Munnligur fyrispurningur um fyritíðarpensjón

 

Orðaskifti
munnligur fyrispurningur
4. mai 2000
frá Kristian Magnussen til Helenu Dam á Neystabø
viðv. fyritíðarpensjón

Kristian Magnussen:
Harra formaður.
Hesin spurningurin er kanska eitt sindur kompliseraður og ringur at greiða upp á 2 minuttir, men hann snýr seg um nýggju pensjónslógina, har eg spyrji landsstýrismannin:

Kann landsstýrismaðurin greiða Løgtinginum nærri frá, hvussu fráboðan um broyttar viðbøtur til fyritíðarpensjónistar skal skiljast?

Hetta er ein kompliseraður spurningur, og eg meini, at landsstýrismaðurin heilt klárt brýtur lógina um almanna pensjónir við tí kunngerð, sum hon hevur sett í verk, og við teimum broytingum, hon ger innan fyri viðbøturnar, sum heldur ikki eru lýstar í tí kunngerð, sum eg vísi á, men hetta er ein stórur og kompliseraður spurningur, og eg vil boða Løgtinginum frá, at eg fari at reisa spurningin í landsstýrismálanevndini, tí at eg meini absolut, at landsstýrismaðurin brýtur lógina um almanna pensjónir.

Logikkurin við tí nýggju lógini var, at allar viðbøtur skuldu vera skattskyldugar, allar pensjónirnar hjá fyritíðarpensjónistum skuldu vera skattskyldugar, og bert í heilt serligum førum kann man geva pensjónistum serligar viðbøtur, bara tá ið pensjónistar eru serliga illa fyri, tá kann man veita viðbøtur.

Tað, sum landsstýrismaðurin praktiserar, orsakað av at ongar konsekvensútrokningar vórðu gjørdar av lógini, man hevði slett ikki hugt eftir, hvørja ávirkan hesar broytingar í lógini fóru at hava á ymisk sløg av pensjónistum. Nú roynir landsstýrismaðurin at kompensera fyri teir manglar, sum eru í verandi lóg, við at útgjalda pensjónistum serlig ískoytir. Men problemið við tí er, at tað er ikki í tráð við lógina. Tað, sum man bara skal brúka í heilt serligum førum til pensjónistar, sum eru serliga illa fyri, verður nú brúkt sum standardreglur í lógini, og tað ætli eg mær at fara at kanna í landsstýrismálanevndini.Takk fyri.

Helena Dam á Neystabø:
Harra formaður.
Eg veit ikki, um tað er siðvenja her nú, at man undir fráboðaðum munnligum fyrispurningum kemur inn á heilt onnur viðurskifti enn tað, sum spurt er um, og um tað er tað, man skal svara uppá, ella um man skal svara upp á spurningin, sum er settur, tí at tað, sum Kristian Magnussen brúkti spyrjaratíðina uppá, var ikki at spyrja spurningin, men at siga nøkur heilt onnur ting um viðbøtur, men viss eg skal royna at svara spurninginum, sum ljóðar soleiðis: "Kann landsstýrismaðurin greiða Løgtinginum nærri frá, hvussu fráboðan um broyttar viðbøtur til fyritíðarpensjónistar skal skiljast", so er tíðin ikki long til tað, men eg skal royna at gera tað stutt.

Henda fráboðan skal skiljast sum ein frágreiðing til pensjónistar um, at neyðugt hevur verið at broyta uppsetingina av, hvørjar upphæddir eru skattskyldugar, og hvørjar eru skattafríar, og tað er aftaná, at skattalógin er broytt, tað hevur also einki við pensjónslógina ella ásetingarlógina at gera.

Útbetaling av pensjónum og útrokningarnar av pensjónum er sjálvandi í samsvari við ásetingarlógina, men av tí broytingin í skattalógini sigur, at ávís upphædd til miðal- og hægstu avlamispensjónistar skal vera skattafrí, og at Almannastovan skal umsita hesa áseting, so var neyðugt at broyta uppsetingina av skjalinum, sum fer til pensjónistar, og sum fer til skattamyndugleikar. Og tað eg gjørt upp á tann mátan, at tann skattskylduga viðbótin er býtt sundur, soleiðis at tann nú skattafríi parturin verður lagdur saman við tí serligu skattafríu persónligu viðbótini, sum er tað, sum vit fyrr kallaðu sjúkrakassaviðbót.

Hetta er sostatt bert ein teknisk broyting til tess, at skattamyndugleikarnir fáa rættar upplýsingar, og til tess at vit kunnu halda skattalógina, sum sigur nú, at ein ávís upphædd til hægstu- og miðal fyritíðarpensjónistar skal útgjaldast skattafrítt, ein hægri upphædd enn tað, sum er ásett í ásetingarlógini, ella í skattalógini frammanundan.

So at ásetingarlógin og pensjónslógin verður fylgd í øllum útrokningum av pensjónum til pensjónistar, men av tí at broyting er gjørd í skattalógini, og at hesar fráboðanir skulu fara til rætta myndugleika, so hevur verið neyðugt at býtt ta skattskyldugu viðbótina upp soleiðis, at tann parturin av henni, sum sambært skattalógini nú má gerast skattafrí, verður skrivað saman við tí frammanundan skattafríu viðbótini.

Kristian Magnussen:
Harra formaður.
Hatta rokni eg ikki við, at nakar skilti, viss eg skal vera heilt erligur, og hatta er heldur ikki nemt at skilja, tí Løgtingið hevur samtykt eina ásetingarlóg, sum ásetir, hvat ið viðbøtur til pensjónistar eru, og hesar viðbøtur eru skattskyldugar. Nú kemur landsstýrismaðurin umsitingarliga og ger ein part, minkar hesar viðbøturnar tekniskt og hækkar nakrar aðrar viðbøtur og ger tær skattafríar, tað er ein partur av tí. Hon hevur gjørt tað sama, landsstýrismaðurin, við kunngerðini um onnur viðurskifti. Útbetalir skiftisskipanir til fólk.

Tað, sum eg vil vísa á, § 12 í pensjónslógini sigur tað, og tað er út frá har man betalir hetta her: "at persónlig viðbót kann bara verða veitt einum pensjónisti, sum hevur serliga trupul kor." Tað eru reglarnir. Nú útbetalir man generelt eftir hesi regluni her, man spyr ikki eftir, um pensjónistarnir eru millióningar, ella hvat teir eru. Tað er har, ið problemið liggur.

Tað er tað, harra formaður, sum eg ætli mær at fáa kannað í landsstýrismálanevndini. Og annars vil eg frábiðja mær, at landsstýrismaðurin fortelur undirritaða og øðrum, hvat vit skulu spyrja um her í Løgtinginum, og hvussu vit málbera okkum, vit hava 2 minuttir, vit mugu royna at fáa tað við, sum vit halda vera relevant í málinum. Takk fyri.

Helena Dam á Neystabø:
Trupulleikin er bara tann, at tað, sum Kristian Magnussen tosar um, er ikki tað, sum hann hevur spurt um í tí munnliga fyrispurninginum. Nei, tað er tað ikki. Og eg vil endurtaka, at útbetalingarnar av pensjónum verða gjørdar sambært ásetingarlógini og sambært pensjónslógini, men tað er tann broytingin í skattalógini, sum umsitingarliga hevur gjørt tað neyðugt, at vit útbetala ein part av tí, sum sambært pensjónslógini er skattskyldugt, skattafrítt, tí tað stendur nú í skattalógini, at ein ávís upphædd skal útbetalast skattafrítt, og tað skal regulerast, sjálvandi skal tað regulerast í skattinum, men skattamyndugleikin má fáa boð um, at hendan upphædd skal ikki skattast, og tí hevur tað verið neyðugt at gjørt hesar uppsetingarnar soleiðis, at upplýsingarnar vera rættar til tann myndugleikan, sum skal áseta, hvat ein pensjónistur skal betala í skatti.

Annars átti ein tílíkur spurningur kanska at verið settur skrivliga, so man fekk møguleika fyri at svara honum so skilliga, sum til ber.

Men eg kann leggja afturat, at Fíggjarmálastýrið og Almanna- og Heilsumálastýrið arbeiða við at fáa hesi viðurskiftini upp á pláss, og at tað skal ganga skjótt við at fáa einfald gjørd hesi viðurskiftini aftur, soleiðis at vit ikki koma í ta støðu sum nú, at skattalóggáva og pensjónslóggáva koma at grípa inn í hvørt annað á hendan hátt, sum tað er blivið við teimum skattalógarbroytingum, sum eru samtyktar í Løgtinginum fyri kortum.

Tær serligu skiftisupphæddirnar, sum Kristian Magnussen sipar til, tær eru samtyktar ella tær eru ásettar til at vera galdandi í 1 ár bara, og tað varð mett, at tað var ein serlig fíggjarlig trupul støða, sum pensjónistar koma í, sum av broyttari lóggávu koma at missa rættiliga stórar upphæddir, so hetta er ikki ein broyting, sum kemur at vara longri enn 1 ár, sum er ásett í kunngerðini.

Kristian Magnussen:
Harra formaður.
Ja, nú haldi eg, at vit fingu staðfest, um ikki annað gjøgnum síðubeinini á landsstýrismanninum, at her eru kanska nøkur viðurskifti, sum ikki eru greið, og nú fara tey at arbeiða í Fíggjarmálastýrinum og Almanna- og Heilsumálastýrinum við at fáa hesi viðurskiftini upp á pláss.

So sigur landsstýrismaðurin tað, at hetta er so innviklað, at hon vildi gjarna havt ein skrivligan fyrispurning, men eg vil nú siga landsstýrismanninum tað, at landsstýrismaðurin skal fáa alla ta tíð, hann hevur brúk fyri at svara, tá ið landsstýrismálanevndin fer í holt við málið.

Viðvíkjandi teimum viðbótum, hon snakkar um, sum bara skulu galda í 1 ár, tað ger ikki málið rættari. Tað er ólógligt at taka ólóglig hensyn í eini lóg, bara tí at landsstýrismaðurin hevur fingið Løgtingið at hoppa uppá, hevði eg nær sagt, at hetta er ein góð og gjøgnumarbeidd lóg, um man so – hovsa – allatíðina finnur trupulleikar í lógini, og fer at útbetala serligar viðbøtur ólógligt, vil eg siga. Tá landsstýrismaður so sigur nú, ja vit ætla bara at gera tað ólógliga 1 ár, sum um at tað skal vera eitt forsvar fyri at gera tað. Hetta er langt úti, harra formaður, og eg haldi ikki, eg sigi meir í hesum umfarinum, tí tað er øgiliga kompliserað, og eg rokni ikki við – ikki fyri at fornerma nakran – at allir løgtingsmenn skilja tann rætta samanhanging. Takk fyri

Formaðurin:
So er hesin spurningurin avgreiddur.