Frágreiðing um framtíðar landbúnað


101-8  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um framtíðar landbúnað


Ár 2000, 26. apríl, legði Finnbogi Arge, landsstýrismaður í vinnumálum, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Frágreiðing
til
aðalorðaskiftis 

Landsstýrimaðurin í landbúnaðarmálum leggur við hesum fram tilmæli um framtíðar landbúnað.

Vinnumálastýrið hevur - síðan tann yvirskipaða, vinnupolitiska kósin varð sett - arbeitt við at orða vinnugreinapolitikk fyri ymiskar vinnugreinir, og er hetta tilmæli frá landsstýrismanninum um framtíðina hjá landbúnaðinum ein partur av hesum arbeiði.

Hetta tilmæli frá landsstýrismanninum er ikki at meta sum ein endaligur politikkur fyri framtíðina hjá landbúnaðinum. Tilmælið er hinvegin ætlað sum ein stevnuskrá fyri framtíðina, sum, saman við niðurstøðunum frá orðaskiftinum í Løgtinginum, verður at brúka sum grundarlag í arbeiðinum framyvir at orða ein landbúnaðarpolitikk.

Samandráttur og tilmæli landsstýrismansins

Sambært lógargrundarlagnum fyri landbúnaðin, er endamálið við landsjørðini, at hon í mest møguligan mun skal verða rikin sum vinnuligt jarðarbrúk, og hevur festari í hesum sambandi skyldu til at leggja tilrættis framleiðsluna í mun til marknaðarviðurskiftini, og hvat má haldast at vera fíggjarliga ráðiligt.

Fyrisitingin av landsjørðini er við lóg løgd til Jarðarráðið. Tað vil siga, at Jarðarráðið skal fremja útinningina av ásetingunum í galdandi lóggávu og hava eftirlit við, at hesar verða fylgdar. Sambært seinastu broyting frá 1999 í lógini um landsjørð frá 1988, er Jarðarráðið nú mannað við limum, ið hava fakligan førleika innan løgfrøði, búskap, landbúnað og aðra vinnu. Við øðrum orðum eru umstøður nú fyri at seta í verk eina professionella fyrisiting av landsjørðini, herundir at fáa til vega neyvari stýringsamboð til at fremja endamálið við lógini, tað vil siga: "at tað fyrisitingarliga skulu skapast møguleikar fyri at menna framleiðsluna av landsjørðini" og ásetingina í lógini um at "festari m.a. hevur bústaðarskyldu og skyldu at framleiða av festinum mest møguligt sæð í mun til marknaðarviðurskiftini, og hvat annars má haldast at vera fíggjarliga ráðiligt".

Av tí at eingin samanhangandi politikkur nakrantíð er orðaður fyri landbúnaðin, er ilt at meta um góðskuna av jarðarfyrisitingini higartil, tí einki ítøkiligt er at meta hana útfrá. Víst er á í hesum tilmæli, at amboð eru í galdandi lóggávu at stýra eftir. Áðrenn - ella um - ítøkilig stig verða tikin til møguligan broyttan bygnað í landbúnaðinum og harav fylgjandi broytingum í galdandi lóggávu, er neyðugt at hava greiðar ætlanir fyri landbúnaðin, sum verða at staðfesta í einum ítøkiligum landbúnaðarpolitikki.

Hóast partar av landbúnaðarlóggávuni eru av eldri uppruna, so eru neyðugu stýringsamboðini til frama fyri vinnuligari nýtslu av landsjørðini tøk í galdandi lóggávu, og verða hesi at nýta, til annað verður sett ístaðin, t.v.s. tá ítøkiligi landbúnaðarpolitikkurin, við haravfylgjandi uppskoti til broytingar í galdandi lóggávu, er orðaður. Ætlanin er tí ikki í fyrstu atløgu at broyta verandi lógarkarmar; men heldur at fáa trygd fyri, at ásetingarnar í galdandi lóggávu verða fylgdar.

Við støði í galdandi lóggávu fer Vinnumálastýrið at miða ímóti at:

Mett verður, at tað á umleið 150 festum kunnu vera møguleikar og umstøður fyri vinnuligum landbúnaðarvirksemi burturav. Fyri hinar festarnar skulu betri umstøður skapast fyri at fáa eina møguliga hjávinnu við síðuna av landbúnaðarvøruframleiðsluni.

Ætlanirnar fyri framtíðar landbúnaðin snúgva seg í høvuðsheitum um at tátta í útinningina av ásetingunum í galdandi lóggávu, og við heimild í hesi lóggávu at seta í verk greiðar fyrisitingarligar mannagongdir, so trygd fæst fyri, at endamálið í galdandi lóg verður rokkið.

Jørðin skal, har tað ber til, nýtast til vinnuligt endamál, og fær tað avleiðingar fyri framíhjárætt festarans, tá misrøkt og skyldur mótvegis Jarðargrunninum ikki verða hildnar.

Mælt verður Løgtinginum til at taka undir við ætlanunum fyri framtíðar landbúnaðin og setta stevnumiðið. Tað er, at landbúnaðurin - sum vinnugrein - skal vera fjøltáttaður, burðardyggur og so vítt gjørligt kappingarførur. Landbúnaðurin skal eisini elva til livandi útoyggjar og varðveitslu av náttúruni, og lagast til krøv brúkarans um matdygd og -tryggleika, umhvørvisvernd, djóraheilsu og vælferðina hjá húsdjórum.

Við atliti at hesi fjøltáttan skulu setast í verk greiðari fyrisitingarligar mannagongdir, herundir vinnufremjandi tiltøk, ið hava til endamáls at menna landbúnaðarvinnuna. Endamálið við landsjørðini er, at jørðin - við virðing fyri omanfyrinevndu fjøltáttan - verður rikin sum vinnuligt jarðarbrúk.

Eftir tilmæli frá landbúnaðarvinnuni verður eisini heitt á Føroya Løgting um at skifta orð um hjálagda úrdrag úr landbúnaðarálitinum frá 1997, har mælt verður til, annaðhvørt at selja jørðina til teirra, ið vilja brúka hana sum landbúnaðarjørð, ella at styrkja Jarðarráðið (og møguliga skipa tað sum eitt felag), soleiðis at tað hevur veruliga ávirkan á nýtsluna av landsjørðini.  

 

Tilmæli

landsstýrismansins 

um framtíðar landbúnað 

Vinnumálastýrið

apríl 2000 

Inngangur

Í samgonguskjalinum frá 9. mai 1998 (pkt. 6.2) stendur m.a., at langtíðar politikkur verður orðaður fyri tær ymisku vinnurnar, herundir landbúnaðin, og at "landbúnaðurin skal styrkjast við tí høvuðsendamáli, at Føroyar gerast mest møguligt sjálvbjargnar við landbúnaðarvørum. Virkast skal fyri, at øll landbúnaðarjørð verður gagnnýtt. Jarðarlóggávan verður endurskoðað, so hon gagnar smærri plássunum, og umstøðurnar hjá festibóndum verða greiðari."

Í mars 1999 tók Løgtingið undir við orðaða vinnupolitikkinum, har hugsjónin m.a. er ein sjálvberandi, føroyskur búskapur, ið byggir á ymiskar vinnur, sum skapa avkast og framburð, og sum raðfesta trivnað og umhvørvi ovarlaga. Endamálið er at fáa gongd á eina fjøltáttan, soleiðis at samfelagið fær enn fleiri bein at standa á. Síðan tann yvirskipaða, vinnupolitiska kósin varð sett, hevur og fer Vinnumálastýrið framhaldandi at orða vinnugreinapolitikk fyri tær ymisku vinnugreinirnar, t.e. aling, ferðavinnu, kunningartøkni v.m.

Hetta tilmæli frá landsstýrismanninum um framtíðina hjá landbúnaðinum er ein partur av hesum arbeiði. Vinnumálastýrið fer, tá orðaskiftið um landbúnaðin er av, at brúka møguligar niðurstøður frá orðaskiftinum sum leiðreglu í arbeiðinum framyvir at orða ein ítøkiligan landbúnaðarpolitikk. Við øðrum orðum - og sum fráboðað tann 6. mars 1999, tá uppskot um broyting í Lov om Jordbrugets Fremme varð lagt fyri Løgtingið - verður nú skjøtil settur á orðaskiftið um framtíðina hjá føroyska landbúnaðinum.

Nevnda lógaruppskot, sum hevði til endamáls at heimila Jarðarráðnum at eftirgeva skuld ella part av skuld til Føroya Jarðargrunn, varð eftir 1. viðgerð í Løgtinginum beint í fíggjarnevndina. Fíggjarnevndin býtti seg undir viðgerðini av uppskotinum í ein meiriluta og ein minniluta. Meirilutin metti málið vera ógvuliga prinsipielt og viðbrekið, og mælti tí frá at samtykkja uppskotið; men heitti samstundis á landsstýrismannin um at leggja málið fram aftur í komandi tingsetu, "tá nýggja Jarðarráðið hevur havt høvi til at gera sínar tilráðingar". Meirilutin og minnilutin í fíggjarnevndini vóru á einum máli um, at ein greiðari orðing um framtíðar landbúnaðin eigur at fyriliggja, áðrenn Føroya Løgting kann taka støðu til málið. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur tí fyrireikað málið og lagt tað fyri nýggja Jarðarráðið og vinnuna, t.e. Meginfelag Búnaðarmanna og Bóndafelag Føroya, til viðmerkingar.

Í viðmerkingunum frá vinnuni verður m.a. borið fram, at limirnir í feløgunum ikki eru á einum máli um, hvat eigur at verða tikið við í einum tílíkum tilmæli. Tó tykist semja vera um, at m.a hesi viðurskifti eiga at verða viðgjørd í einum aðalorðaskifti, nevniliga:

Landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum hevur tikið viðmerkingarnar frá vinnuni til eftirtektar og gjørt av at leggja "Úrdrag úr landbúnaðarálitinum frá 1997" saman við í hesum tilmæli.

Viðmerkjast skal, at hetta tilmæli frá landsstýrismanninum bert umfatar landsjørðina, t.v.s. almennu jørðina, sum við lógarásettum rættindum og skyldum er latin festarum at umsita. Góð helvt av jørðini í Føroyum er landsjørð. Landsjørðin er skipað í eindir, og gjøgnum tíðirnar er støddin á hesum eindum nærum óbroytt. Ognarjørðin er harafturímóti í stóran mun býtt sundur í smærri eindir, orsakað av arvi og frásølu. Ognarjørðin er tí so mikið sundurbýtt, at sæð burtur frá nøkrum fáum, stórum óðalsgørðum, eru tað bert festigarðarnir, ið eru nóg stórir til at geva grundarlag fyri einari hampuligari inntøku.  

 

Lógargrundarlagið hjá landbúnaðinum

Endamál við landsjørðini sbrt. galdandi lóggávu:

Einki ítøkiligt endamál er orðað fyri ognarjørðina; men fyri landsjørðina, sum er at rokna sum øll almenn jørð, ið ikki verður fyrisitin av øðrum almennum stovni enn Jarðarráðnum, herundir kommunum, er endamálið í § 1 í løgtingslóg nr. 59 frá 9. juni 1988 um landsjørð lýst at vera: "at tað fyrisitingarliga skulu skapast møguleikar fyri at menna framleiðsluna av landsjørðini".

Henda endamálsorðing merkir, at landsjørðin í mest møguligan mun eigur at verða rikin sum vinnuligt jarðarbrúk, tí í kunngerð nr. 122 frá 21.07.1992 um festi, sum hevur heimild í somu lóg, stendur, at festari hevur skyldu at framleiða av festinum mest møguligt, sæð í mun til marknaðarviðurskiftini, og hvat annars má haldast at vera fíggjarliga ráðiligt.

Í § 10, stk. 1, í lógini um landsjørð er ásett, at tá ið festi er leyst, skal Jarðarráðið fyrst av øllum taka avgerð um, hvørt tað framhaldandi skal vera sjálvstøðugt brúk, ella um tað skal leggjast saman við øðrum festi. Í viðmerkingunum til lógina stendur, at "fyri at hava møguleika fyri at fáa almennu jørðina í hóskandi brúkseindir, er neyðugt at avmarka galdandi festirættindi hjá lívsarvingum, soleiðis at samanlegging av festum kann fara fram, hvørja ferð festi verða leys, uttan mun til um lívsarvingar eru ella ikki".

Jarðarráðið:
Sambært nevndu lóg um landsjørð er tað Jarðarráðið, sum tekur fyrisitingarligar avgerðir í festimálum og umsitur almennu jørðina. Harumframt tekur Jarðarráðið støðu til leigu og sølu av almennari jørð. Umframt at umsita Føroya Jarðargrunn og viðgera umsóknir um fígging úr grunninum, umsitur ráðið eisini studningsskipan, sum landsstýrið hevur lagt til ráðið. Ráðnum er eisini heimilað at selja landsjørð til almenn endamál og at gera av, hvørt eitt festi skal uppihaldast sum sjálvstøðugt festi, hvør skal taka við leysum festi, sundurbýti av festum og leigu av lendi. Jarðarráðið virkar eftir kunngerð nr. 164 frá 26.08.1993 um reglur fyri Jarðarráðið.

Áðrenn lógin um landsjørð frá 1988 varð sett í gildi, var fyrisiting Jarðarráðsins ásett í Lov om Jordbrugets Fremme frá 1937. Lógin frá 1937 hevði m.a. til endamáls at gera umsitingarligu mannagongdirnar smidligari, enn tær høvdu verið frammanundan. Settar vórðu tá 10 landbúnaðarnevndir runt landið, ið høvdu sum uppgávu at ráðgeva Jarðarráðnum og taka støðu í smærri málum. Landbúnaðarnevndirnar skuldu tryggja, at avgerðir vóru grundaðar á kunnleika og viðurskifti á staðnum. Tey fyrstu mongu árini eftir 1937 virkaðu landbúnaðarnevndirnar eftir ætlan; men við løgtingslóg nr. 28 frá 24. apríl 1957 vórðu tær tiknar av, og ístaðin fekk Jarðarráðið heimild til, fyri Jarðargrunsins rokning, at seta álitismenn runt landið. Hesir virkaðu fram til áttatiárini, men vórðu avtiknir við lógini um landsjørð frá 1988. Sambært seinastu broyting í lógini um landsjørð frá apríl 1999, er nýtt Jarðarráð sett, sum er mannað við limum, ið hava útbúgving og hollan, fakligan førleika innan búskap, løgfrøði, landbúnað og kunnleika til vinnuligt virksemi sum heild.  

Jarðargrunnurin:
Jarðargrunnurin, ið er at meta sum ein búnaðarbanki, er staðfestur við Lov om Jordbrugets Fremme nr. 174 frá 24. mai 1937. Henda lóg ásetir m.a., at Jarðarráðið fyrisitur grunnin. Eisini er ásett, at festarar, ognarmenn og traðarmenn kunnu søkja lán úr grunninum. Umsøkjari skal lúka ávísar treytir fyri at fáa lán úr grunninum, m.a. skal viðkomandi: "ikke selv ved egne Midler være i stand til at gennemføre det påtænkte" og "godtgøre at være Ejer af de fornødne Midler, naar Laan ydes, at drive det paagældende Landbrug paa forsvarlig Maade."

Um lánsupphæddina fyri landbúnaðarlán (tá lænt verður móti veðhaldi í ogn lántakarans) stendur m.a. í § 46: "Laanets Størrelse fastsættes af Landbrugsraadet og maa i Almindelighed ikke udgøre mere end 60%, og aldrig overstige 80% af den Laaneværdi, hvortil det paagældende Brug ansættes, naar alle af Landbrugsraadet krævede Arbejder er udført, efter Fradrag af eventuelle Forprioriteter og Grundbyrders kapitaliserede Værdi. Til Jordforbedring og Opdyrkning af raa Jord kan Laan dog gives indtil 90% af Jordens Værdiforøgelse. For Jordfondens Ejendomme fastsættes alle Laan i Forhold til Værdiforøgelsen…. Udbetaling sker, naar det paagældende Arbejde er godkendt. Til Jordforbedring og Opdyrkning af raa Jord udbetales Laan dog kun en gang aarligt…".

Lógargrundarlagið undir Jarðargrunninum er ongantíð endurskoðað í síni heild ella broytt munandi síðan 1937, tá Lov om Jordbrugets Fremme varð sett í gildi. Bert smávegis broytingar eru gjørdar, tá onkur beinleiðis tørvur hevur verið á tí. Lógin hevur tí framvegis ásetingar, sum í dag tykjast meiningsleysar t.d. "Gebyret for saadan Protokollation er 2 kr. " (§ 29, 3. petti) og "..ikke have en aarlig Indtægt over 3.000 kr." (§ 53, 1. petti).

Láns- og stuðulsheimildirnar í Lov om Jordbrugets Fremme snúðu seg upprunaliga fyrst og fremst um lán til traðarbrúk, at velta upp úr nýggjum og til bygningar á almennari jørð. Tað er ikki fyrr enn í 60-árunum, at heimilað verður Jarðarráðnum at veita lán úr Jarðargrunninum til høsnarhald, mjólkarsølur, mjólkarvirkir, og seinni eisini til slátur- og ullavirkir.

Festikonto:
Í § 15 í bekendtgørelse nr. 120 af 22.03.1938 Reglement for Landbrugsraadet, nedsat i Henhold til Lov for Færøerne om Jordbrugets Fremme nr. 174 frá 24. mai 1937, sum seinast broytt við kunngerð nr. 164 frá 26.08.93 um reglur fyri Jarðarráðið, verður sagt:

"For hver Fæstegaard og andet Jordbrug føres en Konto over de beløb, der indgaar i Jordfonden for Salg, Leje, Renter, Afdrag m.v. fra vedkommende Ejendom samt for Fæstegaardes vedkommende over de Ydelser, der tilflyder disse fra Jordfonden".

Í praksis verður innkomin peningur fyri sølu av jørð, og fyri ávísar størri leigusáttmálar, grótbrot, smoltstøðir o.t., bókaður á festikonto hjá tí einstaka. Leigugjald fyri festini og fyri vanligar traðir verður ikki bókað á festikonto, men fer beinleiðis í grunnin.

Grundhugsanin við festikontoskipanini er, at tá tiltøk verða framd, ella onnur inntriv gjørd mótvegis festinum, sum hava við sær, at festið minkar í virði, má hetta uppvigast við peningi (kompensatión), so virðið á festinum verður tað sama, sum áðrenn tiltakið varð framt.

Útgjaldsreglurnar av festikonto eru ásettar í kunngerð nr. 164 frá 26.08.1993 um reglur fyri Jarðarráðið. Í § 5 í hesi reglugerð er ásett:

"Peningur fyri sølu av jørð v.m. verður goldin í Jarðargrunnin og har bókaður á konto fyri hvørt festi sær.

Stk. 2. Jarðarráðið kann veita fíggjarligan stuðul til íløgur á festinum við peningi av festikonto.

Stk. 3. Umsóknir um fíggjarligan stuðul av festikonto verða viðgjørdar av ráðnum eftir somu reglum, sum umsóknir um lán".

Orðini "til íløgur á festinum" merkja, at peningur á festikonto bert kann nýtast til íløgur í fastognirnar á festinum t.e. eitt nú á sethús, hjallar, fjós, maskinhús, neyst, seyðahús, vegir og til velting v.m. Harafturímóti kann peningur á festikonto ikki nýtast til rakstur, eitt nú lønir, leysarakstrarlutir, so sum traktorar v.m.

Festikontoirnar eru 321 í tali, og upphæddinar, sum standa á teimum, eru ymiskar, frá nærum ongum peningi upp til 6,5 mió kr. Festikontoirnar hava við sær, at møguleikarnir hjá festarum at gera íløgur á festinum og reka vinnuligt virksemi sum útgangsstøði kann vera rættiliga ymiskt.

Festiskipanin - rættindir og skyldur:
Sambært kunngerð nr. 122 frá 21. juli 1992 um festi er ásett, at tann, sum kann taka við festi, skal hava eitt minstamark av jarðarbrúkskunnleika. Viðkomandi skal m.a. hava arbeitt í minsta lagi 2 ár á tveimum ymiskum gørðum og hava verið minst eitt hálvt ár á landbúnaðarskúla ella tílíkum skúla, sum Jarðarráðið hevur góðkent.

Tann, sum situr við landsjørðini, hevur ávís rættindi og ávísar skyldur. Rættindi hjá festara eru lýst í § 12, stk. 5: "Festarin hevur rætt til at nýta festið við lunnindum, ið hoyra tí til, á ein slíkan hátt, sum samsvarar stk. 1 (eitt væl umsitið jarðarbrúk). Hann hevur veiðirættindi av festinum, rætt til at fiska í áum og vøtnum. Hann hevur torvskurðar- og kolanámsrætt til egna nýtslu. Meðan hann situr við festinum, hevur hann rætt til at leiga øðrum stykki at velta í til húsbrúk, veiðirættindi, herundir fuglabjørg og urðar, og fiskirættindi, tó í mesta lagi fyri 5 ár í senn. Hann hevur eisini rætt til at selja grót, eyr, sand og tara o.t. við loyvi Jarðarráðsins. Ráðið ásetir eisini sølutreytirnar".

Festari hevur hesar skyldur: bústaðar- og framleiðsluskyldu, skyldu at gjalda festileigu og at halda innstøðuna, at røkja kríatúrini og bygningarnar, og - í teimum førum, har lán er veitt úr Jarðargrunninum - at halda afturgjaldstreytirnar. Um skyldurnar ikki verða hildnar, skal Jarðarráðið taka støðu festarans til viðgerðar og áleggja festaranum at fáa viðurskiftini í rættlag. Verður áheitanin ikki fylgd, hevur Jarðarráðið rætt til at siga festið upp. 

Stevnumið

Landbúnaðurin eigur - sum vinnugrein - at vera fjøltáttaður, burðardyggur og so vítt gjørligt kappingarførur. Landbúnaðurin skal eisini vera mentanarberari og elva til livandi útoyggjar og varðveitslu av náttúruni, og lagast til krøv brúkarans um matdygd og -tryggleika, umhvørvisvernd, djóraheilsu og vælferðina hjá húsdjórum.

Við atliti at hesi fjøltáttan skulu setast í verk greiðari fyrisitingarligar mannagongdir, herundir vinnufremjandi tiltøk, ið hava til endamáls at menna landbúnaðarvinnuna. Endamálið við landsjørðini er, at jørðin - við virðing fyri omanfyrinevndu fjøltáttan - verður rikin sum vinnuligt jarðarbrúk. Tað vil siga:

Sum tað sæst á omanfyrinevnda stevnumiði, hevur landbúnaðurin ein "multifunktionellan" leiklut av týdningi fyri vælferðina, umhvørvið og trivnaðin í føroyska samfelagnum. Málsetningurin fyri framtíðina hjá landbúnaðinum verður at eggja til, at vinnan kann verða sjálvberandi og sum frálíður skapa avkast. Hetta er fyrsta fortreytin fyri, at vinnan kann gerast búskaparliga stabil. Skal landbúnaðarvinnan skapa framburð í samfelagnum, má hon vera innovativ, hava dagførda vitan og fjøltáttað samskifti. Samstundis má hon liva upp til tey krøv, samfelagið setir henni og - við virðing fyri settum stevnumiðum - skal landbúnaðarvinnan, so vítt gjørligt sjálv skipa fyri sínum viðurskiftum.

Vinnuliga nýtslan av landsjørðini:
Tjak hevur verið um, hvørt tað er rætt, at landið er so stórur jarðareigari, ella um landsjørðin átti at verið á privatum hondum. Eisini hevur verið ført fram, at um jørðin varð privatiserað, hevði hon verðið umsitin betri.

Summi halda, at rætturin í galdandi lóggávu til at "arva" landsjørð í ávísum førum forðar fyri, at jørðin fer til teirra, sum høvdu fingið mest burtur úr henni. Landsjørðin er stórt sæð afturlatin fyri øllum uttan teimum gott og væl fýrahundrað fólkunum, sum nú einaferð sita við jørðini. Sum nevnt frammanfyri, er góð helvt av jørðini landsjørð. Landsjørðin er skipað í eindir, og gjøgnum tíðirnar er støddin á hesum eindum nærum óbroytt. Við øðrum orðum er støddin á festunum ikki lagað eftir, hvat er búskaparliga hóskandi, tí eingin búskaparlig eggjan tykist at hava verið til at fremja slíka tillaging.

Uttan mun til hvørja støðu tey ymisku hava til landsjørðina, ella um mett verður, at tað at umsita landsjørð er ein framíhjárættur ella ikki, so er torført hjá festara at sammeta seg við onnur vinnurekandi, tí teir eiga ikki framleiðslutólini og eru soleiðis eisini í eini aðrari støðu viðvíkjandi skattligum avskrivingum o.ø., enn vanlig vinnurekandi eru.

Í vinnuligum høpi er tað greitt, at gagnnýtsla og røkt av jørðini í Føroyum ikki kann hugsast, uttan so, at avkastið av jarðarbrúkinum er so mikið stórt, at tey fólk, ið velja sær hesa vinnu, fáa eina sámiliga inntøku burturúr. Landbúnaðarframleiðsla í Føroyum byggir á tað, sum kann vaksa í Føroyum. Framleiðslugrundarlagið er við øðrum orðum føroyska lendið og veðurlagið.

Landbúnaðarframleiðslan í Føroyum er serstakliga: mjólk, neytakjøt og seyðkjøt, harafturat eplir, grønmeti og flogfenaður. Av hesi framleiðslu er tað serliga mjólk og í minni mun neyta- og seyðakjøt, sum er vinnuligt, t.v.s. kemur í skipaða sølu. Samlaða nøgdin av mjólk var í undanfarna ári 6,6 mió. litrar. Seyðakjøtsframleiðslan verður mett til uml. 800 tons, men sambært studningsskipanini fyri seyðakjøt eru uml. 120 tons farin í skipaða sølu.

Av eplum verða seld nøkur tons, men nógv epli verða velt til egna nýtslu.
Ein leyslig meting er gjørd av framleiðsluvirðinum í føroyska landbúnaðinum (1994-tøl).  

Sambært hesi meting var framleiðsluvirði av
seyðakjøti: 36.193.000,-kr.
mjólk: 29.393.000,-kr.
neytakjøti: 2.476.000,-kr.
epli, gásum o.a.: 7.206.000,-kr.

Neyvar upplýsingar um inntøkur festaranna eru ikki tøkar; men sbrt. upplýsingum frá mjólkneytahaldi, saman við seyðahaldi, verður rakstrarúrslitið, t.v.s. løn til bóndan sjálvan, mett at liggja millum kr. 150.000 og kr. 300.000, í fáum førum er tað hægri, ofta lægri.

Fyritreytirnar hjá festarum fyri vinnuligari nýtslu av landsjørðini eru ymiskar, tí bæði markatal og lendisumstøður hava týdning fyri, í hvønn mun vinnuligt virksemi letur seg gera.

Givið er, at umstøðurnar fyri størst møguligari virðisøking verða skaptar, tá jørðin verður umsitin, so hon búskaparliga kastar sum mest av sær. Hetta merkir ikki, at festarar, hvør í sínum lagi, miðvíst og fyri ein og hvønn prís skulu økja framleiðsluna. Áseyðatalið og reguleringar í hagalógini seta sínar natúrligu avmarkingar fyri ovurframleiðslu. Alt eftir stødd, høgleika og alternativum vinnumøguleikum, sum t.d. vistfrøðiligari framleiðslu o.a., verður tað upp til tann einstaka (í samráð við Jarðarráðið) at leggja langtíðarætlanir fyri festið.

Íløgur í fjós, neyt o.a. verða ikki størri, enn framleiðslan og marknaðurin kunnu bera. Íløgur skulu ikki gerast við rakstrarstudningi sum grundarlag, tí úrslitið verður størri framleiðsla, enn marknaðurin vil keypa.

Serligur dentur verður lagdur á at fylgja ásetingunum í galdandi lóggávu. Tað vil siga, at í teimum førum, har staðfest verður, at festari ikki heldur skyldur sínar viðvíkjandi gagnnýtslu og røkt av jørðini, kríatúrum, bygningum, lánunum úr Jarðargrunninum, skal Jarðarráðið taka støðu festarans til viðgerðar og áleggja festaranum at fáa viðurskiftini í rættlag. Verður áheitanin ikki fylgd, fær tað avleiðingar fyri viðkomandi festara.

Samanumtikið merkir hetta, at festari, sum røkir sínar skyldur og í verki vísir dugnaskap, fær møguleika til - í størri mun enn higartil - at økja um vinnuligu nýtsluna av festinum. Hinvegin fær tað avleiðingar fyri framíhjárætt festarans, tá misrøkt og skyldur mótvegis Jarðargrunninum ikki verða hildnar.

Vinnuligu karmarnir eiga at verða støðugt raðfestir, soleiðis at vinnan fær rúm, ræsur og frið at virka eftir greiðum og nærri ásettum treytum. Við støði í galdandi lóggávu fer Vinnumálastýrið at miða ímóti at byggja eina fyrisiting upp, sum er væl samskipað og gera greiðar og vællýstar mannagongdir, so fyrisitingin kann virka á høgum tænastu- og vitanarstigi.

Karmar

Uppgávan hjá Vinnumálastýrinum er at tryggja, at landbúnaðurin hevur góðar karmar at virka undir. Karmarnir hjá landbúnaðinum eru galdandi landbúnaðarlóggáva og tilhoyrandi kunngerðir. Fyrisitingin og fremjingin av ásetingunum í nevndu lóggávu eru við lóg løgd til Jarðarráðið, sum nú hevur neyðuga, fakliga førleikan at útinna hesa uppgávu.

Partar av landbúnaðarlóggávuni eru, sum tað sæst frammanfyri, av eldri uppruna. Tørvur tykist vera á at útbyggja amboðini í verandi lóggávu, tað vil siga at fáa til vega greiðar reglur og mannagongdir fyri fremjing av lógarinnar ásetingum. Hetta tí at nógv bendir á, at soleiðis sum lógin higartil hevur verið umsitin, hevur ov lítil dentur verið lagdur á at brúka tey amboð, sum eru tøk í galdandi lóggávu – her verður serliga hugsað um, at tað ikki hevur fingið avleiðingar, tá t.d. jørðin er fallin í órøkt. Vantandi handhevjanin av lógarinnar ásetingum kann partvíst tilskrivast, at eingin politikkur hevur verið fyri landbúnaðin, og eisini at eingi krøv hava verið sett til jarðarfyrisitingina. Jarðarfyrisitingin hevur líka til 1995 verið politiskt sett, tað vil siga at krøvini til Jarðarráðið einamest hava snúð seg um at hava eina breiða politiska umboðan í ráðnum, og ikki at hava professionella fyrisiting av landsjørðini.

Staðfest er, at ov lítil dentur hevur verið lagdur á at menna landbúnaðin. Skuldarbyrðan hjá festibóndum er eitt tekin um, at endamálið við landsjørðini ikki er rokkið. Ov stórar íløgur eru gjørdar í fjós, neyt v.m.

Skuldin til Jarðargrunnin var pr. 31. des. 1999 156 mió. kr., harav fallin gjøld pr. 1. des. 1999 vóru 20 mió. kr. Av teirri samlaðu skuldini til Jarðargrunnin eru 38 mió. kr. ella 24% lán hjá ognarmonnum ella privatum fyritøkum (MBM o.ø.), restin er lán til festarar og felagshagar, sum eisini kunnu vera ognarhagar. Samlaða skuldin hjá festibóndum til Jarðargrunnin er d.d. góðar 98 mió. kr. Nógv størsta útlánið er til fjós, har restskuldin pr. 31. des. 1999 var 86 mió. kr. Restskuldin av seyðahúslánum var 4.8 mió. kr. og av maskinlánum 4.7 mió. kr.

Stóri vøksturin í útlánsvirksemi Jarðargrunsins byrjaði fyri uml. 25 árum síðan. Politiska málið í sjeytiárunum var at gerast sjálvforsýnandi við drekkimjølk og vóru tí nýggj fjós bygd við tí fyri eyga at økja framleiðsluna av drekkimjólk. Tá móttøku- og sølukervið ikki var nøktandi ella lagað til øktu mjólkarmongdina, tóku bóndur seg saman at stovna L/F Mjólkavirkið Búnaðarmanna tann 1. apríl 1980. Mjólkarmongdin, sum tá kom í skipaða sølu, var niðanfyri 2 mió. litrar – í 1999 var hon 6.6 mió. litrar.

Mjólkarstudningurin, sum varð játtaður um løgtingsfíggjarlógina, vaks mestsum á hvørjum ári og kom tann beinleiðis mjólkarstudningurin seinast í 80-árunum upp á kr. 1,63 fyri liturin.

Tá samfelagsbakkastið kom nøkur ár seinni, varð studningurin eftir einum ári settur niður í kr. 0,90.

Hesin inntøkumissur var ein orsøkin til, at alt fleiri bóndur ikki kundu svara sínar skyldur til Jarðargrunnin.

Samanbera vit landbúnaðin og alivinnuna, er stórur munur á framleiðsluvirðinum og virðisøkingini hjá hesum vinnum. Men í nærum øllum øðrum viðurskiftum hava hesar vinnur felags eyðkenni. Grundarlagið hjá hesum vinnum er jørðin og firðirnir, sum er at meta sum "ogn" hjá tí almenna. Lóggáva á økinum ásetir rættindi og skyldur hjá tí vinnurekandi. Festari og alari fáa við ávikavist festibrævi og aliloyvi undir ávísum treytum formelt loyvisbræv frá fyrisitingarmyndugleikanum. Hesar vinnur skulu í virksemi sínum gagnnýta náttúrutilfeingið á skynsamasta hátt, og skulu atlit takast til varðveitslu av náttúru, umhvørvi, djóraheilsu, matdygd og –tryggleika.

Landbúnaðarvinnan hevur í dag nakrar av teimum somu trupulleikunum at dragast við, sum alivinnan hevði miðskeiðis í 80-unum, tá kapitalgrundarlagið hjá vinnuni var ov veikt, og talið av virkjum - vegna húsagang - minkaði munandi.

Einstøku festini eru í fleiri førum smá og kapitalveik. Ov lítið er gjørt burtur úr at gagnnýta royndir úr øðrum londum, og lítið og einki granskingarvirksemi er farið fram í landbúnaðarvinnuni. Støða verður ikki her tikin til, um 399 festir er ov nógv ella ikki; men tað er ein sannroynd, at fleiri festarar hava ikki megnað at hildið skyldur sínar, hvørki tá talan er um gagnnýtslu, røkt av jørðini ella skyldurnar mótvegis Jarðargrunninum.

Skuldarbyrðan hjá festibóndum er at meta sum ein tann størsti trupulleikin hjá vinnuni, og samstundis ein verulig forðing fyri at náa setta endamálinum við landsjørðini, nevniliga, at tað fyrisitingarliga skulu skapast møguleikar fyri at menna framleiðsluna av landsjørðini.

Tí metir Vinnumálastýrið tað vera av átrokandi týdningi at fáa greitt henda part, t.v.s. skuldina til Jarðargrunnin, skjótast til ber og samstundis fáa trygd fyri, at støðan ikki endurtekur seg. Vinnumálastýrið hevur tí í samráð við nýggja Jarðarráðið gjørt uppskot um reglur fyri, hvussu eftirgeving av skuld til Jarðargrunnin kann fara fram. Eftir umsókn kann festari fáa skuld, ella part av skuld, til Jarðargrunnin eftirgivna sbrt. hesum reglum:

Hagtøl og aðrar sundurgreiningar

Til tess at fáa loyst skuldarbyrðuna og samstundis betra karmarnar hjá landbúnaðarvinnuni verður neyðugt at fáa til vega grundleggjandi skjalatilfar og hagtalsútgreiningar, ið lýsa m.a.:

Miðað verður móti at fáa neyvar hagtalsútgreiningar innan øll fyri landbúnaðarvinnuna viðkomandi øki, so at vinnan fær karmar at virka undir, sum standa mát við onnur samfeløg. Hetta stuðlar eisini upp undir einari professionellari jarðarfyrisiting, sum kann medvirka til, at vinnan og arbeiðsmegin kunnu trívast og landbúnaðurin mennast og fylgja settum stevnumiðum.

 

Samandráttur og tilmæli landsstýrismansins

Sum nevnt frammanfyri er hetta tilmæli frá landsstýrismanninum ikki at meta sum ein endaligur politikkur fyri framtíðina hjá landbúnaðinum. Hetta tilmæli er hinvegin ætlað sum ein stevnuskrá fyri framtíðina, sum, saman við niðurstøðunum frá orðaskiftinum í Løgtinginum, verður at brúka sum grundarlag í arbeiðinum framyvir at orða ein landbúnaðarpolitikk.

Sambært lógargrundarlagnum fyri landbúnaðin, ið er lýst frammanfyri, er endamálið við landsjørðini, at hon í mest møguligan mun skal verða rikin sum vinnuligt jarðarbrúk, og hevur festari í hesum sambandi skyldu til at leggja tilrættis framleiðsluna í mun til marknaðarviðurskiftini, og hvat má haldast at vera fíggjarliga ráðiligt.

Fyrisitingin av landsjørðini er við lóg løgd til Jarðarráðið. Tað vil siga, at Jarðarráðið skal fremja útinningina av ásetingunum í galdandi lóggávu og hava eftirlit við, at hesar verða fylgdar. Sambært seinastu broyting frá 1999 í lógini um landsjørð frá 1988, er Jarðarráðið nú mannað við limum, ið hava fakligan førleika innan løgfrøði, búskap, landbúnað og aðra vinnu. Við øðrum orðum eru umstøður nú fyri at seta í verk eina professionella fyrisiting av landsjørðini, herundir at fáa til vega neyvari stýringsamboð til at fremja endamálið við lógini, tað vil siga: "at tað fyrisitingarliga skulu skapast møguleikar fyri at menna framleiðsluna av landsjørðini" og ásetingina í lógini um at "festari m.a. hevur bústaðarskyldu og skyldu at framleiða av festinum mest møguligt sæð í mun til marknaðarviðurskiftini, og hvat annars má haldast at vera fíggjarliga ráðiligt".

Av tí at eingin samanhangandi politikkur nakrantíð er orðaður fyri landbúnaðin, er ilt at meta um góðskuna av jarðarfyrisitingini higartil, tí einki ítøkiligt er at meta hana útfrá. Víst er á frammanfyri, at amboð eru í galdandi lóggávu at stýra eftir. Áðrenn - ella um - ítøkilig stig verða tikin til møguligan broyttan bygnað í landbúnaðinum og harav fylgjandi broytingum í galdandi lóggávu, er neyðugt at hava greiðar ætlanir fyri landbúnaðin, sum verða at staðfesta í einum ítøkiligum landbúnaðarpolitikki.

Uppgávan hjá Vinnumálastýrinum er at síggja til, at vinnan hevur góðar karmar at virka undir.

Hóast partar av landbúnaðarlóggávuni eru av eldri uppruna, so eru neyðugu stýringsamboðini til frama fyri vinnuligari nýtslu av landsjørðini tøk í galdandi lóggávu, og verða hesi at nýta, til annað verður sett ístaðin, t.v.s. tá ítøkiligi landbúnaðarpolitikkurin, við haravfylgjandi uppskoti til broytingar í galdandi lóggávu, er orðaður. Ætlanin er tí ikki í fyrstu atløgu at broyta verandi lógarkarmar; men heldur at fáa trygd fyri, at ásetingarnar í galdandi lóggávu verða fylgdar.

Við støði í galdandi lóggávu fer Vinnumálastýrið at miða ímóti at:

Mett verður, at tað á umleið 150 festum kunnu vera møguleikar og umstøður fyri vinnuligum landbúnaðarvirksemi burturav. Fyri hinar festarnar skulu betri umstøður skapast fyri at fáa eina møguliga hjávinnu við síðuna av landbúnaðarvøruframleiðsluni.

Ætlanirnar fyri framtíðar landbúnaðin snúgva seg í høvuðsheitum um at tátta í útinningina av ásetingunum í galdandi lóggávu, og við heimild í hesi lóggávu at seta í verk greiðar fyrisitingarligar mannagongdir, so trygd fæst fyri, at endamálið í galdandi lóg verður rokkið.

Jørðin skal, har tað ber til, nýtast til vinnuligt endamál, og fær tað tí avleiðingar fyri framíhjárætt festarans, tá misrøkt og skyldur mótvegis Jarðargrunninum ikki verða hildnar.

Mælt verður Løgtinginum til at taka undir við ætlanunum fyri framtíðar landbúnaðin og setta stevnumiðið. Tað er, at landbúnaðurin - sum vinnugrein - skal vera fjøltáttaður, burðardyggur og so vítt gjørligt kappingarførur. Landbúnaðurin skal eisini elva til livandi útoyggjar og varðveitslu av náttúruni, og lagast til krøv brúkarans um matdygd og -tryggleika, umhvørvisvernd, djóraheilsu og vælferðina hjá húsdjórum.

Við atliti at hesi fjøltáttan skulu setast í verk greiðari fyrisitingarligar mannagongdir, herundir vinnufremjandi tiltøk, ið hava til endamáls at menna landbúnaðarvinnuna. Endamálið við landsjørðini er, at jørðin - við virðing fyri omanfyrinevndu fjøltáttan - verður rikin sum vinnuligt jarðarbrúk.

Eftir tilmæli frá landbúnaðarvinnuni verður eisini heitt á Føroya Løgting um at skifta orð um hjálagda úrdrag úr landbúnaðarálitinum frá 1997, har mælt verður til, annaðhvørt at selja jørðina til teirra, ið vilja brúka hana sum landbúnaðarjørð, ella at styrkja Jarðarráðið (og møguliga skipa tað sum eitt felag), soleiðis at tað hevur veruliga ávirkan á nýtsluna av landsjørðini.  

*****

Á tingfundi hósdagin 4. mai 2000 var aðalorðaskifti um frágreiðingina. Málið avgreitt.