64  Uppskot til  løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2004, 13. apríl, legði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn 

Øki og endamál lógarinnar

§ 1. Fiskimenn, ið eru undir skipanini við minstuløn umborð á føroyskt skrásettum fiskiskipum, hava rætt at fáa útgoldið sjúkratrygd í sambandi við sjúku, skaða ella deyða, ið er íkomin umborð ella í sambandi við arbeiðið umborð.
Stk. 2. Henda lóg fevnir eisini um persónar, sum virka sum eygleiðarar umborð á føroyskt skrásettum fiskiskipum.

Rætturin til sjúkratrygd

§ 2. Áðrenn sjúkratrygd kann veitast, skal fiskimaður útvega sær læknaváttan og váttan frá skiparanum á skipinum, har tilburðurin fór fram. Læknaváttanin skal innihalda upplýsingar um, nær fiskimaðurin varð óarbeiðsførur, og hvussu leingi hann fer at vera óarbeiðsførur. Váttanin frá skiparanum skal innihalda upplýsingar um, at tilburðurin hendi, meðan fiskimaðurin var umborð, sbr. § 1, stk. 1.
Stk. 2. Doyr fiskimaður umborð ella eftir, at hann er farin sjúkur ella skaddur í land, sbr. § 1, stk. 1, fær eftirsitandi hjúnafelagi ella maki, eftir umsókn, sjúkratrygd sbrt. § 2, stk. 3.
Stk. 3. Hjúnafelagi ella maki, ið livdi saman við tí deyða í 2 ár ella meira, áðrenn hann doyði, hevur rætt til sjúkratrygd, og er sjúkratrygdin tá í mesta lagi samsvarandi upphæddini í § 3, stk. 3.
Stk. 4. Umsøkjarin ber kostnaðin av læknaváttanini sambært § 2, stk. 1.

Veitingarupphædd og –tíðarskeið

§ 3. Sjúkratrygdin um dagin er 60% av 8 vanligum tímalønum sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Stk. 2. Sjúkratrygd verður veitt frá 1. degi eftir, at fiskimaður er komin í land sjúkur ella skaddur, og steðgar, tá hann aftur er arbeiðsførur, sbr. § 3, stk. 3. Verður farið í vinnu, áðrenn hann er mettur arbeiðsførur, heldur veitingin uppat frá hesum degi.
Stk. 3. Sjúkratrygd kann verða veitt upp til 75 samfeldar dagar, og í mesta lagi 180 dagar tilsamans í einum álmanakkaári.
Stk. 4. Av sjúkratrygdini verður veitt frítíðarløn, sum fer í Frítíðargrunnin. 

Tíðarfreistir

§ 4. Umsókn um sjúkratrygd við váttanum, sbrt. § 2, stk. 1, skal latast avvarðandi myndugleika í seinasta lagi 60 dagar eftir, at umsøkjarin er komin í land.
Stk. 2. Umsókn móttikin seinni enn 60 dagar eftir, at umsøkjarin er komin í land, verður víst aftur.
Stk. 3. Umsøkjari má hava verið hjá lækna í seinasta lagi 14 dagar eftir, at hann er komin sjúkur ella skaddur í land, annars verður umsóknin víst aftur.
Stk. 4. Umsøkjarin hevur sjálvur ábyrgdina av, at umsóknin verður latin inn rættstundis.

Umsitingarligar heimildir

§ 5. Fiskimálaráðið hevur heimild at útvega neyðugar upplýsingar til fyrisiting av hesi lóg, og avvarðandi stovnar, læknar, vinnufeløg ella einstaklingar hava skyldu at útflýggja neyðugt próvtilfar í sambandi við útinningina av hesum stuðulsreglum.

Gildiskoma

§ 6. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 72 frá 23. mai 1997, sum broytt við løgtingslóg nr. 74 frá 6. mai 2003.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Endamálið við lógini er at dagføra skipanina við sjúkratrygd til fiskimenn, lúka burtur ivamál og gera lógina greiðari at umsita.

Hvørjir trupulleikar verða loystir
Við hesum uppskoti verður sjúkratrygdin dagførd í mun til lønarlagið á landi, so neyðugt verður ikki við lógarbroyting, til tess at dagføra upphæddina frameftir. Broytingin javnstillar upphæddina við broyttu minstulønina, ið varð samtykt í Løgtinginum síðsta vár.

Dagføringin tekur hædd fyri grannskoðanarviðmerkingunum.

Grannskoðanarfrágreiðingin hevur víst á, at lógin um sjúkratrygd er ófullfíggjað, og er hetta høvuðsorsøkin til, at farið varð undir at endurskoða lóggávuna.

Grannskoðanin hevur víst á:

  1. at til ber at fáa sjúkratrygd og samstundis fáa dagpening frá Vanlukkutryggingini,
  2. at eingin umsóknarfreist er ásett í lóggávuni,
  3. at til ber at fáa sjúkratrygd og samstundis hava aðra inntøku,
  4. at frítíðarløn verður goldin út, hóast eingin heimild er í lógini, og
  5. at lógin er ikki samskipað við lógirnar um dagpening frá Almannastovuni og frá Vanlukkutryggingini.

Ad. 1 Tað er rætt, at tað kann lata seg gera at fáa sjúkratrygd og samstundis dagpening frá Vanlukkutryggingini. Tá er talan um, at mynstraður fiskimaður er úti fyri skaða, sum stendst av vanlukku. Vanligt er, at dagpeningur tá verður rindaður frá 15. degi eftir vanlukkuna. Vanlukkutryggingin rindar ikki dagpening í sambandi við sjúku.

Vísandi til, at bæði sjúkratrygdin og dagpengaupphæddin frá Vanlukkutryggingini eru avmarkaðar, verður ikki mælt til, at sjúkratrygdin heldur uppat, um dagpeningur verður rindaður frá Vanlukkutryggingini.

Ad. 2 Viðmerkingin verður tikin til eftirtektar í § 4 í lógini, har ásettar eru tíðarfreistir.

Ad. 3 Tá ein persónur í ávísum førum fær sjúkratrygd og aðra inntøku útgoldna samstundis, merkir hetta tó ikki, at inntøkan er vunnin í sama tíðarskeiði. Tað kann henda, at fiskimaður fær útgoldið hýruna eftirfylgjandi, og tá kann tað koma fyri, at samstundis, sum hann er sjúkrameldaður, fær hann hýru fyri tíðarskeiðið, áðrenn hann gjørdist sjúkur.

Í § 3, stk. 2 er ásett, at tá fiskimaður aftur fer í vinnu, um tað so er á landi ella á sjógvi, so steðgar veitingin av sjúkratrygdini frá tí degi.

Ad. 4 Heimild at veita frítíðarløn av sjúkratrygdini er ásett í lógini í § 3, stk. 4. 

Ad. 5 Sjúkratrygd kann sambært § 3, stk. 3 veitast upp til 75 samfeldar dagar. Um fiskimaðurin framhaldandi er sjúkur eftir hetta, hevur hann rætt at fáa dagpening frá Almannastovuni upp til 140 dagar íalt frá tí degnum, hann fór í land sjúkur.

Víst verður annars til ad. 1 omanfyri.

Hoyring
Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar hjá Fiskivinnuráðnum, Vinnuhúsinum, Almannamálaráðnum, Vinnumálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum.

Einasta hoyringssvarið var frá Fiskivinnuráðnum:

"Tikið verður undir við uppskotinum. Vart er gjørt við, at orðingin í § 3, stk. 2 eigur at verða gjørd greiðari. Annars eingin viðmerking."

Umsitingin hevur valt at halda fast við verandi orðing, tí mett verður, at tað í viðmerkingunum greitt gongur fram, hvussu henda grein skal tulkast.

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

Útreiðslurnar til sjúkratrygd hava seinastu mongu árini ligið rættiliga støðugar.

1998 6,7 mió kr.
1999 6,6 mió kr.
2000 6,4 mió kr.
2001 6,9 mió kr.
2002 6,5 mió kr.
2003 6,5 mió kr.

Sum sæst eru brúktar slakar 6,5 mió kr. seinastu árini, og uppskot til játtan til sjúkratrygd fyri 2004 er eisini upp á 6,5 mió kr.

Sjúkratrygdin var prístalsviðgjørd fram til mars í 1990, men dagliga upphæddin hevur tó verið tann sama síðani 1. oktober 1989, nevniliga kr. 424,17 um dagin uttan at verði dagførd, og er sostatt minkað í virði.

Í oktober 1989 var tímalønin kr. 72,54, og í mai 2003 var tímalønin komin upp á kr. 96,50. Hetta merkir, at tímalønin er hækkað hetta tíðarskeiðið við 33,0%. Um sjúkratrygdin skuldi hækkað samsvarandi, hevði upphæddin verðið sett til kr. 564,00 um dagin.

Uppskotið gevur eina lítla hækking pr. dag. Tá hámarksdagar verða ásettir, verður mett, at broytingin lítla og onga øking hevur við sær, og kann haldast innan fyri játtanina á fíggjarlógini.

Yvirlit yvir avleiðingar 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelags-bólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

     

Nei

 

Umsitingarligar avleiðingar
Víst verður til grannskoðanarfrágreiðingina, sum vísti á, at lógin var ófullfíggjað. At lógin ikki hevur innihildið nágreiniligar ásetingar, hevur verið ein vansi fyri bæði borgara og umsiting, tí umsitingin í fleiri førum mátti tulka seg fram til praksis.

Hetta lógaruppskotið skuldi verið eitt stig á leiðini til eina minni torskilda umsiting, og harvið havt við sær positivar avleiðingar við greiðari og fleiri neyvum ásetingum.

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1
Grein 1 staðfestir endamálið við lógini, ið umframt at vera tað sama, sum endamálið í fyrru løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn, eisini hevur aðrar nágreiniligari ásetingar.

Grein 1 ásetir eisini, nær fiskimenn kunnu koma undir skipanina við sjúkratrygd, nevniliga, tá teir eru undir skipanini við minstuløn, og mynstrað verður til fiskiskap umborð á føroyskt skrásett fiskiskip, og tá arbeitt verður umborð ella í sambandi við arbeiðið umborð.

Fyrr var ivasamt, um eygleiðarar umborð á føroyskum fiskiskipum vóru fevndir av skipanini við sjúkratrygd. Sum ásett í stk. 2 er nú eingin ivi hesum viðvíkjandi, tí ásett er, at eygleiðarar koma undir skipanina við sjúkratrygd.

Til § 2
Greinin ásetir, hvør hevur rætt til sjúkratrygd. Veitt verður sjúkratrygd til mynstraðar fiskimenn við bústaði í Føroyum, sum gerast sjúkir ella verða skaddir við føroyskum fiskiskipi. Til at staðfesta hetta verður ásett, at váttanir skulu útvegast frá lækna og skipara frá tí túri, har viðkomandi gjørdist sjúkur, varð skaddur ella doyði.

Í stk. 3 er ásett, at um fiskimaður doyr, ella fer sjúkur ella skaddur í land og seinni doyr, hevur eftirsitandi hjúnafelagi ella maki rætt at fáa útgoldið sjúkratrygdina, fyri í mesta lagi 75 dagar, íroknað hetta eru dagarnir, ið fiskimaðurin hevði rætt til, áðrenn hann doyði.

Meðan ein hjúnafelagi altíð hevur rætt at fáa útgoldið sjúkratrygdina, skal ein maki prógva, at viðkomandi hevur búð saman við fiskimanninum í minsta lagi tvey ár, áðrenn viðkomandi doyði.

Stk. 4 ásetir, at fiskmaðurin sjálvur skal rinda fyri læknaváttanina. Hetta er sostatt ein broyting av verandi siðvenju, men verður hetta gjørt fyri at lætta um umsitingarligu byrðuna av skipanini. Í hesum sambandi verður upplýst, at læknaváttanin, ið krevst, kostar kr. 95,00 fyrstu ferð og eftirfylgjandi kr. 65,00.

Oyðubløð, ið skulu nýtast til læknaváttanina, fáast frá Fiskimálaráðnum.

Til § 3
Upphæddin verður í hesi grein ásett eftir sama leisti og javnstillað við upphæddina, tá minstaløn verður útroknað, sum samtykt av Løgtinginum síðsta vár. Hetta gevur eina trygd upp á kr. 463,20 um dagin í mun til áður kr. 424,17. - Ein varislig og frameftir sjálvvirkandi dagføring.

Ásett er, at veitingin byrjar frá 1. degi eftir, at fiskimaður er komin í land, og at veitingin endar, tá viðkomandi er mettur arbeiðsførur aftur. Fer fiskimaður aftur í vinnu áðrenn henda dag, steðgar veitingin frá tí degnum uttan mun til, um hann fer í vinnu á landi ella sjógvi.

Veitingin kann í fyrsta umfari í mesta lagi strekkja seg til 75 dagar tilsamans, men sum nýtt verður ásett, at fiskimaður kann í mesta lagi fáa sjúkratrygd í 180 dagar tilsamans í einum álmanakkaári.

Í stk. 4 er ásett, at frítíðarløn verður latin av sjúkratrygdini, ið fer í frítíðargrunnin sambært løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við løn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 23. mai 1997.

Til § 4
Ásett er ein tíðarfreist upp á 60 dagar fyri at lata inn umsókn og váttanir um sjúkratrygd, og at umsóknir latnar inn seinni enn 60 dagar verða vístar aftur.

Í stk. 3 er ásett, at viðkomandi skal hava verið hjá lækna í seinasta lagi 14 dagar eftir, at hann er komin í land. Hevur viðkomandi ikki verið tað, verður umsóknin víst aftur.

Ábyrgdin fyri at halda hesar tíðarfreistir hevur viðkomandi, ið søkir um rættin til sjúkratrygd.

Til § 5
Gevur Fiskimálaráðnum heimild at útvega sær neyðugar upplýsingar til fyrisiting av hesi lóg.

Til § 6
Gildi lógarinnar og úrgildissetan av løgtingslóg nr. 72 frá 23. mai 1997, sum seinni broytt.

Vísandi til § 54, stk. 2 í tingskipanini vátta undirritaðu tingmenn við hesum, at teir viðmæla, at løgtingsmál nr. 64/2003: Uppskot til løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn verður lagt fram:

Vilhelm Johannesen Kjartan Joensen Jørgen Niclasen
Johan Dahl Jákup Mikkelsen Marjus Dam
Anfinn Kallsberg Kaj Leo Johannesen Andrias Petersen
Olav Enomoto John Johannessen Henrik Old
Heðin Zachariasen Kristian Magnussen Óli Breckmann
Poul Michelsen Lisbeth L. Petersen Alfred Olsen

1. viðgerð tann 21. apríl 2003. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 6. mai 2004 legði fram soljóðandi

Álit 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 13. apríl 2004, og eftir 1. viðgerð tann 21. apríl 2004 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 29. apríl 2004.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Lønjavningarstovuna, saman við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.

Komið er fram, at lógaruppskotið ikki er samskipað nóg væl við lógina um dagpening, tí møguleiki er eftir dagpeningalógini at fáa supplerandi dagpening í tann mun, at upphæddin fyri sjúkratrygd er lægri enn dagpeningaupphæddin. Hvørki Lønjavningarstovan ella Almannastovan meta tó, at hetta higartil hevur givið nakran trupulleika at umsitið. Tað kann hinvegin verða ein ógvuliga tung umsiting hjá Almannastovuni, um hon kemur í ta støðu at skula útgjalda supplerandi dagpening. Landsstýrismaðurin hevur tí í skrivi til vinnunevndina, dagfest 4. mai 2004, mælt til, at uppskotið verður broytt, fyri at tryggja at tað bert verður ein almennir myndigleiki, ið skal viðgera mál um veitingar til fiskimenn í sambandi við sjúku.

Fyri at trygd kann fáast fyri, at slík broyting ikki ger skipanina torførari at umsita, heldur vinnunevndin, at spurningurin um, hvussu hesi viðurskifti skulu loysast, eigur at verða viðgjørdur gjøllari. Skullu vit hava eina einfalda skipan, er helst betri, at uppskot um broyting í løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn verður fyrireikað av Fiskimálaráðnum og lagt fyri tingið í heyst.

Frá Føroya Fiskimannafelag hevur nevndin fingið telefax dagfest 26. apríl 2004, har heitt verður á nevndina um at broyta uppskotið soleiðis, at skipanin skal rinda fyri læknaváttan og soleiðis, at frítíðarlønin skal fara til avvarðandi fakfelag heldur enn í frítíðargrunnin.

Viðvíkjandi gjaldi fyri læknaváttan upplýsti umboðið fyri Lønjavningarstovuna, at sjúkratrygdin er so mikið hægri enn dagpeningurin, at gjaldið fyri læknaváttan liggur innan fyri hesa upphædd. Hervið slepst undan eini stórari umsiting.

Nevndin er samd við Føroya Fiskimannafelag í, at frítíðarlønin, samsvarandi § 10, stk. 2 í løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við løn, við seinni broytingum, eigur at verða goldin til viðkomandi løntakarafelag heldur enn í frítíðargrunnin.

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

1) Í § 3, stk. 4 verða orðini "í Frítíðargrunnin" broytt til "til viðkomandi løntakarafelag". 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 12. mai 2004. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til § 3 samtykt 26-1-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 14. mai 2004. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 30 frá 19.05.2004