Fyrispurningur um viðurskiftini á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum

100-9 Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, viðvíkjandi psykiatrisku viðurskiftunum á Landssjúkrahúsinum

 

Ár 1999, hósdagin 30. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Hví játtar Landssjúkrahúsið ikki meira enn 2.800 krónur um mánaðin til aktivering av sjúklingunum á psykiatrisku deild? Er tað tí, aktiveringin ikki hevur týdning? Ella er tað tí, at tað arbeiðið, ið gjørt verður, ikki verður mett sum gott nokk?
  2. Ætlar landsstýrismaðurin at gera nakað við hesi viðurskifti og nær? Ætlar landsstýrismaðurin at mæla til hægri normeringar, og at starvsfólkið, sum tekur sær av aktiveringini, fær feriuavloysing? Ætlar landsstýrismaðurin at hækka játtanina til ítrivspartin og til klubbvirksemið?
  3. Nær fer landsstýrismaðurin at koma við eini heildarætlan við atliti at bøta um korini hjá sálarliga sjúkum føroyingum?

Viðmerkingar:

Hesin fyrispurningurin skal fatast sum tann fyrsti av nøkrum, sum hava til endamáls at lýsa veruligu viðurskiftini hjá teimum, sum eru innløgd á Psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum í styttri ella longri bil. Endamálið er eisini at lýsa og seta ljósið á viðurskiftini hjá føroyingum, sum hava sálarligar trupulleikar. Tað er nevniliga soleiðis, at tað uttan samanberingar kann sigast, at tann bólkurin í føroyska samfelagnum, sum hevur tær vánaligastu og minst virðiligu liviumstøðurnar, er bólkurin vit rópa sálarliga sjúk.

Hesi orðini skulu ikki skiljast soleiðis, at orsøkin til óhepnu støðuna er, at avrikini hjá starvsfólkunum á psykiatrisku deild ikki eru nøktandi. Her vil eg heldur siga tvørtur ímóti. Starvsfólkini á psykiatrisku deild - frá hægst til lægst - útinna eitt megnar arbeiði, hóast uppgávan mangan sær meira enn vónleys út. Og er tað kanska júst teirra innsatsur, sum ger, at alt ikki er rapað saman fyri langari tíð síðan. Hesi starvsfólk megna hóast vánaligu umstøðurnar at geva teimum sálarliga sjúku so frægar umstøður, at almenningurin, pressan og politikarar antin ikki síggja støðuna, ella halda seg kunna loyva sær at lata eyguni aftur.

Men alt her í lívinum hevur sítt evsta mark, eisini tær umstøður vit kunnu loyva okkum at bjóða okkara sálarliga sjúku. Og tí mugu og skulu munagóðar ábøtur til sum skjótast. Eg ivist ikki eina løtu í, at allir føroyingar eru samdir við mær í, at tey sálarliga sjúku eiga at fáa møguleikar til at liva undir mannsømiligum og mennandi umstøðum. Um tey eru við hús ella innløgd á psykiatrisku deild.

Nógv eru tey viðurskifti, sum eru orsøk til, at umstøðurnar hjá sálarliga sjúkum ikki eru nøktandi. Hølisumstøður á psykiatrisku deild. Bygningar í sera vánaligum standi. Lágar starvsfólkanormeringar. Ov fá sambýlispláss. Ov illa virkandi økispsykiatri. Aktiveringin á deildunum ov lágt prioriterað o.s.fr. Og tað verður hetta seinasta, sum fyrispurningurin hesa ferð skal snúgva seg um.

Aktiveringin

Tað er nevniliga soleiðis innan arbeiðið við sálarliga sjúkum, at aktivitetir av likamligum sum øðrum slagi, eru mettir sum týðandi partur av viðgerðini. Og er aktivering av sjúklingunum eisini fastur táttur á øllum vanligum psykiatriskum deildum. Soleiðis er eisini á psykiatrisku deild á Landdssjúkrahúsinum. Har er ergoterapi, og eru møguleikar fyri øðrum virksemi og aktivitetum, innan- sum utttandura. Til at taka sær av aktiveringini, sum er umframt ergoterapiina, er sett eitt fólk. Tilboðið er galdandi fyri øll, sum eru innløgd, men plaga umleið 20 at vera við í senn. Talan er um svimjing, badminton, velting, skera torv, rógva út, vitja søvn og annað í økinum, klubbvirksemi og útsølu av virkaðum lutum. Uppgávan hjá fólkinum, sum stendur fyri aktiveringini, er at stimbra sjúklingunum á so mangar mátar og á so nógvum økjum, sum tilber.

Higartil hevur henda megnar uppgáva verið røkt av bara einum fólki, og umbønir um hækkaða normering hava verið afturvístar. Tað sama hava umbønir um feriuavloysarar. Og tað er harmiligt, at játtandi myndugleikarnir ikki vilja/kunnu stuðla hesum virksemi á meiri nøktandi hátt.

Enn meira harmiligt er at staðfesta, hvussu lítlan hug somu játtandi myndugleikar hava til at játta pening til sjálva aktiveringina av sjúklingunum á psykiatrisku deild. Tað er nevniliga soleiðis, at Landssjúkrahúsið rindar siger og skriver 2.800 krónur um mánaðin til teir aktivitetir, sum eru nevndir omanfyri. Tær 2.800 krónurnar eru býttar soleiðis, at 1.600 krónur eru til ítrivspartin, og har av skulu m.a. svimji- og busskort gjaldast. Tær 1.200 krónurnar eru til klubbvirksemið.

Tað er rætt og slætt óskiljandi, at Landdsjúkrahúsið ikki játtar meiri pening til slíkt, sum av øllum við innliti verður mett sum sera týðandi liður í viðgerðini. Umframt at aktiveringin er ein mennandi og ikki minni sparandi umlætting fyri restina av arbeiðinum.

Á løgtingsfundi 8. oktober 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreisðlu, at fyrispuringurin skal svarast.

Á tingfundi 3. november 1999 svaraði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

  1. Finnur Helmsdal boðar frá, at nú fer hann at seta fram eina langa røð av fyrispurningum, "sum hava til endamáls at lýsa veruligu viðurskiftini hjá teimum sum eru innløgd á Psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum í styttri ella longri bil". Tað er tó ikki rætt at seta fram fyrispurning um "hví Landssjúkrahúsið ikki játtar meira enn kr. 2.800,00 um mánaðin til aktivering".Tað er rætt at tað verða brúkt kr. 2810,- til klubbavirksemi til sjúklingar á Psykiatrisku deild. Tað er ikki rætt, at henda upphædd er tann einasta sum verður nýtt til virksemið, tí hann gloymir at taka lønina við til eitt starvsfólk sum er sett burturav til hetta virksemið. Umframt hettar ítrivsvirksemi, fáa tær einstøku deildirnar sjálvar kr. 7.403,00 um mánaðin til ymiskt ítriv. Harumframt eigur at roknast við Ergoterapideildini sum serliga er kvalifiserað til ítriv, og har arbeiða 4 fólk svarandi til umleið 3 ¼ ársverk. Eisini skal sigast, at røktarstarvsfólkið á deildini, Psykiastrisku deild í stóran mun arbeiðir við at aktivera sjúklingar. Tað ber tó ikki til at áseta, hvussu nógv er røkt og hvussu nógv er aktivering/ítriv.
  2. Samumtikið verður brúkt munandi meira enn kr. 2.800,00 um mánaðin til aktivering. Hetta tí at Psykiatriska deild metir, at hetta virksemið hevur stóran týdning.

  3. Landsstýrismaðurin hevur ongar ætlanir um at leggja seg út í, hvussu tilfeingið á Landssjúkrahúsinum verður býtt út uppá ymiskar sjúklingabólkar. Landsstýrismaðurin hevur fult álit á, at Landssjúkrahúsið býtur tilfeingið soleiðis, at tað kemur øllum sjúklingum tilgóðar.Tó fer landsstýrismaðurin framhaldandi at virka fyri, at játtanin til sjúkrahúsverkið hækkar soleiðis at tað verður møguligt at gera neyðugar ábøtur á heilsuverkið.
  4. At korini hjá teimum sálarligu sjúku í Føroyum áttu at verið betri, kann landsstýrismaðurin taka undir við. Á Psykiatrisku deild liggja sjúklingar við kroniskari sálarsjúku, so at siga fyri lívið. Her kundi landsstýrismaðurin hugsað sær, at vit fingu hóskandi bústovnar ymsastaðni í landinum, har hesi fólk kundu búð og verið ansað eins og vanligir borgarar. Hinvegin eiga vit eisini at hugsa um, at spjaða vit psykiskar sjúklingar verða teir eisini longur burtur frá teimum serkønu starvsfólkunum, sum arbeiða á Psykiatrisku deild.

Tað ber ikki til at siga, nær tað fyriliggur ein heildarætlan fyri tey sálarligu sjúku í Føroyum. Farið verður nú undir at samskipa uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum sjúkrahúsini í Føroyum, og verða viðurskifti teirra sálarliga sjúku eisini viðgjørd í hesum sambandi. Sum støðan er í dag metir landsstýrismaðurin, at tað sum hevur størstan týdning er at landsstýrið tryggjar sær, at stovnar fáa sum mest burturúr tí tilfeingi, teir hava fingið tillutað. Her verður ikki hugsað bert um sjúkrahúsverkið, men eisini almannaverkið og serstovnaøkið.

Málið avgreitt.