Frágreiðing um Hvítubók og fullveldisætlan landsstýrisins - aðalorðaskifti

 

101-2  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um Hvítubók og fullveldisætlan landsstýrisins

Ár 1999, tann 8. oktober, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Frágreiðing
til
aðalorðaskiftis

Landsstýrið leggur við hesum Hvítubók við fylgibindum til tingsins viðgerð, saman við frágreiðing til tingið um landsstýrisins niðurstøður og ætlanir í sjálvstýristilgongdini.

Endamálini í ætlan landsstýrisins um sáttmála við Danmark

Í samgonguskjalinum og í viðmerkingunum til løgtingssamtyktina frá 2. oktober 1998 er greitt frá, at ætlan landsstýrisins er at samráðast um ein sáttmála við Danmark, ið hevur danska-íslendska samveldissáttmálan frá 1918 til 1944 sum formliga fyrimynd. Landsstýrið miðar eftir, at ein sáttmáli skal tryggja:

 

Sjálvstýrisverkætlan landsstýrisins

Landsstýrið hevur sum høvuðsmál, at alt Føroya fólk kann kenna seg trygt við tey stig, ið verða tikin, og at avbjóðingarnar eru greiðar og væl upplýstar, tá endalig støða skal takast til ein sáttmála á fólkaatkvøðu í Føroyum.

Við støði í samgonguskjalinum frá 9. mai 1998 er sjálvstýrisverkætlan landsstýrisins í fýra stigum:

  1. Løgtingssamtyktin um at seta føroyskt fullveldi sum mál, ið varð samtykt á løgtingi 2. oktober 1998 við atkvøðunum hjá samgonguflokkunum og Miðflokkinum.
  2. Neyðugar útgreiningar og kanningar í hesum sambandi, samsvarandi løgtingssamtyktini.
  3. Aðalorðaskifti á løgtingi um útgreiningararbeiðið, áðrenn farið verður til samráðingar við ríkisstjórnina um ein samveldissáttmála, ið skipar Føroyar sum eitt fullveldisríki í samstarvi við Danmark.
  4. (A) Góðkenning av sáttmálanum á løgtingi og fólkatingi.
    (B) Avgerandi fólkaatkvøða í Føroyum um sáttmálan.

Hvítabók

Nú eru útgreiningarnar og kanningarnar savnaðar í Hvítubók við tveimum fylgibindum. Harvið er annað stig í sjálvstýrisætlan landsstýrisins liðugt, og farast kann til triðja og fjórða stig í gongdini. Endamálið við at fara undir útgreiningar- og kanningararbeiðið, var:

Landsstýrið heldur, at eitt dygdargott og týdningarmikið arbeiði er gjørt í Hvítubók. Tilfarið í Hvítubók er gjørt av fakfólkum, ið hava lýst viðurskiftini eftir setningum frá landsstýrinum. Tær fakligu metingarnar og lýsingarnar kunnu nýtast sum amboð til at gera politiskar niðurstøður og semjur, at leggja neyvari politiskar ætlanir, at seta sær politisk krøv í samsvari við ætlanirnar og at seta annað kanningar- og fyrireikingararbeiði í verk, ið ikki er lýst í Hvítubók.

Landsstýrið vónar, at allir flokkar undir aðalorðaskiftinum við støði í Hvítubók vilja viðgera ítøkiligar møguleikar, avbjóðingar og krøv í sjálvstýristilgongdini við tí endamáli at greina ósemjur og miða eftir semjum.

Eftir aðalorðaskiftið fer landsstýrið í uttanlandsnevnd løgtingsins at viðgera eitt ítøkiligt uppskot um samráðingarupplegg til sáttmála við Danmark.

Høvuðsniðurstøður

Landsstýrið hevur innanhýsis viðgjørt Hvítubók, og er samt um, at útgreiningarnar staðfesta, at ongar beinleiðis forðingar eru fyri ætlanini um at skipa Føroyar sum fullveldisríki í sáttmála við Danmark, sum løgtingið samtykti tann 2. oktober 1998.

Útgreiningarnar staðfesta samstundis, at ætlanin setur stór krøv og stórar avbjóðingar til politisku skipanina, búskaparstýringina, fyrisitingina og samfelagið alt. Á øllum økjum krevjast greið stevnumið og politiskar semjur fyri at tillaga og byggja upp eitt sjálvstøðugt og sjálvbjargið føroyskt samfelag, so at sleppast kann undan óhepnum avleiðingum í tillagingartíðini. Fortreytin fyri at vinna á mál, er, at hildið verður fram við at viðgera avbjóðingarnar og krøvini eftir fólkaræðisligari mannagongd.

Niðanfyri verða landsstýrisins niðurstøður lýstar nærri.

Formlig stjórnarrættarlig viðurskifti

Nógv orðaskifti hevur verið um stjórnarrættarligu støðu Føroya og møguleikarnar fyri at broyta rættarstøðuna. Sáttmálanevndin hevur í Hvítubók, gjørt hesar niðurstøður:

Landsstýrið hevur tikið hesar niðurstøður til eftirtektar, og leggur dent á hesar fólkaræðisligu og altjóðarættarligu spurningar í politisku viðgerðini og samráðingartilgondini. Hartil hevur landsstýrið bundið seg til, at ein fólkaatkvøða í Føroyum skal gera av, um ein sáttmáli skal setast í verk.

Ein sjálvberandi búskapur

Landsstýrið ásannar, at størsta avbjóðingin fyri einar sjálvstøðugar Føroyar, er at skipa karmarnar um ein sjálvberandi og tryggan føroyskan búskap. Tað ræður um, at einstaklingar, húski, vinnur og øki í landinum ikki verða fyri brádligum búskaparskelki, soleiðis sum royndirnar hava verið av føroysku búskaparkreppunum í hesi øldini. Í eini skiftis- og tillagingartíð minka inntøkurnar hjá tí almenna frá ríkisveitingum, og hetta hevur ávirkan á allan búskapin og samfelagið. Tí er neyðugt við greiðum politiskum málum til tess at fyribyrgja óhepnum avleiðingum í eini tillagingartíð.

Útgreiningarnar hjá búskaparnevndini í Hvítubók kasta millum annað ljós á hesi viðurskifti:

Útreiðslur ríkisins
Nevndin vísir á, at útreiðslur ríkisins í Føroyum, sum eru upplýstar í almennum yvirlitum, eru tilsamans umleið 1,3 mia. kr. Góðar 900 mió kr. eru heildarveiting, 300 mió. kr. fara til rakstur av ríkisstovnum í Føroyum, harav meginparturin til Færøernes Kommando, Fiskeriinspektion og Flyvestation Thorshavn. 100 mió. kr. fara til krígspensiónir og aðrar pensiónir.

Landsstýrið heldur, at við hesum hevur Búskaparnevndin lagt ríkiligt upp fyri kostnaði av at fyrisita øll málsøki. Greitt er, at tað, sum í dag fer til pensiónir, ikki eru útreiðslur, sum fella á føroyskar myndugleikar, um Føroyar sjálvstøðugt skulu fíggja somu tænastur. Sama er galdandi fyri meginpartin av útreiðslunum til Færøernes Kommando, Fiskeriinspektion og Flyvestation Thorshavn. Hinvegin koma útreiðslur til uttanríkistænastu og útbúgvingarstuðul, sum ikki eru tiknar við í yvirlitini yvir ríksiútreiðslur, men tær svara neyvan til útreiðslurnar av omanfyrinevndu økjum.

Búskaparnevndin vísir somuleiðis á, at seinastu árini er meginparturin av heildarveitingini ikki brúktur í føroyska búskapinum, men er farin til rentur ella spardur saman. Nevndin heldur, at stórur vandi liggur í at "slúsa" hesa milliardina innaftur í búskapin.

Týdningurin av ríkisveitingini
Búskaparnevndin staðfestir, at ríksiveitingarnar hava havt ein týdningarmiklan leiklut til at fíggja uppbygging av vælferðartænastum í Føroyum og hevur havt stór árin á heildarbúskapin. Hartil hevur ríkisveitingin havt týdning sum konjunkturjavnari í ringum árum.

Hinvegin sigur nevndin, at orsakað av, at so nógvur peningur, sum eingin framleiðsla liggur aftanfyri, kemur inn í samfelagið, verður trýst á at hækka kostnaðarstigið meira, enn framleiðslan loyvir. Mett verður, at hetta skapar eitt kostnaðarstøði, sum ikki samsvarar við framleiðsluna, og trupult er at halda fast við prísir og vinning í teimum vinnum, sum eru í altjóða kapping. Tískil versna okkara kappingarevni, og trupult er at stovnseta nýggjar fyritøkur í tí partinum av búskapinum, sum framleiðir til útflutnings. Ístaðin verða framleiddar vørur og tænastur, sum ikki eru í kapping við útlendskar vørur og tænastur, heruppií almennar tænastuveitingar.

Vandi er fyri, at tann almenni parturin gerst ein so stórur partur av heildarbúskapinum, at samfelagið gerst tyngri at reka og harvið meira viðbrekið búskaparliga, enn tá ið javnvág er millum framleiðsluinntøkur og almenna nýtslu. Nevndin metir, at sum heild kann hetta elva til, at vit ikki fáa tað burturúr okkara tilfeingi, sum vit kundu havt fingið.

Búskaparnevndin vísir á, at heildarveitingin er ein inntøka, har vit ikki sjálvi hava ræðið á gongdini, og at landsstýri og løgting kunnu ikki tryggja hesa játtan framyvir. Er t.d. yvirskot í teimum almennu kassunum í Føroyum í fleiri ár, kann tað gerast politiskt trupult at grundgeva fyri veitingini.

Landsstýrið heldur, at ein sjálvberandi búskapur uttan ríkisveitingar kann gerast ein tryggari búskapur, um ein skynsamur búskapar- og fíggjarpolitikkur verður rikin, og tryggir karmar verða skaptir fyri vinnulívsmenning. Landsstýrið leggur dent á, at uttan mun til ríkisrættarligu støðuna, er neyðugt at laga seg til ein búskap uttan ríkisveitingar.

Útgangsstøðið
Búskaparfrágreiðingin í Hvítubók skjalprógvar, at útgangsstøðið fyri at minka ríkisveitingarnar burtur og at byggja upp ein sjálvberandi búskap er søguliga gott í løtuni. Síðani 1990 hevur nýtslu- og íløgustigið verið í miðal 7% lægri enn framleiðslan. Nettoskuld mótvegis útlondum er vend til netto-ogn, og útlit eru fyri, at føroyska samfelagið eisini frameftir kann hava rentuinntøkur mótvegis útlondum. Gjaldsjavnaavlopið táttar í 1,2 mia. kr. í 1999. Yvirskotið hjá landskassa og kommunum verður í 1999 mett til 767 mió. kr. eftir rentur.

Landsstýrið leggur í hesum viðfangi dent á, at ein stór tillaging tískil longu er hend undir kreppuárunum, sum hevði við sær tungar byrðar og svárar avleiðingar fyri húski og einstaklingar. Politiska avbjóðingin er at tryggja, at útgangsstøðið verður nýtt til at byggja ein tryggan búskap upp á egnum beinum, og at føroyski búskapurin ikki aftur ger seg heftan av ríkisveitingum og vanda fyri búskaparskelki.

Kortini heldur landsstýrið, at núverandi útgangsstøði ikki beinleiðis kann nýtast sum grundarlag fyri framtíðar búskapinum. Hendan søguliga støðan er bert lutvíst bygd á bygnaðarligar broytingar í føroyska vinnulívinum og búskapinum, men byggir eisini á góðar fiskaprísir, góðan fiskiskap og sum heild á ein hákonjunktur eftir kreppuna. Hartil hava íløgurnar verið á sera lágum stigi síðani 1990, og ein stórur íløgutørvur hevur hópað seg upp bæði hjá landskassa, kommunum og vinnulívi. Í tann mun hesin íløgutørvur verður nøktaður, fer hann tó at vera við til at økja um búskaparvøksturin.

Her eiga vit tískil at rokna við einum øðrvísi vøkstri eina tíð í næstu framtíð. Tá ið metast skal um búskaparvøksturin frameftir er tískil neyðugt at líta at meðaltølum fyri búskaparligu gongdina yvir fleiri ár, eins og búskaparnevndin hevur gjørt í síni frágreiðing.

Treytin fyri at varðveita tað góða útgangsstøðið, er, at førdur verður ein varligur búskaparpolitikkur, har miðað verður eftir at varðveita avlopið á gjaldsjavnanum, at spara saman í almenna búskapinum í góðum árum, og at tryggja, at nýtslu- og íløgustigið í samfelagnum sum heild ikki fer upp um framleiðsluvirðið í eini langtíðarjavnvág.

Varisligar metingar
Búskaparnevndin í Hvítubók hevur bygt sínar lýsingar og metingar á søgulig tøl og á verandi støði á føroyska búskapinum. Sostatt er ikki roknað við nýggjum inntøkumøguleikum, og roknað verður varisliga við einum árligum meðalvøkstri í útflutningsvirðinum, ið er helvtin av tí, ið Føroyar hava havt síðani 1962. Grundað á hetta metir Búskaparnevndin, at til ber við eini lutfalsliga langari skiftistíð at minka ríkisstuðulin, uttan at fremja beinleiðis skerjingar í tænastustøðinum ella hækkingar í kostnaðarstøðinum, soleiðis sum landsstýrið og samgongan hava lagt dent á. Treytin er, at útreiðslurnar hjá tí almenna vaksa seinni enn inntøkurnar í samfelagsbúskapinum sum heild. Harvið verður tað almenna so líðandi ein lutfalsliga minni partur av heildarbúskapinum.

Leiðir at lækka ríkisstuðulin
Búskaparnevndin vísir í síni frágreiðing á fýra høvuðsleiðir at minka ríkisstuðulin burtur:

  1. Kapitalisering av ríkisveitingini.
  2. Minking yvir fast áramál, har búskaparvøksturin verður nýttur at fíggja minking í ríkisveitingum.
  3. Minking uttan fast áramál, har búskaparvøksturin verður nýttur at fíggja minking í ríkisveitingum, so at ríkisveitingarnar bert minka, tá ið positivir vøkstur er staðfestur.
  4. Fígging við verandi yvirskoti, sparingum og/ella skattahækkingum.

Nevndin vísir á, at tað ber til at seta loysnir saman innan hesar høvuðsleiðir, og endaligi leisturin skal finnast í samráðingum. Politisku endamálini hjá landsstýrinum eru tó greið:

Landsstýrið heldur tað vera neyðugt, at politisku og fíggjarligu karmarnir millum londini verða greitt ásettir. Verður hetta ikki gjørt, verður ábyrgdin ógreið, og onki greitt støði verður at halda seg til, tá ið politikarar, vinnulív, stovnar, húski og einstaklingar skulu laga seg til ein sjálvberandi búskap.

Skiftisskipan fyri lækking av ríkisveitingunum
Samstundis leggur landsstýrið dent á, at neyðugt er við eini varligari búskaparpolitiskari tillaging, sum ásett er í samgonguskjalinum. Í avtaluni við donsku stjórnina frá 10. juni 1998 er í grein 9 ásett:

"Den Danske Regering har noteret sig, at Færøernes Landsstyre i sin koalitionsaftale har som målsætning at oprette Færøerne som suveræn stat. Regeringen er indstillet på, at der på denne baggrund og på landsstyrets foranledning, indledes forhandlinger om landsstyrets ønsker om et nyt grundlag for de fremtidige bilaterale relationer mellem Danmark og Færøerne. Der er tillige enighed om, at der sideløbende indledes forhandlinger om en overgangsordning, herunder en økonomisk overgangsordning, der tilstræber opbyggelsen af en selvstændig færøsk økonomi."

Miðað verður eftir, at ein skiftistíð kann tryggja:

Búskapargrunnur
Landsstýrið tekur undir við tilmælinum hjá búskaparnevndini um at seta á stovn ein búskapargrunn. Landsstýrið hevur longu gjørt fyrireikingar til at umsita møguligar oljuinntøkur og hetta arbeiðið kann samskipast við at seta á stovn ein búskapargrunn til at umsita ríkisveitingar í eini skiftistíð, og til at umsita allar serinntøkur og aðrar óvanligar og ótryggar inntøkur. Tann renta, hesin grunnur kastar av sær - støðuginntøkan - kann síðani nýtast sum íkast til búskapin, alt eftir um tørvur er á at minka ella vaksa um ferðina á búskapinum.

Avgerðin hjá landsstýrinum um at marka donsku heildarveitingina til fyrst og fremst at gjalda avdráttir og rentur, og at spara avlopið saman, er í samsvari við hesa ætlan.

Fíggjarpolitisk stýring
Landsstýrið leggur dent á niðurstøðuna hjá Búskaparnevndini um, at fíggjarpolitisku stýringsamboðini eru tey týdningarmestu fyri ein sjálvbjargnan føroyskan búskap.

Búskaparnevndin mælir millum annað til, at fíggjarlógarviðgerðin skal fara fram í 4 stigum:

  1. Byrjað verður við einum heildarbúskaparligum aðalorðaskifti í januar-februar.
  2. Ein fíggjarpolitiskur karmur verður settur fyri alt virksemið hjá landi og kommunum.
  3. Samráðingar vera millum landsstýrismannin í fíggjarmálum og kommunurnar um fíggjarliga býtið millum land og kommunur.
  4. Fíggjarlógin verður løgd fram sum vanligt í oktober.

At seta ein fíggjarpolitiskan karm og at samráðast millum landsstýri og kommunur, hevur landsstýrið tikið stig til, og hetta samsvarar tí væl við tilmælið frá búskaparnevndini.

Hartil ger landsstýrið í ár uppskot til langtíðarkarmar og løguraðfestingar fyri landskassan, har ætlanin er at fáa eina politiska semju millum flokkarnar á løgtingi um raðfestingarnar.

Gjaldoyraviðurskifti
Viðvíkjandi gjaldoyraspurninginum mælir búskaparnevndin til, at vit knýta okkum í eina sonevnda currency-board skipan við evruni sum grundgjaldoyra.

Landsstýrið heldur, at hetta er ein praktiskur spurningur um trygd og politiskt rásarúm. Fyrimunir og vansar fyri føroyskt vinnulív og fíggjarheim skulu greinast nærri og metast skal um, hvat Danmark og Stórabretland gera við gjaldoyraspurningin, áðrenn ein skipan verður ásett. Landsstýrið ynskir eina skipan, ið gevur best møguliga trygd fyri fíggjarogn, vinnulív, samhandil, altjóða samskifti og fíggjarpolitiskari ábyrgd hjá føroyingum.

Vinnulívsmenning
Greitt er, at grundarlagið undir einum sjálvberandi búskapi og trygd fyri livistøðinum hjá familjum og einstaklingum, er menning av fjøltáttaðum vinnulívi og inntøkumøguleikum í Føroyum. Landsstýrið hevur í ár lagt uppskot til ein orðaðan vinnupolitikk til tingsins viðgerð, og arbeitt verður støðugt við at útbyggja og seta neyðugu karmarnar í verk.

Vinnumálastýrið hevur biðið eitt útlendskt felag um at greina karmarnar út fyri vinnulívsíløgum í Føroyum og ein frágreiðing verður liðug í heyst.

Landsstýrið heldur, at tey stig, sum vinnan sjálv hevur tikið til at lýsa støðuna og at gera uppskot til betir karmar og skipanir, eru av alstórum týdningi. Hildið verður fram við at menna skipanir og karmar í samráði við vinnufeløg og yrkisfeløg í Føroyum.

Fyrireikingarnar til at seta á stovn ein føroyskan partabrævamarknað eru komnar væl áleiðis, og hetta fer at bøta um fíggingarmøguleikarnar hjá føroyskum vinnulívi.

Lítil ivi er um, at sambandið millum útbúgving, gransking og vinnulív er fortreytin fyri framhaldandi menning. Eitt álit um framtíðar útbúgvingarpolitikk og gransking í einum sjálvstøðugum Føroyum er liðugt og verður almannakunngjørt í næstum. Hetta kann nýtast sum grundarlag, tá ið viðurskiftini á hesum øki verða løgd til rættis.

Hartil kann ein sjálvstøðugur føroyskur uttanríkispolitikkur útvega nýggj amboð til at menna útflutningsmøguleikar og samstarvsmøguleikar hjá føroyskum vinnulívi.

Ein sjálvstøðug føroysk fyrisiting

Fyrisitingarbólkurin hevur í Hvítubók lýst føroyska fyrisiting í dag, og tey málsøki, sum verða fyrisitin av donskum myndugleikum. Í høvuðsheitum verður staðfest:

Hóast meginparturin av tí føroyska samfelagnum verður rikin eftir føroyskum lógum og fyrisitin av føroyskum myndugleikum, eru fleiri týdningarmikil øki, har lóggáva, fyrisiting og fígging eru donsk. Neyðugt er at gera føroyska lóggávu og byggja upp føroyska fyrisiting á fleiri økjum, sum í dag eru undir donskum málsræði, og hetta setur stór krøv.

Við støði í frágreiðingini um sjálvstøðuga føroyska fyrisiting, ásannar landsstýrið, at ein vanligur "yvirtøkupolitikkur" ikki er skilagóður – hvørki kostnaðarliga ella fyrisitingarliga – har verandi danskar skipanir bert verða fyrisitnar við somu lóggávu og samsvarandi føroyskum stovnum og starvsfólki. Møguleikar eiga at vera fyri at fyrisita hesi nýggju øki uttan at økja munandi um almennu fyrisitingina og útreiðslurnar. Samskipanarfyrimunir, broytt lóggáva og betri troyting av fyrisitingini eiga at verða høvuðsmálið. Í eini tillagingartíð verður neyðugt at leggja orku í lógarsmíð og endurskoðan av økjunum.

Landsstýrið hevur samtykt at stovna eitt sonevnt "lógarforum", har løgfrøðingar innan- og uttanfyri fyrisitingina í felag viðgera siðvenjur fyri lógarsmíði við atliti at einfaldari lóggávu og umsiting, gjøgnumskygni í fyrisitingini og rættartrygd hjá borgarunum.

Sum er, hevur landsstýrið tikið stig til at fyrireika fyrisitingina av nýggjum uppgávum. Innan fleiri øki eru fyrireikingarnar byrjaðar og í summum førum um at vera lidnar til sjálvstøðuga føroyska fyrisiting, lóggávu og fígging. Talan er um:

Harumframt er neyðugt at gera skipanir fyri onnur týdningarmikil øki, og at tryggja neyðugt samstarv við danskar og altjóða myndugleikar. Fyrisitingarbólkurin vísir á hesi høvuðsmál:

Fíggjar- og Búskaparmál
Neyðugt verður at byggja upp eitt sjálvstøðugt fíggjareftirlit í Føroyum, sum fylgir altjóða reglum. Hetta er mett at taka eitt ár at fyrireika og mett at kosta 2,5 mió. kr. hjá landskassanum.

Innsetaratrygdarskipanir mugu gerast, sum tryggja øllum innskjótarum í peningastovnunum eina upphædd, um peningastovnurin kemur í trupulleikar. Fyrisitingarbólkurin mælir til at gera eina avtalu um at halda fram sum partur av donsku skipanini.

Landsstýrið heldur, at ein skipan má tryggjast á minst sama støði, sum er galdandi í dag. Landsstýrið fer at taka stig til at greina hetta nærri í samráði við føroysku peningastovnarnar.

Uttanríkismál
Í frágreiðingini verður staðfest, at Føroyar sum er í stóran mun umsita síni egnu áhugamál, tá ið tað snýr seg um viðurskiftini við onnur lond.

Einar sjálvstøðugar Føroyar seta krøv um meiri samskifti við onnur lond og millumtjóða felagsskapir, og tørvur verður tí á at tryggja egna føroyska umboðan og aðra røkt av føroyskum áhugamálum úti í heimi. Hetta kann gerast við at seta á stovn sendistovur í útvaldum londum, at tilnevna konsular, og annars at keypa og gera semjur um tænastur frá øðrum norðurlendskum sendistovum. Hetta er tann háttur, onnur smáríki nýta.

Ein nøktandi føroysk uttanríkistænasta, sum einsamøll er før fyri at røkja føroysk uttanríkismál verður mett at taka umleið 10 ár at byggja upp, og fer tá at kosta um 50 mió. kr. íroknað limagjøld til millumtjóða felagsskapir. Soleiðis verður, um valt verður at byggja hana fult út, soleiðis sum skotið er upp í frágreiðingini frá fyrisitingini. Tó verður eykakostnaðurin av uttanríkismálum ógvuliga lítil, um valt verður at nýta somu skipan, sum Ísland hevði við Danmark frá 1918 til 1944. Sambært slíkari skipan skuldi danska uttanríkistænastan røkt føroysk uttanríkismál Føroya vegna. Eisini ber til at gera eina skipan, ið liggur millum ta íslendsku frá 1918 og eina fult útbygda føroyska skipan.

Landsstýrið heldur, at ein virkin føroysk uttanríkistænasta er ein týdningarmikil fortreyt fyri at menna samhandil Føroya og annað vinnuligt samstarv við onnur lond, ið kann geva samfelagnum fleiri inntøkur. Útreiðslur til uttanríkistænastu kunnu tí í stóran mun metast sum íløgur. Hetta kann gerast í stigum og raðfestast eftir fíggjarorku..

Um trygdarmál vísir fyrisitingarbólkurin á, at avtala má gerast um verju og trygdarpolitikk við annað land ella við NATO, og hetta kann takast upp í samráðingum.

Rættarmál og løgregla
Fyrisitingarálitið vísir á, at neyðugt verður at skipa eina fyrisiting fyri málsøkini rættarskipan og løgregla. Sjálv fyrisitingin av hesum kann skipast innan verandi fyrisiting í løgmálum uttan munandi eykakostnað.

Lóggávan á økinum verður fyrireikað av rættarskipanarnevndini, sum er sett undir grundlógarnevndini. Roknast má við, at tað fer at taka nøkur ár at fáa eina sjálvstøðuga lóggávu og fyrisiting á økinum, og neyðugt er at samstarva við Danmark ella onnur lond um um rættar- og løgreglumál.

Útreiðslurnar til rættarmál eru søguliga nærum neutralar (fíggjaðar við nýtsluavgjøldum), meðan útreiðslurnar til løgreglu kunnu metast til í hægsta lagi góðar 63 mió. kr. árliga.

Útbúgving og gransking
Fyrisitingarbólkurin mælir til at gera avtalur um hægri útbúgvingar við Danmark og onnur lond. Sáttmálar innan tað norðurlendska samstarvið tryggja í dag norðurlendingum fría atgongd til útbúgving í Norðurlondum. Eisini tryggjar norðurlendska samstarvið góðkenning av útbúgvingum hjá hvørjum øðrum.

Landsstýrið miðar eftir, at tryggja føroyingum og dønum somu rættindi hvør hjá øðrum, heruppií eisini rættindi til útbúgving, góðkenning av útbúgvingum og útbúgvingarstuðul. Umsitingin av øllum føroyskum lestrarstuðli kann sum frá líður verða løgd til verandi Stuðulsstovn, og miðast má eftir somu stuðulsmøguleikum, sum eru galdandi í dag.

Arbeitt eigur at verða fram ímóti, at gera útbúgvingaravtalur við onnur lond. Hesar kunnu umsitast av eini altjóða skrivstovu í Føroyum, ið samstundis veitir vegleiðing til føroysk lesandi um útbúgvingarmøguleikar.

Heilsumál
Arbeiðið hjá fyrisitingarbólkinum staðfestir, at tá ið henda tingsetan er av, er øll lóggáva viðvíkjandi heilsuveitingum til borgaran vorðin føroysk. Semjur um løggilding, útbúgving og fakligt samstarv annars við Danmark og hini norðurlondini mugu eisini tryggjast umframt aðrar tænastuveitingar til føroyingar og heilsuverkið.

Í dag rindar føroyska heilsuverkið fyri tær tænastur, ið verða fingnar úr Danmark og øðrum londum og hetta kann tískil halda fram uttan eyka kostnað.

Almannamál
Á almannøkinum verður staðfest, at øll lóggáva og fyrisiting er fyrireikað og fult yvirtikin innan 2 ár.

Landstýrið leggur dent á, at Føroyar kunnu gerast sáttmálapartur í norðurlendsku sáttmálunum um almannatrygd, har norðurlendskir borgara fáa rætt hvør hjá øðrum til almennar tænastur og veitingar.

Harumframt verður longu nú virkað fyri at seta eina almannanevnd, ið skal seta málini fyri eini tryggari og gjøgnumskygdari almannaskipan, ið veitir øllum føroyingum eina fullgóða almanna trygd í Føroyum.

Politisk avbjóðingar fyri at menna Føroyar sum sjálvstøðugt land

Samanumtikið heldur landsstýrið, at neyðugt er at fáa semju um at greiða ríkisrættarligu støðuna, og at fara undir tær stóru avbjóðingar, ið standa fyri framman. Fyri einar sjálvstøðugar Føroyar, er neyðugt frameftir at finna politisk semjur innan hesi øki:

Við hesum vónar landsstýrið, at Føroya løgting fær høvi til eitt mennandi politiskt orðaskifti um fullveldisætlanina, Hvítubók og tær politisku avbjóðingar, ið liggja fyri framman.

Hvítabók

Langtíðarárin

Tann 14. og 15. oktober 1999 var aðalorðaskifti. Málið avgreitt.