Fyrispurningur um uppsøgn av landsverkfrøðinginum

100-2 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi uppsøgnini av landsverkfrøðinginum

 

Ár 1999, týsdagin 10. august, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Skal skriv løgmans frá 20. mai 1999 skiljast soleiðis, at løgmaður metir uppritið nøktandi, og at einki meira skal gerast í hesum máli. Og at landsstýrismaðurin í framtíðini sjálvur gerð av, hvat skal fara fram viðvíkjandi landsverkfrøðingsstovninum?
  2. Skal sama skriv løgmans skiljast soleiðis, at hann heldur øll viðurskifti í kanningararbeiðinum vera í lagi?
  3. Skal skrivið tulkast soleiðis, at løgmaður heldur mannagongdina viðvíkjandi uppsøgnini vera í lagi, og at slík verður góðtikin í framtíðini?
  4. Heldur løgmaður, tað vera í lagi, at landsstýrismaður alment sigur uppsagnargrundina vera bygnaðarbroytingar, meðan kanningin vísir á, at grundin hevur verið samstarvstrupulleikar?
  5. Metir løgmaður, at hann hevur lokið fyrstu treytina í avtaluni frá 5. januar 1999, og metir hann, at uppritið er haldgott grundarlag at taka avgerð á?
  6. Metir løgmaður ikki, at tað hevði gagnað viðurskiftunum millum miðfyrisitingina og stovnarnar, um skipað bleiv fyri einari nýggjari og óheftari kanning av málinum?

Viðmerkingar
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum boðaði stutt undan jólum 1998 táverandi landsverkfrøðinginum frá, at starvið sum landsverkfrøðingur fór at verða niðurlagt. Orsøkina segði landsstýrismaðurin tá vera ætlanir um bygnaðarbroytingar.

5. januar 1999 var fundur í Tinganesi millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin um ætlaðu bygnaðarbroytingarnar, og varð á hesum fundi gjørd semja millum somu tríggjar flokkar. Semjan var sett upp í fimm soljóðandi punktum:

Fýra tey fyrstu punktini í avtaluni eru fylgd, meðan ivasamt er, um nakað er gjørt við tað fimta.

Fakfeløgini Starvsmannafelagið, Byggifrøðingafelagið og Verkfrøðingafelagið og starvsfólkini á Landsverkfrøðingsstovninum blivu náttúrliga eisini partar í málinum, og løgmaður gav hesum um somu tíð lyfti um:

Mær vitandi eru hesi lyfti hildin burtur sæð frá, at Løgmansskrivstovan ikki enn er komin við nakrari ítøkiligari tulking av nevndu grein 2. Vónandi verði eg rættaður, um er sigi nakað skeivt hesum viðvíkjandi.

Kanningin av fyrisitingarliga partinum
Tá tað snýr seg um kanningina, sum løgmaður og landsstýrismaðurin í samferðslumálum skuldu lata gera av fyrisitingarliga partinum av málinum um landsverkfrøðingin, so kom hendan úr landsstýrinum 4. mai 1999, tíverri góða viku eftir, at tingið var farið í summarfrí. Og eg loyvi mær at siga, at tað er átaluvert, at tað skal taka heilar áttati dagar at tilevna slíka kanning. Ikki minst tá hugsað verður um dygdina.

Fakfeløgini vóru als ikki nøgd við uppritið (ella kanningina), sum Løgmansskrivstovan gjørdi av fyrisitingarliga partinum, og tey vístu sína misnøgd við skrivliga at vísa á:

Síðan er brævaskifti millum feløgini og løgmann, og her skulu ikki dagar takast ímillum, hvat er sømiligt og viðkomandi at skriva undir slíkum umstøðum, men eg fari at taka fram brævið, løgmaður sendi teimum trimum feløgunum 20. mai 1999. Og eg taki hetta bræv fram, tí hetta er einasta almenna reaktión, eg havi sæð frá løgmanni um hetta mál, síðan uppritið kom 4. mai. Brævið er stutt, og verður prentað niðanfyri:

Víst verður til skriv tykkara dagfest 10.05.1999 og 19.05.1999 um uppritið viðvíkjandi niðurlegging av starvinum sum landsverkfrøðingur. Í niðurstøðuni verður krav sett fram um, í fyrsta lagi at málið skal fáa avleiðingar fyri rætta viðkomandi. Í øðrum lagi at avgerðin um uppsøgnina av landsverkfrøðinginum verður sett til viks, og málið viðgjørt av nýggjum.

Hervið verður sagt frá, at vit meta ikki, at fakfeløgini eiga at seta krøv um, hvørjar avgerðir um avleiðingar løgmaður tekur í einstøkum málum. Í øðrum lagi kann løgmaður upplýsa, at hann fer ikki at krevja av landsstýrismanninum í vinnumálum, at avgerðin um uppsøgnina av landsverkfrøðinginum verður sett til viks, so at málið kann viðgerðast av nýggjum.

Skrivið er signerað av løgmanni og løgmansstjóranum.

Løgmaður hevur uttan iva rætt í tí, at fakfeløgini eiga ikki at seta honum krøv um, hvussu hann umsitur tey ymsu málini. Men svarið til fakfeløgini vísir eisini greitt, hvørjar metingar løgmaður ger sær av bæði uppritinum og málinum sum so. Og tað er tað, sum órógvar, og er beinleiðis orsøkin til henda fyrispurningin.

Egnar viðmerkingar
Eg meti ikki, málið snýr seg um, annaðhvørt fakfeløgini kunnu loyva sær at siga nakað skeivt ella nýta óhepnan málburð. Og eg haldi ikki, at løgmaður kann nýta eitt ella tvey skriv frá nøkrum fakfeløgum sum grund fyri at vísa málinum frá sær. Hetta málið snýr seg um:

  1. At fáa fulla greiði á, um landsverkfrøðingurin var sagdur úr starvi av røttum, ella um landsstýrismaðurin hevur borið seg skeivt at. Um landsstýrismaðurin hevur sagt sannleikan. Og tað vil aftur siga, at vit mugu fáa greiði á, um málið er fyrisitingarliga og løgfrøðisliga í lagi, áðrenn vit finna út av, um tað er politiskt í lagi.
  2. Tað snýr seg tí eisini um, um landsverkfrøðingurin hevur fingið sína starvsligu tilveru og -framtíð oyðilagda av órøttum, ella um uppsøgnin var ein neyðug og sjálvsøgd fylgja av nøkrum óhepnum viðurskiftum.
  3. Hetta mál kann í seinasta enda snúgva seg um rættartrygdina hjá almennum leiðarum og almennum starvsfólkum sum heild.

Fari ikki at tengja støðuna hjá landsverkfrøðingsstovninum sum heild upp í her, tey viðurskiftini kunnu hóskandi verða viðgjørd undir einum øðrum fyrispurningi.

Tað eru ikki bert fakfeløgini, sum eru misnøgd við uppritið, tað munnu tey flestu vera. Og ein av kanningarstjórunum hevur við útvarpið sagt, at kanningin var kanska ikki so væl arbeidd, sum hon átti at verið. M.a. eru hesi viðurskifti ivasom:

Bræv løgmans 20. mai 1999 sigur mær, at løgmaður ætlar ikki at gera meira við málið, og haldi eg tí tíðin er komin at viðgera málið meira álvarsamt í tinginum. Og skal tað vera mín vón, at henda viðgerð endar við, at ein onnur kanning verður gjørd av fyrisitingarligu viðurskiftunum. Ein óvildug kanning.

Á løgtingsfundi 10. august 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi tann 7. september 1999 svaraði Anfinn Kallsberg løgmaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar 

1) Skal skriv løgmans frá 20. mai 1999 skiljast soleiðis, at løgmaður metir uppritið nøktandi, og at einki meira skal gerast í hesum máli. Og at landsstýrismaðurin í framtíðini sjálvur gerð av, hvat skal fara fram viðvíkjandi landsverkfrøðingsstovninum?

Svar: Skrivið skal skiljast soleiðis, at løgmaður metir uppritið nøktandi í mun til teir fyrisitingarligu spurningar, løgmaður vildi hava greiði á. Málið hoyrir til málsøkið hjá landsstýrismanninum samsvarandi § 34 í stýrisskipanarlógini, og landsstýrismaðurin ger tí sjálvur av, hvat skal fara fram viðvíkjandi landsverkfrøðingsstovninum.

Viðmerkjast skal tó, at øll mál, ið eru politiskt týdningarmikil ella hava meginreglulig eyðkenni, verða viðgjørd av landsstýrinum og møguliga eisini í samgonguni undir samskipan løgmans.

2) Skal sama skriv løgmans skiljast soleiðis, at hann heldur øll viðurskifti í kanningararbeiðinum vera í lagi ?

Svar: Í uppritinum eru tvær niðurstøður gjørdar. Onnur er, at niðurleggingin av starvinum sum landsverkfrøðingur fór fram eftir galdandi reglum, og hin er, at málið starvsfólkapolitiskt er handfarið óheppið.

Hesar niðurstøður hevur løgmaður tikið til eftirtektar.  

3) Skal skrivið tulkast soleiðis, at løgmaður heldur mannagongdina viðvíkjandi uppsøgnini vera í lagi, og at slík verður góðtikin í framtíðini ?

Svar: Tá tosað verður um mannagongd í hesum máli má skiljast ímillum tað løgfrøðiliga, ið er ásett við lóg, í sáttmála e.l., og onnur starvsfólkapolitisk viðurskifti, sum snúgva seg um, hvussu ein eigur at handfara starvfólkaviðurskifti á ein hóskandi og virðiligan hátt.

Løgfrøðiligi parturin av mannagongdini var, sum hann skuldi vera. Bæði landsverkfrøðingurin og tænastumannafelagið, ið varða av starvinum, fingu uppsøgnina til hoyringar.

Starvsfólkapolitiskt kundi málið verið handfarið betur, og hesum hevur løgmaður boðað landsstýrismanninum frá.

Landsstýrið er farið undir at viðgera hesi viðurskifti. Uppsagnarpolitikkur verður nevniliga settur í verk í næstum, og løgmaður fer í framtíðini at átala, um uppsagnarpolitikkurin ikki verður fylgdur.

4) Heldur løgmaður tað vera í lagi, at landsstýrismaður alment sigur uppsagnargrundina vera bygnaðarbroytingar, meðan kanningin vísir á, at grundin hevur verið samstarvstrupulleikar?

Svar: Orsøkin til uppsøgnina var bygnaðarbroytingar, og tað hevur løgmaður tikið til eftirtektar.

5) Metir løgmaður, at hann hevur lokið fyrstu treytina í avtaluni frá 5. januar 1999, og metir hann, at uppritið er haldgott grundarlag at taka avgerð á?

Svar: Fyrsta treytin í avtaluni 5. januar 1999 ljóðar soleiðis: "Løgmaður og avvarðandi landsstýrismaður leggja eina frágreiðing fram um, hvat er farið fram fyrisitingarliga í uppsøgnini av landsverkfrøðinginum". Tann 3. mai 1999 varð frágreiðingin latin samgongulimum, og løgmaður metir, at fyrsta treytin er lokin. Til tess at fáa eina heildarfatan av málinum bað løgmaður um, at framferðarhátturin, viðvíkjandi hvat farið var fram fyrisitingarliga í hesum máli, varð kannaður meira nágreiniliga, og arbeitt varð eftir hesum setningi.

Løgmaður metir, at uppritið lýsir, hvussu málið er handfarið fyrisitingarliga av ávikavíst aðalstýri og landsstýrismanni. Løgmaður hevur fyrihildið landsstýrismanninum tað, ið løgmaður metir hava verið óheppið.  

6) Metir løgmaður ikki, at tað hevði gagnað viðurskiftunum millum miðfyrisitingina og stovnarnar, um skipað bleiv fyri einari nýggjari og óheftari kanning av málinum?

Svar: Løgmaður metir tað ikki vera neyðugt ella gagnligt fyri viðurskiftini millum miðfyrisitingina og stovnarnar, um ein nýggj kanning verður gjørd. Eg síggi hetta mál sum avgreitt frá mínari síðu, og vóni, at vit nú kunnu hyggja frameftir, og at øll fara at gera sítt til fyri at tryggja eitt gott og mennandi samstarv.  

Viðmerkingar

Politisk viðgerð av bygnaðarbroytingunum

Undir viðmerkingunum vísir Finnur Helmsdal til semjuna frá 5. januar millum samgonguflokkarnar og vísir til: "At farast skuldi undir eina kanning av verandi bygnaði í miðfyrisitingini við atliti at møguleikum fyri tillaging til føroysk viðurskifti og somuleiðis einfaldgering av somu fyrisiting."

Viðmerkjast skal, at hetta er ein misskiljing, tí talan var ikki um kanning av miðfyrisitingini, men semja var um politiskt at viðgera bygnaðarbroytingarnar, og at henda viðgerð skuldi ikki einans fevna um miðfyrisitingina, men um alla landsfyrisitingina. Orðingin var soljóðandi:

"Farið verður politiskt undir viðgerðina av bygnaðarbroytingunum innan landsfyrisitingina sum heild, og ætlan fyri ein framtíðarbygnað verður gjørd".

Upplýsast kann í hesum sambandi, at starvsfólkið á Landsverkfrøðingsstovninum er farið undir at lýsa virksemið á stovninum. Hetta arbeiðið verður væntandi liðugt 1. september. 

Orða ein leist

Síðan verður komið inn á ymisk lyfti, sum øll eru framd uttan lyfti um: "At Løgmansskrivstovan skuldi koma við eini tulking av grein 2 í sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Landsstýrið".

Talan var ikki um at tulka grein 2. Tað var longu gjørt av tí myndugleika, ið hevur sáttmálaviðurskifti um hendi. Talan var um, at Løgmansskrivstovan skuldi gera leiðreglur fyri, hvørjar mannagongdir eiga at verða nýttar til tess at tryggja, at endamálið í § 2 í sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum verður rokkið.

Dentur skal í hesum sambandi leggjast á, at løgmaður á nevnda fundi við tey trý fakfeløgini als ikki tók undir við fatanini hjá feløgunum um, at § 2 í sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið var brotin.

Hóast hesar leiðreglur ikki eru lidnar, kunnu og eiga ætlaðar bygnaðarbroytingar í landsfyrisitingini at halda fram. Bygnaðarbroytingar hava verið framdar seinastu árini, og politiskt hevur landsstýrið staðfest, at til tess at tryggja eina vælvirkandi almenna fyrisiting, má bygnaðurin framhaldandi eftirmetast, so hóskandi karmar vera til rationaliseringar.

Leiðreglur fyri mannagongdum í sambandi við bygnaðarbroytingar verða orðaðar og viðgjørdar eftir somu mannagongd sum starvsfólkapolitikkurin. Hetta merkir, at ein arbeiðsbólkur orðar eitt uppskot, ið síðani verður viðgjørt í starvsfólkapolitikkbólkinum, ið er samansettur av umboðum fyri Løgmansskrivstovuna, aðalstýrini og stovnar. Tá uppskotið er góðkent av stýrisbólkinum (ovastu stjórarnir í miðfyrisitingini), verður tað latið stovnum og feløgum til hoyringar. Tá hoyringstíðin er liðug, verður uppskotið aftur viðgjørt og staðfest fyrisitingarliga av stýrisbólkinum og politiskt av løgmanni.

Á henda hátt verða ovastu fyrisitingarleiðarar, stovnar og yrkisfeløg kunnaði. Henda mannagongd er sera tíðarkrevjandi, men fyrimunurin er, at málið hevur verið sera gjølla viðgjørt á so breiðum grundarlagi sum til ber.  

Egnar viðmerkingar

Undir punktinum egnar viðmerkingar sigur Finnur Helmsdal m.a., at málið snýr seg um:

"1. At fáa greiði á, um landsverkfrøðingurin varð sagdur úr starvi av røttum, ella um landsstýrismaðurin hevur borið seg skeivt at. Um landsstýrismaðurin hevur sagt sannleikan. Og tað vil aftur siga, at vit mugu fáa greiði á, um málið er fyrisitingarliga og løgfrøðiliga í lagi, áðrenn vit finna út av, um tað er politiskt í lagi."

Tað er júst hetta komið verður fram til, nevniliga, at løgfrøðiliga er málið í lagi, og at tað starvsfólkapolitiskt kundi verið handfarið betur.

Víðari verður sagt at:

"2. Tað snýr seg tí eisini um, um landsverkfrøðingurin hevur fingið sína starvsligu tilveru og -framtíð oyðilagda av órøttum, ella um uppsøgnin var ein neyðug og sjálvsøgd fylgja av nøkrum óhepnum viðurskiftum."

Um landsverkfrøðingurin hevur fingið sína starvsligu tilveru og –framtíð oyðilagda, er ein persónligur spurningur, sum ikki eigur at verða viðgjørdur á Føroya Løgtingi. Landsverkfrøðingurin fekk bjóða annað starv í fyrisitingini, og mett varð, at uppsøgnin var neyðug fyri at fáa sett arbeiðið við bygnaðarbroytingum í verk. Leggjast kann afturat, at landsverkfrøðingurin hevur fingið allar tær sømdir, sum sambært tænastumannalógini kunnu verða latnar í sambandi við uppsøgn.

At enda verður sagt at:

"3. Hetta mál kann í seinasta enda snúgva seg um rættartrygdina hjá almennum leiðarum og almennum starvsfólkum sum heild."

Til tað er at siga, at starvsfólk í landsfyrisitingini verða ikki sett í starv uppá lívstíð, og sum áður nevnt, eru uppsagnarviðurskifti júst tey viðurskiftini, sum eru nógv reguleraði í lógum, sáttmálum og reglugerðum.

Sagt verður, at eitt av teimum starvsfólkunum, sum stóð fyri kanningini, við útvarpið hevur sagt, at kanningin var kanska ikki so væl arbeidd, sum hon átti at verið.

Hetta er beinleiðis skeivt endurgivið, tí starvsfólkið segði við útvarpið, at tað var fyrstu ferð, at ein tílík frágreiðing var gjørd, og tí er tað ikki óhugsandi, at framferðarhátturin verður ein annar, um ein tílík frágreiðing skal gerast eina aðru ferð.

At enda í fyrispurninginum verður víst til, at bert løgfrøðiligu viðurskiftini í sambandi við grein 2 blivu kannað, meðan sjálv uppsagnargrundin og uppsagnarframferðin ikki bleiv tað.

Til tað er at siga, at frágreiðingin snýr seg júst um uppsagnargrundina og framferðina. Og niðurstøðan í frágreiðingini er, at málið løgfrøðiliga er farið fram á rættan hátt, meðan mangt bendir á, at málið starvsfólkapolitiskt er handfarið óheppið – her verður serstakliga hugsað um uppsagnarframferðina.

Málið avgreitt.

Brot úr orðaskift.