65  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð (riggar ikki)
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2004, 13. apríl, legði Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001 um viðgerð av persónsupplýsingum verða gjørdar hesar broytingar:

1) § 16, stk. 1, 1. pkt. verður strikað.

2) § 17, stk. 3 verður orðað soleiðis:
    "Stk. 3. Hóast stk. 1 og § 16 kann landsstýrismaðurin eftir at hava fingið ummæli frá Dátueftirlitinum áseta reglur um,
    í hvørjum føri og til hvørji útlond
     persónsupplýsingar kunnu flytast uttan loyvi frá Dátueftirlitinum."

3) § 35, stk. 6 verður orðað soleiðis:
    "Stk. 6. Til flutning av persónsupplýsingum til útlond krevst loyvi sambært reglunum í §§ 16 og 17."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Kap.1. Almennar viðmerkingar

Orsøkin til uppskotið um hesa lógarbroyting er tað kjak og teir trupulleikar, ið hava staðist av ásetingunum í persónsupplýsingarlógini viðvíkjandi flutningi av persónsupplýsingum til útlond.

Endamálið við uppskotinum er, at tað í framtíðini einans verða trygdaratlit, sum verða avgerandi, tá persónsupplýsingar skulu flytast av landinum. Tær ásetingar viðvíkjandi flutningi til útlond, sm ikki hava við trygd at gera, verða tískil tiknar úr lógini.

Mett verður ikki, at tað er hóskandi at hava forðingar í persónsupplýsingarlógini, sum bara eru galdandi fyri t.d. peningastovnarnar, og sum kunnu virka sum vinnupolitiskar forðingar. Um slíkar forðingar skulu gerast, eiga tær at verða gjørdar í serligari lóg.

Harafturat verður ásett, at landsstýrismaðurin eftir at hava fingið ummæli frá Dátueftirlitinum kann gera reglur um, hvørji útlond persónsupplýsingar kunnu flytast til, uttan at loyvi krevst frá Dátueftirlitinum. Her er ætlanin, at tað skal verða gjørligt at vísa á nøkur sokallaði trygg lond, sum ikki krevja serligt flutningsloyvi frá Dátueftirlitinum. Somuleiðis kann landsstýrismaðurin, tá tað snýr seg um ótrygg lond, gera av, at tað ikki er allur flutningur av persónsupplýsingum til hesi útlond, ið krevur loyvi. Her kann t.d. nevnast, at møguleiki verður at undantaka flutning av persónsupplýsingum til útlond, um hetta er heimilað í lóg.

Vanligu reglurnar um fráboðanarskyldu til Dátueftirlitið og viðgerðarloyvi sambært kapittul 9 í lógini eru galdandi fyri viðgerðina av persónsupplýsingum, eisini í teimum førum har persónsupplýsingarnar verða fluttar av landinum (víðarigeving). Í teimum førum, har loyvi ikki krevst, verður tí sum vanligt fráboðanarskylda til Dátueftirlitið. Sum er, er ongin fráboðanarskylda, tá "vanligar" (ikki viðkvæmar) persónsupplýsingar verða viðgjørdar. Hetta er ásett í galdandi kunngerðum um fráboðanarskyldu til Dátueftirlitið. Hesar kunngerðir verða nú settar úr gildi fyri at tryggja, at tað í øllum førum verður ein fráboðanarskylda til Dátueftirlitið, soleiðis at Dátueftirlitið fylgir við eisini í teimum førum, har onki viðgerðarloyvi krevst. Tó er framvegis møguleiki fyri at undantaka ávísar persónsupplýsingar frá fráboðanarskylduni, men eigur hetta at verða gjørt í ein meira avmarkaðan mun enn við verandi kunngerðum um fráboðanarskyldu. 

Galdandi lóggáva
Persónsupplýsingarlógin kom í gildi 1. januar 2002, og fóru tá gomlu skrásetingarlógirnar frá 1984, løgtingslóg um privatar skráir og løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum, úr gildi.

Grundarlagið undir persónsupplýsingarlógini er eitt ES-direktiv, sum lógirnar í okkara grannalondum eisini byggja á. Vanliga verður í hesum lógum bara skilt ímillum lond, sum tryggja eina fullgóða viðgerð av persónsupplýsingum, "trygg" lond, og lond, sum ikki tryggja eina fullgóða viðgerð av persónsupplýsingum, "ótrygg" lond. Trygg lond eru í lógunum í grannalondum okkara lýst sum lond, sum í høvuðsheitum hava persónsupplýsingarlóggávu, sum byggir á nevnda ES-direktiv, og kann flutningur til hesi lond fara fram uttan serligt loyvi, men tó undir ávísum treytum. Flutningur til ótrygg lond kann eisini fara fram, tó undir strangari treytum; eitt nú skal landið m.a. hava fingið góðkenning frá Evropa Kommissjónini, og loyvi skal í summum førum fáast frá Dátueftirlitunum, sum eisini kann seta serligar treytir til hendan flutning.

Sambært føroysku persónsupplýsingarlógini krevst altíð loyvi frá Dátueftirlitinum til flutning av persónsupplýsingum til útlond, líkamikið um flutt verður til eitt trygt ella eitt ótrygt land.

Tá uppskotið til persónsupplýsingarlógina varð lagt fram í Løgtinginum, hevði uppskotið eina serliga áseting, sum ikki er at finna í teimum lógum, sum persónsupplýsingarlógin varð gjørd við fyrimynd í, nevniliga § 17, stk. 4: "Edv-skráir, sum koma undir reglurnar í hesi lóg, kunnu bara goymast og viðgerast í edv-kervum, sum eru í Føroyum, uttan so at landsstýrismaðurin gevur undantaksloyvi." Ásetingin var tikin úr gomlu skrásetingarlógunum og ætlað sum framhald av galdandi rættarstøðu, sum var eitt forboð móti flutningi til útlond uttan so, at landsstýrið hevði givið loyvi.

Undir viðgerðini í Løgtinginum var rættarnevndin av teirri áskoðan, at grein 17, stk. 4 var í andsøgn við bæði endamálsgrein lógarinnar og við greinirnar 16 og 17.

Somuleiðis sigur rættarnevndin í álitinum, at: "Rættarnevndin hevur frá landsstýrismanninum fingið upplýst, at grein 17, stk. 4 er sett í lógina til tess at tryggja, at allar edv-skráir skulu varðveitast og viðgerast í Føroyum, og til tess at fyribyrgja, at eitt nú peningastovnarnir flyta sítt edv-samskifti av landinum og sostatt eisini upplýsingar um peningavirðurskifti hjá føroyskum borgarum. Rættarnevndin er samd við landsstýrismannin, at slík gongd eigur at fyribyrgjast, og mælir landsstýrismanninum til við heimild i grein 17, stk.. 3 beinanvegin og áðrenn gildiskomu lógarinnar at áseta greiðar reglur í kunngerð um flutning av persónsupplýsingum til útlond, herundir steðga ella avmarka útflutning. Rættarnevndin mælir til, at henda kunngerð kemur at fata um júst spurningin um at steðga útflutningi av persónsupplýsingum peningastovnanna."

Tvær kunngerðir eru gjørdar um flutning av persónsupplýsingum til útlond. Tann fyrra var kunngerð nr. 152 frá 17. desember 2001 um flutning av persónsupplýsingum til útlond. Av tí at fyrra kunngerðin ikki virkaði eftir ætlan, varð nýggj kunngerð gjørd, kunngerð nr. 94 frá 16. juni 2003 um flutning av persónsupplýsingum til útlond, sum fevnir um viðgerð av persónsupplýsingum hjá peningastovnunum.

Innihaldið í kunngerð nr. 94 frá 16. juni 2003 um flutning av persónsupplýsingum til útlond er í høvuðsheitum, at peningastovnar ikki kunnu flyta persónsupplýsingar í skipanum í Føroyum til útlond, um størsti parturin av flytingunum er ímillum persónar ella virkir í Føroyum. Hinvegin ber til at flyta persónsupplýsingar í skipanum í Føroyum til útlond, um størsti parturin av flytingunum er ímillum persónar ella virkir í Føroyum og persónar ella virkir í útlondum. Eisini eru staknýtaraskipanir, har nýtarin sjálvur ger flytingarnar, undantiknar. 

Atfinningar ímóti galdandi lóggávu
Tað málið, sum hevur elvt til flestar atfinningar, og sum hevur verið mest frammi í fjølmiðlunum, er málið um P/f Elektron. P/f Elektron søkti í januar 2001 Dátueftirlitið um at fáa loyvi til at seta GjaldSkipanina, sum er gjørd í samstarvi við PBS, í verk.

Dátueftirlitið boðaði í mars 2002 P/f Elektron frá, at loyvi ikki kundi verða givið til hetta (víst var til fyrru kunngerðina, kunngerð nr. 152 frá 17. desember 2001 um flutning av persónsupplýsingum til útlond). Málið varð tó tikið uppaftur eftir áheitan frá P/f Elektron, og gav Dátueftirlitið í juni 2002 P/f Elektron umbidna loyvið (loyvi varð ikki givið eftir kunngerðini, men eftir meginregluni í grein 16 í lógini).

Aftan á at nýggja kunngerðin, kunngerð nr. 94 frá 16. juni 2003 um flutning av persónsupplýsingum til útlond, varð sett í gildi, avgjørdi Dátueftirlitið at avmarka givna loyvið hjá P/f Elektron, soleiðis at aðrar persónsupplýsingar enn tær, sum tá vóru viðgjørdar og fluttar av landinum, ikki vórðu loyvdar at flyta av landinum. Hetta hevði við sær, at tað ikki bar til at knýta nýggjar kundar í skipanina, og at verandi kundar ikki kundu gera nýggjar avtalur.

Tann 30. oktober 2003 stevndi P/f Elektron Dátueftirlitinum og Løgmálaráðnum (nú Innlendismálaráðið). Føroya Rættur hevur 3. februar 2004 fyribils gjørt av ikki at geva P/f Elektron viðhald í spurninginum um, at sakarmálið skal hava steðgandi virknað. Hetta hevur við sær, at P/F Elektron ikki kann flyta aðrar persónsupplýsingar til útlond, enn tær, sum vóru fevndar av fyrra loyvinum. Endaligur dómur er ikki sagdur enn.

Samandráttur
Mett verður, at tað í framtíðini einans skulu vera trygdaratlit, sum verða avgerandi, tá persónsupplýsingar skulu flytast av landinum.

Fyri at røkka hesum máli verður mett, at tað ikki er nóg mikið at seta kunngerð nr. 94 frá 16. juni 2003 um flutning av persónsupplýsingum til útlond úr gildi, av tí at ein partur av forðingunum eisini er í meginregluni í grein 16 og í heimildini til landsstýrismannin í § 17, stk. 3. Tað er tí neyðugt, at meginreglan í § 16 verður strikað, og tað í § 17, stk. 3 nærri verður ásett, at heimildin til landsstýrismannin einans kann nýtast, tá skiljast skal ímillum trygg og ótrygg lond sambært grein 16 og til at undantaka flutning til ótrygg lond sambært grein 17, stk. 1.

Ein avleiðing av, at innihaldið í § 17, stk. 3 verður broytt, er, at kunngerð nr. 94 frá 16. juni 2003 um flutning av persónsupplýsingum til útlond fer úr gildi.

Ummæli
Í sambandi við gerð av hesi lógarbroyting hevur uppskotið verið til ummælis hjá Dátueftirlitinum. Dátueftirlitið metir, at betri samljóð er ímillum reglurnar í § 16 og § 17 soleiðis at skilja, at § 16 nú viðvíkur flutningi til trygg lond, og § 17 viðvíkur flutningi til ótrygg lond. Við tað at meginreglan í § 16 verður strikað, skal Dátueftirlitið í sambandi við loyvi til flutning av persónsupplýsingum til útlond einans meta um trygdaratlit. Í tí sambandi fer Dátueftirlitið at gera av, hvørji lond eru at meta sum trygg og hvørji sum ótrygg.

Uppskotið hevur verið broytt nakrar ferðir. Orðingin av júst hesum uppskoti, sum nú verður sett fram í Løgtinginum, hevur ikki verið til ummælis hjá Dátueftirlitinum ella øðrum.

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum

Mett verður ikki, at uppskotið hevur fíggjar- ella búskaparligar avleiðingar fyri landið, kommunur, ávís pláss/øki í landinum ella ávísar samfelagsbólkar.

Mett verður, at uppskotið møguliga kann fáa fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna, serliga peningastovnarnar. Ongin kanning er gjørd av hesum øki, men nevnast kann, at P/F Elektron hevur ført fram, at tað er til bága fyri P/F Elektron, at Dátueftirlitið hevur tikið ta avgerð, at P/F Elektron ikki kann knýta fleiri persónsupplýsingar í GjaldSkipanina, av tí at kunngerðin um flutning av persónsupplýsingum til útlond forðar teimum í hesum. Av tí at P/F Elektron longu hevur havt útreiðslur av at menna GjaldSkipanina, verður mett, at tá tað snýr seg um hesa skipan, hevur uppskotið ivaleyst positivar fíggjarligar avleiðingar fyri P/F Elektron.

Mett verður, at uppskotið kann hava umsitingarligar avleiðingar fyri landið, kommunur og fyri vinnuna. Um ávísar persónsupplýsingar verða undantiknar frá loyviskravinum og í staðin skulu fráboðast, verður umsitingin í sambandi við fráboðanina eins stór, og tá søkt verður um loyvi. Ein munur er tó, at tað í hesum føri ikki verður neyðugt at bíða eftir at fáa umbidna loyvið. Um persónsupplýsingarnar eisini verða undantiknar fráboðanarskylduni, verður umsitingin samsvarandi minni hjá umsøkjaranum. Harafturat verða tað fyri landið nakrar umsitingarligar avleiðingar av at kanna, hvørji lond eru trygg lond, og at útvega kunngerðir um undantøk.

Heimildin til landsstýrismannin í §§ 16 og 17 hevur við sær, at tað kunnu verða avleiðingar av hesum uppskoti í mun til altjóða avtalur og reglur fyri land, kommunur og fyri vinnuna. Avleiðingin er m.a., at myndugleikar o.o. í sambandi við altjóða avtalur og reglur kunnu flyta persónsupplýsingar til útlond uttan loyvi frá Dátueftirlitinum, um hetta verður undantikið í kunngerð.

Í hesum sambandi kann nevnast, at av tí at meginreglan í § 16 verður strikað, og landsstýrismaðurin ikki longur hevur heimild til at gera eina slíka kunngerð, sum í dag er galdandi fyri peningastovnarnar, verður persónsupplýsingarlógin ikki ein forðing, um avtala skal gerast við onnur lond um fríar tænastuveitingar millum londini. Tó krevst loyvi frá Dátueftirlitinum, um flutningurin ikki er fevndur av regluni um undantøk í § 17, stk. 3.

Mett verður ikki, at uppskotið hevur umsitingarligar avleiðingar ella avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur fyri pláss/øki í landinum ella ávísar samfelagsbólkar.

Mett verður ikki, at uppskotið hevur umhvørvisligar ella sosialar avleiðingar við sær, hvørki fyri land, kommunur, ávís pláss/øki í landinum, ávísar samfelagsbólkar ella fyri vinnuna.

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Ja

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

Ja

Ja

Nei

Nei

Ja

Sosialar
avleiðingar

Nei

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1, nr. 1
Meginreglan um, at persónsupplýsingar, sum koma undir løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum, skulu varðveitast og viðgerast í Føroyum, verður strikað. Hetta merkir, at tá loyvi skal gevast til flutning av persónsupplýsingum til útlond, eru tað einans trygdaratlit, ið eru avgerandi fyri, um loyvi skal gevast.

Til § 1, nr. 2
Heimildin hjá landsstýrismanninum í § 17, stk. 3 verður broytt soleiðis, at landsstýrismaðurin í staðin fyri ta heimild, landsstýrismaðurin hevur til at gera kunngerð sambært galdandi lóg um m.a. forboð ímóti at flyta persónsupplýsingar av landinum, fær heimild til at gera undantøk frá kravinum um, at loyvi krevst til allan flutning av persónsupplýsingum til útlond.

Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, hvørji lond eru at meta sum trygg lond eftir at hava fingið ummæli frá Dátueftirlitinum. Tað ber sostatt til hjá landsstýrismanninum at undantaka nøkur lond frá loyviskravinum í § 16, um mett verður, at hesi lond kunnu tryggja eina fullgóða viðgerð av upplýsingunum.

Landsstýrismaðurin kann somuleiðis undantaka flutning til ótrygg lond sbrt. § 17, stk. 1. Við orðingina í hvørjum føri skal sostatt skiljast, at landsstýrismaðurin kann undantaka tann flutning, sum nevndur er í § 17, stk. 1, nr. 1-8 í lógini.

Av tí at Dátueftirlitið verður mett at hava besta førleikan til at meta um, hvørji lond kunnu tryggja eina fullgóða viðgerð av persónsupplýsingum, skal landsstýrismaðurin, áðrenn nøkur kunngerð verður sett í gildi, sum nevnt hava fingið ummæli frá Dátueftirlitinum. Hetta er galdandi bæði fyri flutning til trygg lond sbrt. §16 og ótrygg lond sbrt. §17.

Ein fylgja av, at innihaldið í § 17, stk. 3 verður broytt, er, at kunngerð nr. 94 frá 16. juni 2003 um flutning av persónsupplýsingum til útlond fer úr gildi.

Til § 1, nr. 3
Henda broyting er ein avleiðing av broytingunum í §§ 16 og 17.

Í staðin fyri, at loyvi krevst frá Dátueftirlitinum til allan flutning av persónsupplýsingum til útlond, verður nú heimild hjá landsstýrismanninum í § 17, stk. 3 at undantaka flutning av persónsupplýsingum til útlond frá loyviskravinum. § 35, stk. 6 verður tí orðað í samsvari við broytingina.

Til § 2
Áseting um gildiskomu.

Vísandi til § 54, stk. 2 í tingskipanini vátta undirritaðu tingmenn við hesum, at teir viðmæla, at løgtingsmál nr. 65/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum verður lagt fram:

Vilhelm Johannesen Kjartan Joensen Jørgen Niclasen
Johan Dahl Jákup Mikkelsen Marjus Dam
Anfinn Kallsberg Kaj Leo Johannesen Andrias Petersen
Olav Enomoto John Johannessen Henrik Old
Heðin Zachariasen Kristian Magnussen Óli Breckmann
Poul Michelsen Lisbeth L. Petersen Alfred Olsen

1. viðgerð 15. apríl 2004. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 27. apríl 2004 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 13. apríl 2004, og eftir 1. viðgerð tann 15. apríl 2004 er tað beint rættarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 19., 21. og 26. apríl 2004.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Føroya Sparikassa, Elektron, Føroya Banka, Tryggingarfelagið Føroyar, Trygd, Føroya Lívstrygging, Føroya Gjaldstovu, Toll- og Skattstovu Føroya, Kaupthing Føroya, Landsbanka Føroya, Postverk Føroya, KT-felagið, Vinnuhúsið, Dátueftirlitið, Eyðfinn Olsen, landsstýrismannin í fíggjarmálum, landsstýrismannin í vinnumálum og við landsstýrismannin í innlendismálum.

Frá landsstýrismanninum í vinnumálum hevur nevndin fingið skriv, dagfest 21. apríl 2004, har landsstýrismaðurin svarar upp á ein spurning, nevndin hevur sent honum í telduposti. Harumframt hevur nevndin fingið avrit av einum skrivi, sent frá Vinnumálaráðnum til Løgmálaráðið, viðvíkjandi kunngerð nr. 152 frá 17. desember 2001 um flutning av persónsupplýsingum til útlond. Frá Dátueftirlitinum hevur nevndin fingið avrit av tí sáttmála, sum verður brúktur, tá persónsupplýsingar verða fluttar av landinum.

Rættarnevndin hevur í sambandi við innkallingar viðgjørt løgtingsmál nr. 54/2003 og løgtingsmál nr. 65/2003 undir einum.

Nevndin hevur viðgjørt málini við serligum atliti at persónsvernd, vinnuvernd og tjóðarvernd.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Alfred Olsen, Kristian Magnussen, Poul Michelsen, Marjus Dam og Sverre Midjord) førir fram, at allir partar, ið varða av vinnuni, og landsstýrismennirnir hava undir nevndarviðgerðini gjørt heilt greitt, at lógin um viðgerð av persónsupplýsingum einans eigur at taka atlit til trygdina av persónsupplýsingunum, og ikki eisini innihalda atlit til vinnuvernd. Hettar hoyrir ikki heima í lógini um viðgerð av persónsupplýsingum, men eigur, um neyðugt, at vera ásett í aðrari lóg. Við at taka vinnuverndaratlit burtur úr lógini, fáa vit eina betri og greiðari lóg um viðgerð av persónsupplýsingum, ið hevur við sær, at Dátueftirlitið frameftir einans skal taka atlit til trygdina.

Viðvíkjandi trygdini av persónsupplýsingum hevur nevndin fingið at vita, at vit í verandi lóg, eisini eftir lógarbroytingina, hava ta neyðugu verndina viðvíkjandi viðgerð og útflutningi av persónsupplýsingum. Trygdin verður harumframt altíð staðfest í sáttmála, ið Dátuútflytari og Dátuinnflytari gera í hvørjum einstøkum føri og senda Dátueftirlitinum.

Viðvíkjandi tjóðarvirðunum, tryggja vit hesi so langt, sum tað við lóggávu er gjørligt, við tað at vit varðveita fullan ræðisrætt til persónsupplýsingarnar her í Føroyum, antin við at krevja at fáa persónsupplýsingar aftur ella vit krevja, at hesir verða fyribeindir, tá viðgerðin er liðug, soleiðis sum § 11 í sáttmálanum eisini ásetir.

Nevndarviðgerðin hevur harumframt víst, at hvørki vinnan ella landsstýrismaðurin ynskja, at vinnuvernd skal vera á hesum øki, tí hon gagnar ikki kappingini, og tí er rættast, at vinnuverndin verður tikin burtur úr lógini.

Meirilutin hevur sostatt fingið staðfest, at trygdin viðvíkjandi viðgerð og goymslu av persóns-upplýsingum, eftir at verandi lógarbroyting er framd, er nøktandi, at rætturin til tilfeingið, sum persónsupplýsingarnar eru, eru rættartryggjaður, og at hvørki vinnan ella brúkarar ynskja at vinnulig atlit skulu verða tikin í hesi lóg.

Meirilutin metir tó ikki, at upplýsingar skulu kunna flytast av landinum til ótrygg lond uttan loyvi frá Dátueftirlitinum í hvørjum einstøkum føri.

Hvat viðvíkir tryggum londum, heldur meirilutin, í samsvari við uppskotið frá landsstýrinum, at tað skal verða eitt krav, at generel undantøk skulu ásetast við kunngerð av landsstýrismanninum eftir ummæli frá Dátueftirlitinum. Ásetingin er tó flutt til § 16, sum viðvíkir flutningi av upplýsingum til trygg lond. Samstundis verður § 17, stk. 3 strikað.

Samsvarandi hesum setir meirilutin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. Í § 16 verður sett inn nýtt stk. 2, við soljóðandi áseting: "Hóast stk. 1 kann landsstýrismaðurin eftir ummæli frá Dátueftirlitinum áseta reglur um, til hvørji útlond persónsupplýsingar kunnu flytast uttan loyvi frá Dátueftirlitinum."
  2. § 17, stk. 3 verður strikað.

Meirilutin tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

Minnilutin (Finnur Helmsdal) mælir Løgtinginum til at fella uppskotið við teimum somu viðmerkingunum, sum hann hevði til løgtingsmál nr. 54/2003.

Minnilutin (Bill Justinussen) tekur ikki undir við málinum, tí at hann metir, at galdandi lóg á økinum er nøktandi, og mælir tí Løgtinginum til at fella uppskotið.

2. viðgerð 4. mai 2004. Broytingaruppskot frá meirlutanum í rættarnevndini, Alfred Olsen, Kristian Magnussen, Poul Michelsen, Marjus Dam og Sverre Midjord, til § 1 samtykt 19-0-10. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 19-0-10. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 6. mai 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 20-0-7. Málið avgreitt.

Ll.nr. 24 frá 17.05.2004.