Kringvarp

Nr. 19

Komið til tingið 12.04.2000

Føroya Løgting
Løgtingsformaðurin,
Tinghúsvegur
100 Tórshavn

Tórshavn tann 11.apríl 2000

Viðv. setananum av útvarps- og sjónvarpsnevndum

102 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp

Vit, starvsfólkini í Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya, gleða okkum um, at ein nevnd er sett at ráðgeva um programmvirksemið hjá báðum stovnunum.

Sum skilst, so hevur landsstýrismaðurin ikki mett, at neyðugt er við umboðum fyri starvsfólkini á stovnunum í hesum nevndum. Vit halda, at eitt ella fleiri umboð fyri starvsfólkini í ÚF og SvF kundu verið eitt kærkomið íkast til arbeiði í programmnevndunum. Vit eru tey, sum hava tað besta innliti í, hvussu okkara arbeiði er, og hava samstundis brúk fyri, at fáa aftursvar frá fólki, sum hava áhuga fyri okkara arbeiði.

Harafturat vilja vit fegin gera vart við, at slíkar nevndir í londunum uttan um okkum altíð hava ein ella fleiri limir, sum umboða starvsfólkini á avvarandi stovnum. Á fundi sum NORDFAG - fakligi felagsskapurin hjá fólki sum arbeiða á almennu útvørpum og sjónvørpum í øllum norðanlondum - skipaði fyri í Finnlandi í mars í ár, hittust eisini starvsfólkaumboð í nevndunum fyri sínar stovnar, og vit kunnu upplýsa, at øll londini uttan vit hava umboð í nevndini.

Í Norra eru til dømis 3 limir av 9 umboðum fyri starvsfólkini í NRK og hesi hava øll atkvøðurætt. Í Finnlandi er eitt umboð við atkvøðurætti, meðan 2 umboð afturat hava talurætt í nevndini fyri YLE, so sum skilst so eru vit eftirbátar á hesum øki.

Vit fara tískil at heita á Føroya Løgting at taka hesa áheitan við í lógaruppskot nr 102 um val av nevndunum, og skipa so fyri, at starvsfólkini í Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya verða umboðað í útvarps- og sjónvarpsnevndini.

Vinarliga

Vegna starvsfólkini í Sjónvarpi Føroya og Útvarpi Føroya

Jógvan Eli Dam og Ingun Olsen, Sjónvarp Føroya.

Helgi Jacobsen og Súni Selfoss, Útvarp Føroya.