Fyrispurningur um Skúlan á Trøðni

100-11 Fyrispurningur til Signar á Brúnni, landsstýrismann, viðvíkjandi Skúlanum á Trøðni

 

Ár 1999, mikudagin 24. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvat fyri undirvísingarstað var Skúlin á Trøðni, og hvørjum lógargrundarlagi var skúlin undir, áðrenn hann gjørdist partur av Sernámsdeplinum?
  2. Er Sernámsdepilin ein almennur undirvísingarstovnur undir landinum?
  3. Hvat var lógargrundarlagið fyri at leggja Skúlan á Trøðni og Sernámsfrøðiligu Ráðgevingina saman?
  4. Hevur skúlin í Sernámsdeplinum skúlastjóra, eins og aðrir skúlar, og hvørjar heimildir hevur hesin?
  5. Er nøkur reglugerð samtykt, sum Sernámsdepilin virkar undir?
  6. Hví er barnadeildin í sernámsdeplinum niðurløgd sum viðgerðarstovnur, og viðgerðarskyldan flutt undir almannaverkið?

Viðmerkingar:

Í 1988 kom Skúlin á Trøðni yvir á føroyskar hendur, og á sumri 1990 gjørdi Føroya landsstýri av, at skúlin skuldi gerast ein almennur skúli innan føroyska fólkaskúlan.

Hesa avgerð hevur landsskúlastjórin tó ongantíð viljað góðtikið, og fyrisitingin hevur tí arbeitt við síni egnu ætlan fyri skúlan og serundirvísingini í fólkaskúlanum sum heild.

Á heysti 1997 legði ein bólkur, mannaður við fólki av Landsskúlafyrisitingini, fram eitt upprit, har tey mæla til at seta á stovn ein sernámsdepil. Hesin stovnur skuldi fevna um alla serundirvísing í Føroyum, bæði tað virksemi, sum fór fram á Skúlanum á Trøðni (serskúli, serbarnagarður o.a.) og so ta eygleiðing, kanning og ráðgeving av næmingum í ymsum barnagørðum og skúlum, sum Landskúlafyrisitingin (SNR) skipaði fyri.

Uppriti sigur, at endamálið við sernámsdeplinum er at gera alla skipanina til eina ráðgevingarskipan, t.v.s. at øll børn skulu vera úti á heimliga barnagarðinum ella skúlanum, sum skal hava ábyrgdina av barninum. Sernámsdepilin skal sostatt ikki hava viðgerðarskyldu.

Hvørki foreldur, starvsfólk á Skúlanum á Trøðni, Javni, MBF, politikarar ella onnur við áhuga í málinum sluppu at siga sína hugsan um uppritið.

Landsstýrismaðurin í skúlamálum tók undir við uppritinum, og á fíggjarlógini fyri 1998 var øll játtanin til sernámsfrøðiligt virksemi løgd til Sernámsdepilin. Stjóri varð settur, og hesin hevur umframt petagogiska, fyrisitingarliga og fíggjarliga ábyrgd eisini rætt til at flyta pening millum ymisku partarnar av skipanini.

Úrslitið av samanleggingini er, sum væntað, at viðgerðarparturin (barnagarður, skúli o.a.) minkar, meðan ráðgevingarparturin veksur. Serbarnagarðurin er longu niðurlagdur, og barnagarðslærararnir eru vorðnir eygleiðarar og ráðgevarar. Lærarar fara frá, og eingin verður settur ístaðin. Einasti lærarin, ið ikki var tænastumaður, er sagdur úr starvi, tí ikki skuldi vera peningur at løna honum við. Men samstundis er sálarfrøðingur settur í starv.

Fyrisitingin ger av, hvørjir næmingar sleppa inn á skúlan, og næmingatalið er minkað hvørt ár soleiðis, at nú eru bara uml. 25 næmingar á skúlanum. Eisini verður arbeitt við eini heildarætlan har skúladeildin minkar í næstan einki. Verður hendan ætlan veruleiki, er um stutta tíð eingin serskúli í landinum.

Á tingfundi 18. januar 2000 svaraði Signar Hansen, landsstýrismaður, fyrispurningin soleiðis:

Svar 

Ad. 1. Skúlin á Trøðni - Føroya Spesialskúli - var ein sjálveigandi stovnur við tí endamáli at veita teimum

  1. persónsbólkum, sum eru tilskilaðir í § 14 í teirri føroysku forsorgarlógini, undirvísing og røkt.

  2. børnum, sum eru tilskilað í § 2. stk. 2 í teirri føroysku fólkaskúlalógini (62-lógini – Lov nr. 117af 30. marts), og sum kundu ikki fáa líkliga undirvísing á annan hátt.

  3. børnum, sum vóru atferðartrupul.

Skúlin var, sum sagt, ein sjálveigandi stovnur og rikin beinleiðis undir "Social-styrelsen".

Fyri skúlanum sat eitt 5-manna stýrið, mannað av:
Skrivstovustjóranum í landsstýrinum.
Landsskúlaráðgevanum, seinni landsskúlastjóranum.
Yvirlæknanum á statshospitalinum í Tórshavn.
Leiðaranum á sosialu deild í Ríkisumboðnum (Almannastjóranum).
Formanninum í foreldraráðnum.

Stýrið valdi sjálvt sín formann. Skrivstovustjórin í landsstýrinum var formaður øll árini.

Harumframt var ein visitatiónsnevnd (upptøkunevnd). Í henni sótu:
Landslæknin, sum var formaður.
Fyristøðumaður skúlans
Skúlaráðgevin fyri serundirvísingini
Ein medarbeiðari í sosialu deild í Ríkisumboðnum (limurin var sosialráðgevi í Almannastovuni)

Visitatiónsnevndin skuldi eisini gera av, um og nær ein næmingur skuldi verða skrivaður út úr skúlanum.

Regluverkið var:

V E D T Æ G T
for
FØROYA SPESIALSKÚLI

ásett av

 

landsstýrinum, 29. september 1971, socialministeriet, 21. oktober 1971, og undervisningsministeriet, 29. oktober 1971.

Í løgtingsamtykt frá 1973 sigur ein samd skúlanevnd í sínum áliti m.a.: "Undir viðgerðini frammanundan í løgtinginum er hildið fram, at uppgáva Spesialskúlans eigur at verða avmarkað soleiðis, at undirvísingin av brekaðum børnum, so langt møguleikarnir eru, eigur at vera í fólkaskúlanum.

Spesialskúlin ella ein sentraliserað undirvísing av brekaðum børnum er tí eitt tiltak, sum bert gongur so langt og varar so leingi, at fólkaskúlin ikki kann taka undirvísingina upp á seg. Spesialskúlin má ongatíð verða ein umbering fyri fólkaskúlan ikki at royna eina forsvarliga undirvísing av børnum í tilknýti til heimini".

Landsstýrið avgjørdi á fundi 13. januar 1988, "at Skúlin á Trøðni verður fluttur til undirvísingarverkið, meðan næmingaheim skúlans verða flutt til almannaverkið, soleiðis at báðar flytingar hava gildi frá 1. januar 1988". Í sama skrivi boðaði landsstýrið frá, at skúlin skuldi verða rikin eftir teimum reglum, sum vóru galdandi fyri 1. januar 1988, til aðrar reglur møguliga vórðu settar í gildi.

Á heysti 1989 setti landsskúlastjórin eftir áheitan landsstýrisins og samsvarandi § 6 í løgtingslóg um skúlafyrisiting nevnd til tess at gera uppskot um nýggjar lógarreglur og skipan fyri Skúlan á Trøðni við atliti at nevndu punktum, sum landsstýrið hevði sett fram:

    1. Skúlin á Trøðni heldur ikki fram sum sjálvsognarstovnur
    2. Núverandi stýri og visitatiónsnevnd verða avtikin
    3. Næmingaheimið á Argjum og tað við Hoyvíksvegin verða knýtt at Skúlanum á Trøðni á ein slíkan hátt, at tað altíð kann hava pláss fyri bæði børnum og ungum (vaksnum), sum knappliga fáa brúk fyri Skúlanum á Trøðni.
    4. At bera so í bandi, at økt samstarv verður ímillum Skúlan á Trøðni og hinar skúlarnar í Føroyum.

Harumframt var í tilnevningarskrivinum álagt nevndini at lýsa spurningin, um hvussu Skúlin á Trøðni kundi gerast ein sjálvsagdur liður í teirri sernámsfrøðiligu ráðgevingini, sum Landsskúlafyrisitingin skipar fyri.

Nevdin var samd um at mæla landsstýrinum til at leggja virksemi skúlans í skipaðan karm við kunngerð um sernámsfrøðiliga ráðgeving, har Skúlin á Trøðni var ein liður.

Í skrivi til Landsskúlafyrisitingina, dagfest 12. juli 1990, var m.a. sagt frá, at landsstýrið hevði samtykt at seta í gildi kunngerð um sernámsfrøðiliga ráðgeving frá 1. august 1990, og at virksemið á Skúlanum á Trøðni frá nevnda degi er skipað við støði í tí áliti, sum nevnd, sett av landsskúlastjóranum hevur lagt fram, og sum er - einmælt - (tilskilað av mær) góðkend á landsskúlaráðsfundi 4. mai 1990.

Fyrisitingarliga hoyrir skúlin, eins væl og skúlaheimini bæði, undir Landsskúla-fyrisitingini.

Skúlin á Trøðni var ikki longur sjálvsognarstovnur, og viðtøkur skúlans vóru avtiknar.

Kunngerð nr. 132 frá 17. oktober 1990 um sernámsfrøðiliga ráðgeving er ikki sett úr gildi, men sum kunnugt er orðið landsstýrismaðurin sett inn í alt regluverkið fyri orðini: Landsstýrið, Landsskúlaráðið, Landsskúlafyrisitingin og landsskúlastjórin.

Ad. 2. Sernámsdepilin er skipaður 1. januar 1998 við støði í "Uppriti um Sernámsdepilin", sambært avgerð landsstýrismansins, um at alt virksemið í Sernámsfrøðiligu Ráðgevingini og alt virksemið hjá Skúlanum á Trøðni skuldi verða skipað í eina fyrisitingarliga, námsfrøðiliga og fíggjarliga eind.

Sernámsdepilin er ein almennur stovnur í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum við eini 1) skúla-, kanningar- og ráðgevingardeild og við eini 2) skúlapsykologiskari og sernámsfrøðiligari kanningar- og ráðgevingardeild. Virksemið fatar m. a. um at skipa fyri og ráðgeva í øllum sernámsfrøðiligum spurningum, at gera kanningar og veita undirvísing, venjing, viðgerð, stuðul og vegleiðing, (skilað til av mær), soleiðis at børn og vaksin eftir førimuni fáa høvi at mennast á øllum økjum, og at virka fyri hollari útbúgving og eftirútbúgving til teirra, ið starvast á sernámsfrøðiliga økinum. Skúlin er almennur við næmingaheimi, smábarnadeild við eygleiðing og talibólkum, talideild, hoyritólamiðstøð og hugskots- og leikasavni.

Ad. 3. Grundarlagið fyri at leggja Skúlan á Trøðni og Sernámsfrøðiligu Ráðgevingina saman, er avgerð landsstýrismansins, boðað frá í skrivi, dagfest 16. februar 1988.

Ad. 4. Tá ið tað verður spurt, um skúlin í Sernámsdeplinum hevur skúlastjóra eins og aðrir skúlar, má tað verða sagt, at í undirvísingarverkinum eru ymiskir skúlar, har leiðararnir hava ymiskar heimildir, alt eftir skúlaslagi. Í Sernámsdeplinum er skúli við næmingaheimi. Leiðari er í skúladeildini við ávísum heimildum.

Ad. 5. Sernámsdepilin virkar samsvarandi frammanfyri nevnda. Reglugerð um Sernámsdepilin verður fyrireikað í løtuni.

Ad. 6. Barnadeildin í Sernámsdeplinum

So hvørt sum stuðulsskipanin til børn undir skúlaaldur fór at virka, minkaði talið á børnum, ið gingu fast í barnagarðinum í Skúlanum á Trøðni. Barnadeildin hevur eisini aðrar uppgávur nú enn áður, tá ið Skúlin á Trøðni var undir "Sosialstyrelsen". Hesi seinnu árini hevur heldur enn at hava barnagarð við nøkrum fáum børnum dentur verið lagdur á kanning, eygleiðing, ráðgeving, viðgerð og vegleiðing av børnum, sum koma úr øllum landinum í styttri ella longri tíðarskeið. Sum nú er, hevur einki barn fast stovnspláss í Barnadeildini, men í summum førum eru børn til eygleiðing og víðari eygleiðing og viðgerð í longri tíðarskeið, meðan arbeitt verður í samstarvi við almannaverkið at skapa neyðugar og hóskandi umstøður í heimaumhvørvinum.

Tað eru serpedagogar og fysioterapeutar, sum í fyrsta umfari taka sær av børnunum, ið koma til eygleiðing. Um barnið hevur mál- ella talitrupulleikar, verður ein málslig kanning gjørd, og hoyriroynd verður tikin. Um tað verður hildið neyðugt, er eisini møguleiki fyri, at psykologur eygleiðir og kannar barnið. Barnadeildin hevur neyvt samstarv við barnalækna á Landssjúkrahúsinum, sum er á fundi í Sernámsdeplinum aðruhvørja viku.

Tá ið eygleiðingin er liðug, verður fundur hildin við foreldur og tey, sum hava við barnið at gera, og tosað verður um, hvat framhaldandi eigur at verða gjørt.

Í ávísum bygdum við ongum barnagarði hevur Sernámsdepilin lagt nógva orku í innihaldið í nýskipaðum stuðulsstovum. Stuðulsstovurnar eru undir almannaverkinum. Stuðulsstovurnar eru undir dagrøktini, ið, sum kunnugt, ikki er undirvísingarmál. Kommunurnar rinda hølini, men almannaverkið rindar stuðulstímarnar. Í einstøkum føri rindar undirvísingarverkið part av stuðlinum.

Skúlaárið 1997/98 vóru 3 børn í Barnadeildini hvønn dag í vikuni! Tey 3 børnini fóru øll í skúla í Skúladeildini í Sernámsdeplinum árið eftir.

Harumframt vóru 4 børn í barnagarðinum 2 dagar um vikuna, men høvdu annars stovnspláss í býnum. Tað var hildið, at hesi 4 børnini skuldu verða í teimum barnagørðum, sum tey annars gingu í, men at tey kundu koma í Barnadeildina í Sernámsdeplinum eftir tørvi.

Høvuðsdenturin var lagdur á, at børnini skuldu verða í heimabarnagarðinum, men at tey komu í Barnadeildina í Sernámsdeplinum eftir tørvi og til eygleiðingar.

Í dag koma 3 rættiliga brekað børn til viðgerðar í talibólki í Barnadeildini 3 dagar um vikuna. Annars eru tey í heimabarnagarðinum hinar dagarnar.

Viðmerkingar løgtingsmansins:

Í 1988 kom skúlin á Trøðni yvir á føroyskar hendur, og á sumri 1990 gjørdi Føroya landsstýri av, at skúlin skuldi gerast ein almennur skúli innan føroyska fólkaskúlan.

Hesa avgerð hevur landsskúlastjórin tó ongantíð vilja góðtikið, og fyrisitingin hevur tí arbeitt við síni egnu ætlan fyri skúlan og serundirvísingini í fólkaskúlanum sum heild.

Á heysti 1997 legði ein bólkur, mannaður við fólki av Landsskúlafyrisitingini, fram eitt upprit, har tey mæla til at seta á stovn ein sernámsdepil. Hesin stovnur skuldi fevna um alla serundirvísing í Føroyum, bæði tað virksemi, sum fór fram á Skúlanum á Trøðni (serskúli, serbarnagarður o.a.) og so tað eygleiðing, kanning og ráðgeving av næmingum í ymsum barnagørðum og skúlum, sum Landsskúlafyrisitingin (SNR) skipaði fyri.

Uppriti sigur, at endamálið við sernámsdeplinum er at gera alla skipanina til eina rágevingarskipan, t.v.s. at øll børn skulu vera úti á heimliga barnagarðinum ella skúlanum, sum skal hava ábyrgdina av barninum. Sernámsdepilin skal sostatt ikki hava viðgerðarskyldu.

Hvørki foreldur, starvsfólk á Skúlanum á Trøðni, Javni, MBF, politikarar ella onnur við áhuga í málinum sluppu at siga sína hugsan um uppritið.

Landsstýrismaðurin í skúlamálum tók undir við uppritinum, og á fíggjarlógini fyri 1998 var øll játtanin til sernámsfrøðiligt virksemi løgd til sernámsdepilin. Stjóri varð settur, og hesin hevur umframt petagogiska, fyrisitingarliga og fíggjarliga ábyrgd eisini rætt til at flyta pening millum ymisku partarnar av skipanini.

Úrslitið av samanleggingini er, sum væntað, at viðgerðarparturin (barnagarður, skúli o. a.) minkar, meðan ráðgevingarparturin veksur. Serbarnagarðurin er longu niðurlagdur, og barnagarðsleiðararnir eru vorðnir eygleiðarar og ráðgevarar. Lærarar fara frá, og eingin verður settur ístaðin. Einasti lærarin, ið ikki var tænastumaður, er sagdur úr starvi, tí ikki skuldi vera peningur at løna honum við. Men samstundis er sálafrøðingur settur í starv.

Fyrisitingin ger av, hvørjir næmingar sleppa inn á skúlan, og næmingatalið er minkað hvørt ár soleiðis, at nú eru bara uml. 25 næmingar á Skúlanum. Eisini verður arbeitt við eini heildarætlan har skúladeildin minkar í næstan einki. Verður henda ætlan veruleiki, er um stutta tíð eingin serskúli í landinum.

Rættleiðingar til viðmerkingar løgtingsmansins í sambandi við spurningarnar:

Tað er ikki rætt, at fyrisitingin hevur arbeitt við síni egnu ætlan fyri skúlan og serundirvísingina í fólkaskúlanum sum heild. Tá ið tað ræður um serundirvísingina í fólkaskúlanum, hevur altíð verið fyrisitið við atliti at galdandi reglum á økinum. Skúlaráðgevi fyri serundirvísingina var settur í 1962.

Tá ið tað ræður um Skúlan á Trøðni, var álit viðvíkjandi Føroya Spesialskúla - Skúlanum á Trøðni - latið landsstýrinum á vári 1990. Landsstýrið samtykti, sum omanfyri nevnt at seta í gildi kunngerð um sernámsfrøðiliga ráðgeving, og at virksemið í Skúlanum á Trøðni frá 1. august 1990 skuldi verða skipað við støði í nevnda áliti. Arbeiðsbólkurin, sum gjørdi álitið var mannaður við: Hensari Ellingsgaard, landsskúlastjóra, form., Maritu Petersen, undirvísingarleiðara, Ditlev Olsen, skúlastjóra, sum bar seg undan móti endanum og mælti til, at annað umboð fyri Skúlan á Trøðni tók sæti í arbeiðsbólkinum. Lærararáðið valdi Eyðun Gullbein, lærararáðsformann. Hans Trygvi Henriksen (eitur nú Hans Tygvi Teirin og er løgfrøðingur), lærari og pápi at brekaðum barni var skrivari í arbeiðsbólkinum.

Í 1997 heitti landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum á ávísan fulltrúa í Landsskúla-fyrisitingini at skriva eitt upprit um, hvussu tað sernámsfrøðiliga virksemið í Sernámsfrøðiligu Ráðgevingini og alt virksemið hjá Skúlanum á Trøðni skuldi verða skipað í eina fyrisitingarliga, námsfrøðiliga og fíggjarliga eind.

Av tí at fulltrúin í Landsskúlafyrisitingini ikki hevði neyðuga fakliga førleikan til sjálvur at skriva eitt slíkt upprit, heitti hann m.a. á landsskúlastjóran, undirvísingar-leiðaran í Sernámsfrøðiligu ráðgevingini og skúlastjóran í Skúlanum á Trøðni um at vera sær til hjálpar í arbeiðinum. Sernámsdepilin var skipaður við støði í hesum uppriti. Uppgávurnar í Sernámsdeplinum havi eg nevnt frammanfyri, so tað er ikki neyðugt at taka tær uppaftur.

Tað er ikki úrslitið av samanleggingini, at næmingatalið í Skúla- og Barnadeildini hevur minkað hesi árini síðan fyrst í nítiárunum. Hugburðurin og tann politiski viljin hevur heilt síðan sjeytiárini verið tann, at eitt brekað barn skuldi sleppa at vaksa upp í heimaumhvørvinum. Ávís tiltøk eru framd til at bøta um umstøðurnar hjá fólka-skúlanum, til at taka sær av brekaðum børnum. Serlæraraútbúgving var í samstarvi ið Danmarks Lærehøjskole skipað í 1984 - 86, og aftur í seinnu helvt av nítiárunum, sum nú eru um at gera seg lidnnan við annan part av útbúgvingini. Serlærararnir, sum frammanundan arbeiddu sum lærarar kring landið, skuldu saman við talilærarum og í samstarvi við Sernámsfrøðiligu Ráðgevingina undirvísa børnum við trupulleikum og virka sum ráðgevar hjá stovnum og skúlum í sambandi við børn, sum høvdu tørv á serligum stuðli.

Landsstýrismaðurin, ið tók undir við uppritinum, kunnaði viðkomandi partar um ætlan sína.

Í teimum førum, tá ið skúlin á staðnum verður hildin ikki at kunna taka á seg uppgávuna, verður barnið tikið inn í Skúladeildina í Sernámsdeplinum. Viðvíkjandi Barnadeildini er greitt frá frammanundan.

Tað er rætt, at lærarar eru farnir úr starvi, uttan at annar er settur ístaðin. Her skulu vit eisini hava í huga gongdina um, at næmingatalið í Skúladeildini er minkað úr 90 næmingum í 1980 til 40 næmingar við skúlaársbyrjan í 1999 - og ikki 25, sum sagt hevur verið í útvarpi og bløðum -. Tað eru 17 lærarar til teir 40 næmingarnar.

Tað er ikki rætt, at einasti lærari, sum ikki er tænastumaður, er sagdur úr starvi. Viðkomandi, sum var í einum tíðaravmarkaðum sáttmálasettum starvi, fór sjálvur í annað starv. Men viðkomandi visti, at soleiðis sum fíggjarstøðan var, vóru útlitini vánalig fyri framhaldandi føstum sáttmálasettum lærarastarvi í Skúladeildini í Sernámsdeplinum. Av tí at tann eini sálarfrøðingurin vat ovbyrjaður í starvi sínum og fekst ikki at støðast í starvinum, var ein sálarfrøðingur settur í starv afturat.

Játtanin til Sernámsdepilin verður nýtt til pedagogiska og psykologiska kanning, ráðgeving og viðgerð, sum fatar um børn og ung í øllum Føroyum, til virksemið í Sernámsdeplinum: Skúlanum, smábarna-, tali-, hoyrideildunum, til fysioterapeutiska kanning, viðgerð og ráðgeving, til rakstur av næmingaheiminum og til flutning av teimum børnum og ungu, sum koma í Sernamsdepilin.

Málið avgreitt.