67  Uppskot til  løgtingslóg um annað útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2004, 14. apríl, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um annað útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum 

§ 1. Lógin ásetir samsvarandi § 7, stk. 2 í løgtingslóg nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi, hvørji øki verða bjóðað út og almennu treytirnar, ið setast skulu í 2. útbjóðingarumfari til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.

§ 2. Økini, sum verða boðin út í 2. útbjóðingarumfari, eru hesir teigar og partteigar á landgrunninum:

6004/b2-3, 4-5, b6-8, 9, b11-13; 6005/1-3, b4-5, 10, b15, 17-18, 22-23; 6103/1-9, 11-13, 16-17, 21, 26; 6104/2-5, 7-10, 12-15, b17, 18-20, 22-25, 27-30; 6105/22-24, 26-29; 6202/11-14, 16-18, 21-22, 26; 6203/11-30; 6204/22-25, 27-30:
6007/16-17, 21-24, 28-29:
5908/1-2; 6008/26-27.

Útboðsøkið sæst á kortinum, ið er hjálagt sum fylgiskjal A. Frámerkið "b" lýsir, at talan er um partteig, ið hevur mark upp at givnum loyvum.

§ 3. Landsstýrismaðurin veitir sambært § 6 í løgtingslógini um kolvetnisvirksemi loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum. Almennu treytirnar, sum setast skulu, eru í standardloyvinum, ið er hjálagt sum fylgiskjal B.

§ 4. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 

ALMENNAR VIÐMERKINGAR

1. Inngangur

Endamálið við lógaruppskotinum er samsvarandi § 7, stk. 2 í løgtingslóg nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi at áseta økini, sum verða boðin út í 2. útbjóðingarumfari til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, og at áseta almennu treytirnar, sum setast skulu í loyvunum.

Kolvetnislógin gevur landsstýrismanninum heimild til, eftir at alment er lýst eftir umsóknum, at veita loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum á neyvt ásettum økjum við gjølla ásettum treytum. Áðrenn útbjóðingarumfar verður sett í verk, verða økini og almennu treytirnar ásettar í løgtingslóg. Í viðmerkingunum til útbjóðingarlógina verður mett um avleiðingarnar, ið kolvetnisvirksemið kann hava fyri ymisk samfelagsviðurskifti. Tá útbjóðingarlógin er samtykt, er tað landsstýrismaðurin, sum setir útbjóðingarumfarið í verk og veitir loyvini.

Fyrstu loyvini til leiting á føroyska landgrunninum vórðu latin í august 2000. Løgtingslóg um 1. útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum varð samtykt av Løgtinginum 8. februar 2000. Útbjóðingarumfarið varð latið upp 17. februar, og tá freistin at søkja var úti 17. mai, hevði Oljumálastýrið móttikið 22 umsóknir frá 17 feløgum, av teimum vóru tvey føroysk feløg.

Tann 17. august 2000 vórðu sjey loyvi veitt fimm samtøkum, umboðandi 12 oljufeløg. Fýra loyvi vórðu latin fyri eitt 6-ára skeið og trý loyvi fyri eitt 9-ára skeið. Hesi fevndu um eitt øki umleið 4.200 ferkilometrar til víddar, ella 30% av økinum ið varð boðið út. Arbeiðsætlanirnar fyri 6-ára loyvini fevndu um 8 boringar, umframt seismiskar og aðrar kanningar. 9-ára loyvini vóru samansett av tveimum pørtum, har ein innleiðandi arbeiðsskrá varð avtalað fyri tey fyrstu 3 árini.

Sum partur av arbeiðsskránni varð eisini avtalað, at feløgini nýttu eina ávísa upphædd til gransking, sum hevur týdning fyri framtíðar kolvetnisleiting á føroyskum øki. Hetta førdi til, at loyvishavararnir í felag settu á stovn Sindri verkætlanina, sum hevur verið við til at økt um kunnleikan til føroysku jarðfrøðina.

Í 2003 vóru nýggjar arbeiðsskráir avtalaðar fyri 9-ára loyvini. Upprunaliga var ætlanin, at um arbeiðsskráirnar fyri loyvini vórðu longd, skuldi tað verða fyri 6 ár við eini leitiboring. Arbeiðið, sum er gjørt á 9-ára loyvunum, hevur givið oljufeløgunum áhuga at halda fram við kanningum á økjunum, men úrslitið hevur hinvegin ikki verið so gott, at feløgini vildu átaka sær at gera boringar. Nýggju arbeiðsskráirnar fevna tískil um framhaldandi jarðfrøðiligar kanningar av loyvisøkjunum umframt um førleikamenning og gransking. Arbeiðsskráirnar eru avtalaðar fyri 2 ár.

Umframt jarðfrøðiligar arbeiðsskráir varð dentur lagdur á førleikamenning, tá loyvini vórðu veitt. Oljufeløgini settu 85 mió. krónur av til førleikamenning. Av teimum eru umleið 50 mió. kr. nýttar higartil.

Fyri at halda eitt støðugt leitivirksemi er vanligt aðrastaðni at hava útbjóðingarumfør við jøvnum millumbilum. Út frá tí arbeiði, sum gjørt er á landgrunninum, og teimum møguleikum, sum eru fyri at gera lønandi fund, meta Oljufyrisitingin og Jarðfrøðisavnið, at tíðin er komin at seta sjøtul á 2. útbjóðingarumfar.

Tá loyvi verða veitt, verður dentur lagdur á leitiskyldurnar, tí tær áseta, hvørjar kanningar loyvishavarin sum minstamark skal gera fyri at staðfesta, um kolvetni finst á loyvisøkinum. Dentur verður eisini lagdur á, at føroyskar fyritøkur og stovnar fáa møguleikar at taka lut í virkseminum. Endamálið er, at tey kunnu vinna sær kunnleika og betra um altjóða kappingarførið til gagns fyri føroyska samfelagið.

Oljufyrisitingin fer, tá útbjóðingarumfarið verður lagt til rættis og í umsitingini av virkseminum sambært veittu loyvunum, at hava endamálið við kolvetnislógini í huga, nevniliga at miðast skal móti einari varisligari og skynsamari leiting eftir og gagnnýting av kolvetnistilfeinginum til gagns fyri føroyskan búskap og arbeiðsvinnu í Føroyum, og at virksemið skal verða soleiðis skipað, at neyðug fyrivarni eru tikin fyri fiskiskapi, sigling, umhvørvis- og náttúruáhugamálum umframt øðrum samfelagsligum áhugamálum.

Allar treytir, ið settar verða oljufeløgum, eru ikki partar av hesum uppskoti. Skattligu viðurskiftini eru skipað sambært løgtingslóg nr. 26 frá 21. apríl 1999 um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi við seinni broytingum (serskattur), og løgtingslóg nr. 16 frá 14. februar 2000 um álíkning, innkrevjing, eftirlit o.a. í sambandi við skatting av inntøku av kolvetnisvirksemi.

Sambært § 44 í lógini um kolvetnisvirksemi skal ein frágreiðing, ið skal vera grundarlag undir einum oljupolitiskum orðaskifti, leggjast fyri Løgtingið annaðhvørt ár, næstu ferð í 2004. Viðgerðin av lógaruppskotinum um 2. útbjóðingarumfar kemur í staðin fyri hetta orðaskifti.

2. Samandráttur av høvuðstreytum

Økið, sum mælt verður til at bjóða út, er umleið 19.000 km2 til støddar. Talan er um eitt samfast øki eystanfyri og í ein landsynning úr Føroyum og tvey einstøk smærri øki í ein útsynning sunnan. Víst verður til fylgiskjal A til útbjóðingarlógina.

Ætlanin við at bjóða hetta økið út er at skapa grundarlag fyri framhaldandi leitivirksemi, ið hevur til endamáls at kortleggja kolvetnistilfeingið og lýsa møguleikarnar fyri vinnuligari kolvetnis-framleiðslu í Føroyum. Í hesum arbeiði verður dentur lagdur á, at fjøltáttaðir leitimyndlar verða royndir.

Mælt verður til at brúka eina einfalda loyvisskipan, har landsstýrismaðurin ásetir í leitiloyvinum, hvussu loyvisskeiðið verður skipað, og hvørjar leitiskyldur verða tengdar at loyvinum. Leitiskyldurnar, ið verða álagdar hvørjum einstøkum loyvishavara, eiga at spegla leitivánirnar í einstaka loyvisøkinum. Leitiskyldur fata eisini um í hvønn mun, loyvishavarin vil stuðla kanningum við atliti at framtíðar oljuleiting á Føroyaøkinum.

Sambært kolvetnislógini og standardloyvinum (fylgiskjal B til útbjóðingarlógina) verður álagt loyvishavarum at tryggja føroyskum fyritøkum og stovnum veruligar møguleikar fyri, í kapping við aðrar, at fáa høvuðs- og undirverktøkur og at veita loyvishavarum vørur og tænastur. Somuleiðis hava loyvishavararnir skyldu til at arbeiða fyri, at avtalur verða gjørdar millum føroyskar og útlendskar fyritøkur og stovnar um at byggja upp førleika og tøkniligan kunnleika. Hetta verður gjørt fyri at betra um kappingarførið hjá føroyskum vinnulívi og fyri at eggja føroyskum fyritøkum til at koma inn á nýggjar marknaðir.

Mælt verður til, at fíggjarligu treytinar verða tær somu sum í 1. útbjóðingarumfari.

Hetta merkir, at umsøkjarar skulu rinda eitt umsóknargjald, tá søkt verður um loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum. Harafturat skulu loyvishavarar, tá teir hava fingið loyvi til ein ávísan part av landgrunninum, rinda eitt árligt víddargjald, sum verður roknað eftir støddini á tí øki, sum er fevnt av loyvinum. Av framleiddum kolvetnum verður lagt eitt framleiðslugjald, sum er 2% roknað av virðinum, sum framleiðslan hevur, tá kolvetni koma í land. Har afturat kemur framleiðslan undir ein partafelagsskatt, sum er 27%, umframt ein serskatt. Samlaði landskassaparturin fer við hesari skipan ikki upp um 57%.

3. Kringumstøður

Oljuvinna er heimsumfatandi vinna, har føroyska økið bert er eitt av fleiri møguligum økjum, sum oljufeløgunum stendur í boði at arbeiða í.

Fleiri viðurskifti gera av, á hvørjum øki oljufeløgini velja at arbeiða. Tann mest týðandi fyritreytin er útlitini fyri at finna kolvetni í rakstrarverdum nøgdum. Harafturat koma so onnur viðurskifti í ymsu londunum sum t.d. skattligar treytir og hvørja strategi, feløgini hava annars.

Undan 1. útbjóðingarumfari var kunnleikin til føroyska økið avmarkaður til upplýsingar frá jarð- og jarðalisfrøðiligum kanningum, meðan kunnleikin til økið bretsku megin í Hetlandsrennuni var nógv hægri orsakað av virkseminum har seinastu 30 árini. Boringarnar í føroyska økinum í 2001 og 2003 hava økt munandi um kunnleikan til jarðfrøðina í landsynningshorninum, har 6-ára loyvini eru latin. Úrslitini frá boringunum merkja, at leitimyndlarnir mugu endurskoðast, og hevur hetta við sær, at váðin í sambandi við leitiboringar her er vaksin í mun til undan fyrstu boringunum. Harafturímóti kann sigast, at í øðrum økjum hava jarð- og jarðalisfrøðiligu kanningarnar, sum har eru gjørdar, við sær, at váðin at bora eina leitiboring er minkaður.

Boringarnar higartil hava m.a. staðfest, at ein virkin kolvetnisskipan finst á føroyska økinum. Hetta er týdningarmikil vitan fyri oljufeløgini.

Enn er bert lítil partur av føroyska økinum kannaður við boringum, og tí kann møguleikin fyri at finna stórar kolvetnisgoymslur ikki útihýsast. Aðrastaðni í heiminum eru nógv oljuøki nú troytt so mikið, at møguleikarnir at finna heilt stórar keldur í hesum økjum eru minkaðir.

Verður rakt við gass, kann tað verða meira áhugavert nú, enn tað var fyri fáum árum síðani. Gass verður vanliga flutt til lands gjøgnum rørleiðingar. Í so máta var føroyska økið ikki væl fyri, tí gassleiðingar vóru ikki her á okkara leiðum frammanundan. Nú er gassleiðing løgd á bretska økinum ikki langt frá tí føroyska. Hetta, at undirstøðukervið nú nærkast okkara øki, kann koma at vísa seg at verða okkum til fyrimunar, tá hugsað verður um møguligan gassfund. Harumframt vísa forsagnir av gassnýtsluni samanborið við framleiðsluna, at Bretland fer at hava tørv á gassi úr øðrum londum um fá ár. Lagt kann tó verða afturat, at gassleiðingar í Evropa verður alt meira knýttar saman, so møguleikarnir hjá Bretlandi at innflyta gass verða fleiri.

Umframt at økið í ávísan mun er áhugavert sum leitiøki, hava royndirnar frá 1. útbjóðingarumfarinum víst, at umstøðurnar annars í Føroyum í mangar mátar eru góðar. Politisku viðurskiftini verða mett sum støðug, skattaviðurskiftini verða sum heild ikki mett at vera órímilig, og samfelagið er væl skipað.

Kortini eru eisini viðurskifti, sum draga á hin bógvin. Basalttrupulleikin er eitt. Nógva staðni er djúpt, og veðrið kann vera harðført. Kravið um, at allur flutningur skal um føroyskan bryggjukant ella flogvøll, hevur helst ein beinleiðis - um enn ikki stóran - eykakostnað við sær. Harumframt krevur hetta eina broyting í vanligu arbeiðsgongdini hjá oljufeløgunum, ið kanska heldur kundu ynskt sær at brúkt t.d. skotska útgerðarhavn.

Seinnu árini eru fleiri oljufeløg løgd saman, og talið av feløgum tí lækkað. Hetta kann hava við sær, at kappingin um leitiøkini gerst minni. Harafturat hevur áhugin hjá oljufeløgum fyri økjunum í Norðsjónum og vestan fyri Hetland verið minkandi, so hvørt sum longri hevur verið millum oljufundir í rakstrarverdum nøgdum á hesum økjunum. Fleiri feløg hava tí leitað sær aðrar djuphavsleiðir, eitt nú til Vesturafrika, har útlitini fyri nýggjum oljufundum er størri enn á okkara leiðum. Men hóast fundsannlíkindini eru góð aðrastaðni, eru politisku viðurskiftini kanska minni støðug, umframt at onnur viðurskifti eru verri enn á okkara leiðum. Hetta eru bert nøkur av teimum viðurskiftum, sum feløgini taka atlit til, tá tey velja, hvar tey vilja arbeiða.

Tikið saman um verður roknað við, at ávísur áhugi er fyri føroyska økinum, hóast hann ikki kann væntast at verða eins stórur sum undan 1. útbjóðingarumfarinum. Úrslitini hava ikki staðið fult mát við vónirnar hjá oljufeløgunum, men tey hava kortini givið positivar ábendingar um vónirnar at finna kolvetni.

4. Samandráttur av 1. útbjóðingarumfari

Loyvini fyri 6 ár vórðu latin í Judd lægdini í sunnasta parti av teigi 6004 og 6005. Tað er so at siga onki basalt, sum tarnar oljuleiting í hesari legugrýtislægdini í landsynningshorninum. Harumframt er hetta økið nær við framleiðandi oljukeldur bretsku megin markið. Oljufeløgini høvdu eisini nógv av seismiskum dátum til taks í Judd lægdini, longu áðrenn útbjóðingin varð sett í verk.

Sostatt var frammanundan 1. útbjóðingarumfarinum greitt, at kapping fór at verða um hesar teigar. Samlaða arbeiðsskráin fyri loyvini, ið vórðu latin, fevndi um 8 brunnar, umframt seismiskar kanningar.

Tey trý 9-ára loyvini vórðu latin á økjum uttan fyri Judd lægdina, har tað legugrýtið, sum vónir eru um at finna olju í, liggur undir basalti av ymiskari tjúkd. Í hesum loyvum varð ein arbeiðsskrá avtalað fyri tey fyrstu 3 árini, har loyvishavararnir skuldu gera ymiskar jarðalisfrøðiligar kanningar, sum ætlandi kundu føra til avgerðir um at fara undir leitiboringar í hesum økjum.

4.1 Jarðfrøðiliga úrslitið av leitiboringunum

Í Judd lægdini á landgrunninum eru higartil fýra brunnar boraðir føroysku megin markið, ein brunnur í hvørjum 6-ára loyvisøki. Tríggir brunnar vórðu boraðir í 2001 og ein í 2003. Úrslitini frá boriátøkunum vóru ymisk. Allar boringarnar miðaðu eftir at finna olju í sandgrýtisfláum samsvarandi teimum á Foinaven- og Schiehallionleiðini eystan fyri markið. Hesar samanberingar royndust kortini svikaligar, tí leitimyndlarnir, sum lógu til grund fyri boringunum, ikki hildu. Í hesum fláum varð komið fram á dygdargott sandgrýti, sum kann goyma kolvetni, men sum í hesum føri í høvuðsheitum var fylt við vatni við bert smærri nøgdum ella sporum av kolvetni. Ivasamt er tí, um talan kann gerast um framleiðslu úr hesum fláum á hesum leiðum.

Tó at hetta var eitt vónbrot, so vístu úrslitini frá triðju boringini, at kolvetni er at finna djúpari í Judd lægdini enn ætlað frammanundan. Í Marjun brunninum, sum Amerada Hess boraði í 2001, varð borað longur niður enn avtalaðu dýpdina, og tá kom borurin gjøgnum umleið 170 metrar av kolvetnisberandi sand- og leirgrýtisfláum av niðaru paleosenum aldri. Í 2002 varð ein brunnur boraður beint hinumegin markið av sama samtaki, og varð har staðfest kolvetni í somu fláum sum í Marjun brunninum. Í hvørgum av boringunum vórðu kanningar gjørdar av framleiðslueginleikunum. Í Marjun brunninum varð hendan avgerðin tikin grundað tøkniligum ávum, meðan í hinum brunninum var sagt, at nøgdirnar ikki vóru nóg stórar til at rættvísgera eina framleiðslukanning. Hetta vísir okkum, at eginleikarnir í goymslugrýtinum í hesum fláum eru torgreiddir, og at spurningurin um lønandi framleiðslu enn er ósvaraður.

Síðstu árini eru nakrir brunnar afturat boraðir í bretska partinum av Judd lægdini. Hóast einki fæst alment at vita um úrslit, tá boringar verða gjørdar í Bretlandi, skilst, at fleiri av hesum boringum eisini vóru grundaðar á samanberingar við Foinaven/Schiehallion, og at leitimiðini ikki vóru kolvetnisberandi í nakran stórvegis mun. Henda vitan, saman við sannroyndunum frá føroysku boringunum, hevur minkað um vónirnar at finna olju í teimum ovaru paleosenu fláunum í Judd lægdini. Tískil verður høvuðsdenturin nú lagdur á aðrar leitimyndlar.

Seismisku kanningarnar, ið vóru partur av treytunum fyri 6-ára loyvini, eru allar gjørdar, og tey oljufeløg, sum ikki hava borað allar teirra brunnar, eru í holt við at tulka síni seismikk- og boriúrslit til tess at finna egnaði mið at bora á. Ongar ætlanir eru um at bora í 2004.

Á heysti 2003 vórðu arbeiðsskráirnar fyri 9-ára loyvini longd. Nýggju arbeiðsskráirnar fevna um jarðfrøðiligar og jarðalisfrøðiligar kanningar, sum skulu byggja uppundir avgerðir um, hvussu víðari verður farið fram m.a. við ætlanum um at bora brunnar á økjunum. Seismisku kanningarnar hava víst, at undir basaltinum eru víðfevndar vendur (strukturar), ið, um umstøðurnar eru rættar, kunnu goyma stórar nøgdir av kolvetni. Kanningarnar, ið nú fara fram á teimum økjum, sum eru fevnd av 9-ára loyvunum, miða ímóti at betra um dygdina av teimum upplýsingum, sum longu eru til taks um jarðfrøðina undir basaltinum. Endamálið er at minka um fíggjarliga og tøkniliga váðan í sambandi við framtíðar boringar. Jarðfrøðiligu og jarðalisfrøðiligu kanningarnar kunnu einans avdúka útlitini í ein ávísan mun. Tað er neyðugt við boringum fyri at staðfesta, um talan er um kolvetnisberandi fláir. Í tveimum av hesum leitiloyvum bera einstøk feløg ávíkavíst 75% og 100% av loyvisskyldunum, og tískil hvílir ein avgerð um at bora eisini á, hvørt tað eydnast teimum at fáa onnur feløg at átaka sær partar av loyvinum, og harvið minka um teirra egna váða við boringini.

5. Høvuðstættir í 2. útbjóðingarumfarinum

Niðanfyri verða høvuðstættirnir í 2. útbjóðingarumfari lýstir. Hesir snúgva seg um øki at bjóða út, leitingartreytir, búskaparlig viðurskifti og vinnutreytir. Í broti 5.6 verða einstakar aðrar almennar loyvistreytir umrøddar í stuttum.

5.1 Grundgevingar fyri 2. útbjóðingarumfari

Ætlanin við 2. útbjóðingarumfari er at skapa fortreytir fyri framhaldandi virksemi, ið hevur til endamáls at finna møgulig kolvetni í føroysku undirgrundini.

Teigarnir, sum ætlanin er at bjóða út, eru tøkniliga avbjóðandi, av tí at kunnleikin til jarðløgini undir basaltfláunum, har vónað verður at finna kolvetni, er avmarkaður. Basaltfláirnar eru ein forðing fyri teir jarðalisfrøðiligu kanningarhættirnar, sum verða nýttir í sambandi við oljuleiting.

Bæði norskir og bretskir myndugleikar hava boðið út nýggjar leiðir til oljuleiting fram við Atlantsmótinum. Í Noregi endar 18. útbjóðingarumfar um miðjan mars 2004. Útboðsøkið fevnir um fleiri djúphavsteigar, m.a. í Norskahavið í ein landnyrðing úr Føroyum. Bretska Vinnumálaráðið hevur boðað frá 22. útbjóðingarumfari, ið fevnir um alt økið vestan fyri Hetland, har loyvi ikki frammanundan eru latin. Freistin at lata inn umsóknir er í juni 2004. Bretar hava broytt loyvisskipanina fyri økir, har avbjóðingin at leita eftir kolvetnum er mett at vera serliga stór. Eftir ætlan kunnu feløgini kanna størri økir í einum byrjunarskeiði, soleiðis at møguligt verður at finna fram til mest áhugaverdu økini, og síðani at lata aðrar partar av økinum aftur.

Sum liður í fyrireikingunum til hetta útbjóðingarumfarið skipaði Jarðfrøðisavnið fyri einum tilmælisumfari á heysti 2003. Feløg, ið eru virkin á Atlantsmótinum, fingu møguleika at geva tilmæli um teigar, ið tey hildu vera áhugaverdar í sambandi við oljuleiting. Tilmæli av hesum slagi kunnu í fyrsta lagi geva ábendingar um áhugan fyri økinum, og í øðrum lagi hjálpa myndugleikunum at velja teir teigar, bjóðast skulu út í komandi útbjóðingarumfarinum. Tá freistin var úti, høvdu sjey feløg víst á øki, sum tey mettu vera áhugaverd til eitt komandi útbjóðingarumfar. Tilmælini samsvara væl við tær metingar og ætlanir, sum Oljufyrisitingin og Jarðfrøðisavnið høvdu gjørt frammanundan.

Eftir ætlan verða tvær boringar á sumri 2004 á bretskum øki tætt við landgrunsmarkið. Tó at ongar upplýsingar fáast um endamálið við boringunum, kann hugsast, at hetta eru boringar, har nýttu leitimyndlarnir eisini kunnu vera galdandi inni á føroyskum øki. Um so er, kunnu úrslitini fáa ávirkan á 2. útbjóðingarumfar, ið hvussu so er hjá teimum oljufeløgum, ið hava atgongd til boridáturnar frá boringunum ensku megin markið. Oljufeløgini fara komandi mánaðirnar harumframt at gera nýggjar metingar um økið vestan fyri Hetland í sambandi við teirra fyrireiking til 22. loyvisumfar á bretska landgrunninum. Jarðfrøðin steðgar ikki við landamørk, og tí er hugsandi, at arbeiðið við fyrireikingunum verður víðkað til eisini at fevna um føroyska økið.

Tilmælini frá oljufeløgunum vísa, at tey eru áhugað í at halda fram at leita eftir kolvetni á landgrunninum. Samstundis er greitt, at bert fáar kanningar eru gjørdar á økinum, sum verður bjóðað út, og at arbeiðið við økinum inniber stórar tøkniligar avbjóðingar. Vónirnar til talið á umsóknum, og hvussu stórar arbeiðsskráirnar verða, eru tískil heldur minni nú enn fram ímóti 1. útbjóðingarumfarinum.

Grundað á hesa vitan verður mælt til, at farið verður undir 2. útbjóðingarumfar, og at økið, sum er tilskilað í uppskotinum til hesa útbjóðingarlóg, verður boðið út.

5.2 Leitiumstøður

Útlitini í teigunum, sum bodnir verða út í 2. útbjóðingarumfari, eru sambærilig við útlitini, ið eru galdandi fyri verandi 9-ára loyvi.

Mælt verður til at brúka eina einfalda og liðiliga loyvisskipan, har landsstýrismaðurin veitir loyvi, har ásett er, hvussu loyvisskeiðið verður skipað, og um hvørjar arbeiðsskyldur verða tengdar at loyvinum. Sambært løgtingslóg nr. 31 frá 16 mars 1998 um kolvetnisvirksemi kann loyvi til kolvetnisleiting verða veitt fyri tíðarskeið upp til 12 ár, ið kunnu verða longd við upp til 2 árum í senn, tó samanlagt í mesta lagi 16 ár.

Kolvetnisvánirnar eru ikki væl lýstar á føroyska økinum, sum enn kann metast sum eitt nýtt øki í oljuleitingarhøpi. Størsti parturin av økinum er fjaldur av basaltfláum, sum tarna bæði seismiskum kanningum og boringum. Hetta merkir, at tað er lítið sannlíkt, at feløg, sum søkja um loyvi, fara at hava leitimið, sum eru klár at bora, uttan kanska í einstøkum førum tætt upp at bretska markinum. Heldur kann hugsast, at feløgini hava áhuga í nøkrum møguleikum, sum tey hava kunnleika til frá keypsdátum og møguliga frá arbeiði, sum varð gjørt í sambandi við 1. útbjóðingarumfarið. Fyri framhaldandi at kunna arbeiða við hesum møguleikum er hugsandi, at feløgini fara at bjóða eina arbeiðsskrá, sum er samansett av einum skeiði, har nýggjar seismiskar kanningar og/ella aðrar kanningar verða gjørdar, fyri síðani at taka avgerð um, hvussu skal farast víðari fram, møguliga við einari boring, ella um økið skal latast aftur.

Við ikki at seta avmarkingar um áramál í standardloyvið meta Oljufyrisitingin og Jarðfrøðisavnið, at møguleikin fyri at fáa góðar arbeiðsskráir er bestur. Við hesi skipan er møguligt bæði at veita loyvi, sum líkjast 6 og 9-ára loyvunum frá 1. útbjóðingarumfarinum, umframt aðrar samansetingar av parttíðarskeiðum og avgerðum.

5.3 Øki at bjóða út

Økið, sum skotið verður upp at bjóða út í 2. útbjóðingarumfari, er um 19.000 ferkilometrar, býtt sundur í 83 heilar teigar og 39 partteigar. Talan er um eitt samfast høvuðsøki eystanfyri og í ein landsynning úr Føroyum, og tvey einstøk smærri øki í ein útsynning sunnan, skamt frá bretska markinum.

Høvuðsøkið í eystri og landsuðuri, um 20-120 fjórðingar úr landi, liggur á ytra parti á føroyska landgrunninum, út ímóti Hetlandsrennuni. Dýpið er 200 m næst landi, men í rennuni økist dýpið upp í 1500 m. Teigarnir liggja allir hvør upp at øðrum, sæð burtur frá teimum teigunum, sum eru fevndir av leitiloyvum frá 1. útbjóðingarumfari. Økið røkkur norður á 62o 40’N. Vestureftir teknar loyvisøkið eitt trappuskap, sum gongur fram við heilum teigum frá 4o V í norðasta partinum, til 6o V skamt eystan fyri Munkagrunnin, har tað røkkur longst vestur. Eystureftir og suðureftir ganga teigarnir í landgrunsmarkið móti Bretlandi. 24 partteigar liggja fram við markinum, 11 partteigar fevna lutvíst um teigar, har leitiloyvi longu eru latin. Hesir eru merktir "b" á kortinum í fylgiskjali A.

Tey tvey smærru økini, ið verða boðin út í ein sunnan og útsynning úr Føroyum, fevna um føroyska partin av Bankarygginum og Ymirrygginum. Hesir teigar liggja millum 25 og 55 fjórðingar úr landi, og dýpið er 500-1100 m. Økið á leiðini við Bankaryggin telur 6 heilar teigar og 2 partteigar. Økið longri vesturi við Ymirryggin er minni, tað fevnir um 2 heilar og 2 partteigar (sí hjálagda kort).

Orsøkirnar fyri tilmælinum um at bjóða út hesi øki eru fleiri:

Tilmælið um at bjóða hesi øki út er grundað á omanfyri nevndu fyrilit, sum verða hildin at vera besta grundarlag undir framhaldandi leiting eftir kolvetni. Tá atlit eru tikin fyri, at føroyska økið í leitingarhøpi ikki er fullbúgvið og fyri tøkniligu avbjóðingunum á økinum, verður mett, at innleiðandi virksemið í stóran mun fer at fevna um jarðalisfrøðiligt kanningararbeiði, t.d. seismiskar kanningar, heldur enn boringar. Royndirnar úr grannalondunum og frá fyrsta føroyska útbjóðingarumfarinum vísa, at loyvi verða bert latin á parti av útbjóðaða økinum. Hetta er fyrst og fremst tí, at summir teigar ikki verða roknaðir at vera nóg áhugaverdir, og tí summir umsøkjarar ikki lúka ásettu krøvini til loyvishavararnar. Tað kann eisini viðhvørt vera skilagott at lata vera við at veita leitiloyvi á ávísum teigum, uttan so at talan er um serstakliga dyggar umsóknir. Landsstýrismaðurin hevur heimild til ikki at ganga øllum umsóknum á møti, vísandi til § 7, stk 3 í løgtingslóg um kolvetnisvirksemi.

Nøkur øki, íroknað smáu, einstøku økini á Bankarygginum og Ymirrygginum sunnanfyri og í útsuðri, sýna stórar hevjaðar vendur við basalti tætt uppi undir havbotninum. Hesi øki eiga at verða gjølligari kannað. Skal hetta gerast, má nýggj tøkni takast í nýtslu til at fáa upplýsingar um fláirnar undir basaltinum. Verða tøknilig nýbrot gjørd á hesum bógvi, kunnu leitiboringar á tílíkum økjum gerast møguligar í framtíðini.

5.3.1 Arbeiðsætlanir

Stórur dentur verður lagdur á arbeiðsskránna, tá loyvi verða latin, sí § 4, stk 1 í standardloyvinum. Á henda hátt roynir myndugleikin at tryggja sær, at leitiarbeiðið verður effektivt og tøkniliga væl grundað fyri at røkka høvuðsendamálinum, sum er at vísa á rakstrarverdar nøgdir av kolvetnum í undirgrundini.

5.3.2 Stødd á loyvisøkjum

Loyvi, sum verða latin í komandi útbjóðingarumfari, fara væntandi at fevna um økir, sum verða um 1000 – 1500 ferkilometrar til víddar. Tað er á leið sama stødd, sum tey øki, ið eru fevnd av 9-ára loyvunum í 1. útbjóðingarumfarinum.

5.4. Skattir og gjøld

Viðurskiftini viðvíkjandi skatta- og avgjaldskipanini eru ásett í kolvetnisskattalógini, í loyvunum og í kunngerðum við heimild í kolvetnislógini.

Kolvetnisskattalógin ásetir, hvat virksemi er fevnt av lógini. Í stuttum kann sigast, at hon áleggur oljufeløgum og teirra undirveitarum at rinda skatt av sínum virksemi og persónum at rinda persónsskatt. Her kann viðmerkjast, at føroyskar fyritøkur, ið eru undirveitarar til kolvetnisvinnuna, skulu ikki gera serstaka skattauppgerð fyri henda part av teirra virksemi, tí hann er fevndur av vanligu skattauppgerðini.

Tá tann parturin av kolvetnisskattaskipanini, ið áleggur oljufeløgunum skatt, varð tilevnaður, var fyrsta endamálið, at skipanin skuldi tryggja føroyska samfelagnum sín part av einum møguligum ágóða av kolvetnisvinnuni. Eitt annað endamál var, at skipanin skuldi vera støðug, soleiðis at skilja, at neyðugt skuldi ikki verða at broyta hana, so hvørt viðurskiftini hjá oljuvinnuni broytast. Hesin parturin av skipanini er tí tvíbýttur við einum partafelagsskatti og einum serskatti, har partafelagsskatturin skattar "vanligan" vinning, meðan serskatturin verður lagdur á serliga høgan vinning frá oljuframleiðslu.

Partafelagsskatturin er 27%. Verður tað so, at oljufeløg fáa stóran vinning, kemur serskatturin eisini inn í myndina. Hann er í trimum stigum. Er avkastið av íløgu- og rakstrarúteiðslunum minni enn 20%, verður ongin serskattur latin. Er avkastið millum 20 og 25%, verða latin 10% í serskatti o.s.fr. Tilsamans kann serskatturin verða 40%, og verður hann lagdur á, um avkastið er størri enn 30%.

Umframt skattin er ætlanin at leggja eitt framleiðslugjald á inntøkurnar hjá oljufeløgunum smb. §§ 8-10 í loyvunum. Framleiðslugjaldið var í fyrsta útbjóðingarumfari 2%, og verður mælt til, at hetta verður óbroytt í øðrum útbjóðingarumfari.

Gjaldið verður roknað av bruttovirðinum av seldum kolvetnum. Samanborið við skatt frá oljufeløgunum, ið landskassin ikki fær ágóðan av fyrr enn feløgini koma í skattastøðu, tvs. at gamlar útreiðslur eru vunnar inn aftur, so fær landskassin inntøkur frá framleiðslugjaldi, tá framleiðslan byrjar.

Framleiðslugjald var vanligt fyrr í nógvum londum, men er tað ikki longur. Orsøkin er, at tað í ávísan mun hevur óhepnar avleiðingar fyri framleiðsluáhugan hjá oljufeløgum, tá framleiðslan frá eini keldu minkar ella er lítil, og rakstrarkostnaðurin tí gerst lutfalsliga tungur. Tá kann eitt bruttoavgjald gerast ein orsøk til, at framleiðslan heldur uppat fyrr, enn hon annars hevði gjørt. Ein skal tí vera varin við at nýta henda hátt at útvega landskassanum sín part av ágóðanum. Eitt framleiðslugjald á 2% verður kortini ikki hildið at hava munandi ávirkan á áhugan hjá oljufeløgunum.

Av tí, at framleiðslugjaldið er frádráttarbært í skattagrundarlagnum fyri partafelagsskatt og serskatt, og partafelagsskatturin er frádráttarbærur í skattagrundarlagnum fyri serskatt, verður samlaða skattatrýstið sum víst í talvuni niðanfyri.

wpe1.jpg (17705 bytes)

Hava oljufeløg eitt avkast, ið er minni enn 20% av íløgu- og rakstrarútreiðslunum, gjalda tey uml. 28,5% í skatti og framleiðslugjaldi. Koma tey upp á hægsta skattastig, kunnu tey koma at gjalda uml. 57% í skatti og framleiðslugjaldi, men tað er treytað av, at tey hava eitt avkast upp á minst 30% av sínum íløgu- og rakstrarútreiðslum.

Samanborið við londini kring okkum verður hetta mett at vera hóskandi. Sum dømi kunnu nevnast, at Írland er tað landið, ið hevur lægst skatt. Har er hann 25%, men har er lítið kolvetnisvirksemi. Í Noregi, sum hevur hægsta skattatrýst av londunum nærindis okkum, og har sera stórar nøgdir av kolvetnum eru funnar, er partafelagsskatturin 28%. Harafturat kemur ein serskattur, ið kann vera upp til 50%. Millum hesi liggur so Bretland, har skatturin nú er 40%. Tó at hesi skattastigini geva góðar ábendingar um, hvussu skattligu viðurskiftini eru í hesum londunum, eigur eisini at vera havt í huga, at t.d. frádráttarreglur o.a. eru ymiskar, og at skattskylduga grundarlagið tí eisini er ymist frá landi til land.

Umframt skatt og framleiðslugjald er álagt feløgunum at rinda eitt gjald fyri økini, tey hava fingið tillutað. Hetta er eisini ætlanin í øðrum útbjóðingarumfari smb. § 7 í loyvunum. Gjaldið er 500 kr. fyri ferkilometurin tey fyrstu 6 árini, og tað veksur síðani til kr. 39.000 tað 16. árið og møgulig fylgjandi ár. Viðmerkjast skal tó, at inntøkan frá hesi hækking kann verða heilt ella lutvíst mótvigað av, at feløgini við tíðini kunnu lata partar av loyvisøkjunum aftur. Hækkandi gjaldið er m.a. ætlað at ávirka feløgini til at lata loyvisøki frá sær, ið tey ikki á fullgóðan hátt vilja ella megna at leita á.

Hóast eingin kolvetnisframleiðsla er her enn, hevur landskassin havt inntøkur av tí leitivirksemi, sum hevur verið. Sambært tølum frá Fíggjarmálaráðnum á heysti í 2003 hava skattainngjøldini frá skattaborgarum (feløgum og persónum), ið ikki eru búsitandi í Føroyum, verið uml. 43. mió. kr. fyri árini 2001-2003. Harafturat koma víddargjøldini, ið eru gjøld fyri loyvisøkini, upp á uml. 2 mió. kr. um árið í 3 ár. Tilsamans hava samlaðu inntøkurnar sostatt verið omanfyri 50 mió. kr. umframt meirvirðisgjald o.a. hesi árini. Skattir og gjøld frá føroyskum fyritøkum og persónum av inntøku frá kolvetnisatknýttum virksemi verður ikki uppgjørt serskilt, og ber tí ikki til at siga, hvussu stórar hesar inntøkur landskassans hava verið.

Tað er sera torført at meta um, hvørjar inntøkur nýggja útbjóðingarumfarið kann hava við sær, um farið verður undir framleiðslu av kolvetnum. Á myndini niðanfyri síggjast dømi um, hvussu landskassainntøkurnar av skatti frá oljufeløgum og framleiðslugjaldi kunnu fara at verða. Tølini skulu avgjørt takast við stórum fyrivarni, tí ein møgulig framleiðsla undir øllum umstøðum liggur fleiri ár frammi, og til ta tíð eru viðurskiftini við vissu broytt.

5.5 Føroysk luttøka í virkseminum

Tað, sum undir einum felags heiti verður nevnt føroysk luttøka, snýr seg um:

5.5.1. Føroyskar veitingar

§ 11 í loyvunum ásetir, at føroyskar fyritøkur í kapping við aðrar skulu hava veruligar møguleikar at bjóða upp á vørur og tænastur, sum loyvishavarunum tørva í sambandi við virksemi teirra á føroyskum øki.

Landsstýrismaðurin í oljumálum setti í 2000 í verk mannagongd, sum loyvishavararnir skulu fylgja. Mannagongdin ásetir m.a., at loyvishavarar í góðari tíð frammanundan skulu kunna um, hvørjum vørum og tænastum teir vænta at hava tørv á í sambandi við virksemi sítt á føroyskum øki. Eisini ásetir hon, at í størst møguligan mun skulu størri sáttmálar býtast upp í eindir, sum eru atkomiligar fyri føroyska vinnu.

Avleidda virksemið av teimum trimum brunnunum, ið vórðu boraðir í 2001, var rættiliga fitt. Serliga stóðst virksemi av flúgving og sjóvegis flutningi. Mett varð, at umsetningurin í Føroyum í hesum sambandi var umleið 150 mió. kr., ella umleið 25% av borikostnaðinum. Tó fór ein stórur partur av hesum av landinum aftur, t.d. til leigu av tyrlu, brennievni o.a. Í 2003 var bert tann eini brunnurin boraður, og var umsetningurin væl minni.

Royndirnar vísa, at tað eru ikki bert ásetingar í lóggávu og loyvum, ið eru avgerandi fyri, í hvønn mun føroyskar fyritøkur sleppa at veita vørur og tænastur. Hugburðurin hjá loyvishavarunum er eisini rættiliga avgerandi. Í flestu førum er hugburðurin jaligur, og arbeitt verður fyri at tryggja føroyskum fyritøkum atgong til virksemið. Er hugburðurin hinvegin neiligur, ber altíð til at finna grundgevingar fyri, hví føroyskar fyritøkur bert í minni mun sleppa upp í part.

Tað kann hava týdning fyri føroyskar fyritøkur at taka lut í virkseminum fyri at fáa royndir, sum tær kunnu vísa til í øðrum sambandi. Sum dømi kann verða nevndur sáttmálin, sum Atlantsflog hevur fingið um flúgving í Noregi. Tað eru helst fleiri orsøkir til, at felagið megnaði at fáa sáttmálan. Eitt, sum kann hugsast at hava hjálpt til, er, at felagið kundi vísa til royndirnar, tað hevði frá flúgvingini fyri oljufeløg á føroyskum øki, og ein onnur orsøk kann hava verið, at eitt oljufelag legði orku í at virka fyri at fáa samstarvið í lag, soleiðis sum § 12 í loyvunum ásetir.

§ 11 í kolvetnislógini ásetir, at allur flutningur til føroyskt øki skal um føroyskan bryggjukant ella føroyskan flogvøll. Hetta lógarkrav er partur av teimum treytum, sum feløgini, sum fáa loyvi at leita eftir kolvetni í Føroyum, skulu lúka.

Eitt sindur ymist er frá loyvishavara til loyvishavara, hvønn hugburð teir hava til hesa áseting. Víst verður m.a. á, at tað hevur ein beinleiðis eykakostnað við sær í mun til, um flutningurin var beinleiðis millum boripall ella -skip og útlandið.

Feløgini vísa eisini á, at teirra innanhýsis arbeiðsgongdir mugu tillagast, og at tað er lutfalsliga tungt til so lítið virksemi, sum ein leitiboring er í teirra høpi.

Spurningur hevur verið settur við, hvørt tað er neyðugt at hava áseting um bryggjukant og flogvøll, tá væntast kann, at føroyskar fyritøkur luttaka í virkseminum, um tær eru kappingarførar, sum ásett er í § 10 í kolvetnislógini. Til hetta kann viðmerkjast, at tað er ikki vist, at føroyskar fyritøkur sleppa upp í part, hóast tær eru kappingarførar, um virksemið ikki gongur umvegis Føroyar. Í øllum førum hava tær verri fyritreytir enn t.d. skotskar fyritøkur, um útgerðarvirksemið gekk millum skotska útgerðarhavn og føroyska leitiøkið.

§ 11 í kolvetnislógini loyvir landsstýrismanninum í serligum førum at gera undantak frá ásetingini um, at útgerð og persónar skulu um føroyskan bryggjukant ella flogvøll. Í sambandi við teir fýra brunnarnar, sum eru boraðir higartil, hava undantøkini verið umleið 10-15 tilsamans. Undantak hevur t.d. verið latið

Hinvegin eru grundgevingar, sum t.d., at tað er bíligari at skipa útgerð beinleiðis á boripall, ikki nøktandi fyri at fáa undantaksloyvi.

Samanumtikið verður hildið, at ásetingin í § 11 í kolvetnislógini m.a. hevur havt virksemi við sær til føroyskar fyritøkur, sum tær annars ikki høvdu fingið. Í mun til hetta verður tann bági, ásetingin møguliga hevur fyri onkrar loyvishavarar, ikki mettur at vera so stórur, at tað er grundgeving fyri at broyta ásetingina.

5.5.2 Samband við útlendskar fyritøkur um menning av førleika og kunnleika hjá fyritøkum

Sambært § 12 í standardloyvinum skulu loyvishavararnir virka fyri, at avtalur verða gjørdar millum føroysk og útlendsk virki um at byggja upp førleika og tøkniligan kunnleika.

Sum partur av førleikamenningini annars hava føroyskar fyritøkur í tilknýti til verandi loyvi fingið hjálp at koma í samband við útlendskar fyritøkur við tí fyri eyga at menna føroysku fyritøkurnar soleiðis, at tær kunnu fáa atgongd til útlendskar marknaðir.

Frammanfyri er samstarvið millum Atlantsflog og norskt felag nevnt, sum lutvíst man vera úrslit av ásetingini í § 12. Í onkrum øðrum førum er eisini møguligt, at ítøkiligt samstarv spyrst burturúr, meðan tað helst er meira ivasamt í øðrum førum. Fleiri orsøkir eru til, at útlitini eru ymisk. Skal úrslit spyrjast burturúr, er neyðugt, at tað áhaldandi verður arbeitt fyri hesum. Tað er rættiliga tíðar- og arbeiðskrevjandi at fáa slík samstørv í lag, og hvørt tað er ein orsøk til, at onkrar av føroysku fyritøkunum, sum hava arbeitt fram ímóti hesum, kortini fella frá, er ilt at siga.

Tað er tó greitt, at tað ikki einans eru loyvishavararnir, sum hava eina stóra uppgávu, tá ræður um at fáa samstarv av hesum slagi í lag. Hetta setir stór krøv til tær føroysku fyritøkurnar, sum skulu fáa nakað burturúr.

5.5.3 Arbeiðsmøguleikar

Sambært § 13 í loyvunum skulu loyvishavarar átaka sær at geva føroyingum arbeiðsmøguleikar.

Øll tey verandi loyvissamtøkini hava skrivstovu í Føroyum, og eru skrivstovurnar mannaðar við føroyingum. Tilsamans starvast umleið 10 fólk fast á skrivstovunum.

Viðvíkjandi størvum umborð á boripallum ella -skipum, eru arbeiðsmøguleikarnir avmarkaðir. Borivirksemi er ikki hvørt ár, og harafturat bert part av árinum. Væntast skal tí ikki, at stórt tal av føroyingum verður sett í starv hjá oljufeløgunum til slík arbeiði í leitiskeiðinum. Størvini koma helst meira at verða hjá føroyskum fyritøkum, sum luttaka í virkseminum. Nevnast kann sum dømi, at føroyskt felag stóð fyri catering virkseminum í sambandi við boringarnar í 2001. Fleiri av teimum, sum starvaðust har, vórðu flutt til somu størv í útlandinum, tá boringin í Føroyum var av.

Hinvegin átti helst meiri at verið gjørt við at fáa aðrar starvsbólkar, sum t.d. verkfrøðingar og jarðfrøðingar í starv. Men m.a. samanleggingar av oljufeløgum hava havt við sær, at feløgini hava skorið starvsfólkatalið niður seinastu árini. Tá er kanska ikki lætt at vænta, at føroyingar skulu verða settir í starv, men Oljufyrisitingin fer aftur at bera hetta upp á mál við oljufeløgini.

Viðmerkjast kann, at virksemið hjá oljufeløgunum í alt størri mun verður skipað soleiðis, at tað ikki eru oljufeløgini sjálvi, ið standa fyri ymsu uppgávunum, men at undirverktakarar gera arbeiðini vegna oljufeløgini. Hetta merkir ikki, at oljufeløgini onga ávirkan hava á, hvør ger arbeiðið fyri tey, men hesin arbeiðsháttur ger tað ikki lættari at fáa føroyingar og føroyskar fyritøkur upp í virksemið, hóast reglurnar um føroyska luttøku eru galdandi bæði fyri loyvishavararnar og verktakarar teirra. Tað er sera avmarkað, hvat kann fáast av inntøkum til landið við til dømis at seta krav um, at eitt ávíst tal av føroyingum skal setast í starv á einum boripalli ella -skipi, meðan tað er í føroyskum øki. Heldur eiga vit at halda fast við ásetingina um, at føroyskar fyritøkur skulu hava veruligan møguleika at sleppa upp í part. Tá er sannlíkið størri fyri at fáa í lag varandi menning av føroyskum fyritøkum og vinnu sum heild og harvið óbeinleiðis eisini arbeiðsfólkum.

5.5.4 Gransking

§ 13 ásetir somuleiðis, at loyvishavarar skulu leggja seg eftir at geva føroyskum stovnum og fyritøkum møguleika at luttaka í granskingar- og menningarætlanum, um farið verður undir tílíkar ætlanir í sambandi við loyvini.

Sum ein part av skyldunum hava loyvishavararnir bundið seg til at nýta væl av peningi til Sindri verkætlanina, ið er umrødd aðrastaðni í hesum viðmerkingum. Sum liður í hesum luttaka føroyskir stovnar í granskingar- og menningarætlanum við tilknýti til jarðfrøðilig viðurskifti.

Harumframt hava loyvishavarir stuðlað føroyskum PhD-verkætlanum.

5.5.5 Førleikamenning

Í 1. útbjóðingarumfari var ein av kappingarparametrunum, í hvønn mun oljufeløgini átóku sær at virka fyri menning av vinnuliga førleikanum í føroyskum fyritøkum. Tað vísti seg, at tá umsóknirnar skuldu latast inn, høvdu feløgini bara í lítlan mun funnið egnaðar verkætlanir. Í staðin varð avtalað, at loyvissamtøkini hvørt í sínum lagi skuldu seta pening av til menning av førleikanum, sum varð kravdur av føroyskum fyritøkum, fyri at tey kundu luttaka í eini komandi oljuvinnu í Føroyum ella uttanlands. Eisini skuldi havast í huga, at førleikin helst skuldi kunna koma til gagns uttan mun til, um verulig oljuvinna tekur seg upp í Føroyum. Tey átóku sær at nýta umleið 85 mió. kr. til hetta endamálið, harav eru umleið 50 mió. kr. nýttar higartil.

Tað eru loyvissamtøkini, sum hvørt í sínum lagi umsita peningin, tey hava játtað at nýta. Er ivamál um, hvørt ein verkætlan kann roknast sum vinnuliga førleikamennandi, kunnu feløgini tó avgera hetta í samráð við Oljufyrisitingina. Eina ferð árliga skulu tey lata Oljufyrisitingi frágreiðing um, hvussu peningurin er nýttur.

Í verki vísti tað seg við tíðini at vera trupult at gera av, hvørjar ætlanir kundu sigast ikki at vera tengdar at oljuvinnuni. Oljuvinnan – eins og allar aðrar vinnur – hava tørv á nógvum ymiskum vørum og tænastum, sum kanska í fyrsta umfari ikki verða settar í samband við oljuvinnu, t.d. telesamskifti, catering og reingerð, og tað var mangan sera tíðarkrevjandi at gera av, hvørt ein verkætlan varð fevnd av endamálinum við vinnuligu førleikamenningini ella ikki.

Gjørt varð tí av at broyta kravið til verkætlanir soleiðis, at verkætlanir, ið kundu sigast at verða vinnuliga førleikamennandi – og soleiðis tæna sama høvuðsendamáli, sum upprunaliga ætlað - kunnu fáa stuðul.

Hetta hevur m.a. við sær, at útbúgvingar – serliga á hægri stigi - eisini kunnu verða stuðlaðar. Tó er tað so, at vanliga verður ikki latin stuðul til einstaklingar, men heldur til fyritøkur og stovnar t.d. til PhD-útbúgvingar.

Av teimum umleið 50 mió. kr., sum higartil eru játtaðar, eru umleið 60% játtað til beinleiðis vinnulig endamál, meðan umleið 40% eru játtað umvegis útbúgvingarverkið til vinnuligar útbúgvingar.

Vinnuligu menningarætlanirnar hava verið nýttar til venjing/upplæring av starvsfólki, nýskapan av útgerð og framleiðslu, menning av góðskustýring, leiðslumenning, gransking o.a.

Størsti parturin av vinnuligu menningarverkætlanunum hava verið førleikamenning gjøgnum venjing og upplæring av starvsfólki. Eisini er væl av peningi brúktur til menning av útgerð og framleiðslu. Hinvegin er minni av peningi, enn væntast kundi, brúktur til beinleiðis leiðslumenning í fyritøkum. Tó er m.a. sum partur av førleikamenningini sett í verk ein leiðsluútbúgving á Føroya Handilsskúla í samstarvi við Robert Gordon University í Aberdeen, har umleið 40 fólk luttaka.

Stuðulin til útbúgvingarverkið er serliga ætlaður til hægri útbúgvingar. Tað eru soleiðis serliga Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Handilsskúli, ið hava móttikið stuðul. Stuðul til Fróðskaparsetur Føroya er serliga nýttur til PhD-útbúgvingar og útbúgving av oljuverkfrøðingum. PhD-útbúgvingarnar eru t.d. innan evni við tilknýti til oljuvinnu, aldumyndil og aling á streymasjógvi.

Oljufyrisitingin væntar, at feløgini eisini í hesum komandi útbjóðingarumfarinum fara at átaka sær at virka fyri vinnuligari førleikamenning, tó at upphæddin møguliga verður nakað minni enn í 1. útbjóðingarumfari. Ein spurningur er so, hvørt skipanin skal halda fram óbroytt, ella um onkur tillaging eigur at verða gjørd. Fyrisitingin hevur soleiðis mett um, hvørt skipanin við at oljufeløgini umsita peningin, framvegis er tann skilabesta, og hvørt talan framhaldandi verður um vinnuliga førleikamenning.

Ein orsøk til, at oljufeløgini sjálvi umsita peningin, er, at upprunaliga var ætlanin, at tey við sínum kunnleika skuldu verða við til at menna føroyskt vinnulív at gerast betri ført fyri at luttaka í oljuvinnuni. Ein onnur orsøk var, at feløgini á henda hátt so við og við skuldu gerast ein partur av føroyska samfelagnum. Hetta vóru skilagóðar grundgevingar, og verða framvegis mettar týðandi. Tað skilst á oljufeløgunum, at tey meta skipanina virka væl og síggja onga orsøk til at broyta hana.

Peningurin, sum higartil er brúktur, hevur sett nógv áhugavert virksemi í gongd og bæði hevur og fer at geva íkast til menning. Men møguleikar og tørvur eru framvegis fyri at lyfta vinnuliga førleikan. Umstøðurnar broytast alla tíðina og krevja tillagingar í førleikanum - bæði fyri verandi vinnur, og ikki minst um farast skal undir nakað nýtt. Grundarlag er tí avgjørt fyri at hava hetta við sum eitt kappingarparametur í 2. útbjóðingarumfari og at halda fast við, at stuðulin, feløgini átaka sær at nýta, skal latast til vinnuliga førleikamenning.

5.5.6. Samandráttur um føroyska luttøku

Staðfestast má fyrst, at tær vónir og væntanir, ið føroyska vinnulívið hevði til tað virksemi, sum oljuleiting við Føroyar fyribils fór at hava við sær, helst vóru nakað bjartar. Vinnulívið hevur staðfest, at í leitiskeiðinum er virksemið avmarkað, og tað er ikki nóg mikið, at oljuvirksemið er komið nærri okkum. Tað er framvegis neyðugt við miðvísum arbeiði, skal úrslit spyrjast burturúr. Hinvegin hevur vinnulívið eisini víst, at tað megnar til fulnar at loysa tær uppgávur, tað hevur fingið.

Arbeitt verður tí áhaldandi víðari við, at føroyingar fáa lut í virkseminum. Frá myndugleikanna síðu má hetta gerast í eini javnvág. Ansast má eftir, at atlit til stuttvarandi gagn ikki í ov stóran mun verður tikið fram um sjálvt endamálið við virkseminum, ið er at finna kolvetni.

Við onkrari tillaging ella staðfesting av ivaspurningum viðvíkjandi hvørja útgerð, eitt boriskip kann hava við sær inn á føroyskt øki, umframt framhaldandi áminning til oljufeløgini um teirra skyldur í sambandi við føroyska luttøku, verður hildið, at viðurskiftini eru nøktandi og tí ikki neyðug at broyta.

5.6 Aðrar almennar loyvistreytir

Í § 17 í standardloyvinum er ásett, at oljumyndugleikin hevur rætt at taka lut á fundum í samstarvsnevndum hjá loyvishavarum. § 18 og 19 eru um skylduna, ið loyvishavarin hevur at veita starvsfólki hjá eftirlitsmyndugleikanum hjálp í kanningarvirksemi teirra, og um tær upplýsingar, sum loyvishavarin hevur skyldu at lata myndugleikunum sambært reglum, ið verða nærri ásettar við kunngerð.

Í §§ 20 og 21 eru ásetingar um tagnarskyldu, trúnaðarskeið v.m.

Í § 24 verður staðfest, at samloyvishavarar ábyrgjast í felag fyri endurgjald og skaðabøtur til fiskimenn, sum skulu gjaldast sambært kapittul 7 í løgtingslógini um kolvetnisvirksemi. Kravt verður, at loyvishavarar veita vissu fyri, at teir megna at bøta fyri sær, koma teir undir endurgjaldsskyldu.

Sambært § 26 kann loyvið ikki avhendast uttan góðkenning frá landsstýrismanninum.

6. Heilsa, trygd og umhvørvi v.m.

Kolvetnislógin ásetir, at bert skikkaðir umsøkjarar kunnu fáa leiti- og framleiðslulovyi. Tað er uppgáva myndugleikans at síggja til, at umsøkjarar hava neyðugan sakkunnleika, royndir, førleika og fíggjarorku innan leitingar- og framleiðsluvirksemi.

Viðvíkjandi heilsu, trygd og umhvørvi v.m. verða hesi førleikakrøv avgerandi fyri, um umsøkjarar kunnu metast at vera skikkaðir at fáa loyvi:

Umsóknin skal harumframt lýsa krøv, ið umsøkjarin sjálvur setur til heilsu, trygd og umhvørvi v.m. Hesi krøv skulu setast í samband við havøkið og ætlaða virksemið, ið umsóknin er galdandi fyri.

Tá loyvini eru givin, eru tað reglurnar í kunngerðini um heilsu, trygd og umhvørvi v.m., sum eru galdandi. Lógin ásetir, at leitingar- og framleiðsluvirksemið skal vera forsvarligt og skynsamiligt. Loyvishavarar bera ábyrgd av, at virksemið verður lagt til rættis og útint trygdarliga forsvarligt, meðan myndugleikin skal ansa eftir, at meginreglan verður fylgd. Kunngerðin um heilsu, trygd og umhvørvi í leitiskeiðinum ásetir neyv krøv til, hvussu farast skal fram, tá brunnar verða boraðir.

Í sambandi við leitiboringar er gjørt av, at fyristøðufeløg skulu hava eina bjargingartyrlu í tilbúgving í Føroyum, umframt at hóskandi tilbúgvingaramboð til oljuvernd skulu vera tøk á einari støð í Føroyum.

7. Avleiðingar fyri fiskivinnu, umhvørvi v.m.

Sambært § 7, stk. 2, 2. pkt. í lógini um kolvetnisvirksemi skal í viðmerkingunum til útbjóðingarlógina metast um avleiðingarnar, ið komandi kolvetnisvirksemið kann hava fyri sigling, fiskiskap og aðrar vinnur, umframt náttúru-, umhvørvis- og onnur samfelagsáhugamál. Somuleiðis skal metast um, hvat íkast virksemið fer at geva búskapi og arbeiðsvinnu.

Í brotunum 7.1 til 7.7 niðanfyri verður mett um avleiðingarnar, ið kolvetnisvirksemið kann hava fyri nevndu áhugamál.

Metingarnar í brotunum 7.1 til 7.5 eru gjørdar av fakfólki umboðandi Fiskivinnustovuna, Fiskirannsóknarstovuna og umhvørvisdeildina á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Oljufyrisitingin hevur í hesum viðfangi hildið fast um at hava ein kunnandi fund við fiskivinnu- og onnur áhugafeløg, fyri at tryggja, at væntaða leitivirksemið á útbjóðaða økinum ikki gongur øðrum samfelagsligum áhugamálum ov nær. Fundurin varð hildin 12. mars 2004. Aftaná fundin fingu áhugafeløgini viðmerkingarnar til hoyringar.

Áhugafeløgini sum fingu uppskot til løgtingslóg um 2. útbjóðingarumfar til hoyringar vóru: Felagið Ídnaðarskip, Felagið Laksaskip, Felagið Línuskip, Felagið Nótaskip, Felagið Rækjuskip, Felagið Trolbátar, Felagið Trolskip, Fiskimálaráðið, Fiskirannsóknarstovan, Fuglafrøðifelagið, Føroya Fiskimannafelag, Føroya Havbúnaðarfelag, Føroya Maskinmeistarafelag, Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag, Føroya Reiðarafelag, Føroya Sílaveiðifelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Heilsufrøðiliga starvsstovan, Meginfelag Útróðramanna, Meginfelag Vinnurekandi Útróðramanna, Náttúrugripasavnið, Reiðarafelagið fyri Farmaskip og Vaktar- og Bjargingartænastan.

Oljufyrisitingin hevur bert fingið viðmerkingar til lógaruppskotið frá Náttúrugripasavninum og Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag. Náttúrugripasavnið vísir í viðmerkingum til uppskotið á, at tá árins- og umhvøriskanningar verða gjørdar í sambandi við kolvetnisvirksemi á føroyskum øki, er tað ynskiligt, at stovnurin fær "avrit av øllum náttúruvísindaligum savnindi og alt innsavnað lívfrøðiligt tilfar í varðveitslu."

Í sambandi við fyrsta útbjóðingarumfar var breitt samstarv millum føroyskar og útlendskar granskarar og granskingarstovnar um útvegan av upplýsingum til árins- og umhvørviskanningar. Umráðandi er, at allar upplýsingar, sum koma til vega í sambandi við slíkar kanningar, verða savnaðar í Føroyum til gagns fyri framtíðar vitan og gransking innan tey ymisku fakøkini. Oljufyrisitingin eigur tí, í samstarvi við avvarðandi stovnar og oljufeløg, at tryggja, at tílíkar upplýsingar framhaldandi verða savnaðar herheima.

Føroya Náttúru-og Umhvørvisverndarfelag sigur í viðmerking til lógaruppskotið, at FNU tekur undir við uppskotinum, og ikki hevur nakrar viðmerkingar til tað.

Støðið undir metingunum er fyrst og fremst útboðsøkið, sí fylgiskjal A. Metingarnar eru grundaðar á, hvat roknast kann við av virksemi í leitiskeiðinum. Harumframt taka metingarnar støði í vitanini, sum myndugleikar og stovnar hava um vinnu- og umhvørvisviðurskifti. Sum dømi kunnu nevnast upplýsingar úr veiðidagbókum um slag av fiskiskapi á teimum ymisku havleiðunum, og upplýsingar úr fylgisveinaskipanini, ið verður brúkt av føroyskum og útlendskum fiskiskipum.

7.1. Avleiðingar fyri sigling

Leitingarvirksemið á føroyska landgrunninum kann ávirka sigling hjá fiskiførum o.ø. á tvinnar hættir:

Í hvønn mun havstøðir fara at darva sigling, og um skipaferðslan verður munandi økt, veldst um, hvussu umfatandi leitingarvirksemið verður, og hvussu nógvar havstøðir verða. Niðurstøðan er, at leitivirksemið og tann sigling, ið stendst av hesum, ikki verður nøkur álvarslig forðing fyri aðra sigling.

7.2 Avleiðingar fyri fiskiskap

Viðvíkjandi fiskiskapinum er spurningurin í fyrstu atløgu, hvar farið verður at leita eftir olju, hvussu hetta verður gjørt, og um og hvør fiskiskapur er á leiðunum.

Verður talan um eina ella fleiri boringar, leggur havstøðin sum nevnt omanfyri hald á eitt trygdarøki, sum er 500 m í allar ættir. Fiskiskapur er ikki loyvdur innan fyri hetta økið. Verður havstøðin hildin upp á pláss við akkerum, er akkersøkið størri enn trygdarøkið. Vanliga verður roknað við, at frástøðan frá havstøðini til akkerini svarar til 2-3 ferðir dýpið. Tá metast skal um, hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri fiskiskap, er neyðugt at skilja ímillum ymisk sløg av fiskiskapi og reiðskapi. Avleiðingarnar eru ymiskar, alt eftir um talan er um fiskiskap við botntroli, flótitroli, nót, línu ella gørnum, og um roynt verður eftir botnfiski ella uppsjóvarfiski.

Royndin eftir botnfiski fer mest fram á økjum, sum eru grynri enn 500 m. Avleiðingarnar fyri slíkan fiskiskap eru tí lítlar ella ongar, um leitingin fer fram á størri dýpum enn hetta. Meginparturin av tí útbjóðaða økinum liggur á meiri enn 500 m dýpi.

Trolarar, sum royna við botntroli, verða mest ávirkaðir, tá leitingarvirksemið gongur út frá einari havstøð. Orsøkin er 500 m trygdarøkið, sum minkar um møguligu fiskileiðina. Avleiðingarnar kunnu tá verða ymiskar, alt eftir um talan er um troløki, ið liggur í eini helling, ella um troløki, ið liggur á slættari botni við smáum broytingum í dýpinum. Orsøkin er, at møguleikarnir fyri at tóva uttan um og rundan um eina havstøð eru betri á leiðum við sløttum botni enn í einari helling, har dýpið broytist skjótt.

Árinini á fiskiskap við línu og gørnum eru sum heild minni enn árinini á fiskiskap við botntroli. Tað veldst tó um, hvør fiskiskapur er á leitiøkinum, og í hvønn mun aðrar fiskileiðir kunnu bøta fyri møguligar skerdar ella mistar fiskileiðir.

Nógv fiskifør verða nýtt til útróður við snellu ella línu. Talan er í flestu førum um smá før, ið royna nær landi.

Uppsjóvarfiskur verður veiddur við nót (sild og makrelur) ella flótitroli (svartkjaftur). Hvar og nær fiskiskapurin fer fram, er treytað av, hvussu fiskurin ferðast, og hvar hann stendur. Hetta kann verða ymiskt frá einum ári til næsta. Kanningar aðrastaðni hava víst, at kolvetnisvirksemi neyvan ávirkar ferðingarmynstrið. Harnæst hava havstøðir sjáldan týdning fyri, hvar fiskað verður eftir uppsjóvarfiski.

Tá tað snýr seg um seismiskt virksemi hava kanningar víst, at hetta kann styggja fiskin. Sum er, er seismiskt virksemi bert loyvt í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til 1. november.

Fiskiveiðieftirlitið hevur síðani 1998 rikið eina fráboðarnarskipan, sum veitir upplýsingar um seismiskt virksemi á landgrunninum. Skipanin hevur virkað væl.

Niðanfyri er eitt kort, sum lýsir veiðiøkini hjá lemmatrolarum (reyðar stjørnur), partrolarum (grønar stjørnur) og seturnar hjá línuskipum (gular stjørnur) umframt útbjóðingarøkið (innteknað við reyðgulum linjum).

Á kortinum sæst, at tað so at siga bara er fiskiskapurin hjá lemmatrolarum, sum kann verða ávirkaður av leitivirkseminum eystanfyri. Sunnan fyri Føroyabanka og á Bankarygginum kann fiskiskapurin eftir svartkjafti í apríl og mai, tá fiskurin ferðast norðureftir, tó eisini verða ávirkaður. Mælt verður tí til, ikki at loyva seismiskum virksemi á hesum øki í tíðarskeiðinum apríl/mai.

Niðurstøðan viðvíkjandi avleiðingunum fyri fiskiskapin er, at hóast leiting eftir kolvetnum eystan- og sunnanfyri kann ávirka møguleikarnar at troyta leiðirnar, so fer leitingin ikki at verða fiskiskapinum til álvarsligan ampa. Hetta kemst fyrst og fremst av, at størsti parturin av útbjóðaða økinum liggur á meiri enn 500 metra dýpi, meðan størsti parturin av fiskiflotanum roynir á grynri leiðum. Um leitibrunnar verða boraðir, tekur hetta bert einar 50-80 dagar, og tí er eingin verulig kapping um havøkini í leitiskeiðinum. Talan verður tí ikki um munandi skerdar veiðimøguleikar hjá fiskiflotanum.

Afturat hesum kemur, at myndugleikarnir kunnu stýra virkseminum soleiðis, at avleiðingarnar fyri fiskivinnuna verða so lítlar sum gjørligt. Tær reglur og fyriskipanir, sum regulera viðurskiftini ímillum fiskivinnu og oljuvinnu, eru gjørdar við atliti at áhugamálunum hjá báðum pørtum. Kjarnin í hesum er samskifti millum partarnar. Áhugamálini hjá fiskivinnuni verða havd í huga, hvørja ferð góðkenning verður latin oljufeløgum at fara undir leitivirksemi. Landsstýrismaðurin hevur tikið stig til, at kunnandi fundir verða hildnir fyri umboð fyri fiskivinnuna, áðrenn nýggj øki verða boðin út. Tá loyvini eru latin, verður møguligt at upplýsa, hvørjir teigar eru tillutaðir, hvørjar arbeiðsskyldurnar hjá oljufeløgunum eru (boringar og seismiskt virksemi), nær tað eftir ætlan verður borað á hvørjari leið, o.s.fr.

7.3. Avleiðingar fyri aðrar vinnur – kapping um arbeiðsmegi

Eftirsum virksemið vanliga er lítið og tíðaravmarkað í leitiskeiðinum, er tað neyvan sannlíkt, at havstøðir og útgerðarstøðir fara at økja munandi um eftirspurningin eftir føroyskari arbeiðsmegi. Vanliga leiga fyristøðufeløgini havstøðir við manning og útgerð. Á einari útgerðarstøð er bert grundarlag fyri heilt fáum ársverkum. Hetta er eisini galdandi, um fleiri havstøðir virka í senn.

Óbeinleiðis ávirkanin stendst av, at virksemið í øðrum vinnugreinum veksur vegna øktan eftirspurning eftir vøru- og tænastuveitingum. Hetta kann hava við sær, at kappingin um arbeiðsmegina fer at standa millum oljuvinnuna og aðrar vinnugreinar. Óbeinleiðis ávirkanin hevur vanliga størri týdning fyri kappingina um arbeiðsmegina.

Hvussu stór óbeinleiðis ávirkanin verður, veldst øðrumegin um, hvussu umfatandi leitingarvirksemið verður, leiklutin hjá føroyska vinnulívinum, og um hetta skapar nýggj arbeiðspláss. Hinvegin hevur kappingarstøðan hjá fiskivinnuni nógv at siga. Hava fólk í fiskivinnuni heldur hug at arbeiða innan kolvetnisvinnuna ella innan tað virksemið, sum henda vinna skapar á landi, má hyggjast nærri eftir, hvørji viðurskifti eru avgerandi fyri, at fólk flyta í aðra vinnu. Royndir aðrastaðni vísa, at tað ikki bert eru inntøkuviðurskifti, sum hava týdning, men eisini hvussu frítíðin er skipað, lønar- og eftirlønarviðurskifti, framtíðarútlit, o.s.fr.

Grundað á væntaða leitivirksemið og væntaða eftirspurningin eftir arbeiðsmegi er tað lítið, ið bendir á, at leitivirksemið í sambandi við 2. útbjóðingarumfar tey fyrstu árini fer at ávirka aðrar vinnugreinar merkisvert. 

7.4. Avleiðingar fyri náttúru

Ein beinleiðis avleiðing av leitivirkseminum er, at djóralívið í ávísan mun verður órógvað í leitingarøkinum. Hugsað verður serliga um botnverur, sjóverur, fisk, fugl og havsúgdjór, sum halda til kring útbúnaðin. Fiskur, fuglur og havsúgdjór kunnu í ávísan mun flyta seg burtur úr økinum og annars ótarnað venda aftur, tá leitivirksemið er liðugt. Hetta er ikki galdandi fyri botndjór, sum í størri mun eru staðbundin.

Í sambandi við møguligar oljulekar, sum geva oljublettir á sjónum, kann fuglur verða dálkaður. Royndirnar av teimum fýra boringunum hava verið góðar. Einki er likið á sjógv við undantak av 50 litrum av dieselolju í sambandi við eina bunkring í 2001.

7.5. Avleiðingar fyri umhvørvi

Kolvetnisvirksemi verður í síni heild mett sum dálkandi virksemi, har dálkingin fyrst og fremst stavar frá útleiðingum á sjógv og til luftina frá havstøðum. Dálking kann eisini stava frá óhappum. Hvørjar og hvussu umfatandi avleiðingarnar kunnu gerast fyri umhvørvið, er treytað av trygdarskipanum, tilbúgvingini, tiltøkum til verju av umhvørvinum, hugburði til umhvørvisvernd hjá loyvishavara og veitarum v.m. Sum heild hevur oljuvinnan tikið seg fram seinastu árini, tá talan er um at leggja virksemið til rættis við neyðugum fyrilitum fyri umhvørvis- og náttúruáhugamálum. Tað er tó sera umráðandi at ansa eftir, at tey feløg, sum fáa loyvi á føroyskum øki, hava nøktandi umhvørvismedvit og førleika.

Tað eigur framhaldandi at verða krav, at bert feløg, sum kunnu vísa á eina umhvørvisstýrisskipan, sum líkur treytirnar í altjóða viðurkendum standardum so sum ISO 14001 ella EMAS, kunnu fáa loyvi til leiting á føroyskum øki í førum, har boringar eru partar av arbeiðsskránni.

Meðan leitibrunnar verða boraðir, kunnu serliga hesar útleiðingar væntast:

Um ikki rætt verður borið at, er vandi fyri, at umhvørvið verður dálkað, og at dálkingin fær vistfrøðiligar avleiðingar fyri djóralívið í økinum. Flestu evni, ið verða útleidd, hava lítlan og ongan skaða við sær, meðan onnur kunnu hava negativt árin á umhvørvið. Serliga eru tað tey eitrandi evnini og evni, sum kunnu upphópast í livandi verum, umframt evni, ið eru persistent, sum dentur verður lagdur á at avmarka, tá útleiðingarloyvi verða veitt. Útleiðingar til luftina fara at økja føroyska útlátið av veðurlagsgassum, serliga CO2 og NOx.

Lógin um kolvetnisvirksemi ásetir, at "loyvi kann bert veitast umsøkjarum, sum ætlandi hava neyðugan sakkunnleika, royndir, førleika og fíggjarorku". Tá umsóknir um loyvi verða viðgjørdar, verður ansað eftir, at umhvørvisførleikin hjá umsøkjaranum er nøktandi.

Tá farið verður undir at bora, verða onnur og meira ítøkilig umhvørviskrøv ásett. Skipanin í kolvetnislógini er soleiðis háttað, at loyvishavarin skal hava serstakt loyvi ella góðkenning til hvørt virksemi sær. Sum dømi kann nevnast, at loyvishavari ikki kann bora ein leitibrunn, uttan frammanundan at hava fingið góðkenning til hetta virksemið. Harafturat kann tað verða kravt, at loyvishavarin ger metingar av tí árini, ið boringin kann væntast at hava á umhvørvið – eina sokallaða umhvørvisárinsmeting. Hvørjar umhvørvistreytir, ið verða settar loyvishavarum í sambandi við leitiboringar, veldst m.a. um niðurstøðurnar av hesum metingum.

Borievni, ið loyvishavarin ætlar at brúka, skulu góðkennast. Reglur um hetta eru ásettar í eini kunngerð um nýtslu og burturbeining av evnum og tilfari frá havstøðum. Sambært hesum reglum krevst loyvi – eitt sokallað útleiðingarloyvi - frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni til nýtslu og burturbeining av øllum evnum, ið verða nýtt í sambandi við borivirksemi. Áðurnevnda loyvi setir eisini treytir fyri burturkastviðgerð, fráboðan o.a. Í umsóknini um loyvi til nýtslu og burturbeining av evnum og tilfari skulu vera allar upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at meta um ta ávirkan, sum útleiðingarnar hava á umhvørvið. Afturat hesum skulu nágreiniligar upplýsingar gevast um umhvørvisligu eginleikarnar hjá hvørjum einstøkum evni, sum ætlanin er at brúka. Harafturat verða loyvishavarar álagdir at gera umhvørviskanningar av havbotninum á og kring staðið, har borað verður. Loyvi til nýtslu og burturbeining av evnum og tilfari frá havstøðum, og krøvini til umhvørviskanningar, hava støði í OSPAR-ásetingum og -vegleiðingum.

7.6. Avleiðingar fyri onnur samfelagsáhugamál

Undan fyrstu boringunum á landgrunninum vóru røddir frammi um ta ávirkan, ið oljuvirksemið fór at hava á føroyska samfelagið og okkara mál og mentan. Landsstýrismaðurin vísti tá á, at virksemið í sambandi við leitiboringar fór at verða avmarkað, og um oljumyndugleikin skuldi seta í verk kanningar av árinum frá oljuvirksemi, skuldi ein slík kanning gerast, tá ein lønandi oljuleið varð funnin, tí bert við upplýsingum um stødd av leið og slag av útbygging kann ein verulig meting gerast av, hvørja ávirkan oljuframleiðsla fer at hava á samfelagið.

Virksemið í sambandi við tær fýra boringar, sum higartil eru gjørdar, hevur eisini víst, at ávirkanin á okkara samfelag hevur verið millum lítil og eingin. Undan fyrstu boringunum í 2002 varð tosað um, at húsaprísir í Tórshavn hækkaðu, tí oljufeløg leigaðu hús og íbúðir í býnum. Í sambandi við ein fyrispurning á Løgtingi kannaði Oljumálaráðið hesi viðurskifti, og tá varð mett, at hóast eftirspurningurin eftir bústaðum var stórur um sama mundi, sum fyrstu boringarnar skuldu byrja, stavaði hesin eftirspurningur bert í lítlan mun frá oljuvinnuni.

Sum heild kann sigast, at ávirkanin á samfelagið frá eini oljuvinnu í ein ávísan mun kann stýrast gjøgnum krøvini, sum sett verða oljufeløgunum um at reka virksemi úr Føroyum.

Verða oljuleiðir útbygdar í Føroyum, verður mælt til, at møgulig árin á samfelagið verða kortløgd, áðrenn útbygging og framleiðsla fara í gongd. Harumframt verður mælt til at granska, hvussu møgulig árin kunnu handfarast á skilabesta hátt, og at orða ein politikk hesum viðvíkjandi.  

7.7. Metingar um, hvat íkast virksemið fer at geva búskapi og vinnu

Íkastið, ið virksemið undir hesum útbjóðingarumfari kann geva búskapi og vinnu, veldst um, hvørjar leitiskyldur oljufeløgini átaka sær.

Royndirnar vísa, at verður bara seismiskt og annað jarðfrøðiligt virksemi, verður ávirkanin á føroyskan búskap og vinnu millum lítil ella eingin.

Ikki fyrr enn kolvetni í rakstrarverdum nøgdum eru staðfest, og farið verður undir útbygging og framleiðslu, kann munandi ávirkan væntast á føroyska vinnu og búskap. Í hvønn mun henda ávirkanin verður, veldst eisini um, hvussu føroyingar sjálvir ynskja, at gongdin skal verða, og hvussu nógv virksemi vit til ta tíð ynskja at hava í Føroyum. Kolvetnislógin ásetir, at áðrenn ein útbygging kann verða sett í verk, skal hon góðkennast av myndugleikunum, sum tá hava møguleika at seta krøv um, hvussu farast skal fram.

8. Gongdin í 2. útbjóðingarumfarinum

Í hesum broti verður í stuttum greitt frá gongdini í útbjóðingini, eftir at viðgerðin í Løgtinginum av útbjóðingarlógini er liðug.

8.1. Kunngerð

Tá uppskotið til útbjóðingarlóg er samtykt, verður 2. útbjóðingarumfar sett í verk við fráboðan í føroyskum og útlendskum bløðum og tíðarritum. Landsstýrismaðurin ætlar, at hetta skal gerast beinanvegin, lógaruppskotið er samtykt. Umsóknarfreistin verður væntandi umleið 3 mánaðir.

Útbjóðingartilfarið fer at lýsa høvuðstreytirnar, sum umsøkjararnir skulu lúka fyri at fáa leitiloyvi, eins og krøvini til skjalprógvan o.t. Harumframt fer útbjóðingartilfarið at lýsa útboðsøkið og almennu loyvistreytirnar.

Støk feløg eins væl og samtøk av feløgum kunnu søkja um loyvi.

8.2. Fortreytir fyri veitan av loyvum

Sambært § 6 í kolvetnislógini kunnu loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum bara veitast umsøkjarum, sum ætlandi hava neyðugan sakkunnleika, royndir, førleika og fíggjarorku. Hvat tøkniligum førleika viðvíkur, er tað fyristøðufelagið, ið skal lúka krøvini, meðan tað eru loyvishavararnir í felag, ið skulu lúka fíggjarligu krøvini. Loyvið ásetir, at loyvishavarar samábyrgjast fyri endurgjaldskyldum v.m. Landsstýrismaðurin skal harumframt leggja dent á, at tað almenna fær innlit í og gagn av virkseminum.

Ein onnur fortreyt, sum stórur dentur verður lagdur á í sambandi við veitan av loyvum, er førleikin hjá umsøkjarum í trygdar-, heilsu-, arbeiðsumhvørvis- og umhvørvisviðurskiftum umframt tilbúgvingarviðurskiftum, jvb. brotini 6 og 7.5 omanfyri.

8.3. Metingarstøði, tá loyvishavarar verða valdir

Tá loyvishavarar verða valdir millum umsøkjarar, sum lúka fortreytirnar fyri at fáa loyvi, verður dentur fyrst og fremst lagdur á uppskotið til arbeiðsskrá, herundir ta skjalprógvan, ið skal vísa førleikan og viljan hjá umsøkjaranum til gjølla at leita eftir kolvetnum á tillutaða økinum. Mett verður eisini um í hvønn mun loyvishavarin vil stuðla kanningum við atliti at framtíðar oljuleiting á Føroyaøkinum.

Umframt arbeiðsskyldurnar verður dentur lagdur á at tryggja føroyska luttøku í virkseminum, herundir vøru- og tænastuveitingar, handilssamstarv, arbeiðsmøguleikar umframt útbúgvingar, gransking o.a., jvb. brot 5.5 omanfyri.

9. Fyrisiting o.a.

Oljumál, ið eru ábyrgdarøki hjá Vinnumálaráðnum, verða umsitin av Oljufyrisitingini og Jarðfrøðisavninum.

Í Oljufyrisitingini starvast 9 fólk og á Jarðfrøðisavninum 16. Umframt jarðfrøðiligar uppgávur við tilknýti at kolvetnisvirksemi, røkir Jarðfrøðisavnið eisini aðrar jarðfrøðiligar uppgávur.

Arbeiðsuppgávurnar í hesum stovnunum mugu væntast at økjast nakað í samband við, at nýggj loyvi fara at verða veitt, sum úrslit av hesum útbjóðingarumfarinum. Roknað verður tó ikki við, at arbeiðsuppgávurnar økjast munandi fyrstu tíðina, eftir at loyvini eru latin. Mett verður tí, at verandi starvsfólkatal er nøktandi at taka á seg hesar uppgávur. Eisini verður mett, at uppskotið til játtanirnar til hesar báðar stovnarnar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2004 er nøktandi.

Torført er at meta um inntøkurnar, ið kunnu standast av lógaruppskotinum. Inntøkurnar við beinleiðis tilknýtið at útbjóðingini, stava frá umsóknargjøldum. Harafturat koma inntøkur frá víddargjøldum, ið eru gjøld fyri økini, sum verða tillutað umsøkjaranum.

Í sambandi við viðgerð av umsóknum verður kravt eitt umsóknargjald á kr. 50.000,- fyri hvørja loyvisumsókn. Hetta gjald var kr. 100.000 í fyrsta útbjóðingarumfari. Umsóknargjaldið skal fíggja kostnaðin, føroysku myndugleikarnir hava av at fyrireika útbjóðingarumfarið og viðgera umsóknirnar. Kostnaðurin hjá myndugleikunum er munandi lægri nú, enn hann var í sambandi við 1. útbjóðingarumfar. Neyðugu fyrireikingarnar vóru munandi størri tá, enn tær eru nú, og var tørvurin á serkønari hjálp eisini munandi størri. Tað verður tí hildið rætt, at umsóknargjaldið verður lækkað.

Fyri øki, ið verða tillutað, koma loyvishavararnir at gjalda eitt árligt víddargjald, sum fyrstu árini verður kr. 500,- fyri ferkilometurin. Hesi gjøldini eru umrødd í broti 4.3.1 frammanfyri og koma bert at geva tí almenna avmarkaðar inntøkur. Árligu inntøkurnar av víddargjøldum fyri verandi loyvini, ið eru umleið 4.200 ferkilometrar til víddar, eru góðar 2 mió. kr.

Lógaruppskotið um 2. útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum kemur eisini í ávísan mun at ávirka virksemið hjá øðrum myndugleikum og stovnum, t.d. í sambandi við fyrisitingina av havumhvørvislógini, lógini um kolvetnisskatt v.m.

VIÐMERKINGAR TIL EINSTØKU LÓGARGREINIRNAR

Til § 1

Sambært § 7, stk. 2 í lógini um kolvetnisvirksemi er tað Løgtingið, ið tekur avgerð um, hvørji øki verða boðin út til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, og hvørjar almennar treytir skulu setast í hesum sambandi.

Eftir at lóg um útbjóðing er samtykt, er tað landsstýrismaðurin, sum setir útbjóðingarumfarið í verk og veitir loyvi til teir umsøkjarar, sum verða mettir at lúka fortreytirnar fyri at fáa loyvi, og sum vilja átaka sær bestu leitiskyldurnar í ávísu teigunum.

Loyvini verða veitt við heimild í lógini um kolvetnisvirksemi, sum hevur reglur um bæði veiting av loyvum og um øll skeiðini í kolvetnisvirkseminum, t.e. forkanningar, leiting og meting, útbygging og framleiðslu umframt avrigging.

Til § 2

Lógin ásetir samsvarandi § 7, stk. 2 í lógini um kolvetnisvirksemi økini, ið verða boðin út í 2. útbjóðingarumfari.

Víst verður til kortið, sum er hjálagt hesi lóg sum fylgiskjal A og til brotið um almennar viðmerkingar frammanfyri.

Til § 3

Lógin ásetir samsvarandi § 7, stk. 2 í lógini um kolvetnisvirksemi almennu treytirnir fyri loyvunum, ið verða veitt í 2. útbjóðingarumfari. Almennu treytirnar eru at finna í standardloyvinum, sum er hjálagt hesi lóg sum fylgiskjal B.

Almennu treytirnar verða tær somu fyri øll loyvi, og samráðingar verða tískil ikki um hesar treytir, áðrenn loyvini verða veitt. Skuldu avgerandi grundir fyri smærri broytingum í almennu treytunum víst seg neyðugar undir útbjóðingarumfarinum, eigur landsstýrismaðurin at hava heimild at gera hesar.

Í loyvum til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum fara, umframt almennar treytir, at verða treytir, sum eru serstakar fyri einstøku loyvini. Serstøku treytirnar líkjast frá almennu treytunum á tann hátt, at talan er um treytir, sum ikki kunnu verða settar, áðrenn umsóknirnar eru komnar inn og samráðingar hava verið við einstøku umsøkjararnar. Serstøku treytirnar, ið samráðst fer at verða um í 2. útbjóðingarumfari, er økið, sum skal vera fevnt av einstaka loyvinum og arbeiðsskyldurnar fyri einstøku loyvini. Afturat hesum skal samráðast um partar av teimum treytum, ið viðvíkja luttøkuni hjá føroyskum vinnulívi í kolvetnisvirkseminum.

Fleiri av ásetingunum í standardloyvinum geva landsstýrismanninum heimild at áseta nærri reglur um ymisk viðurskifti. Eitt nú ásetir § 11, stk. 1, at landsstýrismaðurin ger mannagongdir fyri, hvussu loyvishavarin skal greiða frá virkseminum, hvussu arbeiði verða boðin út v.m. Ansað verður eftir, at mannagongdirnar verða gjørdar við fyriliti fyri vinnulóggávu, handilsavtalum o.ø.

Vísandi til § 54, stk. 2 í tingskipanini vátta undirritaðu tingmenn við hesum, at teir viðmæla, at løgtingsmál nr. 67/2003: Uppskot til løgtingslóg um annað útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum verður lagt fram:

Vilhelm Johannesen Kjartan Joensen Jørgen Niclasen
Johan Dahl Jákup Mikkelsen Marjus Dam
Anfinn Kallsberg Kaj Leo Johannesen Andrias Petersen
Olav Enomoto John Johannessen Henrik Old
Heðin Zachariasen Kristian Magnussen Óli Breckmann
Poul Michelsen Lisbeth L. Petersen Alfred Olsen

1. viðgerð 20. apríl 2004. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 4. mai 2004 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 14. apríl 2004, og eftir 1. viðgerð tann 20. apríl 2004 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 29. apríl 2004.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum saman við umboðum fyri oljufyrisitingina.

Á fundinum fekk nevndin m.a. upplýst, at spurningurin um møguliga ávirkan á fiskiskapin hevur verið umrøddur við viðkomandi vinnufeløg. Tað verður ikki hildið, at fiskiskapurin fer at verða nógv órógvaður av hesum.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 6. mai 2004. §§ 1 - 4 samtyktar 25-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 11. mai 2004. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 27 frá 17.05.2004.