgdarfullan hátt slík mál, ið viðvíkja trygdarpolitisku støðu Føroya.
  4. Til tess, at føroyskir myndugleikar kunnu umboða áhugamálini hjá landi og fólki á nøktandi hátt á trygdarpolitiska økinum, verða teir at skipa seg væl við atliti at handfaringini av trúnaðarupplýsingum.

Viðmerkingar

A. Samtyktin sum grundarlag frameftir
Tekur Løgtingið undir við hesum uppskoti til samtyktar, merkir tað, at føroyskir myndugleikar fara inn í eitt nýtt tíðarskeið í trygdarpolitiskum málum, har ið landsstýrið sum útinnandi umboðsvald Føroya fólks gerst meiri virkið enn áður við ábyrgd mótvegis tingi og fólki, sum ásett í hesi løgtingssamtykt. Áður hevur støða Løgtingsins verið merkt av meiri frástøðu til slíkar spurningar, vegna tess, at danskir og aðrir myndugleikar tóku avgerðir og framdu tær uttan veruliga at taka føroyskar myndugleikar uppí avgerðartilgongdina. Hetta má metast at vera ein týdningarmikil orsøk til tær samtyktir, ið Løgtingið samtykti frá 1940 og upp gjøgnum tað tíðarskeið, ið vit kenna sum Kalda kríggið.

Veruleikin hevur verið, sum m.a. hevur verið lýst í frágreiðingunum um Føroyar í Kalda krígnum (eftir søgufrøðingunum Jákupi Thorsteinssyni, Sámali Tróndi F. Johansen og Bent Jensen), at føroyskir myndugleikar so ella so kortini noyddust at luttaka í tilgongdum viðvíkjandi trygdarpolitiskum málum, serstakliga verjumálum, tá ið herstøðir og útgerð hava verið settar upp í Føroyum. Trupulleikin hevur verið, at hetta hevur verið gjørt lutvíst á duldan hátt uttan skipaða viðgerð í føroysku fyrisitingini, lutvíst í beinleiðis andsøgn við løgtingssamtyktir. Tað er ikki ein nøktandi støða.

Greitt er, at summi mál á hesum øki noyðast at verða viðgjørd í trúnaði, og tað mugu føroyskir myndugleikar virða, um teir vilja fáa innlit og ávirkan. Tó eigur viðgerð í trúnaði ikki at vera nakar trupulleiki, tí føroyskir myndugleikar mugu kunna handfara slíkar upplýsingar ábyrgdarfult, og neyðugar reglur og mannagongdir skulu vera fyri slíkum. Tí áliggur tað røttu myndugleikunum, Løgtingi og landsstýri við undirliggjandi stovnum at tryggja, at slíkar reglur og mannagongdir eru til og verða fylgdar.

B. Trygdarpolitiska støða Føroya
Landafrøðiliga liggja Føroyar soleiðis fyri, á týdningarmiklari flogleið og sjóleið millum Vesturevropa og Norðuramerika, at tað slepst ikki undan, at londini kring Føroyar taka landið, eins og hav og loftrúm landsins, við í trygdarpolitisku ætlanir sínar. Eitt dømi um tað var, tá ið Stórabretland hersetti Føroyar undir seinna heimsbardaga.

Síðan hevur tað verið umráðandi hjá Norðuratlantiska Sáttmálafelagsskapinum (NATO) at hava støðir í Føroyum til tess at tryggja eftirlitið við havleiðunum og loftrúminum millum Hetland og Ísland. Hetta var annars høvuðsleiðin hjá máttmikla sovjetiska norðurherflotanum út í Atlantshav, har ið Sovjetsamveldið hevði ætlanir um at kvetta sambandið millum Vesturevropa og Norðuramerika, brast kríggj á, til tess í fyrstu syftu at basa Vesturevropa og síðani Norðuramerika. Strategiski týdningurin av nevndu høvuðsleið, sum í NATO-høpi verður kallað the GIUK gap (GIUK = Greenland / Iceland / United Kingdom), kemur eisini greitt fram millum NATO strategar, tá ið teir fyrr hava staðfest hana sum heimsins mest strategisku farleið (the World’s most strategic highway).

Nú er sjálvsagt støðan nógv broytt, og í løtuni er trygdarpolitiska sjóneykan serstakliga sett á yvirgangsvandan, meðan eingin roknar við nøkrum møguleika fyri einum vanligum hernaðarstríði landanna millum um okkara leiðir nógv ár frameftir. Tað kann sjálvsagt minka um strategiska týdning Føroya í vanliga hermálsliga týdninginum. Tó kunnu Føroyar framvegis hava týdning fyri trygdina hjá grannum okkara, tá ið hugsað verður um yvirgang og annað skipað brotsmannavirksemi. Í hesum døgum fer t.d. fram eitt ávíst arbeiði at tryggja fleiri føroyskar havnirsum tiltak, ið serliga er vent ímóti yvirgangshóttanini.

Fyri Stórabretland fara Føroyar altíð at hava ávísan trygdarpolitiskan týdning, uttan mun til at Kalda kríggið er lokið. Vit liggja so mikið nær Stórabretlandi, at tað har verður mett sum beinleiðis framhald av bretskum heimasjógvi, og verður tí roknað sum eitt øki, ið bretski herflotin altíð fer at hava serligan áhuga í og ætlanir fyri.

Danmark tók ikki umveldisfyrivarni fyri Føroyum, tá ið tað limaði seg inn í NATO. Føroyar eru tískil partar av tí øki, ið NATO metir seg hava skyldu til at verja. Fólk eru ójøvn á máli, um føroyskir myndugleikar fingu málið til ummælis, tá ið Danmark staðfesti Washingtonsáttmálan frá 4 apríl 1949 (NATO sáttmálan), sum danska stjórnin samsvarandi grein 7 í heimastýrislógini eigur at gera, áðrenn hon tekur endaliga avgerð.

Í sambandi við, at ein meiriluti á Løgtingi staðfesti heimastýrislógina, var samstundis avgjørt, samsvarandi grein 5 í lógini, at danskir myndugleikar skuldu varða av trygd og verju landsins. Tískil er eisini avmarkað, hvussu gott innlit føroyskir myndugleikar kunnu hava í slík mál. Frágreiðingarnar undir heitinum "Føroyar í Kalda Krígnum", "Svartabók" við ískoytisfrágreiðing og "Reyðabók", lýsa hesar trupulleikar.

Landsstýrið hevur sett sær fyri at vinna Føroyum víðari ræsur á uttanríkispolitiska økinum. Miðað verður eftir, at fáa størri innlit og ávírkan á økinum, heruppií á trygdarpolitiska økinum. Løgmaður var herfyri á fundi við bæði danska forsætisráðharran og uttanríkisráðharran, og greiddi hann teimum frá, at landsstýrið metir tað vera umráðandi fyri Føroyar at umboða seg sjálvar í egnum málum, meðan vit fáa innlit og møguleika at ávirka avgerðirnar í felagsmálum, sum viðvíkja Føroyum. Bæði danski forsætisráðharrin og uttanríkisráðharrin søgdu seg skilja føroysku sjónarmiðini, og semja er um, at heimastýrislógin ikki gevur slíkar heimildir, og tískil verður arbeitt í samstarvi millum Føroyar, Danmark og Grønland við at fyrireika lógaruppskot, ið skal áseta eitt annað uttanríkispolitiskt heimildarbýti, har ið Føroyar (og Grønland) skulu fáa munandi størri virkisfrælsi. Eitt nú kundi eisini verðið umhugsað, á hvønn hátt føroyskir myndugleikar frameftir eiga at samskifta við NATO í samstarvi við Danmark um trygd og verju landsins. Føroyar kundu verðið umboðaðar í NATO skipanini í samstarvi við donsku myndugleikarnar.

C. Trygdarpolitisk útlit
Áðrenn farið verður inn á løgtingssamtyktirnar um hernaðarmál, verður stutt nomið við hugtakið trygdarpolitikkur, og mett verður um útlitini. Fyrr í tíðini var trygdarpolitikkur í høvuðsheitum tann politikkur, ið eitt ríki førdi til tess at tryggja sína sjálvstøðu og valdsstøðu mótvegis øðrum ríkjum. Statecraft ella stjórnarkynstur var týðandi táttur í royndum landanna at byrgja fyri undirgangi. Hetta er framvegis týdningarmikil táttur í trygdarpolitikkinum, men seinnu árini er hernaðarligi parturin av trygdarpolitikkinum minkaður í mun til onnur fyrilit, ið nú verða tikin við í trygdarhugtakið. Umframt at tryggja seg móti hernaðarligum álopum ella ágangi, ræður eisini um at tryggja seg móti skipaðum brotsmannavirksemi av ymsum slagi, so sum yvirgangsvirksemi, smugling av rúsevnum, fólki og øðrum, umframt fíggjarbrotsverkum. Nútíðartrygdarhugtakið fevnir eisini um búskaparliga og umhvørvisliga javnvág.

Greitt er, at einki land megnar á nøktandi hátt einsamalt at tryggja seg á nevndu økjum. Lond verða noydd at samstarva. Tað er sjálvsagt eisini galdandi fyri eitt so lítið land sum Føroyar. Tí fer fram eitt fjøltáttað samstarv landanna millum, bæði á altjóðastigi og økisstigi. Til tess at fremja altjóðatrygd eru tískil settir á stovn felagsskapir sum eitt nú NATO, OSCE (Organization for Security and Co-operation in Europe – Felagsskapurin fyri friði og samstarvi í Evropa) og ST.

Upploysingin av Sovjetsamveldinum og Varsjavasamgonguni hava havt við sær, at heimurin trygdarpolitiskt er ikki longur býttur millum tvey risaveldi og sameindu teirra í eini tvípólaðari skipan (bipolar system). Henda skipan var merkt av, at øll heimsins lond noyddust at taka støðu við atliti at trygdarpolitisku kappingarneytunum, nevniliga USA og Sovjetsamveldinum. Støðan var so mikið spent, at í mongum londum himpraðust stjórnirnar við at taka støðu fyri ella ímóti tí eina heldur enn hinum partinum, og summi lond valdu tískil at vera uttanveltað. Her kann stutt verða viðmerkt, at seinni er komið undan kavi, at uttanveltaða støðan – í øllum førum hjá fleiri evropiskum londum – mest var eitt eiti, tí samstarvað varð kortini so ella so við annan partin.

Í dag verður talað um eina einpólaða skipan (unipolar system) við bara einum risaveldi, nevniliga USA. Nú ber til at siga, at mestsum øll heimsins lond eru trygdarpolitiskt onkursvegna antin knýtt afturat ella samstarva við USA ella einum sameindum hjá USA.

Londini í Mið- og eysturevropa hava søkt um limaskap í NATO. Onnur hava ynskt tætt samstarv við NATO, hóast ikki – í fyrstu syftu – veruligan limaskap. Til hesi endamál, bæði at fyrireika søkjaralond til NATO-limaskap og til tess at fremja betri samstarv við ikki-søkjaralond, varð Felagsskapurin fyri friði, Partnership for Peace (PfP), stovnaður sum eitt tiltak undir NATO-skipanini. PfP er ein skipan, har ið semja verður gjørd millum NATO og einstaka landið um samstarv og samskipan á ymsum økjum. Summi lond samstarva einans á fáum økjum, onnur hava eitt sera tætt og víðtøkið samstarv. Talan kann vera um beinleiðis hernaðarligt samstarv, so sum hernaðarligar venjingar, ella um avmarkað samstarv um til dømis veðurtænastu ella bjarging av fólki í vanlukkustøðu.

Í 1999 gjørdust Kekkia, Pólland og Ungarn limir í NATO. Sama árið sjósetti NATO eina virkisætlan fyri at fremja limaskap, sonevnda Membership Action Plan (MAP), til tess at fyrireika upptøku av nýggjum limalondum í NATO. Tíggju lond hava luttikið í virkisætlanini: Albania, Bulgaria, Estland, Kroatia, Lettland, Litava, Makedónia ("Fyrrverandi jugoslaviska lýðveldið Makedónia"), Rumenia, Slovakia og Slovenia. MAP kemur ikki ístaðin fyri PfP, men byggir á PfP- luttøku sum fyritreyt. Tað nýggjasta her er, at NATO-aðalskrivarin Jaap de Hoop Scheffer bjóðaði 2 mars í ár sjey londum limaskap í NATO. Tey eru Bulgaria, Estland, Lettland, Litava, Rumenia, Slovakia og Slovenia, og gjørdust tey NATO limalond 29 mars í ár.

Hóast vápnað stríð er kring um í heiminum, meta serfrøðingar ikki vanda vera fyri einum veruligum stórkríggi í Evropa komandi nógvu árini. Ávísur ekki er framvegis eyðvitaður hjá nøkrum av grannalondum Russlands, av tí at hetta stóra landið framvegis er merkt av sera álvarsligum samfelagsligum trupulleikum, samstundis sum landið hernaðarliga er eitt stórveldi, ið m.a. hevur hópin av kjarnorkuvápnum. Blóðuga stríðið millum russar og tjetjenar er ein áminning um, at álvarsamir trupulleikar framvegis eru viðvíkjandi fólkaræðinum og mannarættindunum í Russlandi. Hesir trupulleikarnir fara tó neyvan at hava beinleiðis ávirkan um okkara leiðir, men alt bendir á, at hetta verður ein trupulleiki í Kaukasusøkinum í rúma tíð frameftir.

Politiskt tykist Russland tó at vera komið í eina tryggari legu, og tekin eru um framgongd í russiska búskapinum, samstundis sum vit kunnu eygleiða eina menning í samstarvinum millum Russland og Vesturheimin, har ið eisini NATO og Russland eru farin í eitt tætt formligt samstarv. Í mai 2002 varð samtykt at stovna NATO-Russland Ráðið (the NATO-Russia Council), ið skal viðgera møguleikarnar fyri felags tiltøkum við luttøku av Russlandi og teim 19 NATO-londunum sum javnlíkir felagar. Møguleikin, at Russland gerst fullgildugur NATO-limur verður havdur á lofti á týðandi diplomatiskum fundum, og tað nýggjasta er, at Russland og NATO nú í døgunum 8.-12. mars í ár hava havt felags rakettverjuvenjing.

Heimurin tykist tískil at vera ávegis inn í eitt tíðarskeið, sum er, og verður støðugt meira, merkt av, at í grundregluni øll norðurhálvan av heiminum samstarvar í einum trygdarfelagsskapi, har ið vandarnir í størri mun stava frá skipaðum brotsmannabólkum og yvirgangsvirksemi enn beinleiðis sínámillum hernaðarligum álopum. Tó skal verða mint á, at í trygdarpolitiskum høpi verður hugsað langt fram í tíð, mangan meira enn tjúgu ár frameftir, og samsvarandi hesum royna londini at skipa sína verju og trygdarpolitikk annars á ein slíkan hátt, at tey ikki lættliga verða tikin á bóli av óvæntaðum hóttanum.

Við hesum í huga kann vera trupult at ímynda sær, at Føroyar skulu halda seg uttanveltaðar, tá ið øll londini kring okkum samstarva støðugt tættari um trygdarpolitisk mál. Nú øll lond í okkara parti av heiminum eru í ferð við at ganga saman í eina trygdarpolitiska eind, gevur tað onga meining at vera uttanveltaður longur. Við øðrum orðum, eitt land kann av logiskum grundum ikki vera uttanveltað longur, tá ið øll hini eru farin saman. Sostatt kann spurningurin heldur tykjast at vera, hvussu Føroyar skipa samstarv við hini londini í trygdarfelagsskapinum. Tess virknari Føroyar gerast í heimssamfelagnum, tess meira átrokandi verður hesin spurningur.

D. Løgtingssamtyktir um hernaðarmál
Til tess at geva eitt søguligt baksýni viðvíkjandi støðu Løgtingsins í trygdarpolitiskum málum og verjumálum, verða gomlu løgtingssamtyktirnar á økinum nevndar niðanfyri.

Tá ið Stórabretland hersetti Føroyar, mótmælti Løgtingið við skrivi til bretska konsulin í Føroyum, dagsett 13 apríl 1940, við soljóðandi innihaldi:

Føroya Løgting fekk í gjár boð um, at Ongland ætlar at seta hermenn á land at verja landið.
Hetta hendir uttan áheitan Føroyinga.
Tað er støða tingsins at halda Føroyar uttanfyri bardagan og ósemjuna landanna millum.
Tingið tekur fyrivarni viðvíkjandi sínum rættindum og mótmælir, at annað, um enn vinarliga sinnað, ríki setur hermenn á land her, men troðkandi umstøður valda, at einki býti er at gera.
Føroya Løgting, sum gjøgnum øldir og undir skiftandi viðurskiftum hevur umboðað Føroyar, undir heimild teirra skrivaðu og óskrivaðu lóga, roknar við og ynskir, at einki verður broytt Føroyum viðvíkjandi uttan samráðing við tingið.

Í 1959 viðgjørdi Løgtingið málið um at byggja radarstøð á Sornfelli. Eftir nevndarviðgerð samtykti Løgtingið 25 apríl 1959 hetta:

Málið má haldast at vera avgjørt og verður tikið til eftirtektar.
Løgtingið undirstrikar sína andstøðu móti militerari útbygging í Føroyum í vanligari merking, um talan verður um slíka.

Í sambandi við, at tað gjørdist kunnugt, at hermenn skuldi knýtast at støðunum í Føroyum, samtykti Løgtingið 12 mai 1961 hetta:

Føroya løgting mótmælir, at hermenn verða knýttir at Sodnfellis- ella Eiðisstøðini og noktar fyri, at krígsútgerð verður goymd ella nýtt á føroyskum land- ella sjóøki.

19 august 1970 samtykti Løgtingið hetta:

Føroya løgting biður landsstýrið siga ríkisstjórnini frá, at tað sambært løgtingsviðtøku frá 13. apríl 1940 er løgtingsins støða, at Føroyar verða hildnar uttan fyri ósemjur landanna millum og hermálsligar samgongur, og at løgtingið sambært løgtingsmál nr. 14/1969 mótmælir, at hermenn verða knýttir at Sornfellis- ella Eiðisstøðini og noktar fyri, at krígsútgerð verður goymd á føroyskum land- ella sjóøki.
Landsstýrið verður samtundis biðið heita á ríkisstjórnina um at kanna líkindini nú at seta hesar løgtingsviðtøkur í verk.
Úrslitið av hesi kannan verður at leggja fyri løgtingið í vetrartingsetuni 1970/71.

Leggjast kann afturat, at Løgtingið tók ikki av álvara málið uppaftur fyrr enn í 1983, og tá var spurningurin í størri mun tengdur at kjarnorkuvápnum.

Tað málið førdi til, at Løgtingið 24 februar 1984 samtykti hetta:

Í samljóði við samtykt løgtingsins 19. august 1970 um, at Føroyar skulu haldast uttan fyri ósemjur landanna millum og at sýtt veður fyri, at stríðsútgerð verður goymd á føroyskum øki, lýsir løgtingið Føroyar at vera kjarnorkuvápnafrítt øki.

E. At taka støðu og medábyrgd
Føroyar eru so ella so partur av størri heild í trygdarpolitiskum høpi. Føroyar kunnu sjálvsagt lata vera at taka støðu, við tí avleiðing, at lata upp í hendurnar á øðrum fult og heilt at taka avgerðir um støðu landsins og tí, ið hendir á føroyskum øki. Harumframt førir ein slík ikki-støðutakan til, at grannalond Føroya onga orsøk hava til at líta á Føroyar, tá um trygdarpolitikk ræður. Úrslitið av tí kann lættliga gerast, at føroyskir myndugleikar verða avbyrgdir í trygdarpolitiskum høpi. Onnur leið er at taka støðu og medábyrgd, og soleiðis tryggja Føroyum innlit og ávirkan.

Løgmaður vil við hesum uppskoti til samtyktar leggja viðurskiftini soleiðis til rættis, at Føroya fólk og umboðsvald tess, Løgting og landsstýri, kunnu taka ábyrgd og fáa ávirkan, sum lýst í hesum uppskoti.

Samtykkir Løgtingið hetta uppskot, er støði lagt undir einari virknari og meira ábyrgdarfullari føroyskari luttøku á trygdarpolitiska økinum frameftir.

Vísandi til § 54, stk. 2 í tingskipanini vátta undirritaðu tingmenn við hesum, at teir viðmæla, at løgtingsmál nr. 63/2003: Uppskot til samtyktar um trygdarpolitikk Føroya verður lagt fram:

Vilhelm Johannesen Kjartan Joensen Jørgen Niclasen
Johan Dahl Jákup Mikkelsen Marjus Dam
Anfinn Kallsberg Kaj Leo Johannesen Andrias Petersen
Olav Enomoto John Johannessen Henrik Old
Heðin Zachariasen Kristian Magnussen Óli Breckmann
Poul Michelsen Lisbeth L. Petersen Alfred Olsen

1. viðgerð 22. apríl 2004. Uppskot frá Hergeir Nielsen um at beina málið í serliga nevnd, sambært § 25 í tingskipanini, við einum limi úr hvørjum flokki fall  8-0-13. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 14. mai 2004 legði fram soljóðandi

Álit 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 13. apríl 2004, og eftir 1. viðgerð tann 22. apríl 2004 er tað beint uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 11., 12. og 13. mai 2004.

Ein meiriluti í nevndini (Johan Dahl, Óli Breckmann, Anfinn Kallsberg, John Johannessen og Kristian Magnussen) vísir til, at í samgonguskjalinum er staðfest, at føroyskir myndugleikar skulu tryggja sær innlit í og ávirkan/avgerðarrætt á øll uttanríkis- og verjupolitisk mál, ið hava týdning fyri Føroyar, og at hermálsliga og trygdarpolitiska støða Føroya verður framhaldandi útgreinað. Við støði í hesum tekur meirilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Ein minniluti ( Hergeir Nielsen og Jenis av Rana) tekur ikki undir við uppskotinum, sum tað fyriliggur, men mælir til at tað verður broytt.

Høvuðssetningurin í málinum er at heimilað løgmanni at starvast leysur av løgtingssamtyktunum

Somuleiðis skal heimilast løgmanni at taka avgerðir tingsins vegna, tá hann heldur tað vera neyðugt, og at leggja avgerðir til uttanlandsnevnd tingsins til viðgerðar, tá hann heldur tað vera neyðugt.

Verju- og trygdarmál eru undir donskum málsræði, og løgtingið hevur einki innlit havt í hesi viðurskifti farnu hálvu øldina.

Einki bendir á, at tingið fær nakað innlit framyvir, og nevndarviðgerðin av hesum máli sigur okkum púra greitt, at ongar ætlanir eru um, at løgtingið fær nakað innlit og enn minni nakran avgerðarrætt á hesum málsøki í komandi tíðum.

Undir fyrstu viðgerð varð skotið upp at seta eina § 25 nevnd manna úr øllum flokkum at viðgera málið, men løgmaður mælti frá hesum og uppskotið fall.

Uppskotið um trygdarpolitikk Føroya varð beint í uttanlandsnevndini 22. apríl 2004 og varð fyrstu ferð umrøtt á fundi 3 vikur seinni, men málið fekk onga nevndarviðgerð. Lok varð lagt á málið, og tað fekk onga nevndarviðgerð.

Minnilutin bað um at fáa orð á løgmann í nevndini, men sýtt varð fyri hesum.

Minnilutin bað um nærri kunnleika um ARRC og Partnership for Peace, men sýtt varð hesum.

Minnilutin bað um at síggja svarskriv frá danska verjumálaráðnum til fyrispurning løgmans um avtøkuna av donsku verjuni í føroyskum sjó-, land- og loftøki, men sýtt varð fyri hesum.

Minnilutin bað um innlit í íslendsku og grønlendsku skipanina fyri samstarvi við NATO, men sýtt varð fyri hesum.

Minnilutin bað um kunning um verjuskipanina fyri Orknoy- og Hetlandsoyggjarnar, men sýtt varð fyri hesum.

Minnilutin bað um at innkalla serkønar í stýrisskipanarviðurskiftum, sum kundu greiða frá valdsbýtinum í trygdarmálum í breiðari høpi, men sýtt varð fyri hesum.

Minnlutin sóknaðist eftir, hví tað var so umráðandi hjá løgtinginum at geva frá sær samtyktir sínar í verju- og trygdarmálum, men fekk einki svar hesum viðvíkjandi.

Minnlutin sóknaðist eftir, hví tað hevði so stóran skund at avgreiða málið, men fekk einki svar hesum viðvíkjandi.

Minnilutin bað um meiri tíð og høvi til at viðgera málið, men sýtt varð fyri hesum.

Meirilutin hevði einki ynski um nakra nærri viðgerð ella um at kalla inn til nakra nevndarviðgerð.

Stórmálið um trygdarpolitikk Føroya hevur sostatt onga nevndarviðgerð fingið, men er skundað ígjøgnum uttanlandsnevndina uttan nakra viðgerð yvirhøvur.

Málið kundi eins væl veri farið beinleiðis til aðru viðgerð uttan nevndarviðgerð.

Minnilutin harmast hesi burturav ódemokratisku viðuskifti, ið hava tikið seg upp á tingi, har noktað verður einum minnluta at kunna seg um eina málsviðgerð.

Nevndararbeiðið á tingi er lagt lamið, og fólkaræðið er skúgvað til síðis. Sjálvt landsstýrismaðurin, ið umsitur málið, er ikki møttur til nevndarviðgerðina.

Minnilutin átalar tørvandi málsviðgerðina í uttanlandsnevndini og mælir Løgtinginum frá at sleppa tí sindri av ræði, ið tað hevur á trygdarpolitisku viðurskiftum Føroya.

Minnilutin mælir frá at taka undir við uppskoti løgmans um trygdarpolitikk Føroya og setir í staðin fyri fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Samtyktin verður orðað soleiðis:

"Ásannandi, at Føroya fólk er tjóð við ómissandi og framhaldandi sjálvsavgerðarrætti tekur Løgtingið undir við, at landsstýrið tekur neyðug stig til tess at røkja trygdarpolitisku og verjumálsligu áhugamál Føroya samsvarandi hesum meginreglum:

2. viðgerð 18. mai 2004. Uppskot frá Hergeir Nielsen um at beina málið aftur í nevnd fall 11-0-19. Broytingaruppskot frá minnilutanum í uttanlandsnevndini, Hergeir Nielsen og Jenis av Rana, fall 10-0-20. Uppskot til samtyktar samtykt 19-0-11. Málið avgreitt.